Sjálvstýri Føroya fólks

 

114  Uppskot til  samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks

A. Upprunauppskot
B. Framløguskriv
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Nevndarskjøl
F. Álit
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 13. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar 

Ásannandi, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir eina miðvísa fullveldisætlan. Løgtingið tekur tískil undir við, at landsstýrið fremur hesa ætlan:

Almennar viðmerkingar

Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.

Samtyktin hevur sum aðalendamál at fremja eina skipaða sjálvstýristilgongd í Føroyum, ið hevur við sær, at føroyski búskapurin verður sjálvberandi, og Føroya fólk verður sjálvstýrandi.

Leisturin fyri sjálvstýristilgongdini er gjørdur við langtíðaráhugamálum Føroya fólks í huga. Hetta er við til at tryggja, at fólksins kosnu umboð og fyrisiting landsins kunnu byggja og fremja sjálvstøðu landsins á tryggum grundvølli.

Harumframt hevur samtyktin til endamáls at staðfesta fyrndargomlu tjóðarrættindi føroyinga. Tað vil siga, at føroyingar eiga treytaleyst rættin til Føroya land og alt, ið hoyrir landinum til, heruppií óavmarkaðan ognarrætt til tilfeingið á havleiðunum og í undirgrundini.

Tískil verður staðfest, at Føroya fólk er serstøk tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti. Føroya fólk ræður sostatt sjálvt fyri rættarstøðu síni og hevur við hesum óavmarkað vald í allar tíðir at taka avgerðir um rættarstøðu sína á fólkaatkvøðum í Føroyum.

Samráðingarnar við donsku stjórnina hava elvt til ávíst orðaskifti um sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks.

Landsstýrið hevur boðað almenninginum, Løgtinginum og donsku stjórnini frá, at sjálvsavgerðarrættur Føroya fólks verður ikki tikin upp til samráðingar, men er harafturímóti sjálvt upprunastøðið undir samráðingunum. Sostatt fara samráðingarnar fram í samljóði við sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, ið er ein frumrættur, sum á ongan hátt kann fara fyri bakka ella lissast í framtíðini.

Boðað er donsku stjórnini frá, at landsstýrið samsvarandi stýrisskipan Føroya umboðar Føroya fólk í samráðingunum.

Støða føroyinga hevur altíð verið greið. Ongantíð hevur ivi verið millum okkum føroyingar, hvørt vit eru eitt fólk og ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Víst verður í hesum sambandi til einmælta løgtingssamtykt frá 21. mars 1947 og fyrstu grein í heimastýrislógini (B. Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31.03.1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre).

Avleiðingar av uppskotinum

At gera neyva meting av kostnaðinum, ið stendst av uppskotinum, er rættiliga trupult. Tilgongdin fer at hava avleiðingar fyri inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini við tað, at heildarveitingarnar úr Danmark verða lækkaðar so líðandi, til tær eru burtur, og at útreiðslur standast av nýggjum fyrisitingarøkjum.

Um heildarveitingarnar er at siga, at ikki er væntandi, at tær fara at halda fram, sum er. Heldur vøksturin í føroyska búskapinum fram sum higartil, verður føroyski búskapurin størri enn tann danski fyri hvønn íbúgva í næstu framtíð. Harumframt er væntandi, at búskaparvøksturin í Føroyum fer at hava við sær, at heildarveitingarnar allar sum tær eru, verða spardar næstu árini til tess at byrgja fyri skaðiligum árinum á føroyska búskapin. Sostatt verður trupult hjá donsku stjórnini at sannføra danska skattgjaldaran um framhaldandi heildarveitingar til Føroya.

Aftur at hesum er semjan við donsku stjórnina frá 22. december 1992 um yvirtøku av føroysku undirgrundini, ið ásetir, at samráðingar verða um at lækka heildarveitingarnar til Føroya, um inntøkur verða frá kolvetnisvinnu í Føroyum.

Um fyrisitingarligar útreiðslur er at siga, at tá ið øll málsøki eru komin undir føroyskt ræði í seinasta lagi 1. januar 2012, fer tað at økja um útreiðslurnar á fíggjarlógini við umleið 164 mió. kr. Talan er tó um stigvísa gongd fram til ár 2012 samsvarandi yvirtøkuleistinum í samtyktini.

Ger Føroya fólk harumframt av at skipa Føroyar sum fullveldisríki á fólkaatkvøðu, fer tað at økja um fyrisitingarligu útreiðslurnar á fíggjarlógini við umleið 40 mió. kr. afturat, ið fara til uttanríkismál. Málsøkini verjumál, heimarættur og hægstirættur fara væntandi ikki at hava nevniverdar útreiðslur við sær.

Samanumtikið kann sigast, at byrgt verður upp fyri búskaparligum avleiðingum av tilgongdini, við tað at búskapargrunnur verður skotin upp, ið millum annað fer at veita skiftisgjøld til fíggjarlógina fram til ár 2016.

Serligar viðmerkingar

Samtyktin, ið lýsir vilja Løgtingsins at byggja og fremja einar sjálvstøðugar Føroyar, hevur til endamáls at skipa eina miðvísa sjálvstýristilgongd, sum hevur við sær, at Føroya fólk verður sjálvstøðugt.

Uppskotið er gjørt í samljóði við rættarstøðu Føroya fólks og § 46 í stýrisskipan Føroya. Nevndu yvirtøkur verða framdar sambært løgtingslógum.

Uppskotið ásetir, nær málsøki í seinasta lagi verða at yvirtaka. Málsøki kunnu tískil verða yvirtikin undan ásettum degi.

Málsøki, ið eru ásett í lista A og B í heimastýrislógini verða yvirtikin samsvarandi ávikavist § 2 og § 3 í heimastýrislógini. Málsøki umframt hesi verða yvirtikin í samráð við danska stjórnarvaldið.

Uppskotið ásetir, at øll málsøki verða at fara undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2012. Tó verða málsøkini uttanríkismál, verjumál, heimarættur og hægstirættur at fara undir føroyskt málsræði í somu løtu, Føroyar verða lýstar sum fullveldisríki.

Í Hvítubók og øðrum búskaparfrøðiligum tilráðingum seinnu árini hevur verið víst á tørvin á stovnsligum tillagingum, ið tryggja betri javnvág millum búskaparpolitisk stutttíðar- og langtíðaráhugamál.

Víst hevur verið á eina grunsskipan sum týdningarmikið stig til tess at tryggja búskaparligu áhugamál Føroya, sum tíðir líða.

Við hesum uppskoti verða tilráðingarnar um at seta á stovn Búskapargrunn Føroya, ið tryggjar búskaparligu áhugamál Føroya, tiknar til eftirtektar. Hugsað verður serstakliga um áhugamálini hjá føroyingum øllum og eftirkomarum okkara.

At Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn fer at hava við sær, at búskapur Føroya verður hóskandi vardur fyri stuttskygdum avgerðum.

