100-1 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, um fosturtøku
Ár 2001, týsdagin 7. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Viðmerkingar:
Í sambandi við viðgerðina á Løgtingi av uppskoti frá undirritaða og trimum
øðrum tingmonnum um tiltøk í sambandi við barnsburð (løgtingsmál nr 80/1998: Uppskot
til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í sambandi við
barnsburð, afturtikið av uppskotssetarunum 9. apríl 1999), heitti trivnaðarnevndin á
landsstýrið um at styrkja tann ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð. Nú
góð 2 ár eru liðin síðani hesa áheitan skuldi verið gjørligt at fingið eina
frágreiðing frá
landsstýrinum um, hvussu farið er fram, og hvørji úrslit/hvørjar royndir eru av
broyttu/styrktu ráðgevingini.
Á løgtingsfundi 8. august 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at
fyrispuringurin skal svarast.
Á løgtingsfundi 5. september 2001 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Landssjúkrah. | Klaksv. sjúkrah. | Suður. sjúkrah. | Íalt | |
1996 | 37 | 0 | 0 | 37 |
1997 | 22 | 0 | 0 | 22 |
1998 | 38 | 0 | 7 | 45 |
1999 | 47 | 0 | 1 | 48 |
2000 | 41 | 0 | 5 | 46 |
Hetta sæst eisini aftur í áheitanini frá 1999 á landsstýrið frá eini samdari trivnaðarnevnd, um at koma við ítøkiligum uppskoti um at styrkja tann ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð. Eg má tíverri ásanna, at ítøkiligar ætlanir hesum viðvíkjandi ikki liggja á borðinum hjá landsstýrinum.
Til samanberingar av fosturtøkutíttleikunum í hinum norðanlondum eru niðanfyri nevndu tøl, sum eru frá Nomesco árbókini "Helsestatestik fra nordiske lande 1999":
Tal á fosturtøkum í norðanlondum |
||
Tal á fostur tøkum | Fosturtøkur pr1000 livandi fødd | |
Danmark 1999 | 16.271 | 245,7 |
Føroyar 1996-1999 * | 152 | 57,5 |
Grønland 1991-1995 | 949 | 821,4 |
Finland 1999 | 10.819 | 187,9 |
Áland 1991-1995 | 61 | 194,4 |
Ísland 1999 | 947 | 231,0 |
Noreg 1999 | 14.251 | 240,3 |
Svøríki 1999 | 30.712 | 348,3 |
* Í hesum tíðarskeiði vóru 2.644 børn fødd í Føroyum.
Málið avgreitt.