Postvirksemi

55  Uppskot til  løgtingslóg um Postvirksemi

Prentmiðstøðin
Smyrilsvegur 13 * FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 351400 * Fax +298 351401

Tórshavn, 01-02-01
Tykkara ref.: Nr. 55
Okkara ref.: hs

Til
allar løgtingslimir 

 

Viðv.: Viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um postvirksemi

Av tí at vit reka virksemi, sum sambært allýsingini í uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi, er at meta sum vinnuligur postflutningur, og tí vit ikki hava havt uppskotið til hoyringar, skulu vit hervið loyva okkum at koma við okkara viðmerkingum til uppskotið á henda hátt.

Í fyrsta lagi vilja vit sláa fast, at vit ikki eru farnir í holt við at bera bløðini út við vinningi fyri eyga, men einans tí, at Postverk Føroya síðani 1. apríl 1999 ikki hevur vilja borið bløðini út til tíðina. Frá hesum degi gavst postverkið, við góðkenning frá táverandi landsstýrismanni í vinnumálum, við at bera post út leygardagar. Leygardagsútgávurnar hava til allar tíðir verið tær týdningarmestu útgávurnar hjá bløðunum við flest lesarum; helst tí at fólk í vikuskiftinum hava góða tíð at lesa bløðini. Tað vildi tí verið óhoyrt at borið bløðini út til haldarnar mánadagar, sum var einasta tilboð, ið postverksleiðslan vildi geva okkum. Eftir at hava roynt útberingarfelagið Müller & Stakksund við vánaligum úrsliti valdi Dimmalætting at byrja sína egnu fríggjakvøldsútbering, og seinni kom eisini Sosialurin upp í hesa skipan. Skipanin verður nú rikin av Prentsmiðstøðini, ið Dimmalætting og Sosialurin eiga í felag.

Skipanin við at bera út fríggjakvøld hevur verið sera væl móttikin av haldarunum, og hava vit fingið fleiri áheitanir frá teimum um at fáa eina líknandi skipan hvørt kvøld. Hetta er eisini tí, at tænastustøði hjá postverkinum síðani er fallið, serliga í Havn, tí at postruturnar eru vorðnar størri, soleiðis at teir haldarar, ið liggja síðst á rutuni, ikki fáa bløðini fyrr enn uml. kl. 14:30. Tá eru minst 23 og 21½ tímar lidnir, síðani ávikavist Sosialurin og Dimmalætting vórðu liðugt prentað, 21 tímar lidnir síðani seinasta møguleika fyri at fáa bløðini við Smyrli til Suðuroyar (mánadag) og 18½ tímar eftir evsta markið fyri, nær postverkið vil hava bløðini í hendi fyri at bera tey út dagin eftir. Vanliga fær postverkið bløðini borin í hendi 20½ tímar, áðrenn tey seinastu bløðini verða borin út. Helst vil tænastan eisini lækka runt landið, so hvørt fleiri rationaliseringar verða settar í verk hjá postverkinum.

Tænastuna frá postverkinum kunnu vit als ikki liva við, tí innihaldið í bløðunum longu er gamalt, tá ið tað verður latið haldarunum. Vit hava tí heitt á postverkið um at fáa broytt postflutningin í Føroyum, ið er tillagað infrastrukturinum í landinum – t.v.s. tá ið Smyril siglur til Suðuroyar – soleiðis at postur verður borin út um kvøldi. Soleiðis vildi ikki verið neyðugt at borið út leygardag. Men hetta kundi als ikki koma upp á tal.

Skipanin fríggjakvøld er ein fyri okkum sera dýr loysn, og vit hava tí ætlanir um at skerja tey dýrastu økini burtur og í staðin brúka orkuna til at byrja útbering í høvuðsstaðarøkinum hvørt kvøld frá 1. apríl 2001. Okkara kostnaður fyri at bera út hvørt kvøld í høvuðsstaðarøkinum er ikki hægri enn portoin til postverkið, aftaná hon hækkar aftur sambært galdandi kunngerð 1. juli 2001. Hendan ætlan er nú í vanda vegna tað nýggja uppskoti til løgtingslóg um postvirksemi.

Lógaruppskotið gevur í § 11 landsstýrismanninum heimild at áleggja eitt javningargjald til øll postvinnurekandi fyri at tryggja postskyldur landsins, ið er ásett í § 4. Hesi grein eru bæði bløð, tíðarrit og reklamubløð umfatað av.

Vit hava ætlanir um at byrja í tí smáa við at bera út í høvuðsstaðarøkinum hvørt gerandiskvøld, og um hetta gevur okkum fleiri lesarar, vilja vit útbyggja hesa skipan til partar av Eysturoynni og til Klaksvíkar. Men nú kann tað verða álagt okkum útjavningargjald, soleiðis at tað verður ov dýrt hjá okkum at veita okkara haldarum eini betri og nøktandi tænastu.

Vit mæla tí frá, at landsstýrismaðurin fær hesa heimild, og heldur varveita hana innan øki, sum hevur við einkarrættin at gera (ásett í § 3).

Vit meina harafturat, at tað ikki hóskiligt at arbeiða við einum slíkum konsessiónsmodelli, har álagt verður øllum at veita/gjalda tænastu fyri alt landið, tá ið vit vita, at tað ikki er møguligt, at reka posttænastu við vinningi kring alt landið í einum oyggjasamfelagi sum okkara. Til hetta búgva ov fá fólk í útjaðaranum, sum eru ov ringur at koma til.

Vónandi verða vit innkallaðir á fund í Vinnunevndini, soleiðis at vit kunnu útgreina okkara sjónarmið nærri.

Vegna Prentmiðstøðina

Hjalgrim Samuelsen
nevndarformaður

Avrit sent Vinnumálastýrinum, Postverki Føroya