Í grunnin verða beindar allar serinntøkur samsvarandi stýrisskipan Føroya. Tær eru skilmarkaðar sum allar gjaldførisinntøkur landsins, ið ikki stava beinleiðis frá vanligum búskaparligum virksemi.

Serinntøkur kunnu skifta í stórum, bæði um styttri og longri áramál. Tær kunnu órógva búskaparligu gongdina og javnvágina almikið, verða tær nýttar so hvørt, tær eru tøkar. Tískil hevur tað alstóran týdning, at serinntøkur fáa serstaka viðgerð.

Búskapargrunnur Føroya verður at virka sum búskaparligt fríholt, ið tryggjar, at serinntøkur verða nýttar skynsamt. Tískil verða tær vardar sum langtíðarsamansparing Føroya fólks í samljóði við búskaparligu áhugamál Føroya.

Í uppskotinum verður yvirskipaða endamálið hjá Búskapargrunni Føroya ásett. Endamálsorðingin hevur við sær, at grunnurin verður at tryggja búskaparligu áhugamál Føroya. Í hesum eru áhugamálini hjá føroyingum øllum og eftirkomarum okkara.

Sambært uppskotinum er fæfeingið hjá Búskapargrunni Føroya allar serinntøkur landsins.

Yvirskotsgjaldføri hjá landskassanum verður roknað sum innlán í Landsbanka Føroya, ið er oman fyri lógásetta minstainnlán landskassans í Landsbanka Føroya. Minstainnlánið er fyri ár 2001 ásett til 1215 mió. kr. Innlánið í Landsbanka Føroya hevur í januar 2001 ligið í miðal um 1900 mió. kr. Við varisligari meting av úrsliti landskassans í ár kann yvirskotsgjaldførið við árslok metast at verða umleið 1000 mió. kr. Tær verða fluttar Búskapargrunni Føroya hin 1. januar 2002. Yvirskotsgjaldføri, ið verða árini eftir, kunnu somuleiðis verða flutt Búskapargrunni Føroya.

Serinntøkur eru harumframt skattir, avgjøld og aðrar inntøkur landsins frá kolvetnisvinnu, gjaldførisinntøkur í sambandi við sølu av almennum fyritøkum og ognum annars, heildarveitingar úr Danmark við gildi frá 1. januar 2002, og aðrar serinntøkur. Við aðrar serinntøkur verður hugsað um gjaldførisbylgjur til landskassan í framtíðini, ið ikki stava frá vanliga búskaparliga virkseminum. Eins og kolvetnisinntøkur og heildarveitingar úr Danmark kunnu tær hótta búskapargongdina, verða tær ikki samanspardar til tess at javna nýtsluna, sum tíðir líða.

Peningur úr Búskapargrunni Føroya verður nýttur á tvinnanda hátt sambært uppskotinum. Hetta eru ein fyribilsútgjaldsskipan, ið nevnist skiftisskipanin, og ein varandi útgjaldsskipan.

Fyrstu inntøkurnar til Búskapargrunn Føroya og fyrstu útreiðslurnar úr honum virka sum skiftisskipan landskassans. Sostatt verður landskassin fíggjarliga leysur av heildarveitingum úr Danmark. Skiftisskipanin skal tryggja fíggjarpolitisku myndugleikunum skotbrá at leggja til rættis búskaparpolitiskar tillagingar, ið ikki órógva búskapargongdina í stórum, sjálvt um heildarveitingarnar úr Danmark hvørva eftir fáum árum.

Málinum um at gera landskassan óheftan av heildarveitingum úr Danmark er rokkið, tá ið úrslit landskassans fyri serinntøkur til grunnin og skiftisgjøld úr grunninum ikki vísir undirskot í neutralari konjunkturstøðu.

Til tess at geva Løgtingi og landsstýri grundarlag fyri at leggja langtíðarætlan fyri tillagingar av fíggjarpolitikkinum til rættis er neyðugt, at greiðir karmar galda fyri skiftisskipanina. Tí verður mælt til, at skiftisskipanin er fastløgd útgjaldsskipan, har gjaldið fyrsta árið verður sett til í mesta lagi 700 mió kr. Skiftisgjaldið verður síðan hvørt ár lækkað í eins stórum stigum, til tað er burtur í 2016.

Við støði í úrslitum landskassans seinastu trý árini og metingum fyri í ár, kann úrslit landskassans eftir skiftisgjald metast at verða 300 mió. kr. í 2002. Eitt byrjanargjald í 2002 upp á 700 mió. kr. kann tí metast at vera høgt sett í mun til beinleiðis fíggingartørvin til rakstur landskassans sum er. Gjaldið er hinvegin sett høgt til tess at geva hóskandi fíggjarpolitiskt rásarúm fyrstu árini í sambandi við lánsavdráttir og yvirtøkur av málsøkjum.

Somuleiðis er gjaldið sett høgt til tess at tryggja landskassanum ávíst konjunkturmótstøðuføri, um so er, at verandi konjunkturstøða er oman fyri langtíðarstøði næstu árini. Víst verður harumframt á, at landskassin er eisini tryggjaður konjunkturmótstøðuføri við lógini um minstainnlán landskassans í Landsbanka Føroya og við Arbeiðsloysisskipanini.

Verða skiftisgjøldini tilsamans 5,25 mia. kr. úr Búskapargrunni Føroya til rakstur landskassans árini 2002-2016, verður byrjanargjaldið í 2002 ásett til 700 mió. kr. Hinvegin verður byrjanargjaldið í 2002 ásett til 400 mió. kr. verða skiftisgjøldini tilsamans 3 mia. kr. úr Búskapargrunni Føroya til rakstur landskassans árini 2002-2016. Gjøld inn í grunnin, ið eru størri enn neyðugt til tess at fíggja ásettu upphædd, verða at umsita sum langtíðarsamansparing Føroya fólks.

Búskapargrunnur Føroya verður skipaður sambært serstakari løgtingslóg samsvarandi hesum uppskoti. Serstaka løgtingslógin fer at áseta út í æsir rættarstøðu grunsins, umsiting grunsins, inngjøld grunsins, útgjøld eftir skiftisskipan og útgjøld eftir varandi útgjaldsskipan.

Í uppskotinum er ásett, at heildarveitingar til Føroya úr Danmark verða at lækka so líðandi, til tær eru burtur. Hetta eru ikki bindingar, ið føroyskir myndugleikar kunnu áleggja veitara. Hinvegin eru ásetingarnar at meta sum bindandi setningur hjá myndugleikum landsins um lækkandi hámark fyri heildarveitingum úr Danmark.

Áðrenn Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, tekur Føroya fólk avgerð um hetta á fólkaatkvøðu í Føroyum. Heimildin fyri avgerð fólksins er ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrættur Føroya fólks. Sostatt er tað Føroya fólk, ið tekur avgerðina um, hvørt Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki.

