Fyrispurningur um dálking

100-24 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi fyribyrging av vanlukkum, ið kunnu elva til dálking í sjónum

Orðaskifti

Ár 2001, hósdagin 18. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, til tess at fyribyrgja, at vanlukkur, ið kunnu elva til stóra dálking, henda í føroyskum sjógvi ?
  2. Eru ætlanir um at áseta loðsskyldu fyri útlendsk skip við vandamiklum farmi ?

Viðmerkingar
Vit eru ein fiskivinnutjóð, sum livir av tilfeinginum í sjónum. Vørur okkara eru høgt í metum og verða marknaðarførdar sum vøra við høgari góðsku, m.a. tí at fiskurin svimur í reinum sjógvi. Eitt reint havumhvørvi er ein av hornasteinunum undir vælferð okkara, og tí eiga vit at verja okkara havumhvørvið so væl sum yvirhøvur møguligt.

Oljudálkingar eru størsta hóttanin móti havinum. Vit hoyra javnan um oljudálkingar í grannalondum okkara. 29. mars í ár rendu tvey skip saman við Gedser, og 2.700 tons av fuelolju streymaðu út í havið. Vit minnast eisini tí stóru oljuvanlukkuna í Hetlandi, tá tað norskt-amerikanska skipið "Braer" rendi á land, og 85.000 tons endaðu í havinum.

Oljuvanlukkur kostað 100-tals milliónir, skaða náttúruna og umdømið. Tað er tí neyðugt, at taka neyðug stig til tess at fyribyrgja, at slíkt ikki eisini rakar okkum.

Umveldisøkið í Føroyum er 3 fjórðingar frá grundlinjunum sambært anordning nr. 599 frá 21.12.1976, meðan tað er 12 fjórðingar í Danmark. Umveldisøkið er býtt upp í uttara og innara økið, har markið fyri tað uttara økið er ávikavist 3 og12 fjórðingar í Føroyum og Danmark, meðan tað innara økið er økið innan fyri grundlinjurnar.

Strandarlandið (kyststaten) hevur fult yvirharradømi á umveldisøkinum, tvs. at øll føroysk lóggáva er galdandi á umveldisøkinum. Tað hevur sostatt stóran týdning fyri okkum at fáa økið víðkað frá 3 til 12 fjórðingar. Ein víðkan av markinum hevur serliga týdning fyri lóggávu um náttúruvernd, friðing av fuglum, áseting av tollfríðum øki og reglur fyri havøkið.

Havumhvørvið er danskt málsøki, so atlit skulu takast til hetta, tá lógir og ásetingar skulu gerast fyri tað føroyska havøkið. 23. januar í ár bleiv ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum samtykt. Ríkislógartilmælið, sum ásetti markið til 12 fjórðingar, eins og tað er í Danmak, er tó ikki sett í gildi í Føroyum, tí ov nógvar broytingar vórðu gjørdar frá føroyskari síðu, til at Fólkatingið kundi samtykkja tilmælið.

Í Danmark hevur nógv umrøða verið, um loðsskylda skal vera eitt krav hjá skipum, sum sigla í donskum sjógvi og pørtum av altjóða Eystursjónum. Dansk Navigatørforening, Foreningen for Danske Lodser og Norðurlendsku nátturðuverndarfelagskapirnir hava heitt á donsku myndugleikarnar um at seta loðsskyldu í gildi fyri ávís havøki.

Í Føroyum eru eingi serlig krøv til skip, sum sigla í føroyskum sjógvi. Skip, sum ætla sær í føroyska havn, boða vanliga móttøkuhavnini frá, at tey eru á veg inn, og hvønn farm tey hava. Eingi krøv eru til skip, sum sigla fram við Føroyum ella enntá inni á føroyskum firðum á gjøgnumferð. Loðsskylda fyri fremmand skip, sum koma inn í føroyskt umveldisøki, fer í øllum førum at økja um trygdina munandi, tá hugsað verður um at fyribyrgja dálkingarvanlukkur. Í tí innara umveldisøkinum hava strandarlond rætt til at seta treytir, ella nokta atgongd, fyri skip við vandamiklum farmi so sum olju-, kemikaliu- ella kjarnorkufarmi.

Nøkur av grannalondum okkara hava loðsskyldu undir ávísum treytum og fyri ávís øki. Talan kann vera um ávísar firðir ella loðsskyldu, tá skiparar ikki eru nóg kunnugir við farleiðina. Fleiri lond hava ynskt, at serlig krøv verða sett oljuskipum o.l. skipum, ið hava vandamiklan farm. Ynski eru frammi um, at skipssíðan skal vera dupult fyri at minka um vandan fyri leka. Tað er eisini ein vaksandi trupulleiki í fleiri londum, at alsamt fleiri skip sigla undir hentleikaflaggi, har trygdarkrøvini eru lagaligari enn hjá okkum.

