Hernaðarmál og politikkur

  

Jákup Thorsteinsson 

 

HERNAÐARMÁL OG POLITIKKUR

 

ávegisfrágreiðing um støðu Føroya í kalda krígnum

(ískoyti)

© Løgmansskrivstovan, mars 2000 

INNGANGUR 

Í septembur 1999 varð latin Løgmansskrivstovuni fyribilsfrágreiðingin "Føroyar í kalda krígnum". Jákup Thorsteinsson hevur skrivað fyrra partin av hesi frágreiðing, sum ber heitið "Hernaðarmál og Politikkur, ávegisfrágreiðing um støðu Føroya í kalda krígnum".

Á bls. 8 verður gjørt vart við, at hetta er ein ávegisfrágreiðing, og hóast innihaldið er skjalprógvað og nógv av upprunaligum skjalatilfari er endurgivið, er hetta ikki ein liðug ritgerð, men – sum gjørt er vart við – ein dokumenterað frágreiðing, ið eigur at verða gjørd liðug, so støða, leiklutur og týdn-ingur Føroya í kalda krígnum kunnu verða løgd fram á nøktandi fakligan hátt, sum søguvísindaliga viðgjørd ritgerð í roynd og veru eigur at verða latin úr hondum, so verkið kann nøkta tann stóra áhuga, sum bæði politikarar og søgu- og samfelagsliga áhugað fólk annars hava víst hesum týðandi evni í føroyskari samtíðarsøgu.

Fyri stuttum er avgjørt, at "Føroyar í kalda krígnum" skal viðgerast í Løgtinginum. Av hesi orsøk verður skrivað eitt ískoyti til tann partin av nevndu bók, sum ber heitið "Hernaðarmál og Politikk-ur". Hetta skal ikki skiljast á tann hátt, at nú er verkið liðugtskrivað, men bert at tað verður økt við nýggjum upplýsingum, sum finnast í skjølum, sum ikki eru viðgjørd í teirri frágreiðingini, sum varð latin Løgmansskrivstovuni í septembur 1999.

Hetta tilfar er at finna í skjalagoymslunum hjá Føroya Landsstýri, og á einum landsstýrisfundi sein-asta heyst varð avgjørt, at innlit skuldi verða givið granskarum í tey skjøl, sum viðvíkja NATO og hernaðarmálunum annars, og sum eru ogn landsstýrisins. Undirritaði fekk loyvi at kanna hesi skjøl, áðrenn tey vórðu latin Føroya Landsskjalasavni í varðveitslu. Ískoytið til "Hernaðarmál og Politikk" byggir bert á tað her nevnda tilfar, sum er ogn Landsstýrisins.

Frágreiðingin "Føroyar í kalda krígnum" hevur fingið nógva umrøðu í bløðum og útvarpi, og tað hevur verið áhugavert at lesa, hvussu reiðiliga og sakliga viðgerð nevnda frágreiðing, ið viðger eitt so politiskt viðkvæmt evni sum hernaðarmálini, hevur fingið bæði av bløðum og einstaklingum.

Onkur hevur undrast á, hví frágreiðingin ikki byrjar við at viðgera tey skjøl, sum eru at finna í Føroyum, í staðin fyri fyrst at taka danskt og amerikanskt skjalatilfar til viðgerðar. Hví fara yvir um ánna eftir vatni? – sum onkur ummælari hevur tikið til.

Tað eru tvær einfaldar høvuðsorsakir til hetta. Tann fyrra er, at mangir útlendskir søgufrøðingar seinastu tíðina hava viðgjørt sonevnda kalda kríggið, og teir hava sostatt havt møguleika fyri at koma fram at skjalatilfari, sum hevur við føroysk viðurskifti at gera. Í frágreiðingini "Føroyar í kalda krígnum" bar til at vera fyrstur at leggja alment fram týðandi skjøl um evnið - Føroyum við-víkjandi, og hetta hevur stóran fakligan týdning fyri fólk, sum fáast við søgufrøði. Hin orsøkin er, at roknast kundi við frammanundan, at skjalatilfarið í Ríkisskjakasavninum í Keypmannahavn og í State Department í Washington er bæði rúgvusmiklari og meira fjølbroytt enn tað, sum er at finna í Tinganesi.

Við hesum er á ongan hátt sagt, at skajlatilfarið í Tinganesi ikki er stak áhugavert. T.d. eru nógvir upplýsingar at finna í nevnda tilfari, sum geva innlit føroyskan politikk og støðutakan føroyskra politikara til hernaðarmálini. Sum heild kann sigast um føroyska skjalatilfarið, at tað í stóran mun økir um søguliga innlitið, svarar nógvum spurningum og bindur saman nógvar leysar endar í teirri fyribilsfrágreiðing, sum Løgmansskrivstovan gav út í septembur 1999.

Ein høvuðstáttur er tó eftir, um javnvág skal fáast í hesa drúgvu frágreiðing. Fyrr enn søgugranskar-ar hava havt høvi at viðgera skjøl úr eystureuropeiskum skjalasøvnum, sum eitt nú danskir og aðrir søgufrøðingar hava gjørt í miklu verkum teirra, er ikki komið á mál hesum evni viðvíkjandi.

……………………

Í hesi lutfalsliga stuttu frágreiðing til Løgmansskrivstovuna verða bert tey týðandi politisku skjølini løgd fram, (partvís)endurgivin og viðgjørd. Hóast liðugtgerðin av Oyggjarvegnum, sum lutur í einum komandi infrastrukturi í Streymoynni hevði stóra ávirkan á støðutakanina hjá bæði landsstýrismonnum og løgtingsmonnum til NATO-støðina í Mjørkadali/Sornfelli, verður lítið gjørt burtur úr hevum evni og tí leikluti, sum landsverkfrøðingurin hevði í hesum sambandi. Sama er at siga um SEV, vatnorkuútbyggingina o.tl. Viðmerkjast skal bert, at landsverkfrøðingurin sum sjálvstøðugur stovnur, landsstýrisins vegna, í mongum førum hevði beinleiðis samráðingar við danskar stovnar og myndugleikar um nevndu mál. Hetta vísir, at landsverkfrøðingurin tá hevur havt departementala støðu við beinleiðis referensu til politisku myndugleikarnar í Tinganesi.1)

Hinvegin verður dentur lagdur á at greiða frá politisku atgerðunum í Landsstýrinum í sambandi við hernaðarmálini og samskifti landsstýrisins við Ríkisumboðið og donsku stjórnina um nevndu mál. Roynt verður eisini at gera eina heildarlýsing av føroyskum politikki í hesum sambandi – og at vísa á leiklutin hjá einstøkum politikarum, flokkum og privatum fólki, sum ikki beinleiðis tóku lut í politiksum virki, men sum tó kendu tað sum eina samfelagsskyldu at gera vart við seg í sambandi við hernaðarligu útbyggingarnar í Føroyum, sum mong kendu sum eina hóttan fyri fólksins framtíð og lívsvánir í hesum landi. 

Frágreiðingin endar við stuttari niðurstøðu, har roynt verður at taka saman um og gera eina eftir førimuni samakipaða lýsing av evninum við støði í tí skjalatilfari, sum er ogn Landsstýrisins. 

 

 

HERNAÐARMÁLINI FRÁ UML. 1957
(lýst við skjalatilfari úr Tinganesi).

Danskir myndugleikar skunda undir útbyggingina av hernaðarstøðunum

Av donskum ráðharrastovum tykist tað serliga at vera verjumálaráðið, sum hevur skundað mest undir at fáa hernaðarligu útbygginginnar í Føroyum framdar. Hetta kemur til sjóndar á so mangan hátt. Næstan altíð hevur verjumálaráðið verið tann fyrsta ráðharrastovan, sum meira ella minni treytaleyst hevur verið sinnað at ganga NATO- og ymiskum amerikonskum ynskjum á møti, tá talan hevur verið at gera kanningar og útbyggingar í Føroyum.

Hetta kemur ofta fram í donskum skjalatilfari í Ríkisskjalasavninum. Í hesum føri skal tó leggjast fram eitt skriv frá Ríkisumboðnum til Landsstýrið2), ið sigur frá, at forsætismálaráðið hevði gjørt vart við skriv frá verjumálaráðnum við hesum innihaldi (partvís endurgivið):

"Ved skrivelse j.nr.16.F.B.58 af 8. November 1958 har statsministeriet henstillet, at den påtænkte rejse med henblik på udførelse af visse forundersøgelser i forbindelsen med opførelsen af Early-Warning og Forward Scatter stationerne på Færøerne først finder sted, når det nye landsstyre er dannet. Endvidere har man oplyst, at de færøske myndigheder helst ser, at besøget udsættes til hen imod midten af december d.å.". Í eygum verjumálaráðsins var hetta tíðarspilla, og teir høvdu annað at hugsa um enn føroyskan innarhýsispolitikk. Hetta sæst af framhaldinum: "Således foranlediget skal man herved henlede opmærksomheden på, at det drejer sig om anlæg, hvis opførelse i forvejen er tiltrådt af de færøske myndigheder, og at det omhandlede besøg kun tilsigter at foretage visse rutinemæssige undersøgelser i tilslutning til stationernes etablering. Disses opførelse er i forvejen blevet udskudt i ca. 1 år, idet der er gået en byggesæson tabt, fordi arbejdet med anlæg af vejen fra Torshavn til stationerne ikke har kunnet komme i gang på grund af landsstyrets vægring, jfr. statsministeriets skrivelse af 26. September 1958.

Forsvarsministeriet må derfor for sit vedkommende lægge meget stor vægt på, såfremt den omhandlede rejse kunne gennemføres i indeværende år og i så betimelig tid, at de pågældende undersøgelser kan være afsluttet inden den kommende jul, idet Danmark i modsat fald må forudse at komme i en vanskelig situation over for vedkommende NATO-myndigheder. Under hensyn hertil skal forsvarsministeriet derfor anmode statsministeriet om at undersøge, hvorvidt det ikke måtte være muligt at få arrangeret den pågældende rejse, således at det ønskede undersøgelsesarbejde vil kunne gennemføres på denne side af julen 1958, idet arbejdet må påregnes at vare 2-3 uger, afhængigt af vejrforholdene".

Politisku viðurskiftini í Føroyum, ymisk (ser)áhugamál í sambandi við longd og breidd av Oyggjarvegnum, samráðingar um nýtt landsstýri og annað høvdu seinkað áhugamálunum hjá donskum myndugleikum um útbyggingina av herstøðunum (sum landsstýrið í ávísan mun var kunnað um). Hartil kom, at donsku myndugleikarnir vóru undir trýsti frá NATO-myndugleikum. Men, 21.novembur 1958 gav landsstýrið, í fólkaliga orðaðum skrivi til ríkisumboðsmannin, treytaleyst loyvi til at farast kundi undir nevndu kanningar:

"Til Rigsombudsmanden på Færøerne.
Under henvisning til hr. rigsombudsmandens skrivelse af 17.d.m. vedrørende en rejse hertil af sagkyndige med henblik på en undersøgelse i forbindelse med opførelsen af Early Warning- og Forward Scatter stationer på Færøerne skal man herved meddele, at landsstyret ikke modsætter sig, at de omhandlede undersøgelser foretages på det efter forsvarsministeriets skøn mest belejlige tidspunkt.
P.l.v."3)

Stutt frammanundan (8.august 1958) hevði Kr. Djurhuus, løgmaður, skrivað til ríkisumboðsmannin, at … "landsstyret under forudsætning af, at rigsmyndighederne ser sig i stand til at tilsige landsstyret nødvendig finansieringshjælp, dels til at gennemføre vejen fra Mjørkadal frem til Kollafjørð og dels til senere udvidelse af vejstrækningen fra Sundshálsi til Mjørkadal i normal trafikkbredde ca. 5,5 m netto, intet har at erindre imod, at projektet gennemføres. Det tilføjes, at nævnte vejarbejder beløber sig til ca. 5 mill.kr."4) 

Føroyskir lærnar ávara Landsstýrið móti vandanum við herstøðunum og hernaðarligari útbygging í Føroyum.

Tá Føroya løgmaður, P.M. Dam kom heimaftur av Danmarkarferð við "Tjaldrinum" 22. mars 1959 stóð stór mótmælisgomga fyri honum á bryggjuni í Havn5). Hetta var tó ikki tað einasta, sum fór fram í hesum døgum.

6. apríl 1959 skrivaði táverandi landslæknin, dr.med H.D. Joensen, eitt sera álvarsamt bræv til Føroya Landsstýri6). Av tí at hetta skjal vísir, hvussu fleiri av Føroya fremstu læknum tá á døgum mettu um vandan við hernaðarligari útbygging í Føroyum og avleiðingunum av møguligari kjarnorkuvanlukku, verður skrivið endurgivið í fullum líki:

"Til
Føroya landsstýri,
Tinganes, her.

Eftir áheitan í dag frá løgmanni skal undirritaði geva eina stutta frágreiðing um atvoldina til ta samrøðu, sum løgmaður gjørdi so væl at játta okkum fimm læknum – P. Dahl, yvirlækna, S. Dahl, røntgenlækna, J. Højgaard, kommunulækna, A. Poulsen, kommunulækna og undirritaða á kvøldi h. 5. apríl 1959 á landssjúkrahúsinum, samstundis sum eg skal royna stutt at bera fram aðalinnihaldið í tí, sum borið varð fram á hesum fundi, so sum vit læknar minnast tað aftur við tilskilan, at einki skrivligt lá eftir, tá samrøðan var endað.

Atvoldin til áheitan okkara á løgmann var tann, at vit øll fimm hvør sær í døgunum aftaná heimkomu løgmans úr Danmørk hvødu hugsað um tíðindini um Early Warning støðir her á landi og síðani hvør sær høvdu roynt at bera saman vandan, sum av hesum støðum kann koma at standast fyri alt fólk okkara við tað, at vit úr yrkislestri okkara og álítandi frágreiðingum frá serkønum fólki, vísindamonnum og øðrum hildu okkum vita um henda vanda. Tann myndin, vit hvør sær høvdu gjørt okkum av hesum vanda, gjørdi tað, at táið undirritaði – sum má haldast vegna embæti sítt at hava eina serliga skyldu at gera vart við komandi vandar fyri fólkaheilsuna – vendi sær til hinar læknarnar at vita, hvussu hesi tíðindi høvdu rinið við teir, og hvussu teir mettu henda vanda, samráddust vit um beinan vegin at hittast og tosa um málið. Kortini vóru vit øll á einum máli um, at vit fyrst gjølla áttu at kanna alt tað, sum vit sluppu framat hesum spurningi viðvíkjandi, so at vit ikki komu at bera nakað fram, sum ikki nóg væl var grundað og umhugsað. Tí hittust vit ikki fyrrenn sunnukvøldið h. 5. apríl kl. 20.

Hesin fundur okkara kom at vera ógvuliga stuttur, og á honum fór fram bert lítið tjak, av tí av vit øll beinan vegin vandanum viðvíkjandi tóktust at vera heilt á einum máli. Tí kom mest at verða umrøtt og gjølla umhugsað, hvussu vit skuldu gera vart við okkum, so vit hvørki komu at skapa panikk ella politikk, men – í fyrstu syftu ið hvussu er – einans gjørdu stýri landsins kunnigt við henda mikla ótta okkara við bøn um, at tað – áðrenn ovseint var – gjølla vildi viga tann vandan, sum vit sum læknar hildu okkum síggja, upp ímóti tí politisku metanini av støðu og skyldu Føroya sum partur í danska ríkinum og tí eisini partur í størri samgongu (undirstrikað JT). Vit samdust um ikki at drála, men beinan vegin leita upp samráðing við hægsta vald landsins bæði viðvíkjandi støðu okkara lækna og um, hvussu mannagongd okkara – í fyrstu syftu ið hvussu er – átti at vera, so at vit einki koma at gera, ið kundi koma at fáa málið inn í ranga legu.

Undirritaði ringdi tí kl. 21,15 til Johan Djurjuus, skrivstovustjóra, at spyrja, um landsstýrismenn allir mundu vera í Havn, men fekk at vita, at eingin uttan løgmaður var í Havnini, og hvar løgmaður kundi hugsast at vera. Tað eydnaðist at finna løgmannin, sum, táið hann fekk ørindi okkara at vita, beinan vegin kom á fund, ið vardi frá umleið kl. 22 í góðan 1½ tíma.

Á hesum fundi bóru vit læknar fram, at vit vóru reiðuliga jarðbangnir um framtíðarstøðu okkara, so sum hon eftir okkara tykki kundi koma at verða, vóru Early Warning støðir bygdar her á landi. Allir læknar høvdu orðið, og aðalinnihaldið í tí, sum vit løgdu fram, var hetta:

Skuldi tann ræðuliga vanlukka hent, at eitt kjarnvápn brast her í oyggjunum ella nærindis teimum, duga vit ikki úr tí, vit halda okkum vita, at koma til annað úrslit enn, at øll fólk, sum á hesum oyggjum búgva, verða fyri tí vanda at verða dripin, summi beinan vegin, summi so við og við, táið geislamagnið fellur niður aftur, og her vil aftaná verða óbúgvandi hjá øllum fólki í langar tíður. Sum eitt dømi nevndu vit, at tann bumban, ið 1. mars 1954 brast á Bikini, við drepandi megi síni rakk um eitt 18000 km² stórt øki, og at nógv sterkari vápn nú eru tøk.

