Fyrispurningur um siglingina um Vestmannasund

100-15 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi siglingini um Vestmannasund

Orðaskifti (Upptøkan riggaði ikki)

Ár 2001, mikudagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Marjus Dam, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær og hvussu leingi Ternan ætlandi verður tikin úr sigling í tíðarskeiðnum fram til medio 2003, tá ið fast samband ætlandi verður tøkt um Vestmannasund?
  2. Hevur landstýrismaðurin nakrar ítøkiligar ætlanir um at tryggja, at kapasiteturin at røkja siglingina um Vestmannasund er nøktandi í tíðarskeiðum, tá ið Ternan verður tikin úr sigling?
  3. Um landsstýrismaðurin hevur tílíkar ætlanir, verður spurt, hvørjar hesar ætlanir eru?

Fyrispurningurin var upprunaliga settur fram sum munnligur fyrispurningur. Men av tí at landsstýrismaðurin var burturstaddur, verður hann ístaðin settur fram sum ein skrivligur fyrispurningur við vón um, at spurningurin kortini verður svaraður skjótt.

Viðmerkingar:

Ferð aftaná ferð verða tey ið ferðast um Vestmannasund provokerað við, at jollan SAM við stuttum skotbrái í longri tíð einsamøll verður sett at røkja ta sigling, ið nógv størra ferjan Ternan ofta hevur trupulleikar at megna vegna nógvu ferðsluna. Fyri stuttum sigldu SAM og gamla Ternan um sundið, tá ið Ternan ikki var í sigling.

Nú gamla Ternan ikki kann føra akfør um sundið vegna forboð frá Skipasýninum, kann hendan ferja ikki røkja hesa farleið longur. SAM hevur tí røkt hesa farleið einsamallur, tá ið nýggja Ternan hevur verið úr sigling. Úrslitið er, at bíðitíðirnar eru ótolandi bæði hjá fólki og farmi.

Tað er tí rímiligt, at annað avloysaraskip verður fingið til vega, tá ið ætlaði arbeiði gera, at nýggja Ternan verður tikin úr sigling. Í hesum sambandi skal nevnast, at tá ið Dúgvan hevur verið tikin úr sigling, so hevur tað givið sama trupulleika um Vestmannasund, við tað at Ternan tá hevur siglt um Leirvíksfjørð.

Á løgtingsfundi 21. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 24. oktober 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Til spurning 1:

Tær ferðir, neyðugt er at taka eina ferju úr sigling, er, tá ferjan regluliga skal í dokk ella skal til tekniskt eftirlit. Tað er í sambandi við tekniskt eftirlit ikki altíð neyðugt, at ein ferja fer í dokk.

Henda harafturímóti skaðar ella havarí knappliga, er vanligt, at ein ferja verður tikin úr sigling beinanvegin. Hvussu nógvir av slíkum skaðum henda, er treytað av m.a. veðrinum, hvønn aldur ferjan hevur og einari røð av øðrum fortreytum, sum eru galdandi á farleiðini. Spurningurin er eisini, um neyðugt er við dokking ella ikki.

Strandfaraskip Landsins roynir í hesum sambandi at gera dokkarbeiði og annað umvælingararbeiði skjótast gjørligt, so sleppast kann undan ferðslutrupulleikum av ymiskum slag. Roynt verður eisini at gera dokkarbeiðið so skjótt, at sleppast kann undan at gera kostnaðarmikil og trupul leigumál um avloysaraferju.

Ternan skal sum allar aðrar ferjur til regluligt tekniskt eftirlit, men tað ber tó ikki til nágreiniliga at siga, nær Ternan verður tikin úr sigling fram til medio 2003, ella hvussu leingi tað í hvørjum einstøkum føri verður neyðugt at taka ferjuna úr sigling. Hetta verður avgjørt við einari konkretari meting í hvørjum ávísum føri.

Til spurning 2 og 3:

Í sambandi við nýggjasta dokkarbeiðið hjá Ternuni, leitaðu Strandfaraskip Landsins saman við skipsmeklara eftir einari hóskandi ferju. Úrslitið av hesum leitiarbeiði var, at Strandfaraskip Landsins væntaði at kunna leiga danska ferju, sum hevur verið nýtt sum avloysaraskip á farleiðini millum Hov á Jyllandi og Samsø. Tá avtornaði, kundi Strandfaraskip Landsins tó tíverri ikki fáa hendur á ferjuni orsakað av, at reiðaríið, ið átti ferjuna, fekk brúk fyri henni, tí onnur ferja á farleiðini fekk tekniskar trupulleikar og varð tikin úr sigling.

Annars hevur landsstýrismaðurin fyrr gjørt vart við, at tørvur er á einum avloysaraskipi til Strandfaraskip Landsins. Hetta hevði verið tryggasta loysnin, og samstundis tann loysnin, ið hevði verið til størstan fyrimun fyri viðskiftafólkini hjá Strandfaraskipum Landsins. Spurningurin er eisini, um keyp av avloysaraskipi hevði verið nógv dýrari enn framhaldandi at leiga øll avloysaraskipini. Upplýsast kann, at Strandfaraskip Landsins hevur brúkt 8,7 mió. kr. í leiguútreiðslum o.a. til leigu av avloysaraferjum síðan 1998. Viðmerkjast skal tó samstundis, at hóast landið hevði átt eina avloysaraferju av miðal stødd, hevði tað í summum førum verið neyðugt at leiga eina avloysaraferju, serliga til Suðuroyarleiðina.

Verður peningur ikki játtaður til keyp av avloysaraferju, verður neyðugt at hjálpast við verandi umstøðum, til fasta sambandið um Vestmannasund verður tikið í nýtslu. Hetta merkir, at Strandfaraskip Landsins í hvørjum einstøkum føri má royna at leita eftir hóskandi avloysaraferjum, ið tað ber til at leiga, tá tað gerst greitt, at Ternan skal takast úr sigling í longri tíð. Slík leigumál eru hvørja ferð treytað av, at játtan fæst til endamálið.

 Málið avgreitt