Vit mugu verja okkara havumhvørvið og harvið land okkara. Støða eigur tí at verða tikin til, hvat gerast kann til tess at fyribyrgja, at dálkivanlukkur henda í havinum kring Føroyar.

Hóast flestu ásetingar fyri havøki eru globalar, eiga vit at taka støðu til, hvørjar treytir skulu vera fyri føroyskt havøki og um neyðugt taka samráðingar upp við onnur lond. Sum eitt fyrsta stig eigur umveldismarkið at verða ásett til 12 fjórðingar.

Tí verður hesin fyrispurningur nú settur landsstýrismanninum.

Á løgtingsfundi 23. oktober 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 29. november 2001 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1:
Øll handilsskip yvir eina ávísa stødd í altjóða sigling skulu í minsta lagi lúka tey teknisku krøvini í IMO sáttmálum (International Maritime Organisation), t.d. SOLAS-74/78 sáttmálin við seinni broytingum, havumhvørvissáttmálin MARPOL-73/78 við seinni broytingum og lastalinju-sáttmálin LL frá 1966. Førleikakrøvini til manningina eru ásett í STCW-78/95 sáttmálanum.

Er talan um skip, sum føra vandamiklan farm, t.d. olju, eru tær altjóða reglurnar eisini galdandi fyri tey minnu skipini.

Reglurnar í Kap. 5 í SOLAS-sáttmálanum um trygga skipaferðslu (sjóreglur v.m.) eru galdandi fyri øll skip.
Tá talan er um fyribyrging fyri dálking frá skipum, eru reglurnar grundaðar á havumhvørvis-sáttmálan MARPOL. Ásetingarnar í MARPOL-sáttmálanum eru tiknar upp í føroyska lóggávu soleiðis, at tær reglur um havdálking, sum viðvíkja viðurskiftum innanborða, eru ásettar í lógini um trygd á sjónum, meðan onnur viðurskifti eru ásett í havumhvørvislógini. Tað er sostatt skipssíðan, ið er avgerandi fyri, í hvørjari lóg reglurnar eru at finna.

Sambært MARPOL-sáttmálanum eru reglur fyri, hvussu skipini skulu innrættast, og hvørja útgerð tey skulu hava umborð við atliti at fyribyrging av havdálking.

Reglurnar um dálking fevna um oljudálking, kloakkdálking, dálking frá burturkasti, dálking frá kemiskum evnum, luftdálking v.m. Fyri tey størru skipini (yvir 400 tons) er eisini galdandi, at tey skulu føra oljujournal og journal yvir burturkast. Krøvini eru eisini treytað av, hvussu umhvørvisviðbrekið havøkið er, streymviðurskifti og frástøða frá landi.

Við heimild í tí komandi lógini um trygd á sjónum og við tilvísing til nevndu altjóða sáttmálar, kann tann føroyski sjóvinnumyndugleikin fara umborð á eitthvørt fremmant skip, sum kemur inn á føroyskt sjóøki (umveldisøki) ella í føroyska havn, fyri at kanna eftir, um skipið lýkur altjóða reglur, undir hesum kanna eftir, um skipið tekniskt lýkur treytirnar vit atliti at umhvørvisvernd og kanna eftir, um manningin lýkur útbúgvingartreytirnar.

Sjóvinnumyndugleikin hevur skyldu til at gera stakroyndir og royndir, tá illgruni er um, at eitt skip ikki lýkur altjóða reglur.

Tá talan hevur verið um oljudálking frá oljutangaskipum, hevur oftani verið komið inn á spurningin um einkult-dupultskrokkað tangaskip.

IMO hevur arbeitt við spurninginum í nøkur ár. Semja er nú fingin um at broyta MARPOL- sáttmálan soleiðis, at tey einkultskrokkaðu tangaskipini verða útfasaði. Nýggju reglurnar verða sannlíkt galdandi frá september 2002. Skiftistíðin byrjar 1. januar 2003 og gongur fram til 1. januar 2015. Skiftistíðin er í høvuðsheitum skipað soleiðis, at tey elstu einkultskrokkaðu tangaskipini verða fyrst útfasaði og tey nýggjastu seinast.