Øll lond, sum ræðast A- ella H-bumbu álop, hava bygt og byggja enn og útbúgva verndartiltøk fyri fólki í landinum. Men tað, ið vit duga at síggja, eru eingi líkindi fyri at gera slík tiltøk her á landi. Tey verða so ovurhonds dýr, at Føroyar sjálvar megna ikki at gera tey, og vit duga heldur ikki at síggja, at slík tiltøk kunnu gerast her á landi. Størri lond hava tann mikla fyrimun, at tey beinan vegin eftir ætlanum, sum gjørdar eru leingi framman undan, kunnu flyta ella bera so í bandi, at tey fáa flutt øll fólk úr tí skadda økinum burtur til óskadd øki. Men slík øki verða eftir hugsan okkara ikki at finna her í Føroyum. Hjálparfólk við læknum, sjúkrasystrum o.ø. frá óskaddum økjum standa har til reiðar at bjarga fólki burtur úr teimum skaddu økjunum, at taka ímóti teimum og viðgera tey. Hjá okkum verður ikki hugsandi, at nakað slíkt frískt og óskalað fólk verður til at taka, av tí at vápnið má hugsast at raka at kalla øll og einki óskalað øki verður at flyta til. Okkum stendur einans í boði keldu- og áarvatn at tváa tey skaddu í og at drekka, men alt slíkt vatn vil vera ónýtandi. Øll føðsla, sum í landinum er, og sum ikki er goymd í lokaðum hellum ella líkum varðveitslurúmum, vil vera ónýtandi til fólkaføði. Og læknaskipanin í landinum er í friðartíð so lítil og ófullfíggjað, at skuldi tað undur hent, at ein partur av fólkinum ikki doyði beinan vegin ella eftir nøkrum døgum, so høvdu hesir læknar, hóast teir allir livdu eftir, ikki komið útfyri at veita teimum løstaðu nakra hjálp til lítar.

Einasta verndartiltak, vit duga at síggja, er at flyta burtur alt fólkið úr oyggjunum, ein tanki, sum lítið samband tykist okkum at hava við veruleikan, og sum allir Føroyingar mugu ætlast at vilja reisa seg ímóti.

Tað er ikki uppgáva okkara og kanska heldur ikki rættur – tí her hava vit ongan kunnleika meira enn vanligt fólk – at meta um, hvussu vánir okkara verða í einum byrjandi stórbardaga. Men vit meta allir persónliga støðuna so, at uttan tiltøk, sum gjørd eru øðrum stríðspartinum til verndar, eru líkindini fyri kjarnvápnaálopi á so smáar og fjarskotnar oyggjar ógvuliga smá, borin saman við tann ovurhonds stóra vanda, sum verður, hava vit slík tiltøk her á landi. Tí tað, at vit eru fáir, og land okkara fjarskotið, vil, um so er, heldur eggja til álop á verndarliðið, har fólkaskaðin, samanborin við tættbygd lond, verður uppá seg lítil.

Vit vita sera væl, at tað er fløkt og ivaleyst heilt ógjørligt við nakrari líkindavissu at viga upp móti hvørjum øðrum tað góða og tað ovurhonds ringa, sum standast kann av hesum ætlaðu tiltøkum, og vit ivast einki í, at teir menn, sum her hava mett og ábyrgdina eiga, hava kent sína stóru og tungu skyldu og hava gjørt, sum teir hildu gagnaði okkum best. Men kortini vilja vit sum læknar hjá tí fólki, vit eru runnir av, biðja háttvirda landsstýri um einaferð enn at umhugsa hetta mál.

Vit duga ikki at síggja, at her verður nøkur lívsins vón, skuldi vanlukkan hent, tí land okkara er ov lítið í øki til, og so háttað frá náttúrarinnar hond, at vit kunnu bjarga okkum við tiltøkum, sum standa øðrum og størri londum í boði.

Vit duga ikki at síggja øðrvísi enn, at fólk okkara stendur í størsta vanda fyri at verða týnt og vil ikki longur vera til fáar dagar aftan á, at eitt kjarnvápn er fallið í ella nærindis oyggjunum.

Eingin kann sjálvandi tryggja okkum, at vit ikki á annan hátt uttan hesi tilætlaðu tiltøk verða drignir inn í komandi bardagar, men vit vilja taka upp aftur, at kjarnvápnavandin tá – eftir okkara hugsan – er lítil og ið hvussu er nógv, nógv minni enn við hesum tiltøkum. Og vit vilja leggja aftrat, at so frægt kønastu menn í dag tykjast at halda seg vita, vil vandin fyri fólk í og aftaná ein kjarnvápnabardaga á teimum økjum, sum liggja væl burtur frá teimum støðum, har hesi vápn bresta, ikki hava tað uppá seg, at tosast kann um nakra fólkaoyðing. Eingin veit við nakrari vissu, hvussu úrslitið reiðuliga verður fyri tey, ið liva og fyri komandi ættarlið, men flestir munnu vera á einum máli um, at nógvar av vandunum ber til tá at verja seg fyri.

Henda frágreiðing er lisin upp fyri teimum læknunum, sum hjá vóru, og góðtikin av teimum.

Eg loyvi mær at leggja hjá nakrar fáar frágreiðingar um hetta mál, og eg havi sett merki við tey støð, sum tykjast mær at vera av størsta týdningi. Hesar frágreiðingar vil eg fegin hava aftur.

+ nevndu fylgiskjøl.

Við hávirðing
H.D.Joensen".7)

Í ávegisfrágreiðingini "Hernaðarmál og politikkur" er víst á, í hvønn mun danskir myndugleikar kunnaðu føroyskar myndugleikar um hernaðarmálini og útbyggingarnar av hernaðarligu støðunum v.m. í Føroyum. Omanfyri endurgivna skjal frá táverandi landslæknanum prógvar, at føroyskir myndugleikar til fulnar vóru kunnaðir um vandan fyri fólk og land, ið kundi standast av at byggja herstøðir í Føroyum. Legg eitt nú til merkis, at læknarnir settu spurnartekin við, um ríkisfelagsskapurin var verdur at halda fast um, tá ein av avleiðingunum við honum var, at Føroyar vóru vorðnar innlimaðar í NATO, sum kravdi Early Warning v.m. í landinum – støðir, sum í krígstíð kundu vera álopsmál fíggindans og, í ringasta føri, forkoma føroysku tjóðini.

Nú, stívliga 40 ár seinri, kundi onkur, sum lesur omanfyri endurgivna skjal, hildið, at ov mikið er gjørt av. Til hetta er at siga, at tað, ið lýst verður í skrivi landslæknans, er átøkt so mongum øðrum, sum vísindafólk og onnur tá á døgum hugsaðu um í sambandi við stórpolitisku viðurskiftini og kjarnorkuvandan, sum tá á døgum var ein hóttan móti allari mannaættini. Eitt dømi um, at innihaldið í skrivinum hevur ávirka løgmann er, at hann bað læknarnar lova sær tagnarskýldu í hesum máli. 15. apríl 1959 bóðu læknarnir løgmann um at verða loystir úr hesi tagnarskyldu, so teir aftur privat kundu standa leysir í hesum sera týdningarmikla máli.8)

Sama dag, 15.4.1959, var landslæknin á fundi í teirri løgtingsnevnd, sum hevði Early Warning málið undir sær. Í frágreiðing til landsstýrið hesum viðvíkjandi segði landslæknin m.a. frá, at hann sambært reglugerðini fyri landslæknan var ráðgevi løgtingsins, og tí ikki kundi bera seg undan at fara á umrødda fund, sum ikki vardi stórt meira enn eitt korter. Á fundinum varð landslæknin m.a. spurdur, um nakað bræv var sent frá læknum til landsstýrið um Early Warning málið. Landslæknin játtaði, men gjørdi samstundis vart við, at brævið var privat. Hann vildi ikki lesa brævið upp fyri nevndarlimunum, tí læknarnir í hesum máli kendu tagnarskyldu yvirfyri landsstýrinum; men hann greiddi stutt frá vandanum, ið kundi standast av kjarnorkuvápnum og (vánaligu) líkindunum, sum vóru fyri at verja seg móti hesum vanda.9)

Landsstýrið vendir sær til stjórnina viðv. Early Warning og Forward Scatter málunum

7.04.1959 sendi Elkær-Hansen, ríkisumboðsmaður skriv til P.M. Dam, løgmann10), sum er svar til fyrispurning, sum landsstýrið hevur sent ríkisstjórnini. Upprunaskriv landsstýrisins (møguliga fjarrit) er ikki til skjals í Tinganesi; men skrivið frá ríkisumboðsmanninum inniheldur bæði fyrispurningar landsstýrisins og svarini frá stjórnini til nevndu spurninger. Tað ber ikki beinleiðis til at ávisa, um tað á einhvønn hátt er tiltak læknanna (sí omanfyri), sum et atvoldin til, at landsstýrið hevur vent sær til stjórnina í hesum føri. Skrivið frá Elkær-Hansen er hevur hesa orðing:

"Fra statsministeriet har man dags dato modtaget nedenfor anførte besvarelse af de anførte spørgsmål:

  1. Skal tilsvarende anlæg opføres i Danmark? Svar: ja såvel radarvarslingsanlæg (early warning) som radioanlæg (forward scatter) skal opføres i Danmark. Stedbetegnelse kan ikke gives.
  2. Viðmerking: svarið er beint.

  3. Er radarstationen med radioanlæg så militært vigtige, at de i krigstilfælde må anses for angrebsmål for atomvåben? Svar: som tidligere oplyst er intet af anlæggene forsynet med skyts eller lignende til forsvar. Efter forsvarsministeriets opfattelse anses anlæggene ikke at have sådan militær karakter, at de vil udgøre angrebsmål for atomvåben eller lignende.
  4. Viðmerking: svarið er ónøktandi. Hetta er uttanumtos og undanførsla. Týdningur Føroya fyri vejruna av vesturheiminum er greitt lýstur í ávegisfrágreiðingini "Hernaðarmál og Politikkur". Føroyar vóru (eru) lið í NATO-verjugarðinum í Atlantshavi. Virksemið í Mjørkadali/Sornfelli er m.a. ávaringarskipan móti fíggindaligum álopum eystanífrá. Sostatt var støðin í Mjørkadali/Sornfelli potentielt krígsmál hja eystureuropeisku hermegini.

  5. Kan NATO varslingstjeneste undvære de to anlæg på Færøerne? Svar: NATO ville ikke have insisteret på gennemførelse af anlæggene, såfremt de kunne undværes i varslingstjenesten?
  6. Viðmerking: her verður greitt boðað frá, at tað var NATO, sum hevði kravt (insisteret på), at NATO-radarstøðin varð bygd í Mjørkadali/Sornfelli, og júst í hesum treytaleysa kravi liggur týdningur hennara fyri verjuna av vesturheiminum/USA. Hetta samsvarar ikki við, at støðin ikki var fíggindaligt álopsmál í krígstíð (samanber við pkt.2).

  7. Vil rigsmyndighederne uanset lagtingsflertal imod anlæggenes udførelse insistere herpå? Svar: anlæggene er som anført nødvendige for NATO. Der henvises til at man fra dansk side lige siden anlæggenes første planlæggelse har holdt sig i kontakt med færøske mydigheder, der har givet tilslutning til anlæggenes udførelse.
  8. Viðmerking: Spruningur landsstýrisins er heilt greiður. Danska svarið er ikki klárt "ja" ella "nei". Tað er beint, at føroyskir myndugleikar vórðu kunnaðir um NATO-støðina tíðliga. Longu í februar 1956 var Kristian Djurhuus millum teirra, sum játtaðu fyri, at NATO-støð við kommunikatiónsskipan skuldi byggjast í Føroyum11). Tað er eisini beint, at føroyskir landsmyndugleikar høvdu givið ávegisjáttanir til, at útbyggingar við hernaðarligum endamáli fyri eyga kundu verða framdar (sí omanfyri). Men, tað áhugaverda við danska svarinum til landsstýrisfyrispurningin er, at tað bert kann lesast sum ein fólkaliga orðað váttan um, at danska stjórnin fór at góðtaka, at herstøðirnar í Mjørkadali/Sornfelli vórðu bygdar – uttan mun til um meiriluti løgtingsins (sum er demokratiska umboðið fyri føroyska fólkaviljan) setti seg ímóti hesum. Eisini eru mong dømi um, at danska stjórnin medvitandi ikki hevur kunnað løgtingið, men bert landsstýrið, um hernaðarmálini, sum sambært heimastýrislógini ikki viðkoma løgtinginum.

  9. Hvor store pengemidler vil fra forsvarets side blive anvendt til arbejdsløn, materiale m.v. på Færøerne i forbindelse med anlæggenes udførelse? Svar: skønsmæssigt ca 10. mill. kr., udførelsen af arbejderne vil i videst muligt omfang blive overdraget færøske firmaer og entreprenører.
  10. Viðmerking: hetta var kanska ikki so galið. 10 danskar milliónir tá á døgum góvu ætlandi arbeiði til nógvar hendur (samanber áhugan fyri at fáa sum mest burtur úr gerðini av Oyggjarvegnum) í Føroyum.

  11. Har forsvarsministeren udtalt, at rigsmyndighederne ikke vil foretage sig noget, som færøske myndigheder ikke er indforstået med? Svar: nej. Forsvarsministeren har i radioudtalelse sagt, at færøske myndigheder har tiltrådt anlæggenes udførelse, jfr. ovenfor".
    Viðmerking: Svarið er beint.

Hvilket herved meddeles

N. Elkær-Hansen".

Samanumtikið kann sigast, at landsstýrið stutt og greitt hevði fingið at vita frá stjórnini (7.04.1959), at støðirnar í Mjørkadali/Sornfelli skuldu byggjast – við ella uttan løgtingsins undirtøku Afturfyri kundu føroyingar sleppa at fegnast um materiella ágóðan av teimum (møguliga) 10 milliónunum, sum skuldu nýtast í sambandi við nevnda virksemi.

Eitt løgtingsmál

23.03.1958 legði Tjóðveldisflokkurin hernaðarmálið fram í tinginum. Í tingviðgerðini av hesum evni kom greitt til sjóndar tann ósemja, sum var millum tingmenn um hetta evni og tað misálit, sum var íkomið millum stóran part av tingmonnunum og landsstýrið vegna handfaring tess av hernaðarmálunum12). Stundir eru ikki til her at endurgeva sjálva tingviðgerðina og tað orðaskifti, sum fór fram í hesum sambandi; men "Álit í løgtingsmáli nr. 41/1958" verður prentað her:

"Málið varð lagt fram av tjóðveldisflokkinum 23. mars og við 1. viðgerð varð tað beint í serliga sjey-mannanevnd.

Nevndin hevur viðgjørt málið so út í æsir, sum tað eftir umstøðunum hava verið líkindi til.

Núverandi landsstýri eins og tað fráfarna hevur verið til fundar saman við nevndini fyri at geva henni frágreiðingar um tað, sum hent er í málinum um bygging av radarstøð á Sodnfelli. Somuleiðis hevur nevndin eisini fingið útskrift av gerðabók landsstýrisins fyri tað tíðarskeið, sum hetta mál er viðgjørt í landsstýrinum, eins og alt brævaskifti, sum er farið fram í málinum, er latið nevndini upp í hendur.

Ríkisumboðsmaðurin hevur eisini givið nevndini munnligar frágreiðingar, eins og nevndin gjøgnum ríkisumboðsmannin hevur fingið svar frá ríkismálaráðnum upp á ymsar sprningar, sum landsstýrið hevur sett fram viðvíkjandi málinum.

Fyri at fáa hylling á, hvat í radar og loran eru, bað nevndin Torbjørn Poulsen, civilingeniør, koma til fundar og geva stutta frágreiðing um hetta evnið. Hansara frágreiðing er løgd við sum skjal í álitinum, eins og onnur skjøl, eitt nú gerðabók landsstýrisins, bræv frá landsstýrinum til ríkisumboðsmannin dagsett 8/8 1958, bræv frá ríkisumboðsmanninum til landsstýrið dagsett 17. november 1958, sáttmáli millum forsvarets bygningstjeneste og landsstýrið um fremjan av arbeiðinum.

Ríkisumboðsmaðurin upplýsti fyri nevndini, at tað var NATO, sum stóð aftan fyri hesi arbeiðir. Á Sodnfelli og í Mjørkadali skuldu byggjast ein radarstøð, ein radiostøð eins og íbúðir til millum 100 og 150 starvsfólk. Tænastufólkið skuldi vera danskt og føroyskt. Útreiðslurnar av hesum arbeiðum fóru at vera o.u. 10 milliónir krónur.

Landslæknin var eisini biðin um at koma saman við nevndini og greiða frá tí læknaliga, sum sigast kundi í málinum. Hann helt fram, at um tann ólukkan hendi, at um atombardagi tók seg upp og at Føroyar í einum slíkum bardaga komu at vera fyri álopi, so vóru vit nógv verri fyri enn tey lond, sum høvdu búgvið seg út til at taka ímóti slíkum álopum. Her var ongin møguleiki fyri burturflyting av fólki, onki reint vatn at tváa sær í aftaná eitt slíkt álop, og torført var at gera slík verndartiltøk, sum vóru til nakran bata (samanber við frágreiðing landslæknans omanfyri).

Nevndin hevur so gjølla sum gjørligt roynt at kanna gerðabók landsstýrisins eins og tað brævaskifti, sum farið er fram í málinum og hildið tað saman við tað, sum landsstýrismenninir munnliga hava greitt nevndini frá.

Burtur út hesum tilfari fæst, at spurningurin um at fremja hesi arbeiðini er rættiliga gamal. Longu 22. november 1956 varð málið fyrstu ferð viðgjørt á landsstýrisfundi og hevur síðan av og á verið til viðgerðar har. Landsstýrið tykist at hava havt stóran áhuga fyri, at málið verður framt, men setur kortini tær treytir fyri, at Oyggjarvegurin verður gjørdur við fullari breidd, 5,5 m, úr Havnini og heilt norður í Kollafjarðardal.

Hesum vilja NATO-myndugleikarnir ikki taka lut í og eru bert hugaðir at gera tríggjar metra breiðan veg av Sundshálsi norður í Mjørkadal og at Sodnfelli; men tó at ongin onnur beinleiðis avgerð sæst skrivliga at vera tikin í landsstýrinum, so tykist tað at døma eftir millum annað brævi frá ríkisumboðnum 17/11 1958, har talað verður um "anlæg, hvis opførelse i forvejen er tiltrådt af de færøske myndigheder", sum avgerð kortini er tikin, og 12. mars 1959 er so sáttmálin millum Hærens bygningstjeneste og landsstýrið undirskrivaður.

Í viðmerkingunum til uppskotið frá Tjóðveldisflokkinum verður sagt, at tingmenn hava rætt og skyldu at vita um alt, sum gjørt verður í landsstýrinum.

