Fyrispurningur um vatniš ķ Sumbiarbergholinum

100-49 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi vatninum ķ Sumbiarbergholinum

Oršaskifti

Įr 2002, frķggjadagin 8. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Hergeir Nielsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Landsstżrismašurin veršur spurdur,

  1. hvussu nógv vatn er runniš ķ haviš seinastu 2 įrini,
  2. hvķ bķšaš veršur viš at geva loyviš at gagnnżta vatniš,
  3. nęr loyviš vęntandi veršur giviš ķ seinasta lagi,
  4. um ręttartrygdin ķ samfelagnum er nóg vęl umsitin, tį borgarlig ręttindi og lóggevandi valdiš į ųšrum įri verša trokaš av rókini.

Višmerkingar
Fyri śti viš tveimum įrum sķšan legši landsstżrismašurin ķ vinnumįlum uppskot fyri tingiš um at fįa heimild til at gagnnżta vatniš ķ Sumbiarbergholinum.

Lųgtingiš samtykti hesa lóg eftir įheitan frį landsstżrismanninum, men sķšani heimildin varš givin, er vatniš ķ Sumbiarbergholinum runniš burtur ķ strķšum streymum.

Landsstżrismašurin kunnaši Lųgtingiš um, at įheitanir vóru komnar frį almennum og privatum um at sleppa at gagnnżta vatniš, og at hesar umsóknir so sjįlvandi reistu fleiri spurningar, so sum hvųr iš hevši ręttin til vatniš, og hvųr iš kundi geva loyviš til at nżta taš.

Stórur ivi er um ognarręttin, og kunnaši landsstżrismašurin tķ Lųgtingiš vęl og viršiliga um tey lųgfrųšiligu ivamįl, iš vóru ķ hesum mįli.

Vitandi um, at lųgfrųšiligur tvķdrįttur var um ognarręttin, og at hesin ikki var avklįrašur, fekk landsstżrismašurin ta heimild, hann baš um frį Lųgtinginum, nevniliga at fįa loyvi til at geva loyvi til at gagnnżta vatniš ķ Sumbiarbergholinum.

Hóast Lųgtingiš varš vęl og viršiliga kunnaš um ivamįlini um ognarręttin til vatniš, og at tey, iš hildu seg hava rętt til taš, sostatt kundu krevja sķn rętt, so fekk landsstżrismašurin heimild til at veita mųguligum umsųkjarum loyvi til at gagnnżta vatniš.

Almenn śtbjóšing fór fram, og fleiri umsųkjarar vóru, men enn rųkist einki fyri, at loyviš veršur giviš, mešan viršini į skjótt trišja įri renna į sjógv.

Hildiš veršur ikki, at taš sampakkar viš góšan lóggįvu- og umsitingarsiš

Į tingfundi 12. februar 2002 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 5. mars 2002 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Svar uppį sp. 1:
Taš er ikki mįtaš neyvt hvųnn dag, hvussu nógv vatn rennur śr tunlinum. Gjųrdar eru tó 94 mįtingar frį januar 1999 til oktober 2000, og grundaš į tųlini frį hesum mįtingum veršur mett, at umleiš 1,6 mió tons eru runnin śr tunlinum seinastu 2 įrini. Av hesum eru 500.000 tons nyttuvatn, sum taš hevši boriš til at brśkt sum drykkjuvatn.

Taš skal tó višmerkjast, at nakaš av hesum drykkjuvatninum hevur Sumbiar kommuna brśkt. Hvussu nógv taš er, vita vit ikki, og tķ ber ikki til at siga neyvt, hvussu nógv er fariš ķ haviš.

Svar uppį sp. 2:
Į heysti ķ 2000 stevndi hagaparturin "Lopranshagi" landsstżrinum at višurkenna, at hagin eigur ręttin til vatniš ķ Sumbiarbergholinum. Dómur er ikki fallin ķ mįlinum enn, men hevur dómarin tó bošaš frį, at Lopranshagi ikki fęr višhald ķ mįlinum. Lķkt er til, at hagin ętlar at fara vķšari til landsręttin viš mįlinum, og kann tķ ganga rśm tķš įšrenn endalig avgerš er fallin.