Framløguskriv

Løgtingsformaðurin
Her

Tórshavn, 8. mars 2001

Undirritaðu tingmenn vátta við hesum, at teir taka undir við, at løgtingsmál nr. 114/2000: "Upppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks" verður lagt fram

Heini O. Heinesen Páll á Reynatúgvu Finnur Helmsdal Hergeir Nielsen
Annita á Fríðriksmørk Signar á Brúnni Jógvan Durhuus Finnbogi Ísakson
Óli Breckmann Rúna Sivertsen Jákup Suni Joensen Jógvan á Lakjuni
Jógvan við Keldu Eyðun Viderø Jóanis Nielsen Finnbogi Arge
Helena Dam á Neystabø Kári Højgaard    

1. viðgerð 16. mars 2001. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 18. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2001 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 27. mars, 3., 10., 17. og 18. apríl 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, landsstýrismannin í vinnumálum, umboð fyri flogvøllin, landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, bisp, landsstýrismannin í umhvørvismálum, landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum, umboð fyri Búskaparráðið, umboð fyri Landsbanka Føroya, landsstýrismannin í fíggjarmálum, løgmann og landsstýrismannin í rættar- og sjálvstýrismálum.

Nevndin hevur harumframt heitt á Ríkisumboðið, umboð fyri Dómaraskrivstovuna, umboð fyri fútan og løgregluna og umboð fyri Kriminalforsorgina um at koma á fund við nevndina, men hevur umvegis Ríkisumboðið fingið fráboðan um, at tað ikki liggur fyri hjá hesum stovnum at koma á fund við nevndina. Við skrivi, dagfest 6. apríl 2001, hevur Ríkisumboðið tó boðað frá, at danskir myndugleikar í Føroyum eru til reiðar skrivliga at svara ítøkiligum spurningum av faktuellum slagi frá nevndini, og kunnu allir slíkir spurningar verða sendir Ríkisumboðnum skrivliga.

Tað lá heldur ikki fyri hjá Advokatfelag Føroya at koma á fund við nevndina.

Frá landsstýrismanninum í vinnumálum hevur nevndin fingið yvirlit við frágreiðingum um yvirtøku av eftirverandi málsøkjum hjá Vinnumálastýrinum, dagfest 19. februar 2001. Frá landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum hevur nevndin fingið ávegis frágreiðing frá stýrisbólkinum um Tilbúgvingarverkætlan Føroya, dagfest 2. oktober 2000. Frá formanninum í Búskaparráðnum hevur nevndin fingið skriv, dagfest 15. apríl 2001, við viðmerkingum í sambandi við fundarinnkallingina. Frá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum hevur nevndin fingið skriv, dagfest 17. apríl 2001, viðvíkjandi málsøkjunum í lógarmálum, viðlagt tilmæli um setning og nevnd at skipa føroyska útlendingaøkið, dagfest 18. september 2000, og tilmæli um setning og nevnd at skipa føroyska løgreglu, dagfest 23. februar 2001. Frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum hevur nevndin fingið kravsgreining og viðkvæmisgreining viðv. tillaging av landskassanum, framskriving av landskassa og búskapargrunni við framhaldandi stórum búskaparvøkstri í 4 ár afturat, lista hjá World Bank yvir bruttotjóðarinntøkur í 1999 pr. íbúgva í heimsins londum, lista, har bruttutjóðarinntøkurnar hjá teimum 30 ovastu av hesum londunum verða sammetar við BTI í Føroyum, umframt OECD-tøl frá des. 2000 viðv. vøkstri í bruttutjóðarúrtøku. Frá landsstýrismanninum í mentamálum hevur nevndin fingið notat viðv. yvirtøku av fólkakirkjuni og skúlamálum. Frá landsstýrismanninum í umhvørvismálum hevur nevndin fingið skriv, dagfest 17. apríl 2001, viðlagt upprit, sum í høvuðsheitum greinar tey viðurskifti, ið vóru frammi á fundinum, ið uttanlandsnevndin hevði við landsstýrismannin í umhvørvismálum tann 10. apríl 2001, og eisini viðlagt tilfar, sum stavar frá arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum, ið lagaði til donsku havumhvørvislógina, áðrenn hon varð sett í gildi fyri Føroyar við kg. fyriskipan í 1999.

Nevndin hevur eftir viðgerðina býtt seg í fýra minnilutar.

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Helena Dam á Neystabø) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin viðmerkir, at teir kunnandi fundir, ið verið hava við allar landsstýrismenn og umsitingar teirra, hava ikki sátt iva um miðvísu fullveldisætlanina, so sum hon er skotin upp.

Minnilutin hevur verið opin fyri, at øll áhugamál kundu lýsast undir nevndarviðgerðini, og undrast yvir, at danska stjórnin undir nevndarviðgerðini legði seg út í málið og noktaði ríkisumboðsmanninum og donsku embætismonnum hansara at møta til fundar í nevndini.

Víðari málsviðgerð og neyðugar samráðingar við ríkisstjórnina um samtykta uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks liggur í hondunum á landstýrinum, og hevur minnilutin tí ongar trupulleikar av, at danska stjórnin noktaði nøkrum av embætismonnum sínum at møta til kunnandi fundar, so sum vanligt hevur verið, síðani heimastýrislógin kom í gildi.

Ein annar minniluti í nevndini (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Hesin minnilutin hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

Tað hevði verið ein áhugaverd uppgáva hjá onkrum málfrøðingi at gjørt nakrar vísindaligar rannsóknir av tí serliga málburðinum, sum hevur eyðkent tað mesta av tí, sum fólk úr sjálvstýrisrørsluni hava borið fram í politiskum høpi heilt frá byrjanini og tá kanska serliga eftir seinna heimsbardaga.

Takið nú hetta dømi um ein uppskrúvaðan, stórorðaðan, sjálvhátíðarligan málburð í hesum uppskotinum til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks. Og so inngangin: Ásannandi, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at .... Eftirapingin hevur sjálvandi sína rót úr innganginum til onkran altjóða sáttmála; men orðalagið er eyðkent fyri sjálvstýrisrørsluna, tí hjá henni hava sjálvar orðblómurnar sum oftast havt størri týdning enn innihaldið í tí, sum sagt verður.

Fyri trimum árum bar landsstýrið fram eina glæsiliga ætlan í 4 stigum: Tann skipaða og demokratiska gongdin fram móti føroyskum fullveldi, kallaðu teir tað. Nógv vatn er runnið í havið síðani tá, og óteljandi milliónir eru brúktar upp á propaganda av alskyns slagi at fremja tilgongdina við. Mesta arbeiðsorkan hjá stórum parti av almennu landsstýrisumsitingini hevur hesi árini verið brúkt upp á at skriva bøkur og rit, halda fundir og annars stuðla og styðja landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum í hansara stremban eftir at fremja sína stóru visión.