Hetta er rætt. Væl veit nevndin, at tey viðurskifti kunnu koma, sum ikki ber til at gera almannakunnug, meðan samráðingar fara fram, og við tað, at NATO í hesum føri er partur í samráðingunum, kann tað ætlast, at tøgnskylda er kravd; men kortini átti Føroya landsstýri ikki at tikið avgerð í slíkum stórmáli uttan at leggja tað fyri Føroya løgting fyrst.

Í viðmerkingunum verður eisini sagt, at tað er eyðsæð, at tað, sum ætlað er at fara fram í Mjørkadali og á Sornfelli á Streymoynni og uppi á Varða á Eiði í Eysturoynni, eru hermálsligar atgerðir.

Av teim skjølum og munnligu frásøgnum, sum nevndin hevur kannað, tykist tað prógvað, at radarstøðin á Sodnfelli verður bygd av NATO sum eitt lið í hermálsligu verndartiltøkunum hjá hesum stovni, meðan tað kann vera ivasamt, um tað sama kann sigast um loranstøðina á Eiði. Tað er kortini upplýst fyri nevndini, sí svar frá ríkismálaráðnum gjøgnum ríkisumboðið upp á ymsar spurningar frá landsstýrinum, at hvørki krígsvápn ella herfólk skulu vera knýtt at hesum báðum støðunum.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Trygvi Samuelsen, Leon Joensen, Haldor Hansen og Marius Johannesen) heldur fram, at eftir teim upplýsingum, sum komnar eru fram undir nevndarviðgerðini, má málið ætlast at verða avgjørt.

Ein minniluti (Sigurð Joensen og Karsten Hoydal) førir fram:

23. marts í ár legði Tjóðveldisflokkurin nevnda mál fram á ting, og varð tað eftir 1. viðgerð beint í 7-manna nevnd.

Nevndin hevur havt líkindi til at kanna nøkur skjøl viðvíkjandi D.E.W.-málinum, og hevur hon eisini fingið munnliga frágreiðing eftir áheitan: Frá limum í fráfarna landsstýrinum, frá P.M. Dam, løgmanni, ríkisumboðsmanninum og landslæknanum. Umframt hevur Torbjørn Poulsen,verkfrøðingur, givið nevndini stutta tekniska frágreiðing um radar, decca og loran.

Av øllum tí, sum fram er komið er greitt, at fráfarna landsstýrið hevur samráðst við NATO-menn og við danska verjumálaráðið uttan at hava givið løgtinginum ella Føroya fólki hylling á, hvat samráðst varð um, og hvat landsstýrið hevði í hyggju at gera.

Minnilutin skal minna á, at landsstýrið í 1950 legði málið um heimaverju í Føroyum fyri løgtingið. Hetta mál varð felt í tinginum við teirri motivering, at fólk í heimaverjuni var vápnað (sí løgtingsmál nr. 8/1950).

Í D.E.W.-málinum hevur landsstýrið saman við NATO-monnum og danska verjumálaráðnum í meira enn tvey ár (frá 22. novenber 1956 til 13. Marts 1959, sí skjøl, sum eru viðløgd málinum) havt loyniligar bæði skrivligar og munnligar samráðingar. Hesar samráðingar eru loknar við: "Overenskomst mellem forvarsministeriets bygningstjeneste ved nordsjællandske bygningsdistrikt og Færøernes landsstyre ved landsingeniørkontoret, Tórshavn, vedrørende projektering og udførelse af en adgangsvej til militært anlæg på Sodnfelli". Hesin byggisáttmáli er 13. marts í ár "approberaður" við undirskrift Kr. Djurhuus’s.13)

Við hesum er prógvað, at landsstýrið sjálvræðisliga hevur givið fremmandum herfólki innrás í Føroyum í friðartíð. Ríkisumboðið hevur á fundi saman við nevndini váttað, at støðin á Sornfelli er hermálslig (militær).

Støða løgtingsins og Føroya fólks viðvíkjandi spurninginum um at hava vápnað fólk í landinum i friðartíð er valla broytt síðan 1950. Minnilutin skal harðliga átala, at sáttmáli um herútbúgving í Føroyum er gjørdur uttan um løgtingið og fólkið. Minnilutin hevur í sínum starvi í D.E.W.-málinum ógvast við at síggja, at umsitingarvaldið fær tikið sær so nógv ræði, at tað einsamalt tekur avgerðir í málum, sum bróta við øldargamlar, góðar tradisjónir og hugsanir, og sum eru lagnumál fyri Føroyar langt fram í tíðina. D.E.W.-málið er ein spurningur, sum bæði tjóðskaparliga, siðmenningarliga og moralskt viðkemur hvørjum einstakum fólki í Føroyum, tað er tí til lítlan sóma fyri landsstýrið, at tað hevur bundið ein so álvarsaman spurning saman við játtan um nakað av peningi til vegagerð og víðkan av SEV.

Øllum má vera greitt, at hetta at geva hervaldi setur í landinum í friðartíð er eitt mál, sum eingin í dag rættiliga dugir at meta avleiðingarnar av. Tað einasta, vit vita við vissu, er, at í øllum londum, har fremmandir hava gjørt hervirkir, hevur útbúnaðurin vaksið ár undan ári. Tað er tí heilt greitt, at herútbúgvingin eisini fer at vaksa í Føroyum í komandi árum. At hetta fer at fáa stóra og ringa ávirkan á ungdómin í Føroyum, ivast vit ikki í. Minnilutin hevur eisini ampa av, at eydnast tað fyrst hervaldinum reiðiliga at fáa fótin fastan í Føroyum, tá verður tað ikki leingi, til sama hervald fer at hava boð eftir Føroya ungdómi til hertænastu, hvat aldri hevur verið áður. Verða føroysk foreldur ikki spurd nú er ikki væntandi, at tey vera spurd tá heldur.

Í løtuni vita vit einki um, hvussu leingi "kalda stríðið" fer at halda á, hvørt tað verður 10 -20 -25 ár ella fleiri. Vansarnir av at hava herfólk í landinum eru ikki fyribils. Hvussu fegin vit øll ynskja, at bardagur ongantíð má bresta á, mugu vit kortini øll gera okkum greitt, at tað er møguleiki fyri bardaga. Tað er neyðugt at rokna við hesum møguleika. Annað hevði verið ábyrgdarleyst.

Eftir teimum upplýsingum, nevndin hevur fingið, er radar- og radiostøðin á Sodnfelli ikki gjørd Føroyum til verju í vandastund, men er hon lið í NATO-"verndargarði". Hesin garður av radar- og radiostøðum er ikki gjørdur bert fyri at verja, hann er eisini ætlaður til álops, tí at støðirnar eru førar fyri bæði at boða frá fíggindarakettum og at leiða egnar rakettir í mál í fíggindalandi.

Verður herútbyggingin ikki steðgað, má avgjørt haldast, at Føroyar í einum komandi bardaga vera eitt týðandi militert mál í NATOs verndarvirki. Tað er hugsan minnilutans, at liggja Føroyar berar, er vandin fyri álopi í einum komandi bardaga nógv minni, enn um herstøðir verða bygdar her, og landið soleiðis verður gjørt til eitt militert mál.

D.E.W.-nevndin kallaði sum nevnt inn landslæknan til at greiða frá støðu læknanna. Landslæknin dugdi ikki at síggja, at nøkur verndartiltøk fingu gjørst í Føroyum. Vóru vit fyri álopi við atomvápni, fór einki nýtiligt vatn at vera, eingin etandi matur og ivingasamt var um nakað fólk livdi eftir. Landslæknin segði, at John Douglas, militerlækni, NATO’s í fyrilestri í december 1958 hevði sagt, at verja av sivilfólki var møgulig í stórum londum, tó ikki uttan verndartiltøk og venjing. Sum dømi nevndi landslæknin, við donskum læknabløðum sum heimild, at við royndarspreingini á Bikinioynni rak radioaktivt dust 500 km undan ættini, 30 km upp í ættina. Fólk doyðu og vórðu skadd á einum øki sum var 18.000 km² til víddar.

Minnilutin skal harðliga mótmæla, at Føroyar, sum eingi líkindi hava at verja sivilfólkið, verða gjørdar eitt lið í verndar- og álopsvirki hjá øðrum landi. Verður hetta tiltak framt, uttan at fólkið fær loyvi at tala, er tað yvirgangur móti fólkinum.

Nevndarkanningarnar hava sýnt, at landsstýrið í samráðingum hevur havt í huga, at hermálsliga bygging NATO’s fór at loysa spurningin um fíggjarliga íløgu til gerð av Oyggjarvegnum og til víðkan av SEV. Av byggisáttmálanum, sum gjørdur er, sæst skilliga, at vegurin í Mjørkadal bert er "en adgangsvej til militært ænlæg på Sodnfelli". Vegurin fær sostatt ongan týdning fyri gerðina av Oyggjarvegnum, men so leingi sum hermenn balast í Mjørkadali og á Sodnfelli, er vegurin teirra, og fer hann at forða fyri gerð av Oyggjarvegnum, har sum hann er ætlaður. Viðvíkjandi SEV er upplýst, at radar- og radiostøðin skal nýta 5 mill. KW ella eins nógvan streym og Tórshavnar býur.

Eftir heimastýrislógini var tað landsstýrisins skylda at leggja D.E.W.-málið fyri løgtingið. Hetta átti langt síðani at havt verið gjørt. Hvat landsstýrisins støðutakan í málinum viðvíkir ber ikki til at siga annað, uttan at hon er ógreið. Nøkur prinsippiell støða: Fyri ella ímóti er ongantíð tikin. Tað er einki til skjals um, at meirilutin í landsstýrinum hevur givið játtan til bygging av radar- og radiostøð á Sornfelli, bert hevur meirilutin ikki sett seg ímóti, at møguleikarnir fyri bygging vórðu kannaðir. Meirilutin sigur seg hava ætlað, at málið skuldi koma fyri tingið. Tveir av monnunum í gamla landsstýrinum hava yvir fyri nevndini váttað (teir eru Edw. Mitens og O.J.Jensen), at teir høvdu ikki í hyggju at taka endaliga avgerð í málinum, áðrenn tingið varð spurt.

Tað er greitt eftir heimastýrislógini, at heimastýrið tað er løgting og landsstýri, ikki løgtingið ella landsstýrið. Framvegis er tað greitt, út frá hesi somu lóg eins og út frá øllum parlamentariskum hugsunarhátti, at landsstýrið er undirgivið løgtinginum. Hetta er galdandi í øllum málum, eisini slíkum, har lóggávuvaldið er hjá dønum. Tann skylda, sum danastjórn hevur til at leggja lógir og traktatir fyri heimastýri okkara, áðrenn tær verða settar í gildi, er eftir § 7 í heimastýrislógini grundað á: At tað skal tryggjast "at lagtinget i videst muligt omfang får indflydelse på udformningen af særlige bestemmelser for Færøerne i love, der gives af rigets myndigheder".

Tað má sláast fast, at sum umsitingarvald hevur landsstýrið ongan myndugleika havt til at taka avgerð í DEW-málinum uttan um løgtingið.

Málið er nú komið fyri tingið til viðgerðar, men her er tað at siga, at hóast DEW-málið hevur verið til umrøðu millum landsstýrið øðru megin, NATO og danska verjumálaráðið hinu megin tey seinastu árini, hevur hetta verið gjørt loyniliga og í trúnaði, soleiðis at hvørki Føroya fólk ella løgtingið hevur havt minsta varhuga av, hvat var í umbúna.

Tá ið sitandi løgting var valt, var hetta ovurhonds álvarsama mál als ikki frammi fyri veljaranum, og mugu vit sostatt ásanna, at hetta løgtingið hevur onga heimild frá fólkinum til at taka eitt stig, sum eftir øllum at døma, kemur at seta mark í fólksins søgu.

Løgtingið hevur ikki heimild til annað uttan at steðga DEW-málinum fyribils, samstundis sum eitt av tveimum verður gjørt:

  1. Nýval til løgtingið.
  2. Fólkaatkvøða um DEW-málið.

Vit mæla til at gera hitt seinra, tí tá fær øll tjóðin tikið støðu til hetta mál sær.

Vit mæla til at leggja fylgjandi spurning undir vanliga fólkaatkvøðu:

Vilja tygum, at NATO byggir radarstøð í Føroyum?

Minnilutin vónar, at Føroya løgting gevur DEW-málinum sakliga og verduga viðgerð, sum gjølla lýsir málið og tann týdning tað hevur fyri tjóðina bæði nú og í framtíðini.

Fyri at Føroya fólk nú skal fáa fullar upplýsingar um DEW-málið krevur minnilutin, at orðaskiftið í tingsalinum um málið verður útvarpað.

Ein annar minniluti (Knút Wang) vísir til tær í høvuðsálitinum givnu frágreiðingar um tær kanningar, hin av løgtinginum í hesum máli valda serliga 7-mannanevnd hevur gjørt, men ger annars hesar viðmerkingar:

Meðan nevndin sýnist at hava fingið til skjals øll tey skriv, sum viðvíkja hesum máli, meðan fráfarna landsstýrið hevur sitið, kann hetta sama ikki sigast viðvíkjandi teim skjølum, sum mega vera til taks og viðvíkja tíðini, meðan núverandi landsstýri hevur sitið og kennir til.

Løgmaður hevur fyri nevndini upplýst, at í hansara tíð í landsstýrinum er eingin viðgerð farin fram av málinum, uttan bara tá Oyggjarvegurin var fyri og NATO skuldi gera vegin. Hann segði seg hava skilt, at málið var avgjørt, og at "man" var komin til sættis um málið.

Seinni er eftir ynski frá hesum minniluta (K. Wang) komin nevndini til kunnleika sáttmáli sum nevnist: "Overenskomst mellem forsvarets bygningstjeneste ved nordsjællandske bygningsdistrikt og Færøernes landsstyre ved landsingeniørkontoret i Torshavn, vedrørende projektering og udførelse af adgangsvej til militært anlæg på Sandfelli".

Hesin sáttmáli er undirskrivaður 12. mars 1959 av M. Helmsdal fyri landsverkfrøðingsskrivstovuna og Bent Nielsen fyri Nordsjællandske bygningsdistrikt. Sáttmálin hevur við løgmansinnsigli hesa viðmerking:

Overenskomsten approberes,  Tórshavn 13. marts 1959,

Færøernes landsstyre (sign.) Kr. Djurhuus.

Sáttmálin er viðheftur álitinum. Tað kann viðmerkjast, at landsstýrið hvørki hevur sjálvboðið lagt sáttmálan fram í nevndini, ei heldur sagt, at ein tílíkur sáttmáli var til, tá landsstýrið varð spurt, um endalig tilsøgn um bygging fyrilá.

Nevndin hevur ongar upplýsingar fingið um tær samráðingar, sum førdar hava verið um lendi til radarstøð, hús í Mjørkadali, brúgv í Kaldbaksbotni, ella togbana frá henni.

Hesir sáttmálar hava tann týdning, at fyrrenn teir vóru í lagi kann ikki nøkur radarstøð verða bygd á Sodnfelli. Spurningurin um bygging av veg og grundlendi hevur verið neyðugur at greiða, áðrenn talan er um at byggja sjálva radarstøðina. Landsstýrið hevur við at góðkenna frammanfyrinevnda sáttmála eisini átikið sær ábyrgdina fyri at radarstøðin kann verða bygd.

Somuleiðis skal verða ávíst, at samstundis við at hetta mál hevur ligið á tingi og nevndin hevur gjørt sínar kanningar, hava fyrireikingarnar hildið fram undir fyrisæti av landsverkfrøðingsskrivstovuni, ið er stovnur undir landsstýrinum.

Hetta vísir, at landsstýrið hevur ikki gjørt stig til at steðga fyrireikingunum, meðan løgtingið viðger málið.

Minnilutin ásannar, at samráðingar helst hava verið um hetta mál, so sum í høvuðsálitinum sagt, men hóast tað, at tílíkar samráðingar, tí tær eru av hermálsligum slagi møguliga ikki kunnu kunngerast á sínum fyrsta stigi, so kunnu tær av landsstýrinum aldri førast longri enn avgerð um bygging ella ikki skal takast. Minnilutin fastheldur, at landsstýrið uttan at hava spurt løgtingið, ongan rætt hevur til at taka endaliga avgerð í einum fyri Føroyar so avgerandi máli, og at landsstýrisins góðkenning 13.03.1959 av sáttmálanum av 12. Mars, sum frammanfyri er umtalaður er ikki bindandi fyri løgtingið, tí at landsstýrið her er farið longur, enn tað hevur heimildir til.

Landsstýrið er bara umsitingarvald og hevur aldri fingið heimild til at gera sáttmála, sum loyvir, at radarstøð verður bygd ella at gera sáttmála við danskt hervald um bygging av veg til Mjørkadals.

Í teim útskriftum av gerðabók landsstýrisins, sum fingnar eru nevndini, er radarstøðin nevnd, men annars bert spurningar umrøddir, sum viðvíkja Oyggjarvegnum. Har er einki nevnt um, at radarstøðin skal verða bygd sum eitt lið í tænastu NATO’s.

Sami minniluti vil undirstrika, at hann viðkennir tann týdning, NATO hevur havt og hevur til verju fyri vesturheimin og at skapa javnvág hermálsliga, so kríggj verður forðað. Men hetta er ikki tað sama sum at vit viðurkenna nøkrum rætt til at byggja hermálslig virki her á landi, uttan at Føroya fólkavalda umboð, løgtingið, verður eftirspurt. Vit fasthalda, at ein tjóð, um hon er lítil sum hin føroyska, eisini í hesum máli má hava sín sjálvsavgerðarrætt, og at principp føroyinga um ikki at luttaka í hermálsligum útbúgvingum ikki kann verða brotið, uttan so at føroyingar fult vitandi taka ábyrgdina av tí. Sum fylgja av ríkisfelagsskapinum við Danmark komu vit upp í NATO-økið, men føroyingar sjálvir hava ikki verið spurdir, um teir vildu góðtaka tað.