Eg haldi ikki, at taš er skilagott at lata eitt loyvi at gagnnżta vatniš ķ Sumbiarbergholinum, įšrenn endalig avgerš er fallin ķ ręttinum, og havi tķ avgjųrt at bķša viš at taka stųšu til tęr innkomnu umsóknirnar, til sakin er lišugt višgjųrd ķ ręttarskipanini.

Svar uppį sp. 3:
Vķst veršur til svariš upp į spurning til sp. 2.

Svar uppį sp. 4:
Lógin um vatniš ķ Sumbiarbergholinum heimilaši landsstżrismanninum at veita loyvi til at gagnnżta vatniš ķ Sumbiarbergholinum.

Ķ višmerkingunum til uppskotiš til lųgtingslóg um vatniš ķ Sumbiarbergholinum stóš m.a.:

"Spurningurin um ręttin til vatniš ķ undirgrundini er ikki einfaldur lųgfrųšiliga. Verandi lóggįva fevnir um ręttin til omanįvatn, og gevur tķ ikki svar upp į spurningin um, hvųr eigur ella hevur ręttin til undirgrundarvatn. Hetta er eisini ein spurningur um, hvat ognarrętturin hjį jaršareigarum fevnir um, og hvussu langt hann rųkkur nišureftir - um nakaš mark er.

Hesin spurningur er ikki svarašur – hvųrki ķ lóggįvu, dómsvenju ella lųgfrųšiligari teori. Tó hava fleiri ręttarlęrdir ta uppfatan, at ognarrętturin hjį jaršareigaranum rųkkur so langt nišur, sum taš higartil kenda vanliga brśkiš av ognini hevur kravt.

Uttan at taka stųšu til nevnda spurning generelt, veršur mett, at taš almenna eigur ręttin til vatniš ķ Sumbiarbergholinum. Vķsast kann į, at higartil er vatn ikki śtvunniš beinleišis śr undirgrundini ķ Fųroyum, og ķ hesum fųri snżr taš seg um vatn, sum rennur ķ bergholiš, sum taš almenna hevur latiš gjųrt, og sum neyvan hevši komiš fyri ein dag, um bergholiš ikki varš gjųrt. Taš veršur tķ ikki mett, at slķk lóg hevši gjųrt inntriv ķ verandi ręttindi hjį jaršareigarum.

Fyri at fįa eina greiša heimild til at geva privatum ella ųšrum rętt til at gangnżta hetta tilfeingiš, veršur tó mett, at taš er rįšiligast viš serligari lóggįvu į ųkinum, soleišis at landstżrismašurin fęr eina lógarfesta heimild til hetta. Somuleišis skal lógin įseta tey atlit, sum skulu takast, tį loyvi verša givin. "

Sum sęst, varš vķst į, at spurningurin um ręttindini hjį jaršareigarum generelt til taš, sum er ķ undirgrundini, ikki er einfaldur. Ķ tķ konkreta mįlinum varš tó mett, at taš almenna įtti ręttin til vatniš ķ Sumbiarbergholinum. Taš varš ikki mett, at slķk lóg gjųrdi inntriv ķ verandi ręttindi hjį jaršareigarum. Tį spyrjarin ķ višmerkingunum til fyrispurningin skrivar, at ivamįl var um ręttin til vatniš, skal tķ višmerkjast, at landsstżriš ikki metti taš at verš nakaš ivamįl, at taš almenna įtti ręttin til vatniš ķ Sumbiarbergholinum.

Sum nevnt heimilaši lógin landsstżrismanninum at veita loyvi at gagnnżta vatniš ķ Sumbiarbergholinum. Taš er sostatt upp til landsstżrismannin, um hann letur loyvi ella ikki. Vķsast kann ķ hesum sambandi til § 1, stk. 4 ķ lógini, sum sigur, at landsstżrismašurin kann lata vera viš at geva teimum loyvi, iš sųkt hava eftir almenna lżsing.

Hvussu borgarlig ręttindi og lóggevandi valdiš verša trokaš av rókini, sum spyrjarin vil vera viš, dugi eg ikki at sķggja.

Mįliš avgreitt.