Alt hevur ikki gingið til vildar, minni enn so. Allir føroyingar goyma í huganum tær syndarligu myndirnar av føroysku sendinevndini, tá ið hon tær tríggjar ferðirnar kom hólkandi heimaftur sum av torvheiðum, tí tann illavorðni Nyrup, sum hevur skyldina í øllum landsins ólukkum, ikki vildi sum landsstýrið vildi. Nú er landsstýrið so gingið frá nærum øllum punktunum í síni strategisku skrá, sum annars var mønustrongurin í allari fullveldisgongdini í fýra stigum. Endabresturin er uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks, sum nú skal fremjast sambært Heimastýrislógina.

Tað, sum øll upprunaliga hildu vera eina glæsiliga fullveldisørn, ið varð slept á flog, er nú endað við at verða ein fjaðursár heimastýrishøna.

Tá ið alt kemur til alt, so hevur alt hetta mikla stríð hjá fullveldisfólkunum verið til púrasta onga nyttu. Stríðið við álmanakkanum í hond at skula seta dato á, nær hetta og hatta skal verða yvirtikið, hevur alt verið og fer at verða eitt sisyfosstríð, sum ongan møguleika hevur at koma á mál. Don Quixote er heldur ikki hin einasti, sum hevur barst móti vindmylnunum. Hann hevur eisini lagnufelagar her á landi. 

Var uppskot Sambandsfloksins á sinni samtykt við fólkaatkvøðu, at samráðingarnar við ríkisstjórnina skuldu vera um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar innan ríkisfelagsskapin, so høvdu vit fyri langari tíð síðani verið komin á mál við eini avtalu, sum upp á sikt hevði borið líka langt, sum tað kollsiglda fullveldisuppskotið. Men gjørd gerð fær onga vend.

Ferð eftir ferð hevur verið víst á, at fíggjarliga og búskaparliga grundarlagið undir fullveldisætlanini lítið og einki hald hevur í veruleikanum. Vit liva í eini hákonjunkturtíð uttan líka í Føroya søgu: Fiskiskapurin er í toppi, prísirnir somuleiðis, rentustigið er metlágt, meginparturin av fiskiførunum og virkjunum eru sanerað niður, og tann "sjálvberandi búskapurin" hvílir enn sum áður einans á fiski og fiskaúrdráttum. Um bert ein av hesum súlunum svíkur, so er vandi fyri allari skipanini. Allir føroyingar vita harafturat innast inni, at ætla fullveldisfólkini at dúva upp á, at oljan í framtíðini skal gera okkum sjálvberandi, so kunnu søgumenninir longu nú fara undir at skriva søguna um fullveldisríkisins stórleika og fall.

Uppskot landsstýrisins gongur út uppá, at vit yvirtaka 24 mál innan í seinasta lagi 2008 og rinda sjálv fyri tey. Tá skulu embætisfólkini í landsstýrinum eisini umsita tey fult og heilt aftrat teimum málum, sum tey hava frammanundan, og hava gjørt allar lógarreglur og kunngerðir, so alt fungerar lætt og glatt. Um somu tíð skulu vit minka blokkin upp á 1,3 mia. kr. niður í einki. Tá ið vit so samstundis skulu byggja undirsjóvartunnil til Vágarnar og til Klaksvíkar, byggja nýtt skip til Suðuroyarleiðina, útbyggja atløgupláss í Suðuroy, hækka lønirnar og pensjónirnar, geva skattalættar o.s.fr., so er ikki undarligt, at onkur verður í døpurhuga og sigur sum hin á sinni: "Hjálp míni vantrúgv!"

Øll hugsandi fólk vita, at ein slíkur yvirtøkupolitikkur heilt einfalt ikki letur seg gera í veruleikanum. Henda samgongan hevur ongastaðni víst á, hvussu hon ætlar, at almenna umsitingin skal síggja út eftir yvirtøkurnar t.d. 1. januar 2006. Tað nyttar einki at vísa til Hvítubók og tær ljósareyðu fantasimetingarnar, ið har eru gjørdar, tí Hvítabók byggir á eina langa skiftistíð, sum vit nú vita ikki verður møgulig.

Ein slík massiv útreiðsluøking fyri føroyska landskassan má fáa óhugnaligar avleiðingar. Einasta boðið, vit higartil kenna frá fullveldisfólkunum, hevur verið: Bíðið bara! Lat okkum fyrst taka fullveldið, so skulu tit bara síggja, tá fara pengarnir at streyma inn í landskassan. Hetta vilja tey í ramasta álvara hava, at Føroya fólk skal trúgva uppá!

Hetta landsstýrið skyldar at upplýsa Føroya fólki, hvussu stórt skattatrýstið og avgjaldstrýstið fer at verða eftir yvirtøkurnar. Hvussu verður við pensjónunum? Hvussu fer eldrarøktin at verða? Hvussu verður við møguleikunum hjá ungdóminum at søkja sær víðari útbúgving? Hvussu verður við sjúkrarøktini og møguleikunum fyri at fáa serviðgerð, sum ikki fæst her á landi? Hvussu verður vanligi gerandisdagurin hjá føroyingum? Hetta eru eksistensiellir, lívsavgerandi spurningar, sum fólk eiga at fáa sonn svar uppá. Tey svar, ið higartil hava verið givin, hava verið merkt av innantómum propagandakendum uttanumtosi.

Eftir fyriliggjandi uppskoti til samtyktar ætlar samgongan í roynd og veru at yvirtaka 10 mál í seinasta lagi 1. januar 2002. Ongastaðni hevur samgongan upplýst, hvussu hon hevur fyrireikað yvirtøkuna av hesum málum. Sama er galdandi við øllum hinum seriuyvirtøkunum, sum skulu fara fram í 2004 og 2006.

Tann spurningurin kann ikki annað en troka seg fram, um hetta uppskotið til samtyktar er annað enn ein desperat roynd hjá samgonguni at kasta torvmold í eyguni á Føroya fólki? Fullveldissamgongan hevur nú sitið í trý ár. Alla sína orku hevur hon halgað hesum deyðadømda fantasifostri, sum fullveldisætlanin nú hevur avdúkað seg at vera. Borin á toppinum av størstu konjunkturbylgjuni, nakar veit um at siga her á landi, hevur samgongan latið samfelagshjólini rullað, sum best ber til. Tað verður eitt ódnartak at rætta upp aftur á alt tað vansketnið, ið hent er hesi árini, um tað í heila tikið verður gjørligt. Allar skyldurnar, sum fylgja við yvirtøkunum, verða haraftrat veltar yvir á komandi samgongur.