Tað má sláast fast, at landsstýrið ikki kann binda Føroyar til eina tílíka herútbúgving, og í sáttmálanum av 12.03.1959 hevur landsstýrið váttað, at talan er um hermálsligt virki.

Viðvíkjandi støðu teirra landsstýrismanna, sum umboðað hava hin føroyska fólkaflokkin í fyrrverandi landsstýrinum, verður víst til frágreiðing frá Hákuni Djurhuus í Føroya úrvarpi 24. Mars, endurprentað í Dagblaðnum 1.04.1959, har tikið verður til, at meðan hann (Hákun Djurhuus) sat í landsstýrinum "var endaligt lyfti ikki givið um nakra útbygging, ei heldur var farið undir nakra útbygging". Og hvar hann sigur flokksins støðu í fyrstu syftu vera hesa:

"Føroyingar eru eitt fólk, ið eru mótstøðumenn av hernaðartiltøkum og eru ímóti eini og hvørji hernaðarútbygging av Føroyum". Somuleiðis skal verða víst til landsstýrisins gerðabók av 13.06.1959, har O.J. Jensen hevur tikið serstøðu, ið má skiljast so, at hann hevur ikki givið endaliga tilsøgn um, at spurningurin verður samtyktur. Somuleiðis skal verða víst til munnliga frásøgn O.J. Jensens í nevndini, har hann segði, at eftir hansara áskoðan mátti málið verða lagt fyri tingið, áðrenn endalig avgerð var tikin, og at hann var við til at kasta aftur uppskotið, sum M. Helmsdal kom við í hesum máli aftaná tænastuferð sína í Danmark. Og samstundis kann verða mint á, at í gerðabók landsstýrisins frá summum fundum um hetta mál er lítið annað ført til gerðabókina enn, at "málið var útsett". Hetta sýnist at prógva, at umrøður landsstýrisins um hetta mál hava ikki allar verið førdar til gerðabókina.

Í brævi 8.08.1958 til ríkisumboðið frá landsstýrinum, undirskrivað av løgmanni Kr. Djurhuus, verður tilsøgn givin um at byggja radarstøðina, tó við tí treyt, at Oyggjarvegurin skal byggjast líka norður í Kollafjarðarvegin. Tað er einki lagt fyri nevndina sum prógvar, at landsstýrið táverandi hevur vikið frá hesi støðu. Nevndin hevur ikki fingið fyrilagt nakra átskrift av landsstýrisins gerðabók, har tílík avgerð er tikin, ei heldur nakað sum lýsir, nær loyvi er givið til at byggja brúgv í Kaldbaksbotni ella togbana frá henni.

Sum heild kann sigast, at endalig avgerð fyriliggur eingin skrivlig fyrrenn sáttmálin frá 12.03.1959.

Minnilutin heldur, at landsstýrið við at fyrireika, undirskriva og góðkenna sáttmálan av 12.03.1959 – sum er forútsetningurin fyri, at radarstøðin kann verða bygd – hevur farið útum sínar heimildir. Avgerðin um radarstøðin skal verða bygd ella ikki, má eftir minnilutans áskoðan, eina vera hjá tinginum, ið ikki er bundið av landsstýrisins góðkenning av sáttmálanum. Uppskot verður sett samsvarandi hesum.

Um løgtingið skal avgera, um fólkaatkvøða skal vera um bygging ella ikki, tí at málið ikki var frammi undan seinasta løgtingsvali, vil minnilutin umhugsa.

Sami minniluti heldur tað vera neyðugt, at løgtingið avger, at ongar herútbúgvingar, undir hvørjum skinni tær enn koma fram, verða fyrireikaðar ella framdar, uttan at samtykt Føroya løgtings og verður uppskot sett um tað.

Undir viðgerðini í nevndini var umtalað, at løgtingið hevur ikki altíð verið saman, tá nevndu spurningar hava verið lagdir fyri landsstýrið, tessvegna verður víst til munnligt uppskot frá løgtingsformanni J.FR. Øregaard undir viðgerðini av landsstýrismálum, at løgtingið átti at skipa eina uttanríkismálanevnd. Minnilutin tekur undir við hesum uppskoti og heldur, at løgtingið, hvørja ferð tað kemur saman til regluliga tingsetu, eigur at velja tílíka 5-mannanevnd, sum landsstýrið kann samráðast við um uttanríkismál. Uppskot verður sett um tað.

Minnilutin heldur, at sjálvt um tað ikki er gjørligt at siga, hvør vandi, ið stendst av eini radarstøð í krígstíð, so kann tað við vissu sigast, at vandin er minni við ongari radarstøð.

Um so er, at radarstøðin verður bygd eftir samtykt Føroya løgtings, vil minnilutin verða við til at umhugsa hvørji tiltøk, ið eiga at verða framd til at forða avleiðingar av hesum í friðar- og krígstíð, men heldur, at fyrst eigur spurningurin um bygging ella ikki at verða greiddur.

Minnilutin heldur, at málið um loranstøð á Eiði ikki eigur at verða avgjørdur saman við spurninginum um radarstøðina, tí henda støð hevur heilt annan týdning.

Minnilutin vil eisini í hesum áliti vísa á, at 9. mars var fyrispurningur til landsstýrið um Oyggjarvegin settur av fólkaflokkinum – hesin fyrispurningur var av landsstýrisflokkunum avvístur, men 12. mars er hin í álitinum nevndi sáttmáli undirskrivaður og 13. mars góðkendur av landsstýrinum. Hesin sáttmáli fastsetur, hvar viðkomandi strekki av Oyggjarvegnum skal liggja.

Sambart tí í álitinum framførda setur minnilutin (K. Wang) fram fylgjandi

Uppskot

  1. Fyrireikingar til bygging av radar- og radiostøð á Sodnfelli mega ikki halda fram fyrrenn løgtingið samtykkir tað.
  2. Eingin hermálslig útbúgving av Føroyum má verða fyrireikað ella framd uttan eftir samtykt Føroya løgtings.
  3. Løgtingið velur eina 5-manna uttanríkismálanevnd til at samráðast við landsstýrið um øll týðandi uttanríkismál. Nevndin verður vald, hvørja ferð tingið kemur saman til regluliga tingsetu, men fyrstu ferð, áðrenn tingið nú fer heim.

Uppskot
Frá minnilutanum (Karsten Hoydal og Sigurð Joensen)

  1. Føroya løgting átalar, at landsstýrið uttan heimild frá løgtinginum og uttan at lata løgtingið vita av hevur samráðst og tikið avgerð í DEW-málinum.
  2. Føroya løgting krevur, at allar hermálsligar ætlanir í Føroyum verða steðgaðar beinan vegin.
  3. Føroya løgting samtykkir at leggja fylgjandi spurning undir vanliga fólkaatkvøðu:

Vilja tygum, at NATO byggir radarstøð í Føroyum.

 

Uppskot
Frá meirilutanum (Tryggvi Samuelsen, Leon Joensen, Haldor Hansen og Marius Johannesen):

Málið má haldast at vera avgjørt og verður tikið til eftirtektar.
Løgtingið undirstrikar sína andstøðu ímóti militerari útbygging í Føroyum í vanligari merking, um talan verður um slíka.

7-MANNA NEVNDIN, 21. Apríl 1959".

Uppskot meirilutans varð samtykt við 17 atkvøðum móti 1114).

 

Nógv áhugavert er í álitinum, og sigast má, at løgtingsnevndin hevur gjørt sær ómak fyri at fáa til vega so nógv og viðkomandi tilfar, sum gjørligt. Sjálvandi hevur støða tingsins og virðingin fyri tinginum verið til umrøðu. M.a. førdu tjóðveldismenninir Karsten Hoydal og Sigurð Joensen fram nærum tað sama, sum sambandsmaðurin Poul Niclasen longu í 1949 spurdi um í ríkisdegnum, nevniliga: merkir § 7 í heimastýrislógini ikki, at tingið skal hoyrast í slíkum máli, sum innliman Føroya í NATO?15) Annað, sum bæði tjóðveldismenn og fólkafloksmenn (Wang) numu við, var loyalitetsspurningurin og ábyrgdar- og arbeiðsbýtið millum landsstýri og løgting. Sum ført varð fram: heimastýri merkir bæði landsstýri og løgting – ikki bert annað. Hetta seinasta vóru tað tjóðveldismenn, sum førdu fram í metingum teirra um parlamentariskan sið og hugburð.

Áhugavert er eisini at staðfesta, hvussu Knút Wang, sum umboð fyri Fólkaflokkin, lýsti floksins støðu til hernaðarmál – eisini við tilvísing til sjónarmið hjá Hákuni Djurhuus, sum borin vóru fram bæði í Dagblaðnum og útvarpinum. Sjálvandi var flokkurin, sum borgaraligur flokkur, vestansinnaður og metti NATO sum eitt amboð, sum kundi tryggja heimsfriðin. Hinvegin vildu teir ikki hava hernaðarliga útbygging í Føroyum (og als ikki uttan tingsins samtykt og góðkenning), og teir hava virt tingsins gomlu samtykt um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar og ikki limir í hernaðarligum samgongum. Samanber eisini, at fólkafloksmaðurin Sigfried Skaale í røðu síni undir mótmælisgonguni í Havn í 1959 umrøddi hernaðarligu útbyggingarnar sum svik móti føroyska fólkinum.

Tað hevur undrað sjálvt amerikumenn, at føroyingar ikki vóru serliga atfinningarsamir, tá tað snúði seg um Loran-C støðina á Eiði (stundir eru ikki at gera tilvísing til ávíst skjal beint nú), og eisini Knút Wang bar fram, at nevnda støð og radarstøðin á Sornfelli vóru ikki tað sama. Hetta er sjálvandi beint; men nevndarlimirnir vístu ikki á, at Loran-C støðin veruliga hevði stóran týdning fyri polariskavbátarnar, og sjálvt um støðin ikki var undirskipað NATO, so legði NATO stóran dent á hernaðarliga týdning hennara. Ávísur munur var tó á áskoðan Tjóðveldisfloksins og Fólkafloksins í hesum máli.

Tað uppskot til samtyktar, sum tjóðveldisflokkurin legði á tingborð 23.03.1959, hevði hesa orðing: "Tað má nú sigast at vera púra greitt, at tað, sum ætlað er at fara fram í Mjørkadali og á Samfelli í Streymoy og Uppi á Varða norðuri á Eiði í Eysturoynni eru hermálsligar atgerðir.

Landsstýrið hevur tíðliga 1958 havt uppskot í EW-málinum (Early Warning) til viðgerðar. Í tinginum hevur hetta ikki verið grett, hvørki fyri ella aftaná valið. Ei heldur hevur tað verið havt frammi av teim flokkum, sum hitt gamla landsstýri skipaðu framman undan valinum, soleiðis at Føroya veljarar fingu havt hetta ovurstóra og týdningarmikla mál í huganum við valið.

Flokkinum kunnugt er Early Warning-tiltakið uppbygt sum verndargarður úr Grønlandi til Persiu, USA til verndar. Ætlanin tykist at vera, at Føroyar nú, hvat tær ikki hava verið fyrr, skulu verða ein steinurin í hesum garði. Tað man vera óneyðugt at siga nøkrum mansbarni í Føroyum hvør vandi, ið fer at standast av hesum.

Flokkurin vísir til tað memorandum, sum hann flýddi løgtingsformanninum leygardagin hin 21.03. 1959, so skjótt sum Føroya útvarp hevði flutt tey tíðindi, at ætlanin veruliga var at hava standandi her í Føroyum.

Tingmenn hava rætt og skyldu at vita um alt, sum gerst í hesum landi.

Tann framferð, sum ríkisstýrið og landsstýrið hava havt í hesum máli er eftir okkara hugsan brot upp á aldargamlan føroyskan sið og hugsunarhátt, brot á okkara mannarættindi og fólkaræði og hartil brot á heimastýrislógina, sum júst teir flokkar, ið nú landsstýrið skipa, góðkenna.

Við hesi greinagerð setir Tjóðveldisflokkurin fram fylgjandi

UPPSKOT
til
samtyktar

  1. Føroya løgting krevur fulla frágreiðing um alt, sum fram er farið í EW-málinum og fulla frágreiðingum hvat nú er í gerð í hesum máli.
  2. Føroya løgting krevur allar hermálsligar ætlanir í Føroyum beinan vegin at verða steðgaðar og at Føroya fólk fær høvi at taka støðu til málið við fólkaatkvøðu.

Á Føroya løgtingi, 23. mars 1959
Tjóðveldisflokkurin"16)

Av hesum skjali er greitt, at Tjóðveldisflokkurin hevur skilt, at eisini Loran-C støðin á Eiði hevði hernaðarligan týdning. Hinvegin hevur flokkurin ikki vitað, hvussu tíðliga føroyskir myndugleikar (løgmaður) vórðu kunnaðir um hernaðarmálini. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini í høvuðsheitum havt kunnleika til, hvør ætlanin við Early Warning skipanini var. Tað sjónarmið, at fremmand hervald í landinum er í ósamsvari við siðbundnu støðu tingsins, má eisini sigast at vera beint, eftir sum tingið fleiri ferðir síðan 1940 hevur gjørt vart við hetta.

At tingmenn áttu at havt rætt og skyldu at vita um alt av almennum og politiskum áhuga, sum verður gjørt í landinum, má sigast at vera beint sum ein aðalregla, ið hvussu er – er hetta ynskiligt; men júst ásetingarnar í heimastýrislógini leggja uttanríkis- og verjumál uttan um tingsins valdsøki17). Tí ber illa til at siga, at brot er farið fram á heimastýrislógina; men hinvegin er heimastýrislógin so háttað, har hon skilir millum føroyskt og danskt máls- og myndugleikabýti, at hon í hernaðarmálunum í sjálvari sær bar møguleikan fyri tí álitisbroti, sum fór fram millum landsstýri og løgting, umrøddu málum viðvíkjandi18).

Í hesum máli gjørdi Tjóðveldisflokkurin eisini vart við, at flokkurin ikki viðurkennir heimastýrislógina sum karm um politiska virkisøki føroyinga. Annars er at siga, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella tingið fingu fulla frágreiðing um EW-málini, heldur ikki vórðu hernaðarlugu útbyggingarnar steðgaðar; men tingsviðgerðin og blaðskrivingin um hesi mál førdu til, at bæði danskir og føroyskir myndugleikar vóru sera varnir í framferð teirra, tá loyniliga amerrikanska Tropo-Scatter-støðin fekk innivist í Mjørkadali/Sornfelli19).

Tað kann í hesum sambandi vera áhugavert at vísa til eitt skjal, ið er frásøgn frá fundi í danska uttanríkismálaráðnum, 15.03.1961. Evnið á hesum fundi var amerikanska Tropo-Scatter-støðin í Føroyum, ið sum kunnugt ikki var tað sama sum NATO-støðin. Amerikumenn vildu helst hava hesa støð bygda í Vágum - m.a. tí, at har var Air-strip (flogvøllurin). Av politiskum orsøkum vildi P.M. Dam løgmaður ikki góðtaka, at ein nýggj hernaðarlig støð varð bygd í Føroyum, men kravdi hana fjalda í virkseminum á Sornfelli20).

Á hesum fundi var eingin føroyingur til staðar, men bert danskir embætismenn, heryvirmenn og Niels Elkær-Hansen, sum tá var danskur ríkisumboðsmaður í Føroyum. Eitt brot úr hesum fundarskjali verður endurgivið her:

(Niels Elkær-Hansen, ríkisumboðsmaður): "… det må betragtes som givet, at Vågø-løsningen ville rejse betydelig politisk modstand … Det må antages, at landsstýret måtte forelægge Vågø-planen for lagtinget, hvilket ville give fornyet politisk uro. Hvis man derimod over for færingerne blot fremhævede, at en udbygning af NATO Strømøstationen var nødvendig, ville dette næppe give anledning til væsentlige vanskeligheder. Stationeringen af et mindre antal amerikanere på Strømø-stationen ville sikkert ikke fremkalde protester…".21)

Hetta er sostatt skjalprógvað dømi um, at Niels Elkær-Hansen gav fundarluttakarunum tey ráð – beinleiðis at siga ósatt og dylja sannleikan fyri føroyingum, og hesi ráð vóru fylgd. So kan ein siga, at danska fólkið av trygdarorsøkum heldur ikki var kunnað um alt, sum hevði við verjumál at gera undir kalda krígnum. Hinvegin er at leggja til merkis, at á tí fundi, har Elkær-Hansen tók lut, var eingin føroyingur til staðar. Avgerðir vóru tiknar Føroyum viðvíkjandi, uttan at føroyingar á nakran hátt vóru umboðaðir. Hetta er eitt slag av hjálandastýri, sum her kom til sjóndar – ikki tí at Føroyar statsrættarliga vóru hjáland, men tí at tann lógin, sum lýsir Føroyar sum "et selvstyrende folkesamfund i det danske rige" eisini hevur ta áseting, at "de færøske myndigheders kompetence er undergivet den begrænsning, der følger af de til enhver tid bestående traktatmæssige og andre internationale rettigheder og forpligtelser. Rigsmyndighederne har afgørelsen i spørgsmål, der angår rigets forhold til udlandet".22)

Hesin fundur fór fram eini 2 ár aftaná omanfyri umrøddu tingsviðgerð; men hann lýsir væl tann hugburð, danskir myndugleikar ofta høvdu mótvegis føroyingum í sambandi við hernaðarmálini.

Men, aftur til mál Tjóðveldisfloksins á tingi. Sum ávíst kravdi Tjóðveldisflokkurin fólkaatkvøðu um hernaðarmálini. Hetta varð av ongum; men tað fær ein at hugsa um, hvussu fram varð farið í Danmark. Heldur ikki her fór nøkur fólkaatkvøða fram, tá Danmark gjørdist NATO-limaland. Avgerðin varð tikin í táverandi danska ríkisdegnum, og tað var lítið og einki alment kjak um evnið.23)

Hákun Djurhuus viðgjørdi í "Dagblaðnum" 1. apríl 1959 í svarið til P.M. Dams, løgmanns, m.a. sjónarmið Fólkafloksins í NATO-málunum (hetta kann samanberast við minnilutastøðu Knút Wangs, sum lýst omanfyri).

