Evnisskráir

 

115  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 2001, 27. apríl, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 13. mai 1997, verður í § 9, stk. 2, sett sum síðsta punkt:

"Persónstalið kann nýtast í sambandi við fyrisitingina av løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan."

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar:
Løgtingslógin um barsilsskipan, sum kemur í gildi 1. juni 2001, er treytað av, at persónstalið kann verða nýtt í fyrisitingini av lógini, og tí verður hendan broyting skotin upp.

Hetta er ein fyribilsloysn, sum bert skal vera galdandi til 1. januar 2002, tá lógin um viðgerð av persónsupplýsingum, sum loyvir øllum almennum stovnum at nýta persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar, kemur í gildi.  

Avleiðingar av uppskotinum:
Uppskotið hevur ikki fíggjarligar/búskaparligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar við sær. Ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur verða av uppskotinum, og heldur ikki fær tað sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

  

Serligar viðmerkingar:
Bert tann nýtsla av persónstalinum, sum er neyðug í sambandi við fyrisiting av lógini um barsilsskpian, verður loyvd. 

Framløguskriv

Vísandi til § 54, stk. 2, í tingskipanini, vátta undirritaðu tingmenn   við hesum, at teir taka undir við, at upppskot til broyting í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 13. mai 1997, verður lagt fram

Jógvan á Lakjuni Rúna Sivertsen Dan R. Petersen
Finnbogi Arge Jógvan Durhuus Helena Dam á Neystabø
Jóanis Nielsen Finnbogi Ísakson Alfred Olsen
Óli Breckmann Signar á Brúnni Katrin Dahl Jakobsen
Jógvan við Keldu Hergeir Nielsen Lisbeth L. Petersen
Eyðun Viderø Finnur Helmsdal  

 

1. viðgerð 30. apríl 2001. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 2. mai 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1. Málið avgreitt.

J.nr. 525-0019/2001
Ll.nr. 83 frá 15.05.2001