Hetta uppskotið kann takast sum eitt sereyðkenni fyri hesa fullveldissamgonguna. Tað byggir á nakrar idealar tankar um tað endaliga frælsið, sum vit sjálvandi altíð mugu hava fyri eyga sum stavnhald í tí politiska arbeiðinum. Men vit eiga at duga at skilja munin millum fantasi og veruleika. Tað hava allir teir undanfarnu sjálvstýrismenninir dugað. Teir dugdu at síggja fram til endamálið, men teir vistu eisini, at so mátti tú eisini ganga vegin langa og stranga. Teir tosaðu ikki um fullveldi sum eitt mál, sum var í heintan. Sleppur tú veruleikanum og heldur, at til ber við sjeymílastyvlunum at seta tíðarrokningina til viks og við einum lopi røkka málið, so ert tú eins og Don Quixote, sum til fánýtis bardist móti vindmylnunum, sum hann helt vera málið.

Sambandsflokkurin gongur tann veruliga vegin fyri at menna føroyska samfelagið og so við og við vinna Føroya fólki betri liviumstøður og harvið størri sjálvbjargni. Sjón gongur fyri søgn, at hetta er leiðin, ið ber.

Í Nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins verður sagt, at flokkurin virkar støðugt fram í móti at varðveita vælferðina og at gera Føroyar so sjálvbjargnar sum gjørligt.

Nýskipanaruppskotið sigur víðari, at Føroyar varðveita ríkisrættarligu viðurskiftini. Tað hevur m.a. við sær, at grundlóg og kongshús eru felags, at verjumál og uttanríkismál verða umsitin av ríkismyndugleikunum, men við víðfevndari ávirkan frá føroysku myndugleikunum, at rættarskipanin í høvuðsheitum verður óbroytt, men somuleiðis við møguleikum fyri víðfevndari ávirkan frá føroysku myndugleikunum.

Øll onnur mál kunnu verða yvirtikin, so hvørt sum Løgtingið ella Fólkatingið tekur avgerð um tað. Landsstýrið og ríkisstýrið gera avtalu um gjøllari treytirnar í hvørjum einstøkum føri.

Staðfestast skal, at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í ríkinum.

Heimastýrislógin eigur at verða dagførd soleiðis, at hon verður orðað við umhugsni bæði fyri tí menningini, sum hevur verið, síðani hon kom í gildi, og í samsvar við viðurskiftini, sum tey eru í dag.

Dagføringin skal eisini stíla eftir at gera ríkisrættarligu viðurskiftini greið, har tey eru ógreið t.d. viðvíkjandi fíggjar- og búskaparviðurskiftum.

Vit eiga at fylgja Danmark í gjaldoyraviðurskiftum.

Tað er øllum greitt, at vit skulu nútíðarføra okkara statsrættarligu viðurskifti við Danmark. Sambandsflokkurin hevur í sínum Nýskipanaruppskoti víst á nakrar av teimum høvuðsbroytingunum, sum flokkurin er sinnaður saman við donsku stjórnini at orða í eini nýggjari stjórnarlóg fyri Føroyar. Verður hesin framferðarháttur nýttur í samráðingunum, so kann ein nýggj søgulig avtala gerast við eina og hvørja danska stjórn. Ein samstarvsavtala sum eins og Heimastýrisavtalan á sinni kann gerast fyrimynd hjá øllum smástatum, sum ynskja at fremja eina náttúrliga, framhaldandi menning av samfelagnum, og sum ikki forkemur øllum tí, sum higartil er bygt upp.

Ein triði minniluti í nevndini (Jóannes Eidesgaard) hevur hesar viðmerkingar:

Við uppskotinum til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks í løgtingsmáli 114/2000 hevur landsstýrið lagt nýggjastu fullveldistilgongdina hjá samgonguni til tingsins viðger. Í mun til, hvussu bragdliga henda samgongan legði til brots við samgonguskjalinum frá 9. mai 1998, so má sigast, at verandi uppskot er ein verulig staðfesting av, at stóri málsetningurin hjá samgonguni fór fyri bakka. Aftan á drúgvt arbeiði hjá embætisfólki, har stundir neyvan góvust til stórvegis annað arbeiði, og eftir at nógvar milliónir av skattgjaldarans pengum eru brúktar til hesa ætlan, so verður við hesum uppskoti týðuliga fráboðað, at samgongan viðgongur, at hon ikki náddi einasta veruliga málið, hon hevði sett sær at útinna í hesum valskeiðnum.

Sambært samgonguskjalinum skuldi heimarættur staðfestast frá 1. jan. 1999, sáttmáli skuldi gerast um føroyskt fullveldi, og krúnan á verkinum, føroyska grundlógin, skuldi út til fólkaatkvøðu í seinasta lagi ár 2000, og so skuldi alt vera leyst og liðugt millum Føroyar og Danmark. Uppskotið má tí sigast at vera ein ásannan av, at andstøðan og Føroya fólk sigraðu. Høpisleysa ætlanin varð avdúkað, og tjóðin var spard fyri at verða tveitt út í eitt eksperiment, sum hevði verið til óbótaligan skaða fyri okkara samfelag.

Og nú gevast vónandi stundir til at fáa sjálvstýrismálið inn aftur á eina skilagóða kós, har vit vita, hvat vit gera.

Uttan at eyðmýkja nakran, so má tað tó vera hugstoytt hjá fremstu fólkunum í fullveldisliðnum nú at venda aftur til gomlu Heimastýrislógina, sum ikki bara Javnaðarflokkurin, men eisini sjálvt Sambandsflokkurin ikki heldur vera tíðarhóskandi longur. Uppskotið sigur okkum greitt, at henda Heimastýrislóg, sum Fólkaflokkurin og serliga Tjóðveldisflokkurin hava skírt sum ein svikasáttmála millum Føroyar og Danmark, nú eftir teirra egna ynski skal lyftast upp til heiðurs og æru í mong Harrans ár afturat. Jú, sanniliga má sigast, at nógvar flaggdagsrøður við hesum uppskoti verða gjørdar til skammar.

"Men tað vóru danir, sum forðaðu okkum loysingina", verður sagt í eini roynd at varðveita eitt eiti av politiskum trúvirði. Men var tað nú so? Teir vóru ikki mjúkur at strúka, tað skal nú ásannast, men greiðu boðini frá bæði stjórnini og einum nærum einmæltum Fólkatingi vóru, at tað er í lagi, at føroyingar taka fullveldið, men so verður ríkisstuðulin bert latin í fýra ár aftrat. Átti at verið ein dreymabyrjan fyri teir, sum veruliga ynsktu fullveldið. Men hesin dreymur gjørdist ein marra hjá fullveldisliðnum, tí teir í seinasta enda ræddust sítt egna mál. Teir tordu ikki at taka av loysnini, teir tordu ikki at taka við loysingini.

Tá landsstýrið ikki megnaði at realisera sítt egna samgonguskjal, leggur man í staðin fram eina valskrá fyri komandi valskeið, har man biður komandi samgongur fremja tað í verki, man ikki sjálvur megnaði.