Hetta brot verður endurgivið úr greinini: "Í tí frágreiðing, løgmaður Petur Morh Dam kom við í útvarpinum í morgun í sambandi við útbygging NATOs á Sornfelli tók hann til, at meginparturin av samráðingunum hesi útbygging viðvíkjandi var farin fram, meðan Hákum Djurhuus sat í landsstýrinum. Kanska skuldi eg følt meg smikraðan av, at harra løgmaður tekur til mín í hesum sambandi og vil harvið umvegis siga, at eg var tyngdin í hesum samráðingum, men tíverri má eg siga henda heiðurin frá mær, og komi eg tí við hesi rættleiðing.

Í 1956 komu til Føroya útsendingar í Natoørindum at kanna líkindini fyri at byggja eina radarstøð í Føroyum. Ørindi teirra vóru heft av tøgnskyldu, og var eg, sum aðrir í tí sessi, bundin av tí hafti. Undir munnligu samráðingunum um hetta mál í Nólsoyarstovu fingu teir frá mær at vita mína og óivað floksins støðu og hon var henda:

Í fyrstu syftu Føroyingar vóru eitt fólk, ið vóru mótstøðumenn av hernaðartiltøkum og vóru ímóti eini og hvørji hernaðarútbygging av Føroyum.

Í aðru syftu Um ein hernaðarútbygging her kom at vera so neyðug, at okkara mótvilji ikki munaði ímóti tí týdningi, ein slík útbygging var hildin at hava, sum eitt lið í verjanini av Vesturheiminum og hansara mentan, vildu vit seta hesar treytir fyri útbygging av radarstøð í Føroyum:

Full samsýning latin fyri lendið, full samsýning latin fyri árligt inntøkutap hjá teimum, ið jørðina mistu. Um koncessiónsgjald varð goldið beinleiðis ella óbeinleiðis fyri rakstrarrætt av radarstøð, at gjaldið fór í landskassan. Oyggjarvegurin gjørdur uttan útreiðslur fyri føroyingar í tíðarhóskandi breidd úr Havn og norður í Kollfjarðardal, at ein útbygging av SEV, ið stóðst av hesum tiltaki, varð finansierað og partvís goldin av NATO, og at løgtingið samtykti útbyggingarloyvið, áðrenn byrjað varð.

Síðan havi eg ikki tosað við nakran Natomann ella útsending frá NATO, men eg veit, at samráðingar hava verið førdar, og at NATO ikki vildi góðtaka omanfyrinevndu treytir. Meðan eg sat í landsstýrinum var endaligt lyfti ikki givið um nakra útbygging, ei heldur var farið undir nakra útbygging, heldur ikki meðan mín partamaður O.J. Jensen sat í landsstýrinum var farið undir nakra útbygging.

Nú harra Dam er vorðin løgmaður verður útbyggingin byrjað, uttan at løgtingið fær loyvi at taka støðu í hesum máli …".

Stundir eru ikki her til at viðgera greinina hjá Hákuni Djurhuus gjølla; men í øllum førum lýsir hon, um samanborið verður við sjónarmið tjóðveldismanna omanfyri, væl munin millum hugsjónir fólkafloksmanna og tjóðveldismanna í sambandi við hernaðarmálini í tíðini umleið 1960. Høvuðsmunurin tykist vera tann, at meðan tjóðveldismenn treytaleyst vóru mótstøðumenn av øllum hervaldi í landinum, ásannaðu fólkafloksmenn, hóast eisini mótstøðumenn av hervaldi í Føroyum, at tann støða kundi taka seg upp, har føroyskt ymski um uttanveltaða støðu ikki fór at verða virt.

At enda í hesum føri skal verða víst á, at Hákun Djurhuus umrøddi samráðingar millum umboð fyri NATO og landsstýrið, sum fóru fram í 1956. Men einki skjal er funnið, sum prógvar, at hann visti, at Kristian Djurhuus, løgmaður í 1956 bæði hevði verið við til at geva loyvi til, at NATO kundi fara undir bygging av radarstøð í Føroyum (hetta hendi á fundi í Keypmannahavn), og at NATO skuldi hava loyvi til at nýta Skálafjørðin sum kavbátastøð í krígstíð.24)

Hetta kom heldur ikki fram undir løgtingsviðgerðini av uppskoti Tjóðveldisfloksins (sum lýst omanfyri). Tingmenn hava ikki vitað um henda veruleika, og tí er øll tingviðgerðin av málinum í stóran mun farin fram undir følskum fortreytum, tí heilt avgerandi partar av veruleikanum vórðu miðvíst og tilvitað duldir fyri tinginum.

Uppskot meirilutans varð í tinginum samtykt við 17 atkvøðum móti 11. Nú kundu føroyingar, føroyskir og danskir fjølmiðlar og danska stjórnin taka til eftirtektar, at tingmeirilutin hevði tikið undir við, at hernaðarligu útbýggingarnar í Føroyum kundu halda fram.

Brævið frá Kampmann 26. August, 196125)

Eitt skriv, sum fekk nógva umrøðu í politiska kjakinum í Føroyum í hesi tíð, var bræv, sum danski forsætismálaráðharrin Kampmann sendi landsstýrinum í sambandi við, at løgtingið hevði mótmælt, at hermenn vórðu knýttir at støðunum á Sornfelli og Eiði, og at krígsútbúnaður varð goymdur á føroyskum land- ella sjóøki. Skriv Kampmanns verður her endurgivið í heilum líki:

"Med skrivelse af 3. juli 1961 (F.L.j.nr.7-1) har Færøernes landsstyre gennem rigsombudsmanden på Færøerne fremsendt et af lagtinget den 12. maj 1961 vedtaget forslag, hvorefter ‘Færøernes lagting protesterer imod, at militære personer bliver knyttet til stationerne ved Sandfelli og Ejde, og modsætter sig, at der gemmes eller bruges krigsudrustning på færøsk land- eller søområde’.

I den anledning skal undertegnede statsminister på regeringens vegne untale følgende:

Som det vil være bekendt, opføres der i nærheden af Sandfelli nordvest for Torshavn en radarstation, en radiostation (en såkaldt Forward Scatter station) samt et indkvarteringsområde til brug for stationerne.

Radarstationen, der er led i SHAPEs kæde af langtrækkende varslingsstationer (med tilsvarende stationer bl.a. i Danmark, Norge, Island og Storbritannien) har til formål at registrere trafik af luftfartøjer, og radiostationens formål er at videresende oplysninger fra radarstationen til centrale myndigheder.

Under opførelsen af radiostationen er der opstået behov for en udbygning af stationens kapacitet. Af radiotekniske grunde ville en ændring af stationens nuværende placering i nærheden af radarstationen være ønskelig, og mulighederne for en teknisk bedre beliggenhed har derfor været undersøgt. Undersøgelserne er imidlertid resulteret i, at en bibeholdelse ef den hidtidige placering efter omstændighederne er tilfredsstillende, hvorved man også har taget et formodet ønske fra færøsk side om ikke at sprede anlæggene i betragtning. – Udvidelsen af stationens kapacitet medfører en mindre førøgelse af stationens tekniske personale (undirstrikað,JT).

De arealer, hvorpå stationerne og indkvarteringsområdet anlægges, vil blive indhegnet af hensyn til anlæggenes beskyttelse og uhindrede funktion. Det er for tiden ikke muligt at oplyse den nøjagtige størrelse af de pågældende arealer, men hegnet vil antageligt alt efter terrænforholdene de enkelte steder komme til at forløbe i en varierende afstand af maksimalt 200 m fra vedkommende bygning eller anlæg. Adgengsvejen til anlæggene vil være åben for offentligheden, dog således, at vejen vil blive spærret tæt ved stationerne.

Den samlede bemanding på stationerne vil andrage ca. 150 mand, hvoraf hovedparten vil blive militært, det vil sige uniformeret, resten civilt personale. Der vil på stationerne kun blive tale om at beskæftige personer fra Danmark eller Færøerne, samt herudover nogle få teknikere fra NATO.

Det militære personale skal have specialuddannelse, dels i betjening af stationerne, dels som teknikere for at kunne udføre reparationer og lignende på materiellet. En mindre del, antagelig omkring 10 – 15 mand, vil blive anvendt til bevogtningsmæssige opgaver, medens et lignende antal påregnes anvendt til arbejde, som ikke kræver teknisk eller anden særlig uddannelse. Sidstnævnte stillinger vil formentlig helt eller delvis kunne besættes med færinger, såfremt der måtte være interesse herfor.

Såfremt det måtte vise sig, at færinger skulle ønske at forrette anden frivillig tjeneste ved stationerne, vil dette spørgsmål blive taget op til overvejelse i forsvarsministeriet. Principielt skulle der intet være til hinder herfor under forudsætning af, at de pågældende er i besiddelse af fornødne kvalifikationer.

Som det tidligere er meddelt, er der ikke med driften af anlæggene forbundet nogen form for strålevirkning af sundhedsfarlig eller anden skadelig karakter for mennesker og dyr, som færdes på området omkring stationerne.26)

Som det også fremgår af foranstående, påregnes stationernes uniformerede personale ikke anvendt til opgaver, der kræver indsats af våben, idet dets opgaver, bortset fra almindelig bevogtningstjeneste, er af radar- og signalteknisk art. Dette personale vil blive udstyret med almindelige håndvåben, men der vil ikke blive tale om nogen form for oplægning af bomber, raketter eller lignende, lige så lidt, som der foreligger planer om opførelse af andre NATO-anlæg på Færøerne, således som det har været anført i den færøske presse.

Det er regeringens indtryk, at det færøske folk føler sig som hørende til den vestlige verdens kulturkreds og fortsat ønsker at tilhøre denne. Som tiderne har formet sig, er det vanskeligt, for ikke at sige ugørligt for de små lande at sikre sig et sådant tilhørsforhold uden gennem andre ligesindede lande, og i et sådant samarbejde er det nødvendigt og uundgåeligt, at enhver deltager, stor eller lille, aktiv eller passiv, må påtage sig byrder og bringe ofre efter evne.

Kampmann
/Ruth Bruun-Pedersen".

Skriv Kampmanns varð nógv umrøtt í føroyskum bløðum, og rættiliga stór ónøgt var við hetta skriv. Tíverri eru ikki stundir at viðgera hetta nú; men hesar viðmerkingar kunnu gerast: Tað er ongantíð staðfest, at NATO hevur goymt bumbur rakettir o.tl. í Føroyum (á sama hátt, sum USA hevði a-bumbur í Grønlandi). Heldur ikki er nakar geislavandi staðfestur í sambandi við virksemið í Mjørkadali/Sornfelli. Tað ber heldur ikki til at nokta, at Føroyar eru partur av vestureuropeiska mentanarøkinum. Men tó er nakað at geva sær far um í skrivinum frá Kampmann. Samanber tann undirstrikaða partin av skrivinum frá Kampmann við tilráðingina hjá Elkær-Hansen omanfyri. Um hesi orð í veruleikanum fjala USA-støðina á Sornfelli, so er tilráðingin frá Elkær-Hansen, um at dylja fyri føroyingum veruleikan um nevndu støð, fylgd í skrivi danska forsætismálaráðharrans til Føroya landsstýri frá 26. august 1961.27)

Sjálvstýrislandstýrið

Sonevnda sjálvstýrislandsstýrið (4.01.1963-12.01.1967) hevði hesa manning: Hákun Djurhuus, løgmaður, Erlendur Patursson, Karsten Hoydal og Niels Winther Poulsen. Fólkaflokkurin hevði sostatt løgmannin, Tjóðveldisflokkurin 2 landsstýrismenn og Sjálvstýrisflokkurin 1. Tilfarið í skjalasavni landsstýrisins, hernaðarmálunum viðvíkjandi, í hesum tíðarskeiði er ikki stórt í vavi. Hetta kann hava samband við, at tær stóru avgerðirnar hernaðarmálunum viðvíkjandi helst eru tiknar, áðrenn sjálvstýrislandsstýrið fór til verka (útlendsku krøvini um at fáa støðirnar bygdar, útbyggingar o.s. frv.). Tey mest týðandi skjølini verða tikin fram í hesum sambandi.

Fundur í Tinganesi millum landsstýrið og forsætismálaráðið (29/6 -1964)28)

 

Á hesum fundi vóru hjástæddir (fyri føroyskar myndugleikar): Hákun Djurhuus, løgmaður, landsstýrismenninir Niels Winther Poulsen og Karsten Hoydal - og hesi umboð fyri stuðulsflokkar landsstýrisins: Marius Johannesen, Kjartan Mohr, Hanus við Høgadalsá, Poul Petersen. Eisini vóru hjástaddir Johan Djurhuus, Mikkjal Helmsdal og J.P. Ellendersen.

Danir vóru umboðaðir av forsætismálaráðharranum, 2 embætismonnum og ríkisumboðsmanninum. Til viðgerðar á fundinum vóru:

  1. Flagg-málið. Hesum kom stutt sagt ikki annað burtur úr enn, at Jens Otto Krag viðgekk, at "da jeg stod op i morges kunne jeg se de mange færøske flag, der i høj grad klædte den færøske natur".
  2. Lógin um deyðarevsing "for visse handlinger under krig eller fjendtlig besættelse. Lagtinget har i 1958 behandlet sagen og med et flertal vedtaget, at loven bør sættes ud af kraft for Færøernes vedkommende, men man fik, efter at sagen var forelagt ministeriet, afslag på dette ønske". Til hetta segði Krag, at orsakin til hesa lóg var týska hersetingin av Danmark undir seinra heimskríggi "og reaktionen efter krigsafslutningen. Selv var han modstander af dødsstraf".
  3. Lógin um verndarskyldu og málið um radar- og forward-scatter støðina á Sornfelli. Løgmaður legði í hesum sambandi dent á, at føroyingar "ifølge historisk tradition var antimilitarisk indstillet. Man havde hverken direkte eller indirekte ønsket at blive bragt ind i en militær situation. Her på Færøerne ønsker man hverken dødsstraf eller værnepligt, der har kun været tale om fiskeriinspektionstjeneste. Da fiskeriinspektionstjenesten skulle udbygges, mente man fra dansk side, at det var nødvendigt, at der også etableredes en station på land, hvilken udelukkende skulle komme inspektionen tilgode, men senere er der kommet noget andet ind. Man ønskede ikke fra færøsk side at komme ind under en direkte eller indirekte militær ordning. Vi har forhandlet med regeringen, men det er ikke lykkedes at få regeringen til at acceptere disse synspunkter. Da nu statsministeren sagde, at han ville sætte sig ind i forholdene her på Færøerne, så ville lagmanden benytte lejligheden til at drøfte dette spørgsmål med statsministeren. Jeg er klar over, sagde lagmanden, at Færøerne kom ind under NATO, selv om vor repræsentant i landstinget dengang, lagtingsmand Poul Niclasen, protesterede, men jeg har ladet mig fortælle, at selv i Danmark er der spørgsmål, om Bornholm ikke er udenfor NATO. Jeg tillader mig at nævne dette, fordi det er omtalt i pressen, menlig fra en pressemand fra London". Krag svaraði, at Bornholm ikki var uttan fyri NATO, og at hann "skulle få undersøgt problemerne i lyset af, hvad der er sagt. Han fulgte nøje med, hvad der skete heroppe og læste flittigt rapporterne fra rigsombudsmanden".

Hini málini, ið umrødd vóru, snúðu seg um 60-millióna grunnin, 40-millióna grunnin, rættindi føroyinga í Grønlandi og tannlæknamálið (bert 7 tannlæknar virkaðu tá í Føroyum). Hesi mál verða ikki viðgjørd her. Løgmaður fekk einki greitt svar frá forsætismálaráðharranum um hernaðarmálini.

Í málinum liggur eisini eitt handskrivað rit, ikki skrásett, dagfest 22.20.1964, eftir Erlend Patursson. Tað er soljóðandi:

"Herskyldumálið – J. 12-1
Nýtt skriv til donsku ríkisstjórnina við kravi um, at herskyldulógin frá 11. juni 1954 nú uttan seinkan verður broytt samsvarandi løgtingssamtykt 26. apr. 60.

Hernaðarmálið – J.- 7-1
Nýtt skriv til donsku ríkisstjórnina við kravi um, at øll herútgerð og alt herfólk, sum knýtt er at støðunum á Sandfelli nú beinan vegin verður flutt burtur av landinum og at skipað verður soleiðis fyri, at eingin herútbúnaður og einki herfólk í framtíðini verður knýtt at hesum støðum, sum samtykt …

Deyðarevsingarmálið – J. 501 – 3 – 1
Nýtt skriv til donsku ríkisstjórnina við kravi um, at deyðarevsingarlógin frá 7. juni 62 (?) verður tikin úr gildi í Føroyum, smb. løgtingssamtykt 22. apr. 59.
22/10 – 64, E.P."

Hetta lýsir, um ikki annað, persónligu støðuna hjá Erlendi Paturssyni til nevndu mál.

15. desembur 1964 sendi Hákun Djurhuus, løgmaður, vegna landsstýrið soljóðandi skriv til ríkisumboðsmannin:29)

"Med skrivelse af 3. juli 1961 oversendte landsstyret hr. rigsombudsmanden til videre foranstaltning beslutning i lagtingssag nr. 14 i samlingen 1960, hvorefter lagtinget protesterer mod, at der knyttes militært personel til stationerne ved Sornfelli og Eiði, og at der opbevares krigsudrustning på Færøsk land- eller søområde.

Som svar herpå har man modtaget statsminister Kampmans skrivelse af 26. august s.å. I denne skrivelse anføres bl.a., at der ved stationerne ved Sornfelli vil blive knyttet en samlet bemanding på ca. 150 mand, hvoraf hovedparten vil blive militært; det uniformerede personale vil, bortset fra almindelig bevogtningstjeneste hvortil man skal disponere over, ca. 10 – 15 mand, ikke blive anvendt til opgaver, der kræver indsats af våben, idet dets opgaver er af radar- og signalteknisk art.

