Fyrispurningur um fíggjarlóg og eykajáttan

100-55 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi fíggjarlóg og eykajáttanum

Orðaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 1. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Heldur løgmaður tað vera sambærligt við ætlanirnar aftan fyri nýggju amboðini hjá føroysku politisku skipanini og stýriskipanarviðurskiftini í síni heild, at Løgtingið, eftir at løgtingsfíggjarlógin er samtykt (sum er fyri alt fíggjarárið), fer undir at játta eina røð av eykajáttanum.
  2. Ætlar løgmaður at taka nøkur stig hesum viðvíkjandi?

Viðmerkingar

Síðani Løgtingið í 1994 samtykti nýggju stýriskipanarlógina, eru 8 fíggjarlógir samtyktar, og tvey valskeið liðin. Eitt av høvuðsendamálunum við nýggju stýrisskipanini var at tryggja, at føroyska samfelagið ikki aftur endaði í óneyðugum fíggjarligum og búðskaparligum trupulleikum.

Serliga var álit sett á ta skipan, at Løgtingið og løgmaður høvdu lóggávuvaldið í felag. Á henda hátt kundi nú lítast á, at løgmaður í framtíðini kundi forða fyri skaðiligum politiskum avgerðum frá Løgtinginum.

Landstýri og Løgting í fyrra valskeiðnum løgdu stóran dent á at halda fíggjarlógina, (ikki minst fyri at skapa siðvenju á økinum). Tað vísa eisini tær fíggjarlógir, sum undanfarna landstýrið legði fram, og somuleiðis tær minkandi eykafíggjarlógir, sum undanfarna landstýri bað um, og sum vóru samtyktar.

Hetta má sigast at hava eydnast sera væl. Eykafíggjarlógirnar gjørdust minni og minni fyri hvørt árið, sum gekk.

Nú er vent í holuni so tað forslær. Undir sitandi landstýri eru útreiðslurnar til rakstur á fíggjarlógini hækkaðar óhugnaliga skjótt og nógv. Búskaparfrøðingur skrivar í bløðunun um dagarnar, at raksturin á fíggjarlógini er hækkaður við 950 milliónum krónum í hesum valskeiðnum.

Hyggja vit eftir eykafíggjarlógunum, so hava tær tíverri havt ein uppaftur ógvusligari vøkstur, og eisini hava hesar verið regulin heldur enn undantakið.

Tað er tí nógv, sum bendir á, at sitandi landstýri eisini fullkomiliga hevur mist alt tamarhald á landsins fíggjarviðurskiftum.

Gongdin í rakstrinum av samfelagnum

Rakstrarútreiðslur landskassans uttan rentur, árini frá 1994 til 2002

1994

1995

1996

1997

1998

1999

2000

2001

2002

2422

2222

2218

2262

2292

2445

2586

2874

3037

Eykajáttanir 1997 til 2001

1997

1998

1999

2000

2001

11

65

110

141

207

Her kemur týðiliga til sjóndar, at í hesum valskeiðnum hendir ein ógvusligur vøkstur av samfelagsrakstrinum á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt hava vit sæð eina uppaftur størri og vaksandi hækkan av eykajáttanum. Eisini er ein týðilig gongd aftur í móti ábyrgdarloysi og manglandi virðing fyri politisku skipanini. Samgongan hevur fullkomiliga slept tí hugburðinum, at fíggjarlógin er fyri alt árið, meðan eykajáttanir bert eru smáar justeringar í gjøgnum árið.

Her í móti endanum av valskeiðnum gongur neyvan dagur, har ikki landstýrið og samgongan boða frá, at tey koma við umbønum til tingið, sum skulu játtast sum eykajáttanir. Týðiuligt er, at landstýrið endaliga hevur mist alt fíggjarligt tamarhald á løgtingsfíggjarlógini.

Landstýri og Løgting mugu hava í huga, at minni enn tveir mánaðir er farnir, síðan fíggjarlógin fyri alt 2002 var samtykt. Ein løgtingsfíggjarlóg, sum vísir umleið 20 mió. krónur í gjaldførishalli, og sum harafturat eftir øllum at døma fer at vísa gjaldførishall, áðrenn nøkur eykajáttan er tald við. Landstýrið er síðani komi við eykajáttanum upp á umleið 42 mió kr. Umframt liggur ein røð av umbønum av uppskotum í Løgtinginum, og sum rosinan í pylsuendanum er sjálvur Fólakaflokkurin komin við sínum egna privata skattalætta.

Týðiligt er fyri ein og hvønn, at seriøst løgtingsarbeiði til frama fyri land og fólk fyri langari tíð síðani er hildið uppat, um tað nakrantíð hevur verið til í hesum valskeiðnum.

Tað má tí sigast vera óforsvarligt fyri føroyska samfelagið, um løgmaður, sum alt letur til, letur um seg ganga, at útgjaringin upp undir løgtingsvalið sleppur at halda fram.

Á tingfundi 4. mars 2002 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mars 2002 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1.
Sambært stýrisskipanarlógini verða fíggjarmál landsins ásett í løgtingsfíggjarlóg.

Í § 43 í stýrisskipanarlógini er ásett, at uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár skal verða lagt fyri løgtingið fyri 1. oktober.

Sambært stýrisskipanarlógini § 44, 1. stk. verða eykajáttanir veittar sambært løgtingslóg.

Tá ið spyrjarin í fyrispurninginum førir fram, at fíggjarlógin er fyri alt árið, meðan eykajáttanir bert eru smáar tillagingar ígjøgnum árið, og sum skilst, at tað so ikki skal bera til at gera stórvegis broytingar í einari fíggjarlóg, aftaná at hon er samtykt, so er hetta ikki rætt.

Ongar reglur eru um, at bert smáar tillagingar kunnu gerast á fíggjarlógini.

Ein eykajáttanarlóg er ein broyting í fíggjarløgtingslógini, og kann sammetast við eina og hvørja aðra vanliga broyting í løtingslóg.

Tað hevur altíð verið neyðugt at samtykt broytingar til løgtingsfíggjarlógina við eykajáttanarlógum, stundum tí at fíggjarligu metingarnar hava verið skeivar, og stundum tí at politikkur landsstýrisins er broyttur.

Til 2.
Vísandi til punkt 1. ætlar løgmaður ikki at taka nakað stig til at broyta verandi mannagongd.

./. Í mun til undanfarin landsstýri hevur landsstýrið nú gjørt innanhýsis áseting um, hvussu nógvar eykajáttanarlógir skulu leggjast fyri Løgtingið um árið. Her verður serliga hugsað um tíðarfreistir og krøv til eykajáttanirnar. Rundskriv um eykajáttanir í 2002 er hjálagt sum fylgiskjal.

Sigast kann eisini, at mannagongdirnar viðvíkjandi nýtslu av eykajáttanum eru broyttar seinastu árini. Hetta kemur m.a. til sjóndar við, at broytingar í lógarbundnum játtanum, sum fyrr ikki vóru lagdar fyri løgtingið sum eykajáttanarlógaruppskot í dag verða tiknar við.

Somuleiðis kann sigast, at løgtingið fyrr í størri mun bleiv gjørt kunnugt við meirnýtslu, tá roknskapir vóru lagdir fram (ofta fleiri ár seinni). Í dag sleppur løgtingið at taka støðu til játtanarspurningarnar, so hvørt hesir gerast aktuellir.

Samanumtikið metir løgmaður, at ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um løgtingsfíggjarlóg og eykajáttanir virka eftir ætlan.

Málið avgreitt.