Tað er jú løgið, at ein samgonga stingur stórar ætlanir út í kortið, júst sum sama samgonga er um at rigga av. Samgongan, sum onga yvirtøku hevur framt í trý ár, skal nú siga øðrum samgongum, hvussu og nær yvirtøkur skulu fremjast. Samgongan, sum onga krónu hevur skarvað burtur av ríkisstuðulinum, skal nú í einum høgga 3-400 mió.kr. av honum, tó uttan at taka fylgjurnar av hesum stóra inntøkumissi í búskapinum. Jú, ásannast má, at tað er lætt at rista breiðar reimar á nannan mans bak.

"Men hetta er bert eitt uppskot til samtyktar", sigur so andstøðan, og tí bindur samtyktin ikki komandi samgongur, og rætt er tað. Tað er lítið at ivast í, at ein komandi samgonga fer at gera sínar egnu raðfestingar, og tað hevur hon eisini sín fulla rætt til. Eitt og hvørt løgting er óheft og uttan avmarkingar.

Tískil kann minnilutin ikki taka tann partin fyri fult, sum fellur aftan á hetta valskeiðið, og vil tískil brúka orkuna til tað, sum skal fremjast í hesum valskeiðnum.

Nevndarviðgerðin hevur staðfest, at landsstýrið ikki hevur stundir til tær neyðugu fyrireikingarnar. Man fær ikki stundir til at fáa lógargrundarlagið til vega á føroyskum og við føroyskum innihaldi. Man fær ikki stundir til at fáa neyðugu kunngerðirnar til vega. Men málið hjá landsstýrinum er bert at fáa formligu viðurskiftini á føroyskar hendur. Fáa málsøkið undir føroyskt málsræði, tó uttan at málsøkið verður meira føroyskt av tí orsøk. T.v.s. yvirtøkan er eitt mál í sær sjálvum, meðan nýggju sokallaðu føroysku skipanirnar bert verða framhaldandi danskar skipanir, bæði hvat innihaldsliga partinum og hvar lógargrundarlagi viðvíkur.

Og yvirtøkur taka tíð. Ráevnini í undirgrundini tóku 17 ár, áðrenn henda yvirtøka varð framd, hóast málsøkið stendur á lista B. Og á síðu 2 í samgonguskjalinum stendur, at Skipasýnið skal yvirtakast, og enn er henda yvirtøka ikki framd, nú trý ár eru liðin.

Og yvirtøkurnar, fremjast skulu fyri 1. januar 2002, eru ikki bara hissini. Kostnaðurin fyri hesar fer at økja fíggjarlógina við øktum útreiðslum fyri smáar 90 mió.kr.

Fólkakirkjan er ein teirra. Føroya bispur hevur bæði alment og í nevndini ført fram, at hann heldur tað vera óðamannaverk at fremja hesa yvirtøku eftir einum eldi. Hansara besta og mest realistiska boð er, at kirkjan kann yvirtakast í 2006, tí til ta tíð kunnu bæði lóggáva og kunngerðir vera fingnar upp á pláss. Heldur ikki fekst nakað boð uppá, hvussu nógv starvsfólk ein yvirtikin fólkakirkja fer at krevja. So alt í alt ein yvirtøka, sum als ikki er búgvin til politiska viðgerð enn á sinni, og kann minnilutin tískil ikki taka undir við henni.

Revsirættarmál, persónsrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál og fíggjarrættarmál skulu yvirtakast innan árslok í ár. Landsstýrið sigur í Hvítubók, at umsitingin av hesum fer at krevja eini 5 størv aftrat í umsitingini í Tinganesi, men av tí at so nógv fólk er komið seinastu tíðina í umsitingina, so kunnu sivilrættarmálini umsitast, um ein fulltrúi verður settur aftrat. Eisini verður boðað frá, at landsstýrismaðurin í lógarmálum nú fer at seta nevnd til at endurskoða sivilrættarliga økið, men at hetta arbeiðið ikki verður liðugt fyrr enn eftir yvirtøkuna.

Minnilutin er samdur við landsstýrið, at hesi málsøki eiga at verða yvirtikin, men enn eru ongar fyrireikingar gjørdar. Minnilutin vil viðgera málini nærri, tá tey koma í Løgtingið.

Minnilutin kundi í hesum sambandi hugsað sær, at landsstýrið skundaði undir yvirtøkuna av útlendingalóggávuni umframt fjølmiðlaábyrgdarlógini. Bæði mál, sum veruliga hava skund, og sum áttu at verið yvirtikin.

Havumhvørvisverndarlógin verður í dag umsitin av føroyskum myndugleikum, Vaktar- og Bjargingartænastuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Landsstýrismaðurin upplýsti, at arbeitt verður út frá verandi lóggávu, og ein rættiliga stórur partur er tengdur at altjóða avtalum. Ein yvirtøka kemur at merkja nakað av størri umsitingarligum arbeiði fyrst og fremst til tann partin, sum snýr seg um altjóða samstarvið. Frá eini játtan upp á 800.000 kr. verður væntandi neyðugt við á leið tí dupulta. Henda yvirtøka er tó ikki heilt einføld, tí málsøkið ikki finst í Heimastýrislógini og eitt notat frá fyrst í 80 árunum frá forsætismálaráðnum sigur, at málsøkið ikki kann yvirtakst orsakað av altjóða samstarvinum.

Minnilutin metir, at hóast her eru nøkur formel viðurskifti at fáa greiði á, so eigur landsstýrið at arbeiða við hesari yvirtøku, tí sjálvsagt skal ein fiskivinnutjóð sum Føroyar hava ábyrgd av egnum havumhvørvi.

Skúlamál varð yvirtikið sum ein grein 9-yvirtøka í seinnu helvt av 70 árunum, og tí skil er tað bert ein einsíðug føroysk avgerð endaliga at fremja hesa yvirtøku til fulnar. Lógargrundarlag og kunngerðir eru føroyskar og umsiting somuleiðis. Men ruddiligari hevði verið, um spurningurin um føroysk lesandi í Danmark og aðrastaðir varð loystur samstundis, og at føroyska samfelagið

átók sær ábyrgdina av at veita okkara lesandi føroyskan útbúgvingarstuðul. Sum tað skilst á landsstýrismanninum, so verður spurningurin um útbúgvingarstuðul til lesandi føroyingar í Danmrk ikki loystur fyrr enn á sumri 2002. Tískil verður mælt til ikki at fremja hesa yvirtøku, fyrr enn vit fult taka ábyrgdina eisini fíggjarliga av okkara lesandi fólki.

Yvirtøkan av Vága Floghavn er eitt sindur øðrvísi enn aðrar yvirytøkur. Her eru tað danir, sum ynskja føroyingar at yvirtaka vøllin, sum saman við vøllinum á Bornholm eru teir einastu eftir av mongum, sum rikið hevur átt og rikið. Flogvøllurin í Vágum hevur ein samlaðan íløgutørv upp á 243 mió.kr. til m.a. leingjan við 200 metrum, fyri at trygdarøkið lýkur galdandi treytir, glíðivinkul, útbygging av terminali og útbygging av parkeringsplássum. Harumframt gevur sjálvur raksturin av vøllinum eitt árligt hall upp á á leið 8 mió.kr.