Da sagen endnu ikke har fundet en løsning i overensstemmelse med lagtingsbeslutningen, og da det ifølge det foran anførte af hensyn til stationernes drift ikke er nødvendigt, at personalet er militært, skal man på ny rejse spørgsmålet til hurtig og velvillig overvejelse.

Det kan tilføjes, at som hr. rigsombudsmanden bekendt blev det her foreliggende spørgsmål rejst af lagmanden på møde 29. juni 1964 for statsministeren under dennes besøg på Færøerne.

Hákun Djurhuus
Lagmand/
J. Djurhuus".

Løgmaður hevur sostatt tikið málið uppaftur, helst ti, at landsstýrið einki ítøkiligt hevur fingið at vita eftir fundin við Krag (sbr. fundarfrásøgnina omanfyri).

17.5.1965 hevði Hákun Djurhuus samrøðu við Jens Otto Krag. Til statar var eisini Eigil Jørgensen, dep.ch.30) Millum tey mál, ið umrødd vóru, verða hesi tikin fram:

"Verjuskyldan.
Landsstýrið hevur skrivað til ríkisstýrið, men svar er ikki komið enn. Statsministarin segði, at innanríkisráðið 2. apríl 1965 hevur sent øllum ‘indskrivningskredse’ eitt introduktiónsskriv um at føroyingar, sum ikki hava fastan bústað, skulu ikki møta og siga frá, at teir eru føroyingar fyri at sleppa undan verjuskyldu. Faktisk er støðan so hin sama, sum hon var, áðrenn 1954 lógin kom í gildi. Løgmaður kundi ikki góðtaka hetta sjónarmið, tí stigið, ið her var tikið, var umsitingarligt, og eftir lógini kundi tað lætt verða broytt, uttan at føroyingar kundu ávirkað broytingina, soleingi lógin stóð óbroytt. Statsministeriið vil skrivliga siga landsstýrinum frá broytingini.

Lógin um deyðarevsing.
Løgmaður vísti á, at metingin av teimum gerðum, sum eftir lógini koma undir deyðarevsing, kann vera ein onnur í Føroyum enn í Danmark; loyalitetsuppfatanin nýtist ikki at vera hin sama. Annars vóru føroyingar ímóti deyðadómi sum revsingarháttur. Statsministarin svaraði, at lógin bert galt, tá kríggj var og fyri tey grovastu brotsverkini, eitt nú landasvik. Danir vóru eisini ímóti deyðarevsing, men royndirnar aftaná seinasta kríggj, har deyðarevsingarlógin varð givin afturvirkandi í kraft, varð hildin at vera móti vanligum demokratiskum princippum. Hesum vildu teir ikki koma út fyri aftur. Statsministarin vildi umhugsa málið.

Støðin á Sornfelli.
Løgmaður segði, at føroyingurin frá langari søguligari traditión var ímóti øllum, sum ber við tað militera. Vísti á, at tað var uniformurin, sum gjørdi trupulleikarnar, og um tað tí ikki var møguligt at minka um talið av starvsfólki í uniformi, tí upprunaliga var tað sagt, at herfólk ikki skuldu nýtast til støðina. Statsministarin lovaði at umhugsa spurningin og skrivliga svara landsstýrinum".

Í fyrstu syftu fekk løgmaður sostatt einki ítøkiligt svar frá Krag.

7.august 1965 sendi Wahl, ríkisumboðsmaður, soljóðandi skriv til landsstýrið:31)

"Fra statsministeriet har man modtaget sålydende fjernskrivermeddelelse:

‘I forbindelse med samarbejdet mellem den danske radarstation på Færøerne og de amerikanske styrker på Island er der aftalt afholdelse af 2 møder mellem personel fra henholdsvis Sandfelli stationen og en tilsvarende station på Island.

Møderne har bl.a. til formål at muliggøre en gensidig besigtigelse af de tekniske anlæg.

De med møderne forbundne rejser vil blive foretaget i et militært transportfly af type c-47 tilhørende den amerikanske flåde.

Flyvekommandoen har i den anledning anmodet om tilladelse for det amerikanske fly til den 16. august 1965 at overflyve Færøerne og foretage landing på Vágar flyveplads. Endvidere anmodes om tilladelse for flyet til nogle dage senere at returnere til Færøerne med de danske mødedeltagere.

Transportflyet er ubevæbnet. De fire amerikanske mødedeltagere vil være civiltklædte under opholdet på Færøerne’.

Hvilket herved meddeles, idet man skal udbede sig landsstyrets udtalelse snarest belejligt.

M. Wahl"

Orðini í tekstinum eru undirstrikaði av Karsten Hoydal, landsstýrismanni, sum stutt og greitt skrivaði "Møsn!" á breddan. Niðast á skjalið áritaði hann: "Millumlandafundir um militer áhugamál viðvíkjandi Føroyum eiga annaðhvørt at verða hildnir í Danmark ella í Amerika, ikki í Føroyum. Eri ímóti at loyvi verður givið. 12/8 – 65. K.H.".

Johan Djurhuus, skrivstovustjóri, mátti fólkaliga svara ríkisumboðsmanninum aftur: " … Som det vil være hr. rigsombudsmanden bekendt, jfr. senest skrivelse herfra af 15. december f.å., har landsstyret i henhold til lagtingsbeslutning i samlingen 1960 bl.a. protesteret mod, at der knyttes militært personel til stationen på Sornfelli. Der er endnu ikke modtaget svar på denne skrivelse. Da den foreliggende sag uden nogen tvivl fremhæver, at stationen er betjent af militært personel, kan landsstyret på den anførte baggrund ikke tilsige sin medvirken til det omtalte møde, men må tværtimod protestere mod, at Vágar flyveplads påtænkes anvendt i denne forbindelse".32)

Hernaðarmál eftir 1966

18. oktobur 1967 hevði "14. Septembur" grein við heitinum "Føroyar av álvara upp í hernaðin". Her var millum annað skrivað, at roynt hevði verið at fáa Danmark at ganga við til, at kavbátar við atomløddum polarisrakettum skuldu fáa støð í Føroyum, men at danir høvdu gjørt ta samtykt, at atomløðingar ikki máttu vera á donskum øki. Tó bendi okkurt á, at danskir stjórnarmyndugleikar vóru gingnir við til, at seta upp kommandostøðir til polariskavbátar í Føroyum, meðan bátarnir sjálvir ikki skuldu sleppa at hava støð her. 24. oktober 1967 avsannaði ríkisumboðsmaðurin hesi tíðindi.33)

17.04.1969 legði Tjóðveldisflokkurin fram uppskot til samtyktar í tinginum um, at álagt verður Føroya landsstýri at krevja av ríkisstýrinum, at Føroyar frá 1970 at rokna skuldu fara út úr NATO-felagsskapinum.34)

Í viðmerkingunum til hetta uppskot varð borið fram, at sambært ríkislóg nr. 137 frá 23.03.1948 om Færøernes hjemmestyre § 7 skulu ríkisásetanir, sum innihalda avgerðir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til umhugsan, áðrenn tær verða lagdar fram á ríkisdegi. Eisini skulu ríkislógir, sum nema við lokal føroysk viðurskifti, leggjast fyri heimastýrið til umhugsan, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Hetta skal verða gjørt, fyri at løgtingið kann kann fáa mestmøguliga ávirkan á tilevningina av serligum ásetanum fyri Føroyar í lógum.

Tá Danmark í 1949 gjørdist limur í NATO, vóru Føroyar tiknar upp í henda felagsskapin, uttan at hetta varð kunngjørt løgtinginum frammanundan, heldur ikki varð løgtingið eftirspurt. Poul Niclasen mótmælti hesum út frá grundgevingini, at talan var um ein sáttmála, sum "berører i allerhøjeste grad færøske interesser" (samanber aðrastaðni í frágreiðingini).

Í viðmerkingunum legði Tjóðveldisflokkurin dent á, hvussu ómynduggjørdir føroyingar alla tíðina hava verið í tí, sum hevur við NATO-sáttmálan at gera (um samanborið verður við s. 18 omanfyri: fundin millum danskar embætismenn har avrátt varð at siga ósatt fyri føroyingum um amerikonsku støðina, ber annað illa til, enn at geva tjóðveldismonnum rætt), og í hesum sambandi vísti flokkurin til ymiskar negativar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, sum stóðust av hesum sáttmála.

Í 1950 legði danska stjórnin fyri løgtingið uppskot um heimaverju í Føroyum (evnið er viðgjørt í "Hernaðarmálum og Politikki"). Málið, sum hevði samband við, at danska stjórnin tíðliga í fimtiárunum var sinnað at gera munagóðar íløgur í donsk verjumál, gjørdist ongantíð lóg. Politiska mótstøðan í Føroyum var ov stór. Víst varð eisini til "verjuskyldulógina" og lógina um deyðarevsing, byggingina á Sornfelli osfrv.

Eisini varð víst á tað siðspillandi árin, sum Tjóðveldisflokkurin helt manningina í Mjørkadali hava á føroyskan ungdóm, serliga í Havn: "Ein stórur partur av manningini í Mjørkadali er óbúgvin ungdómur, sum keðir seg og leingist, og tí lættliga fellur til drykkjuskap, fer við konufólki og finnur uppá ólevnað av ringasta slag. Tað er einki at ivst í, at hermannalega so nær við Havnina hevur havt sera ringa ávirkan á ungdómin, sum her veksur upp. Eingin kann nokta, at manningin í Mjørkadali fær stórar nøgdir av spiritus innfluttar uttan at gjalda toll. Hetta spiritus hevur eisini verið víðariselt".35) Hartil komu so høgu húsaleiguprísirnir í Havnini, tí mjørkadalsmenn trýstu prísirnar upp í nógv hægri legu enn frammanundan.

Men, høvuðsevnið í skrivi Tjóðveldisfloksins var tó, at 1969 var árið, tá limalondini kundu siga seg burtur úr NATO-samgonguni, og við støði í teirri ómyndingaviðferð, sum føroyingar høvdu fingið í øllum NATO-málum, var tað hugsan floksins, at Føroyar høvdu nógvar og góðar orsakir til at taka seg burtur úr NATO, sum sjálvt í friðartíð var føroyingum ein meinur kleppur. Hartil kom, at skuldi kríggj brostið á, "verður støða okkara uppaftur verri, tí tá fær ein møguligur fíggindi grund til at leypa á einar herbúnar Føroyar, um hann ikki hevði gjørt tað, um landið ikki var herbúgvið".

Málið varð beint í millumtinganevnd, og 6.08.1970 fyrilá frágreiðingin frá millumtinganevndini, sum er ov drúgv til at verða endurgivin her.36)

Nevnast skal bert, at nevndin hevur gjørt eitt stórt arbeiði við m.a. upplýsingum úr øðrum norðurlondum um støðu teirra til NATO-spurningin. Hetta skal tó verða tikið fram:

Samb. § 13 í NATO-sáttmálanum kundi eitt og hvørt limaland halda uppat at vera limur, tá sáttmálin hevði verið í gildi í 20 ár. Limalandið kundi vera leyst av sáttmálanum eitt ár aftaná, at tað hevði sagt upp sáttmálan við at boða amerikonsku stjórnini frá hesum. Nevnda stjórn skuldi so siga hinum limalondunum frá uppsøgnini. Í fyrsta lagi kundi NATO-sáttmálin verða uppsagdur 24.08. 1969.

Hesin spurningur hevði fingið drúgva viðgerð í bæði Danmark, Íslandi og Noregi. Millumtinganevndin visti um tilfar úr Noregi (Norsk Utenrikspolitisk Institut, Forsvarets Forskningsinstitutt og Institutt for konflikt og fredsforskning) og úr Svøríki (Stockholm International Peace Researsh Institute, hvørs formaður var Gunnar Myrdal), og tað kemur fram, at nevndin fekk ta fatan, at eyðkenni fyri tíðina var stórøking av herútgerð og framleiðsla av meira og meira vandamiklum vápnum. Tí var neyðugt at vera vakin og ikki dusa sær í einum følskum áliti á tann tryggleika, sum valdsjavnvágin og kappingin um javnvág stórveldanna millum veitti.

Síðani greiddi nevndin frá royndunum at gera skandinaviskan verjusáttmála, sum varð av ongum, NATO-sáttmálanum, fyritreytunum fyri NATO- og Warzawasamgonguni út frá ymiskum sjónarmiðum, sjónarmiðum John Lyngs úr Noregi (sum m.a. segði, at NATO ikki hevði nakað endamál í sjálvum sær, men var eitt amboð at vissa tryggleika – til tess funnið var fram til eina almenna loysn av europeiskum problemum viðvíkjandi tryggleika …), donskum og íslendskum sjónarmiðum um NATO og framhaldandi limaskapi í hesi samgongu.

Støða Føroya varð sett upp á henda hátt (skjalið verður endurgivið í heilum teksti):

"13.04.1940 samtykti Føroya løgting einmælt hetta skriv til bretska hervaldið: 37)

Føroya løgting fekk í gjár boð um, at Ongland ætlar at seta hermenn á land at verja landið.

Hetta hendir uttan áheitan føroyinga.

Tað er støða tingsins at halda Føroyar uttan fyri bardagan og ósemjuna landanna millum.

Tingið tekur fyrivarni viðvíkjandi sínum rættindum og mótmælir, at annað um enn vinarliga sinnað ríki setir hermenn á land her, men troðkandi umstøður valda, at einki býti er at gera.

Føroya Løgting, sum gjøgnum øldir undir skiftandi viðurskiftum hevur umboðað Føroyar, undir heimild teirra skrivaðu og óskrivaðu lóga, roknar við og ynskir, at einki verður broytt Føroyum viðvíkjandi uttan samráðing við tingið.

Tá Danmark í 1949 gjørdist limur í hermálsligu samgonguni NATO, vórðu Føroyar tiknar uppí uttan at løgtingið varð eftirspurt (sí Dansk Sikkerhedspolitik II bilag 104).

Í 1950 legði landsstýrið málið um heimavernd (civilforsvar) í Føroyum fyri løgtingið. Hetta mál varð felt í tinginum við teirri motivering, at fólk í heimaverjuni var vápnað (sí løgtingsmál nr. 8/1950).38)

Viðvíkjandi øllum, sum er farið fram í NATO-málinum og málum, sum hava samanhang við tað, kann sigast tað sama, sum Føroya løgting segði 13. Apríl 1940:

‘Hetta hendir uttan áheitan føroyinga. Tað er støða tingsins at halda Føroyar uttan fyri bardaga og ósemju landanna millum’.

Eingin tingsamtykt er til skjals, sum hevur broytt tingsins støðu at halda Føroyar uttanveltaðar í ósemju landanna millum.

Í løgtingssetuni 1960, sbr. løgtingsmál nr. 14/1960: Mótmæli móti herstøðum í føroyum, samtykti løgtingið soljóðandi minnilutauppskot: ‘Føroya løgting mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki’.

Eingin tingsamtykt er til skjals, sum hevur broytt tingsins støðu hesum máli viðvíkjandi.

Við tí veldiga vøkstri í framleiðsluni av atomvápnum, sum farin er fram seinastu árini í huga og við vissuni um, at eitt so lítið øki sum Føroyar er sera sárbart og ringt at verja, um atombardagi brestur á, ræður uppaftur meira um at halda Føroyar uttanveltaðar nú enn áður. Eingin ivi er um, at Føroyar eru betur vardar uttan fyri enn innan fyri hermálsligar samgongur.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (J.FR. Øregaard, Hilmar Kass, Kjartan Mohr, Knút Wang, Poul J. Olsen og Karsten Hoydal) setur fram hetta

Uppskot
til
samtyktar

Føroya løgting biður landsstýrið siga ríkisstjórnini frá, at tað sambært løgtingsviðtøku frá 13.04. 1940 er løgtingsins støða, at Føroyar verða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur, og at løgtingið sambært løgtingsmáli nr. 14/1969 mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymt á føroyskum land ella sjóøki.
Landsstýrið verður samstundis biðið heita á ríkisstjórnina um at kanna líkindini nú at seta hesar løgtingsviðtøkur í verk.
Úrslitið av hesi kannan verður at leggja fyri løgtingið í vetrartingsetuni 1970/71.

Minnilutin (Trygvi Samuelsen) setur fram hetta

Uppskot
til
samtyktar

Føroya Løgting mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- og Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd ella nýtt á føroyskum land- ella sjóøki, tó undantikið tí, ið er neyðug fyri at røkja sjóverjuna (fiskaríinspektiónina).

Á Føroya løgtingi, 6. august 1970".

 

Uppskotið frá meirilutanum í nevndini varð samtykt við 15 atkvøðum - 0. Tingið kravdi sostatt ikki, at veitt varð á donsku stjórnina um, at Føroyar skuldu takast burtur úr NATO-samgonguni.

21.04.1972 sendi Føroya landsstýri løgtinginum soljóðandi skriv:39)

"Við skrivi frá 17.10.1970 greiddi landsstýrið ríkismyndugleikunum frá løgtingssamtyktini frá 19. 08.1970 í løgtingsmáli nr. 17/1970: Frágreiðing frá millumtinganevndini í løgtingsmáli nr. 78/1968 har heitt varð á landsstýrið um at siga ríkisstjórnini frá, at Føriyar verða hildnar uttan fyri ósemju landanna millum og hermálsligar samgongur, og at løgtingið sambært løgtingsmáli nr. 14/1960 mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- og Eiðisstøðunum og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki.

Eisini verð landsstýrið biðið um at heita á ríkisstýrið at kanna líkindini nú at seta hesar løgtingsviðtøkur í verk.

H. Baunsgaard, táverandi statsministari, svaraði í skrivi frá 1.07.1971. Viðvíkjandi støðunum á Sornfelli og á Eiði vísir hann til frágreiðing í 1961 frá táverandi statsministara Viggo Kampmann og sigur frá, at síðani tá eru ikki farnar fram broytingar av týdningi. Radarstøðin á Sornfelli, sum er eitt lið í ketuni av radarávaringarstøðum, er relestøð fyri radiosambandið millum flogfør yvir Føroyum og flogvøllin í Vágum. Hon er tikin upp í AIP Grønland og Føroyar (radiosamband og navigatiónshjálp) fyri alla flogferðslu á hesum økjum, og veitir sostatt sivilum flogførum, sum flúgva til Føroya og Grønlands navigatiónshjálp. Eisini er støðin við í loft- og sjóbjargingartænastuni saman við bjargingarstøðunum í Tórshavn og Keflavík. Støðin hevur hondvápn og lóður til at nýta í sambandi við vaktarhald á staðnum. Manningin er íalt 140 mans, harav 19 sivilir, sum allir eru føroyingar.

