Frágreiðing um oljumál


101-8  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um oljumál

Framløga
Fráfall aðalorðaskifti

Ár 2002, 6. mars, legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

Sambært §44 í lógini um kolvetnisvirksemi leggur landsstýrismaðurin í oljumálum við hesum frágreiðing um oljumál til tingsins viðgerð.

Í hesi frágreiðing er dentur lagdur á at geva eina breiða lýsing av føroyskari oljuvinnu, soleiðis at flestøll evni av týdningi eru tikin við.

Fyrsta útbjóðingarumfarið til oljuleiting fór av bakkastokki um ársskiftið 1999/2000, og leitingarloyvini vórðu latin 17. august 2000. Útbjóðingarumfarið eydnaðist stak væl, og altjóða oljuídnaðurin sýndi Føroyum stóran áhuga. Flestu málini, ið vit frammanundan høvdu sett okkum, vórðu rokkin í útbjóðingarumfarinum, m.a. gjørdist talan um leitiskyldur, sum fata um 8 leitiboringar í einum 6 ára skeiði.

Fyrstu brunnarnir á føroyska landgrunninum vórðu boraðir í fjør. Sjálvt virksemið í sambandi við leitingina gekk væl. Trygdar-, umhvørvis- og tilbúgvingarskipanirnar riggaðu og føroyskar vinnufyritøkur sýndu til fulnar, at tær megnaðu at veita altjóða oljuídnaðinum dygdargóðar tænastur. Sjálvandi eru viðurskifti, ið bøtt kann verða um, og í summum førum er stýrið farið undir at gera ábøtur.

Úrslitini frá leitingini seinasta ár kunnu tulkast á ymiskan hátt. Leitimiðini, sum størstar vónir vórðu settar til, gjørdust vónbrot, meðan rakt varð við olju í jarðløgum, har vónirnar frammanundan vóru rættiliga avmarkaðar. Í fyrstu atløgu má tí roknast við, at hetta kemur at seinka boringini av komandi leitibrunnum á føroyskum øki. Oljufeløgini mugu sammeta seismisku úrslitini við úrslit frá boringunum fyri síðani at gera nýggjar myndlar yvir jarðfrøðiligu viðurskiftini á føroyska landgrunninum. Sum frálíður nýtist hetta ikki at verða eitt afturstig fyri oljuleiting við Føroyar.

Tað er framhaldandi ov tíðliga at siga, um lønandi framleiðsla kann spyrjast burturúr kolvetnisfundinum hjá Faroes Partnership. Fyristøðufelagið skal í seinasta lagi í summar leggja endaliga borifrágreiðing fyri Oljumálastýrið og tá eisini meta um, hvat skal gerast afturat fyri at staðfesta, hvørt talan kann gerast um lønandi framleiðslu.

Vísandi til, at oljuframleiðsla ikki stendur beint fyri framman, havi eg gjørt av ikki at seta á stovn kolvetnisráðið, sum varð umrøtt í løgmansrøðuni í fjør. Eg eri kortini av teirri áskoðan, at eitt slíkt ráð eigur at verða skipað, áðrenn farið verður undir ítøkilig stig móti kolvetnisframleiðslu.

Sum heild hevur Atlantsmótið ikki givið tey úrslitini, sum oljuídnaðurin hevði vónir um. Fundurin hjá Faroes Partnership kann tí fáa stóran týdning fyri, hvønn áhuga oljuídnaðurin fer at hava fyri føroyska økinum fyrstu komandi árini.

Fyribils kunnu vit vera vónrík, tí leitiskeiðið er ikki hálvrunnið, og enn resta 5 brunnar at verða boraðir.

Fylgiskjøl 1-3 

Á tingfundi 13. mars 2002 fráfall Eyðun Elttør, landsstýrismaður, at hava aðalorðaskifti á hesum sinni.