Seinast yvirtiknu vallirnir í Danmark vóru teir í Ålborg og í Odense. Báðir vóru ajourførdir, tá amtini og kommunurnar yvirtóku teir, og síðan er vøllurin í Odense niðurlagdur. Tá flogvøllurin í Syðra Steymfirði varð yvirtikin, hækkaði ríkisstuðulin til Grønlands við 105 mió.kr.

Minnilutin hevur ta áskoðan, at vit eiga við samráðingum at finna fram til eina loysn, soleiðis at yvirtikni vøllurin ikki stutta tíð eftir yvirtøkuna fær trupulleikar av eftirlitsmyndugleikunum. Lógarverkið er regulerað av altjóðakrøvum, so her mugu vit fylgja galdandi reglum, ment tað er tó ivasamt, um eftirlitið ikki eisini má yvirtakast, tí óvist er, um danskir myndugleikar framhaldandi vilja átaka sær hesa uppgávuna.

Um flogvøllurin verður yvirtikin í ár í tí líki, hann nú hevur, so er væl rætt at spyrja, um landsstýrið so fer undir neyðugu íløgurnar, ella at heldur verður valt at fara undir annan flogvøll? Og um tær verða gjørdar, hvørja raðfesting fáa so hesar íløgur í mun til allar hinar stóru íløgurnar? Og hvat hendur, um vit fáa trupulleikar við at fáa vøllin góðkendan til altjóðaflúgving, tí íløgurnar koma í drag?

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin staðiliga til, at henda yvirtøka verður munandi meira fyrireikað, enn hon er í løtuni.

Minnilutin tekur undir við, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verður yvirtikin.

Um búskaparligu avleiðingarnar av uppskotinum:

Veruliga vandamálið við hesum uppskoti eru búskaparligu avleiðingarnar.

Búskaparráðið sigur seg ikki hava viðgjørt fylgjurnar av hesi nýggjastu ætlan landsstýrisins, og vístu teir tískil til búskaparpartin í Hvítubók og aðrar frágreiðingar í hesum sambandi m.a. ta frá Háskúla Íslands.

Tað er átaluvert, at landsstýrið ikki hevur umbiðið eina meting av avleiðingunum frá okkara egna búskaparráði.

Landsbanki Føroya førdi fram, at tað skulu trý stór oljufund til fyri at mótviga kapitalvirðinum av ríkisstuðulinum. Somuleiðis førdi Landsbankin fram, at við einum búskaparligum vøkstri upp á 2% pr. ár, so má almenni sektorurin í mesta lagi veksa við ½% pr. ár. Haraftrat verður neyðugt við bygnaðarbroytingum, har uppgávur verða fluttar frá landi til kommunur, uttan at játtan fylgir við.

Landsbankin segði eisini, at eydnast ikki at halda útreiðslunum niðri á ½% pr. ár. verður neyðugt við skattahækkingum. (½% vøkstur er minni enn 10% av vøkstrinum seinastu trý árini)

Búskaparfrøðingurin hjá landsstýrinum legði fram eina kravsgreining viðvíkjandi tillaging av landskassanum fyri árini 2001 til 2016. Her verður roknað við einum lágkonjunkturi í tvey ár og síðan ein vøkstur, ið liggur um miðal 2% pr. ár. Henda framskriving hevur m.a. sum fyritreyt, at løgu- og rakstrarútreiðslurnar fyrstu 6 árini ikki vaksa t.v.s. 0% realvøkstur, og síðan 1% realvøkstur.

Minnilutin hevur eisini sett búskaparfrøðing til at gera framrokningar. Við einum realistiskum inntøkuvøkstri upp á 2% árliga og við einum lágkonjunkturi í tvey ár við ongum vøkstri og við einum útreiðsluvøkstri upp á í miðal 2%, so vísir henda framskriving, at okkara búskapur kollsiglir. Roknað verður við gjaldi úr Búskapargrunninum, soleiðis sum landsstýrið hevur stungið út í kortið, og at ríkisstuðulin verður minkaður burtur við 60 mió. kr. um árið fram til ár 2012. Eftir hesi framskriving so fær Búskapargrunnurin ikki trupulleikar fyrr enn í 2011, meðan fíggjarlógin longu í 2003 fær eitt hall, sum so veksur hvørt ár. Longu eftir trimum árum verður hetta hall ein hálv milliard og í 2006 umleið ein heil milliard. Upphópaða hallið fyri tíðarskeiðið 2001 til 2016 verður út við 10 mia. kr.

Men uttan mun til, hvørja framskriving vit brúka, og uttan mun til, hvønn búskaparfrøðing, vit endurgeva, so verður neyðugt við serligum inntrivum í búskaparpolitikkin. Taka vit samanum tað, sum búskaparfrøðingar siga, so eru allir samdir um, at útreiðsluvøksturin skal verða lítil og helst eingin. Hetta er í sjálvum sær rættiliga óhugsandi, tá vit síggja gongdina seinastu árini her hjá okkum, sum nevnt omanfyri. Men vit síggja eisini, at londini rundan um okkum hava sera trupult við at halda ein lægri vøkstur enn á leið 2%.

Heilt at síggja burtur frá einum árligum vøkstri er ógjørligt. Tí er spurningurin: Hvørji tiltøk fer landsstýrið at seta í verk til tess at fáa fíggjarlógirnar at hanga saman? Ikki at svara hesum spurningi er ábyrgdarleyst.

Sama landsstýrið, sum hækkar útreiðslurnar næstan ótálmað, tosar eisini um at lækka skattir og avgjøld umframt at farast skal undir stórar íløgur í undirsjóvartunnlar, nýggjar ferjur, nýggj sjúkrahús og nýggjar havnir. Men sama landsstýrið tosar eisini í álvara um at lækka av egnum vilja inntøkurnar komandi ár við 400 mió. kr. og at økja útreiðslurnar við yvirtøkum fyri smáar 100 mió. kr. T.v.s. sama landsstýrið, sum í løtuni selur út av búskaparpolitikkinum og gevur gylt lyftir um íløgur í milliardaklassa, ætlar at undirgrava búskaparligu fortreytiranr bara í komandi ári við einari hálvari milliard.

Føroya Landsstýri skyldar okkum føroyingum svar uppá, hvat avleiðingin av øllum hesum verður. Hetta svar er ikki givið undir nevndarviðgerðini hvørki av politikarum ella embætisfólki. Eingin nýtist at vera búskaparfrøðingur fyri at síggja, at hetta kemur ikki at hanga saman, uttan so at tiltøk verða framd, sum fullkomuliga fara at endavenda okkara vælferðarskipan við øktum skattatrýsti, øktum avgjaldstrýsti, ongum lønarvøkstri í nógv Harrans ár, ongum útbyggingum ella mest sannlíkt skerjingum av okkara vælferðarskipanum, og íløgur, sum fara at verða toygdar langt inn í framtíðina.