Loranstøðin á Eiði er heilt civil og verður rikin av "Fyrvæsenet". Hon kann nýtast av øllum skipum og flogførum, sum sigla ella flúgva í norðuratlantsøkinum. Loran C systemið kann nýtast av sivilum, og bæði móttakarar og lorankort fáast í fríum handli. Harumframt verður Loran C nýtt av sjóverjuskipum við Føroyar, kaðalskipum og havrannsóknarskipum. Manningin er 19 føroyingar undir leiðslu av einum tænastumanni frá "Fyrvæsenet".

Annars ger harra Baunsgaard vart við, at hernaðarspurningar viðvíkja ríkinum sum heild, og mugu viðgerðast við hesum í huga. Stjórnin hevur tikið samtykt løgtingsins til eftirtektar og vil ávirka, at tey sjónarmiðini, sum løgtingið førir fram, verða millum tað tilfar, sum verður lagt til grund fyri politisku og hernaðarligu metingina av trygdarpolitikki Danmarkar.

Til nærri lýsingar av grundarlagnum undir metingini av verjupolitikki Danmarkar er hjáløgd frágreiðing frá juni 1970 frá sakkønari nevnd, sum var sett av ríkisstjórnini".40)

Frágreiðingin frá sakkønu nevndini liggur ikki saman við skrivinum. Nakra kritiska meting av skrivinum tykist landsstýrið ikki at hava gjørt. Um samanborði verður við tað, ið sum heild er komið fram í "Hernaðarmálum og Politikki", er greitt, at svarið frá Baunsgaard als ikki var nøktandi.

Ein grein í myndablaðnum "MAGN", 02.07.1976, vakti ávísan ans. Orsøkin var, at næstovastin í Mjørkadali, B.J. Jensen, majorur, í samrøðu við nevnda blað beinleiðis viðgekk, at støðin í Mjørkadali/Sornfelli var álopsmál hjá Warzawa-samgonguni í krígstíð: "Det vil i allerhøjeste grad altid være en mulighed. Der er ingen tvivl om det, ligesom alle andre varslingsstationer er nogen af de første mål, der i en given situation vil være dem, man går efter". Harumframt segði majorurin støðina at vera fyrireikaða at taka ímóti álopi frá teimum, "vi kender som femte kolonne folk blandt den færøske befolkning, som på en eller anden måde var blevet bevæbnet, og som på en eller anden måde havde tilknytning til dem, der ville angribe os…". Um majorurin er rætt er endurgivin í "Magn", so er orðingin rættiliga áhugaverd, tí so merkir hetta, at hervaldið hevur roknað við tí møguleika, at eystanveldini hava havt viðhaldsfólk í Føroyum.

Ið hvussu er tykist landsstýrið at hava tikið greinina í "MAGN" í álvara, tí skriv tykist vera sent ríkisumboðnum við fyrispurningi hesum máli viðvíkjandi.41) Tó er einki svarskriv funnið frá ríkisumboðnum.

14.11.1979 var fundur í danska forsætismálaráðnum millum landsstýrið og ríkisstýrið42). Landsstýrið var umboðað av Atla Dam, løgmanni, D.P. Danielsen, Heðini Klein og Jákupi Lindenskov. Eisini var Einar Kallsberg við á fundinum. Av dønum vóru bert embætisfólk á fundi undir leiðslu av Ruth Christensen, skrivstovustjóra.

Viðvíkjandi NATO-málinum vísti løgmaður á blaðskriving (Frederiksborg Amtsavis) um játtan uppá 200 mió. kr. til styrking og útbugging av NATO-tiltøkum serliga í Føroyum. Atli Dam nevndi, at løgtingið fleiri ferðir hevði samtykt at vera ímóti setan av hermonnum í Føroyum og av allari útbygging av NATO-støðum í Føroyum. Tí var tað vegna blaðskrivingina átroðkandi at fáa eina gjølla og haldgóða frágreiðing um, hvussu støðan veruliga var.

Frederiksen, deildarstjóri í danska verjumálaráðnum greiddi í aftursvari til Atla Dam frá, at játtanin á donsku fíggjarlógini hevði sína orsøk í víðkanini av landleiðini við Føroyar og Grønland vegna fiskimarksútflytingar, at útbygging og ábøtur av verandi vaktartænastuni vóru neyðugar, at verjumálaráðið av hesi orsøk í juni 1979 hevði søkt um játtan uppá umleið kr. 200 milliónir til keyp av 3 jetflogførum og einari tyrlu, at játtan var søkt í juni 1977 til keyp av tyrlum, fleiri manningartólum og betri navigatiónstólum til verjuskipini fyri at bøta um nýtslumøguleikarnar av skipunum, at flogførini vóru óvápnað og tí ikki hernaðarlig, at játtanin uppá 200 mill. var serstøk játtan til vaktartænastuna í Føroyum og Grønlandi og tí einki hevði við verndartiltøk í hernaðarligum týdningi at gera, og at EEC hevði játtað at gjalda 70 milliónir krónur til ábøtur av vaktartænastuni sum heild – at skilja sum partur av nevndu 200 mió. kr. og sum partur av hini nevndu játtanini uttan tilskilan av, um tað snýr seg um vaktartænastuna í føroyskum ella grønlendskum sjógvi.43)

9. juni 1983 sendi danska sendistovan í Moskva uttanríkismálaráðnum grein úr sovjetiska blaðnum "Krasnaja Zvezda" um viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Greinin var bygd á upplýsingar úr "Land og Folk".44) Greinin verður endurgivin í danskari umseting:

"I NATO´s fangarme.

Den aggressive nordatlantiske bloks strategi, ledet af Pentagons generaler, inddrager dybere og dybere sine små partnere i NATOs nordflankes klistrede edderkoppespind af hasarderede ideer.

I NATOs aggressive militære kredses forsvarsplaner figurerer Danmark til stadighed oftere, og i første række figurerer dette lands ‘havprovinser’. F.eks. tillægger havets militære anførere Færøerne en ikke uvigtig rolle – det danske autonome område, som NATO uden hensyn til midler og kræfter, forsøger at gøre til sin nordøstlige forpost i Atlanterhavet.

Som den danske avis ‘Land og Folk’ skriver, afsættes der fra NATOs fonde 130 millioner kroner til modernisering af de militære installationer på Færøerne. Størstedelen af disse midler vil blive brugt til den luftmilitære amerikanske base Mørkedal tæt ved øhavets administrative centrum – Torshavn. Herfra udstrækker de deres elektroniske "fangarme", der er duelige som radiospionstationer, som, fastslår avisen, er et væsentligt led i NATOs gigantiske radioelektroniske fjernkendingssystem ‘Nadge’, der dækker enorme afstande fra Tyrkiet til det nordlige Norge, fra Alaska til Grønland. I disse militære forbindelsesmidlers opgave indgår, i overensstemmelse med Pentagons doktrin, såvel døgnkontrol af luftrummet og det kosmiske rum, som ordre til de amerikanske bombemaskiner om udførelse af atomslag under omstændigheder, som det bemærkes, - krisesituationer.

Det hemmelighedsfulde slør omkring USA's radarinstallationer som med omhu er blevet beskyttet af NATO, blev løftet i bogen ‘Grønlandhavets perle’, udgivet i år af forlaget ‘Irene og forfatterne’. I den har danske specialister og udenlandske militæreksperter på grundlag af detailjeret opklaring afsløret det det aggressive væsen og det virkelige format for de amerikanske baser på den største ø i verden der, ligesom Færøerne hører til Danmark.

Nato udviklede i al hast arbejdet for en videreudvikling og udbredelse af militære objekter på Færøerne uden at vente på den nødvendige tilladelse fra de lokale kommunale myndigheder og styrelsesorganer.

Den færøske regering har gentagne gange fremtrådt med krav om en tilbagetrækning af de amerikanske baser fra øhavet, imidlertid har man hver gang modtaget bestemt nægtelse fra dansk side.

I slutningen af maj foregik i øhavets administrative center protestmassedemonstrationer fra fredselskende kræfter mod NATOs voksende militaristiske forberedelser på øerne.

I disse deltog iøjnefaldende politiske personligheder, parlamentarikere, repræsentanter for forskellige samfunds-, kultur- og religiøse organisationer. Deltagere i disse demonstrationer udtrykte alvorlig bekymring i forbindelse med NATOs aggressive militære kredses forsøg på stærkere at inddrage Færøerne i den amerikanske globale strategi, man krævede en likvidering af USA's militære baser på Færøerne.

V. Voronkov".

Neyðugt er ikki í hesum sambandi at gera aðrar viðmerkingar til greinina enn at hon vísir sovjettiskan áhuga fyri hernaðarligu útbyggingunum í Føroyum, og at greinskrivarin hevur vitað um føroyska mótstøðu móti hernaðarligu útbyggingunum í oyggjunum.

Ávisir fyrispurningar til løgmans liggja í landsstýrisins skjalasavni frá Adolfi Hansen, Jóannesi Dalsgaard og øðrum løgtingsmonnum í áttatiárunum. Stundir eru ikki her til at viðgera hesar fyrispurningar uttan bert at nevna, at allir vórðu svaraðir so ella so.

Stundir eru heldur ikki til at viðgera tey lutfalsliga mongu mótmælisskriv frá einstaklingum og felagsskapum móti NATO, sum liggja millum landsstýrismálini. Burtur av religiøs mótmæli eru tíverri ikki funnin, samanber russisku greinina omanfyri. Bæði Fylkingin móti Atomvápnum, Fólk fyri Friði, Meginfelag føroyskra Studenta o.o. hava sent landsstýrinum mótmæli og áheitanir um at fáa Føroyar burtur úr NATO. Kanska vóru tað hesir einstaklingar og felagsskapir, sum danski majorurin í Mjørkadali sipaði til, tá hann tosaði um fimtu kolonnu í Føroyum (sbr. omanfyri).

Dømi eru um, at hesi mál hava verið viðgjørd í landsstýrinum. Á landsstýrisfundi 26.04.1965 varð áheitanin frá Fylkingini móti Atomvápnum, samtykt 2. Páskadag s.á., mál 7 á skránni. Samtykt varð at senda avskrivt av áheitanini til ta løgtingsnevnd, sum tá hevði Sornfellismálið til viðgerðar, og samstundis senda fylkingini avskrivt av avgreiðslum landsstýrisins til løgtingið í hesum máli og siga frá, at áheitanin var avgreidd til løgtingið við avskrivt.45)

Skjølini í skjalasavni landsstýrisins ganga fram til 1988. Stundir eru ikki til at endurgeva tann seinasta umleið sættapartin av teimum. Heldur er ikki nakað nýtt í teimum av avgerandi týdningi. Tað mest áhugaverda málið er tó lýsingin av Føroyum sum kjarnorkufrítt øki.

Eftir at hetta mál hevði verið til viðgerðar í tinginum, sendi Føroya landsstýri, 01.08.1984, soljóðandi skriv til ríkisumboðið:46)

"Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 13/1983:

Føroyar sum kjarnorkuvápnafrítt øki.

Eftir áheitan frá Marknaðarnevnd løgtingsins hevur Føroya landsstýri samtykt at boða donsku ríkisstjórnini frá samtykt løgtingsins í omanfyri nevnda løgtingsmáli: ‘Í samljóði við samtykt løgtingsins 19. August 1970 um, at Føroyar skulu haldast uttanfyri ósemjur landanna millum, og sýtt verður fyri, at stríðsútgerð verður goymd á føroyskum øki, lýsir løgtingið Føroyar at vera kjarnorkufrítt øki’. Hjálagt avrit av løgtingsmálinum til víðari avgreiðslu".47) 

SAMANDRÁTTUR 

Í hesi stuttu frágreiðing eru tikin fram øll tey mest týðandi skjølini, sum innlit er fingið í, og sum eru at finna í skjalasavni landsstýrisins í Tinganesi.48)

Hetta nýggja tilfar fullfíggjar meira myndina av føroyskum politikki í sambandi við hernaðarmálini í tíðarskeiðinum uml. 1940 –1990.

Stórvegis orsøk tykist ikki vera til at broyta tann samandráttin, sum skrivaður er í "Hernaðarmálum og Politikki", s. 9 - 14. Tó er at leggja til merkis, at løgtingið kemur støðugt meira inn í myndina - so hvørt sum áhugin fyri hernaðarmálunum veksur, samstundis sum NATO/USA royna at trýsta fleiri krøv ígjøgnum í Føroyum. Legg eisini til merkis, at parlamentariska sambandið millum løgting og landsstýrið tykist styrkna sum frá líður. Í sjeyti og áttatiárunum var tað landsstýrið, uttan mun til politiskan lit, sum ofta bar fram løgtingsins vilja og sjónarmið fyri donsku ríkismyndugleikarnar49). Tilvitanin um, at tað er løgtingið, sum er veruliga parlament føroyinga er vaksin50). Føroyskur politikkur mennist og politiska tilvitanin hjá føroyingum búnast í hesi tí, og upprunaligu karmarnir um heimastýrislógina gerast ov trongir, so hvørt sum tað støðugt gerst meira greitt, at føroyingar krevja vaksandi innlit í tað, sum hevur við landið og samfelagið at gera. Hernaðarmálini eru eitt dømi um hetta. Annað dømi er búskaparligu viðurskiftini í 1990-árunum, tá samfelagið fór á húsagongd, bankamálini og mong onnur.

Nevndu mál skulu ikki viðgerast í hesum sambandi; men um hernaðarmálini í sjálvum sær kann verða sagt, at illa bar til hjá føroyskum myndugleikum at forða fyri, at NATO kravdi Early Warning-støðir í Føroyum, og at Loran C-støðin á Eiði, sum m.a. hevði týdning fyri polariskavbátarnar, varð bygd osfrv., tí tað var verjan av danska ríkinum, sum eisini fevndi um Føroyar og Grønland, sum skuldi tryggjast – sum liður í verjugarðinum hjá vestanveldunun í Norðuratlantshavi. Hetta var stórpolitikkur, og har megnaðu føroyskir myndugleikar lítið og einki. Føroyar liggja í tí sjóøki, sum NATO hevur átikið sær at verja51). Stóri strategiski týdningur Føroya fyri NATO er lýstur fyrr í hesi frágreiðing52), og tann, ið vil hava stutt yvirlit yvir politisku gongdina, sum hava við hernaðarmálini at gera í tíðini eftir annan heimsbardaga og fram móti nútíðini, kann lesa høvuðsniðurstøðuna ávegisniðurstøðurnar og metingarnar í "Hernaðarmálum og politikki"53).

Um hetta stutta Ískoyti til "Hernaðarmál og Politikk" kann í stuttum samandrátti verða tikið fram, at danskir myndugleikar undir støðugum trýsti frá NATO hava skundað undir hernaðarligu útbyggingarnar í Føroyum, og at landsstýrið og løgtingið eru blivin alsamt meira greið um vandan fyri land og fólk, sum kundi standast av hesum tiltøkum. Skriv læknanna frá apríl 1959 hevur rinið við landsstýrismenninar, sum hinvegin hava fingið at vita frá donsku stjórnini (eitt sindur óbeinleiðis og fólkaliga orðað) at hernaðarútbyggingarnar skuldu fremjast, um føroyskir myndugleikar tóku undir við hesum ella ikki. Hetta merkir hinvegin ikki, at danskir myndugleikar ikki lótu seg ávirka av føroysku mótstøðuni móti fremmandari hermegi í landinum. Mong dømi eru í frágreiðingini um, at nevndu myndugleikar valdu at fara varisliga fram fyri at sleppa undan politiskari øsing í Føroyum.

Viðgerðin av løgtingsmálinum frá 1958 er dømi um, hvussu stóran ómak løgtingsnevndin gjørdi sær fyri at fáa so neyvt innlit sum gjørligt í hernaðarmálini. At týðandi partar av hesum málum vórðu duldir fyri tinginum, høvdu aðrir ábyrgdina av. Hóast hetta vaks leiklutur tingsins á hesum øki, sum sambært heimastýrislógini lá uttan fyri myndugleikaøki tess. Eisini gjørdist støða flokkanna í nevndu málum meira sjónlig frá seinast í fimtiárunum og frameftir. Hetta hendi samstundis sum ein stórur partur av fólkinum gjørdi støðugt meira vart við seg. Hetta kom eitt nú til sjóndar í ymiskum mótmælistiltøkum frá einstaklingum og felagsskapum.

At føroyingar gjørdust meira atfinningarsamir kom eitt nú til sjóndar í teirri blaðskriving, sum fór fram í sambandi við bræv Kampmanns frá 26.08.1961. Henda blaðskriving er av tíðarorsøkum ikki viðgjørd í hesi frágreiðing; men hon er dømi um, at føroyskir miðlar og politikarar ikki treytaleyst góðtóku allar frágreiðingar frá donsku stjórnini um hernaðarmálini.

Tilfarið frá tíðini hjá sjálvstýrislandsstýrinum er, sum fyrr sagt, ikki so stórt í vavi. Ein orsøk til hetta kann vera, at mangar av teimum mest týrandi hernaðarligu útbyggingunum vóru framdar, áðrenn hetta landsstýri fór til verka. Tey mest týðandi skjølini eru viðgjørd í hesi ískoytisfrágreiðing.

Royndir tjóðveldismanna at fara út úr NATO eftir 1969 vórðu av ongum; men støða Føroya, sum hon er lýst í skjalinum frá millumtinganevndini (august 1970) er áhugaverd54) - serliga tí hon lýsir aðalregluna í løgtingsins uttanveltaða politikki frá seinra heimskríggi til í dag. Henda uttanveltaða støða merkir ikki, at allir føroyskir flokkar eru mótstøðuflokkar av Atlantssamgonguni. Fleiri føroyskir politikarar nú á døgum ásanna virðið í vestansamgonguni undir kalda krígnum eins og í dag; men hinvegin hava teir við jøvnum millumbili kravt innlit í málini og tað, sum fer fram og er farið fram í hesum málum55).