Eftir, at avtala er fingin í lag við donsku myndugleikarnar um yvirtøku av skipaeftirlitinum, og uppskot um trygd á sjónum er lagt fyri Løgtingið, er ábyrgdin av skipatryggleikanum løgd til føroysku myndugleikarnar at umsita. Yvirtøkusamráðingarnar hava í fyrsta umfari verið um tann partin, sum hevur við skipatryggleikan at gera, meðan yvirtøkusamráðingarnar um sigling og sjóferðslu koma at halda fram, so skjótt sum danir eru til reiðar, eftir valið í ár. Tá kann so spurningurin um, hvat kann gerast fyri sigling í føroyskum sjóøki takast upp, og um neyðugt kunnu siglingareglurnar fyri føroyskt sjóøki herðast uppaftur meira enn umrøtt oman fyri eftir altjóða trygdarreglum.

Ad. 2:
Reglurnar um loðsskyldu og skipan av loðstænastu, sum eru galdandi í Føroyum, eru ásettar í einari gamlari ríkislóg frá 1916. Lógin, sum er gjørd til donsk viðurskifti, er ótíðarhóskandi. Reglurnar um skipan av loðstænastuni kunnu vit ikki brúka her. Vit mugu tí ásanna, at vit neyvan kunnu brúka lógina til loðsskyldu, tá eingin skipað loðstænasta er her.

Danir hava dagført lógina fleiri ferðir, seinast við lógarkunngerð í 1989, uttan at reglurnar eru lýstar at koma í gildi her.
Í Danmark liggur hetta økið undir verjumálaráðharranum og er tí ikki umfatað av nýggju avtaluni millum Føroyar og Danmark um yvirtøku av skipasýninum.

Nevnast kann, at tann danska loðslógin hevur almennar reglur um loðsskyldu (hvørji skip hava loðsskyldu, um tey hava vandamiklan farm v.m.) og reglur um skipan av loðstænastuni.

Í donsku lógini um trygd á sjónum og tilsvarandi komandi føroysku lógini um trygd á sjónum, sum ávikavist Søfartsstyrelsen umsitur, og Skipaeftirlitið kemur at umsita, eru reglur um áseting av loðsskyldu. Viðmerkjast skal, at hesar reglur eru galdandi fyri tær innastu farðleiðirnar, t.d. sigling á firðum og inn/úr einari havn.

Vit hava ikki havt spurningin til viðgerðar hjá vinnuni, um vit eiga at gera broytingar og dagføringar í loðsviðurskiftunum. Eg vil kanna, um tørvur er á at gera meira við hetta økið. Um broytingar skulu gerast, mugu hesar gerast í samráð við verjumálaráðharran, soleiðis at loðslógin verður dagførd og tillagað til føroysk viðurskifti. Hetta eigur helst at gerast, áðrenn vit kunnu áseta nærri reglur fyri tær innastu leiðirnar.
Sum áður nevnt undir 1 koma samráðingarnar um sigling, herundir loðsreglurnar, og um sjóferðslu at halda fram, so skjótt sum danir eru til reiðar eftir valið í ár.

Umveldisøkið kring Føroyar er 3 fjórðingar frá grundlinjunum, meðan tað er 12 fjórðingar í Danmark. Løgtingið samtykti 23. januar 2001 ríkislógartilmæli um at víðka umveldisøkið frá 3 til 12 fjórðingar, t.v.s. at seta "Anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af lov nr. 200 af 7. april 1999 om afgrænsning af søterritoriet" og "Bekendtgørelse om afgrænsning af søterritoriet ved Færøerne" í gildi fyri Føroyar, eftir uppskoti frá landsstýrinum. Vegna at ov nógvar broytingar vórðu gjørdar frá føroyskari síðu, varð hetta ikki samtykt á Fólkatingi, og er hetta tí ikki galdandi í Føroyum.

Fiskimálastýrið hevur 13. august 2001 mælt Uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni til, at fáa oman fyri nevnda lógargrundarlag sett í gildi fyri Føroyar, og at føroyska sjóumveldismarkið verður broytt til 12 fjórðingar, so skjótt sum til ber.

Heilt at fyribyrgja umhvørvisvanlukkum á sjónum er ikki møguligt. Best er at gera fyribyrgjandi arbeiði. Sambært Fiskiveiðieftirlitinum hevur fyribyrgingararbeiðið ímóti vanlukkum og dálkingum á sjónum bestu umstøður, um skylda er hjá skipum at boða frá, bæði tá komið verður í føroyskt sjóøki, og tá farið verður úr føroyskum sjóøki.

Er fráboðanarskylda, kann ein skipan gerast at fyribyrgja vanlukkum, sambært oman fyri nevndu sáttmálum. Eitt nú at:

Haraftrat eru reglur í "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet ", sum heimilað landsstýrismanninum í havumhvørvismálum at áseta reglur hesum viðvíkjandi.

Málið avgreitt.