Hetta eru ræðumyndir, verður sagt. Men tá okkara landsstýrið hevur so smá mansevnir, at teir ikki vilja leggja avleiðingarnar fram fyri fólkið, so mugu vit sum frægast geva okkara besta boð. Og tíverri verður tað ein ræðumynd, sum um skamma stund verður veruleiki.

Við verandi búskapargongd metir minnilutin, at tað er forsvarligt, at ríkisstuðulin verður minkaður frá 1. januar 2002 við tí upphædd, sum henda samgongan nominelt hevur hækkað hann, nevniliga við 107,5 mió. kr.

Minnilutin heldur ikki, at Búskapargrunnur Føroya eigur at vera partur av hesum uppskoti til samtyktar, men eigur at verða lagt fram sum sjálvstøðugt lógarmál. Minnilutin tekur í prinsippinum undir við uppskotinum um ein búskapargrunn.

Vísandi til hesar viðmerkingar setur minnilutin (Jóannes Eidesgaard) fram soljóðandi:

broytingaruppskot

  1. Inngangsteksturin verður orðaður soleiðis: "Ásannandi, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir at fremja hesa sjálvstýrisætlan fyri restina av hesum valskeiðinum:"
  2. 1. brot undir inngangstekstinum verður strikað.
  3. 2. brot undir inngangstekstinum verður orðað soleiðis: "At havumhvørvisvernd og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fara undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2002.".
  4. 3., 4. og 5. brot undir inngangstekstinum verða strikað.
  5. 6. brot verður orðað soleiðis: "At laga føroyska búskapin frá studningsbúskapi til ein sjálvberandi búskap verður farið undir at rinda fyri málsøki, ið eru farin undir føroyskt málsræði og at lækka heildarveitingina í einum eftir samráðingar avtalaðum lutfalli til staðfestan vøkstur í føroyska búskapinum. 1. januar 2002 minkar ríkisstuðulin við 107,5 mió. kr., sum er tann upphæddin, ríkisstuðulin nominelt er vaksin í hesum valskeiðnum."
  6. 7. og 8. brot undir inngangstekstinum verða strikað.

Ein fjórði minniluti í nevndini (Jenis av Rana) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Fjórði minnilutin hevur hesar viðmerkingar:

Frá byrjanini av fullveldistilgongd landsstýrisins hevur Miðflokkurin virt rætt landsstýrisflokkanna at virka fyri tí fullveldispolitikki, sum Føroya fólk á valinum í 1999 valdi hesar flokkar at fremja. Í stevnuskrá Miðfloksins varð frá stovnan floksins niðurfelt, at: " í øllum spurningum og avgerðum eigur føroyska tjóðin at hava fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av landsins stýri", og "stuðulsveitingin úr danska statskassanum skal minkast í mun til fíggjar- og búskaparvøksturin". Men tó at høvuðstættirnir í uppskoti landsstýrisins um sjálvstýri Føroya fólks soleiðis eru í samsvari við stevnuskrá floksins, so eru týðandi veikleikar, sum forða fyri, at minnilutin kann atkvøða fyri uppskotinum, og hartil fortreytir, sum neyvan eru til staðar í dag.

Av hesum veikleikum eru trinnir, sum minnilutin fer at viðgera í partsáliti sínum. Eisini fer minnilutin at vísa á, at eftir hansara hugsan er í eina førinum ikki bert talan um veikleika, men eisini beinleiðis vandamál.

Fyrst av øllum virdi Miðflokkurin sum nevnt rætt landsstýrisins at samráðast við danir um framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya. Veruleikin í dag er tó, at ivasamt er, um vit hava eitt landsstýri, sum er virkisført! Høvuðstíðindini í ùtvarpinum tveir av páskadøgunum vóru, at ein av landsstýrisflokkunum heitti á hinar um, at vórðu ávísar treytir ikki fylgdar, so átti løgmaður at skriva út nýval. Sama áheitan varð aftur borin okkum bæði í gjár og í dag, og ger hetta, at minnilutin ivast í, um fortreytirnar frá valinum ikki eru so broyttar, at landsstýrisflokkarnir ikki eru førir fyri at røkja ta uppgávu, veljarin leit teimum í hendir. Tí metir minnilutin, at rættast var at litið veljaranum í hendi at seta saman eitt nýtt løgting og harvið eitt nýtt landsstýri.

Harnæst gav landsstýrið tað lyftið, at Føroya fólk skuldi fáa høvi til at taka støðu til fullveldis spurningin við fólkaatkvøðu(m). Men sambært nýggja uppskoti landsstýrisflokkanna er hetta lyftið brotið - jú, einaferð í fjaru framtíð - væntandi um minst 12 ár - verður lovað ein fólkaatkvøða, men minnilutin metir, at hetta, umframt at vera eitt lyftisbrot til Miðflokkin og til Føroya fólk, er at renna undan Føroya fólki við atkvøðuseðlinum.

Triði og beinleiðis vandamikli veikleikin við uppskotinum er, at tær kanningar, ið skuldu fremjast, ikki hava megnað at greina fyri okkum, hvat sokallaði blokkurin í veruleikanum er. Er hetta ein gáva frá dønum til føroyingar, ein gáva, sum vit eiga at vera so hjartans takksom fyri, ella er talan um pening, sum av røttum tilkemur Føroya fólki - eitt endurgjald fyri tær NATOstøðir, sum vit hava hýst og hýsa? Er talan um gávu, ja, so er bæði rætt og rímiligt at tosa við danir um ætlanir teirra við hesari. Men er hinvegin talan um ogn hjá Føroya fólki, so er talan um, at landsstýrið hevur lagt eina miðvísa ætlan at geva burtur milliarda ogn hjá Føroya fólki. Tí vil ein atkvøða fyri uppskoti landsstýrisins á hesum øki verða beinleiðis skaðilig.

Afturat omanfyri nevndu orsøkum til ikki at hætta sær at atkvøða fyri uppskoti landsstýrisins í núverandi útgávu skal nevnast ógreiða ætlan landsstýrisflokkanna at selja ognir alra føroyinga til privatar. Alt rós til ætlanirnar um búskapargrunn, var hesin komin fyri árum síðani, høvdu uttan iva nógvar mannalagnur, sum hoknaðu undir kreppu, verið spardar. Men minnilutin følir seg ikki tryggan við privatiseringshugsanirnar hjá summum samgongupolitikarum og heitir á leiðarar landsstýrisins at verja hesar felags ognir Føroya fólks móti privatari spekulatión.

2. viðgerð 20. apríl 2001. Broytingaruppskot frá triðja minnilutanum í uttanlandsnevndini, Jóannes Eidesgaard, fall 6-2-23. Uppskot til samtyktar samtykt 18-1-12. Málið avgreitt.

J.nr. 400-01-0002/2000