At Sovjettsamveldið støðugt hevur havt áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og støðuni hjá NATO í Føroyum kemur eitt nú fram í russisku blaðgreinini frá juni 198356). Áhugavert hevði verið at gjørt meira burtur úr sovjetiskum áhugamálum í Føroyum og tí vitan og innliti, russar uttan iva hava havt í føroyska samfelagið og viðurskifti tess. Hetta kundi so verið samanborið við tey granskingarúrslit, sum eitt nú danski søguprofessarin Bent Jensen hevur lagt fram í bók síni "Bjørnen og haren", sum kom út seint á heysti 199957); men hetta kann ikki gerast fyrr enn føroyingar hava fingið innlit í sovjetiskar skjalagoymslur.

Seinasta evnið, sum er viðgjørt í Ískoytisfrágreiðingini, snýr seg um Føroyar sum kjarnorkuvápnafrítt øki. Nomið er bert stutt við hetta áhugaverda mál í hesum sambandi; men um hetta mál - eins og onnur av høvuðsmálunum í "Hernaðarmálum og Politikki" - er at siga, at viðgerðin hevði verið nógv meira áhugaverd, um stundir høvdu verið til at lýst hesi mál í millumtjóða høpi. Júst henda hugsan: at lýsa Norðurlond ella partar av hesum londum sum uttanveltað ella kjarnorkufrí vóru tiltøk, sum NATO/USA mettu at vera sera vandamikil fyri verjuna av vesturheiminum – júst tí, at friðarhugsjónin vann so nógv fram bæði millum politiskara og vanlig fólk í Vestureuropa, m.a. ávirkað av krígnum í Vietnam58). Henda hugsjón varð av hernaðarligum myndugleikum ofta mett sum ein hóttan móti viljanum at verja vesturheimin móti vandanum frá Warzawa-samgonguni. 

19.03.2000/JT

1) Sí t.d. skriv frá Landsverkfrøðinginum til Landsstýrið, dagf. 3. Juni 1958 (LV.j.nr.805/58; FLj. 1957.-I-10,1; Fortróligt). Eisini E. Christiansen, stjóri á Telefonverkinum og H. Winther, stjóri á SEV hava verið við í samráðingum í sambandi við útbyggingina í Mjørkadali/Sornfelli (FL.j.1957-10,1 og onnur skjøl við hesi átekning).

2) Rigsombudsmanden, 17. November 1957, hemmeligt, 012953; skrásett í Landsstýrinum 18.10.1958;FL.J.nr.1957.- IV – 10,1.

3) Hetta er avrit av skrivi sent ríkisumboðnum, merkt HEMMELIGT; FL.j. 57, I-10,1. Víst verður annars til gerðabøkur landsstýrisins frá heystinum 1956, 1957 og 1958, har nevndi spurningur, saman við vegagerðini (Oyggjarvegnum) og øðrum málum varð viðgjørdur. Longu á landsstýrisfundi 22. November 1956 (kl.11) 1956, har løgmaður og landsstýrismenninir Hákum Djurhuus og Edward Mitens vóru til staðar, varð undir pkt.2 "spurningurin um møguliga radarstøð á ’Sandfelli’ umrøddur". Í Extrakt-útskrift úr Gerðabók Landsstýrisins frá landsstýrisfundinum 13. Desembur (kl.11) 1957 undir punkti 8 stendur: "Radio- og radarstøð í Føroyum. Talan er um, at kønir menn koma til Føroya aftur í mars-apríl 1958 at halda fram við kanningunum av málinum. Landsstýrið hevur onki at viðmerkja til hetta". Til staðar á fundinum vóru løgmaður (kristian Djurhuus) og landsstýrismenninir Edward Mitens og Ole Jacob Jensen (FLj 1957 – I – 10,1). At enda í hesum sambandi skal gerast vart við, at onnur skjøl eru at finna í Tinganesi um bólkar av serkønum fólki, sum komu til Føroya at fyrireika støðirnar í Mjørkadali,/Sornfelli – dømi: skriv frá ríkisumboðsmanninum til P.M. Dam, løgmann, 14. Februar 1959, FORTROLIGT, Flj.nr, 7-1.2/59. Tann týdningur, sum spurningurin um Oyggjarvegin hevði í øllum samanhanginum kemur til sjóndar í Extrakt-útskrift úr gerðabók landsstýrisins frá landsstýrisfundinum 13. Juni (kl.10.00) 1958. Til staðar vóru Kristian Djurhuus, Edward Mitens og Ole Jacob Jensen. Undir punkti 1 stendur: Radar- og radiostøð á Sandfelli í samband við bygging av vegi frá Sundshálsi til Mjørkadals. Ole Jacob Jensen: Sum málið nú liggur fyri, og serliga tá eingin tilsøgn um finansiering fyriliggur, deils um at føra vegin frá Mjørkadali fram til Kollafjarðar og deils um at breiðka strekkið frá Sundshálsi til Mjørkadals, so vegurin fær vanliga trafikkbreidd, kundi hann ikki góðtaka, at landsstýrið framdi málið. Fyrilá finansieringstilsøgn av hóskandi Oyggjarvegi, hevði málið tá størsta áhuga. Edw. Mitens og løgmaður vóru samdir um at fremja málið undir tí forútsetningi, at ríkisstýrið útvegar landsstýrinum finansireingstilsøgn bæði til breiðkan av strekkinum frá Sundshálsi til Mjørkadals til vanliga trafikk-breidd og framhald av vegnum frá Mjørkadali til Kollafjarðar. Líkt er sostatt til, at málið um Oyggjarvegin er sera nær tengt at hernaðarmálunum sum heild. Landsstýrismenn hava viljað havt sum mest burtur úr (afturfyri), tá NATO-støðirnar skuldu byggjast.

4) Avrit av skjalinum liggur millum skjølini til løgtingsmál nr. 41/1958 (vetrarting): Uppskot til samtyktar frá Tjóðveldisflokkinum.

5) Sí "Hernaðarmál og Politikkur", s. 87f.

6) Brævið er skrásett í landsstýrinum 7. apríl 1959; FLj.nr. 7 – 1, 3/59 og áteknað "Strangt fortróligt" við handskvivt skrivstovustjórans.

7) Millim skjølini í Tinganesi liggur postkvittan + skriv frá skrivstovustjóranum sum vátta, at landslæknin fekk aftursend umrøddu fylgiskjølini

8) Landslæknin til P.M.Dam, 15.4.1959; FLj.nr.7-1,5/59.

9) Sí 2 skriv frá landslæknanum til landsstýrið, bæði dagfest 17.04.1959; FLj.nr. 7 – 1, 7/ og 8/59.

10) Ríkumb. J.1959,no 705,5; FLj.nr. 7-1,4/1959.

11) Sí "Hernaðarmál og politikkur", s. 121 – 122.

12) Sí Álit í løgtingsmáli nr. 41/1958 (vetrarting): Uppskot til samtyktar. Skrásett í Tinganesi FLj.nr.7-1,9/59.

13) Avrit av nevnda sáttmála er til skjals í málinum.

14) FLj.nr.7-1,9/59; dagfesting: 29.04.1959.

15) Sí "Hernaðarmál og Politikkur, s. 43f.

16) Skjal Tjóðveldisfloksins liggur saman við øðrum skjølum í Løgtingsmáli nr. 41/1958 (vetrarting) í skjalasavni landsstýrisins.

17) Sí t.d. § 5 í heimastýrislógini

18) Sí t.d. "Hernaðarmál og Politikkur", s. 14.

19) Sí "Hernaðarmál og Politikkur", s. 130 – 135.

20) Sí "Hernaðarmál og Politikkur", s. 130 – 135.

21) Udenrigsministeriet: 105.L.2.HEMMELIGT, genpart til 1107.H,P.J.V.,15.03.1961.

22) Heimastýrislógin § 1 og 5 í danska tekstinum.

23) Sí Gyldendal "Danmarks Historie" bd. 8 (red. Søren Mørch) 1990, s. 72: …efter at planerne om et nordisk forsvarsforbund ikke kunne realiseres, fandt den danske regering, at valget nu stod mellem udenrigspolitisk isolation eller tilslutning til NATO. Med sjælden hurtighed vedtog folketinget det sidste. Indmeldelsen i NATO nåede stort set ikke at blive diskuteret offentligt. Regeringen forelagde forslaget den 22. marts 1949, og to dage efter blev det vedtaget med socialdemokratiets, konservatives og venstres (pånær et medlem) stemmer. Tilslutningen til Atlantpakten formaliserede Danmarks tilslutning til den vestlige blok. Den angav rammerne for landets fremtidige forsvars- og sikkerhedspolitik. NATO-medlemsskabet indebar nogle forpligtelser, hvad f.eks. de stærkt stigende forsvarsudgifter i begyndelsen af 1950erne viste (samanber hetta seinasta við "Hernaðarmál og Politikkur", s. 90-101).

24) "Hernaðarmál og Politikkur", s. 112ff og s. 122.
30.08.1970 sendu 2 ungir føroyingar, búsitandi í Åbenrå, skriv til Kristian Djurhuus, løgmann, har teir kravdu, at Føroyar í stundini skuldu fara burtur úr NATO, tí at Føroyar kundu gerast eitt av teimum fyrstu londunum, sum vórðu "díkt undir í oyðandi kjarnorku-og øðrum bumbum". Løgmaður ritaði á hetta skjal við handskrivt: "Eg ivist ikki í, at hesir ungu menn í teirra idealistisku hugsan halda seg meta beint, men út frá eini realistiskari metan eri eg ósamdur við teir". Illa kann sigast annað, enn at Kr. Djurhuus var støðufastur í sjónarmiðum sínum.Tað, hann metti vera realistiskt, hevur óivað merkt hansara politikk í sambandi við verndarmálini. Hartil kemur sjálvandi hansara loyalitetur mótvegis ríkisfelagsskapinum og donsku stjórnini, sum fleiri ferðir er umrøddur í bæði donskum og amerikonskum skjølum frá hesi tíð. Brævið varð tikið til eftirtektar í landsstýrinum.FLj. nr.7-4,4; 05.09.1970.

25) Skrivið er dagfest 26. August 1961, Statsministeriets journal nr. 638,1/1960. Skrásett í FLj.nr.7-1,26, 14.09.1961.

26) Sama høvdu løgmaður, Johan Djurhuus,skrivstovustjóri, og landsverkfrøðingurin fingið at vita á fundi í forsætismálaráðnum 11.oktobur 1960; J. Djurhuus, skrivstovustjóri: "Dagbók. Tænastuferð til København", FLj.nr.7-1. Har nýtti skrivstovustjórin tó orðingina: "Ongin ’umiddelbar strålefare’ er. Ein sperring verður gjørd um støðina við 200 m radi-us, men er henda fyri at tryggja, at støðina. Tilsvarandi støð er í Jyllandi, og liggja garðar henni heilt nær. Í somu dagbók fyri 24. Oktobur, kl.16 stendur:"Saman við løgmanni hjá Poul Hansen verjumálaráðharra viðvíkjandi skrivi, hann hevur sent Kjartan Mohr viðvíkjandi Radarstøðini og Oyggjarvegnum. Løgmaður vísti á, at hetta skriv kundi verða og var longu missbrúkt í bløðunum, serliga viðvíkjandi tí, at á støðini skuldi vera "militært personel", og at løgmaður hevði havt samráðingar í statsministeriinum, sum verjumálaráðharrin ikki kundi greiða frá, men landsstýrið. Løgmaður vildi fegin hava skriv til sín frá ráðharranum, sum m.a. greiddi frá, hvussu orðini "militært personel" skuldu fatast, og um nøkur álopsvápn skuldu vera á støðini. Ráðharrin lovaði at senda løgmanni tílíkt bræv til nýtslu".
Tilfar, sum hevur samband við nevnda skriv til Kjartan Mohr er millum skjøl landsstýrisins í Tinganesi. Stundir eru ikki til at viðgera hesi skjøl, hóast fá í tali, her.

27) Samanber "Hernaðarmál og Politikkur", s.132-135.

28) Fundarfrásøgnin er orðað á donskum, hvørki undirskrivað ella skrásett

29) FLj.nr. 7-1.

30) Skjalið er eitt avrit (gjøgnumslag). Ikki er tilskilað, hvar samrøðan for fram. Helst hevur hetta tó verið í Keypmannahavn.FLj.nr. 7-1; merkt JD.

31) J.1965No75-80-6; skrásett í landsstýrinum 10.08.1965;FLj.nr.7-1,30.

32) Skrivið er bert í frumriti at finna í FLj. /8-1965.

33) Rigsomb. J. no. 20-31/1967. Skrásett í Tinganesi: FLj.nr.7-1,34,25.10.1967.

34) Løgtingsmál nr. 78/1968: Føroyar burtur úr NATO. FLj.nr.7-6,5.

35) Skjøl frá Gjaldstovuni um innflutning av rúsdrekka til Mjørkadals eru í málinum. Eisini er dømi um, at leiðslan í Mjørkadali vísti frá sær, at hermenninir seldu rúsandi løg til føroyskan ungdóm.

36) 15.09.1970; FLj.nr.7-6,7.

37) Løgtingstíðindi 1940: Eykatingsetan apríl 1940, bls.1.

38) Hesin spurningur eigur at kannast nærri (viðm. JT).

39) FLjnr.7-6.; 21.04.1972, Atli P. Dam / J. Djurhuus

40) Upprunaskrivið frá Baunsgaard er, sjálvandi, orðað á donskum og liggur í málinum FLj.nr.7-6,11; danska jnr.nr. er 40-17-60, statsministeriet. Sbr. eisini: "Hernaðarmál og Politikkur", s.13-14.

41) F.L. /8 1976. Skrivið liggur sum frumrit í málinum.

42) Fundarfrásøgnin er skrivað av Einari Kallsberg 21.11.1979; FLj.nr.7-1,37.

43) Annars vísti Einar Kallsberg til foroavrit av aktstk. nr. 467 frá 16.06.1977 og nr. 485 frá 15.06.1979 frá verjumálaráðnum til fíggjarnevnd fólkatingsins. Hesi skjøl eru hjáløgd málinum í landsstýrisins skjalasavni.

44) Udenrigsministeriet 105.L.1., 13.06.1983.

45) Gerðabók landsstýrisins, FLj.nr. 7-4, 1965.

46) Føroya landsstýri 1. august 1984; FLj.nr.7-6.JK/HJ.

47) Skjølini í málinum liggja saman í FL.j.nr.7-6.

48) Seinri eru hesi skjøl latin Føroya landsskjalasavni í varðveitslu.

49) Møguligar loyniligar samráðingar millum danskar og føroyskar myndugleikar, sum ikki kunnu skjalprógvast, kunnu sjálvandi ikki viðgerast her.

50) Samanber Harhoff "Rigsfællesskabet" (Århus 1993), s. 247: "Skal man vurdere hjemmestyreordningerne … efterlades der hverken for Færøernes eller Grønlands vedkommende nogen tvivl om Hjemmestyrets ambition og faktiske udfoldelse i retning af en statslignende indretning; hjemmestyreordningerne må i praksis siges at have emanciperet sig fra den oprindeligt tiltænkte quasi-kommunale selvstyremodel og fremstår i dag som selvstændige politiske strukturer. Dette understreges af den politiske og psykologiske perception af Hjemmestyret – både på Færøerne og Grønland – som dén myndighed, befolkningen retter sin umiddelbare loyalitet imod og forventninger til. Medvirkende hertil er naturligvis også, at denne udvikling – både faktisk og retligt – er blevet accepteret af Rigsmyndighederne".
Gerast skal vart við, at Harhoff segði hetta í øðrum samanhangi enn tí, sum henda frágreiðing snýr seg um; men myndin tykist nýtilig eisini í hesum sambandi.

51) Art. 6 í Norðuratlantiska Samgonguskjalinum hevur hesa orðing (í danskari umseting):
"Ved et væbnet angreb i artikel 5s forstand på en eller flere af deltagernes territorium i Europa eller Nordamerika, på Frankrigs algierske departementer, på enhver af deltagernes besættelsesstyrker i Europa, på sådanne øer, som er underlagt nogen deltagers statsmyndighed i det nordatlantiske område nord for Krebsens vendekreds eller mod nogen af deltagernes skibe eller flyvemaskiner, som befinder sig i dette område" (Udenrigsministeriets "Gråbog DANSK SIKKERHEDSPOLITIK GENNEM TYVE ÅR", København 1969, s. 272).
Í hesum øki, sum NATO sambært hesi grein hevur átikið sær at verja, liggja Føroyar. Greinin, umsett til føroyskt, liggur saman við øðrum tilfari, sum føroyskir myndugleikar høvdu tilvega sær um NATO-málini, í skjalasavni landsstýrisins teimum málum viðvíkjandi, sum eru viðgjørd í hesi frágreiðing.

52) Sí hernaðarmál og Politikkur", s. 124 -127.

53) Heildartilvísing: INNIHALDSYVIRLITIÐ í "Hernaðarmál og Politikkur".

54) Sí s. 26 í Ískoytisfrágreiðingini og frameftir.

55) Samanber fyrispurning frá Óla Breckmann til Poul Nyrup Rasmussen, "Hernaðarmál og Politikkur", s. 130.

56) Ískoytisfrágreiðingin s. 30 f.

57) Á s. 211 og 219-20 í nevndu bók eru Føroyar stutt umrøddar. Hetta kann samanberast við "Hernaðarmál og Politikk-ur", s.27-42 og s. 43-57. Sovjetiskur áhugi í føroyskum viðurskiftum má kannast á søgufrøðilinag hátt úr føroyskum sjónarhorni.

58) Um politisk áhugamál hjá USA í Danmark og øðrum norðurlondum, sí t.d. "Hernaðarmál og Politikkur", s. 58-62.