29 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2001, 6. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti verða gjørdar hesar broytingar:
"fjarskiftisútbúnaður: Tól, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru tengd ella kunnu tengjast til kervisendan á almennum fjarskiftiskervi við atliti til fjarskifti, umframt øll tól og lutir til tól, so sum kaðal, útgerð og tílíkt, sum serliga er ætlað til at fáa í lag ella reka tráðleyst fjarskifti, annaðhvørt talan er um sending ella móttøku."
"Stk.3. Tó tekur Fjarskiftiseftirlitið støðu til umsóknir um loyvi sambært Kapitul 5 A.."
"Kapittul 5 A
Radiosamskifti
Próvbrøv vm.
§ 15 a. Fjarskiftiseftirlitið ásetir nærri reglur um prógv, ið eru ein fyritreyt
fyri nýtslu av ávísum tíddum (frekvensum) sambært § 15 b. Reglurnar kunnu umfata
próvtøkuásetingar, gildi vm.
Nýtsla av tíddarraðnum til radiosamskifti
§ 15 b. Fjarskiftiseftirlitið lýsir føroysku tíddarætlanina
og kann við reglugerð seta nágreiniligar reglur um samskipan og útluting av tíddum.
Stk. 2. Nýtsla av tíddum kann einans fara fram við serstakum loyvi frá
Fjarskiftiseftirlitinum sambært § 15 c, tó undantikið økir sambært stk. 3.
Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið ásetur nærri reglur um, hvørji tíddarøki kunnu
nýtast uttan loyvi sambært stk. 2.
Stk. 4. Loyvi sambært stk. 2 verða latin til einstakar brúkarar av tíddum ella
til avmarkaðar bólkar av brúkarum.
Loyvi til tráðleyst fjarskifti
§ 15 c. Fjarskiftiseftirlitið kann í sambandi við loyvisveiting áseta treytir fyri tíddarnýtslu. Treytirnar kunnu m.a. umfata:
Noktan ella afturtøka av loyvi
§ 15 d. Fjarskiftiseftirlitið kann nokta at tilluta tídd, um
onnur neyðug loyvi til at reka fjarskiftiskervi og -tænastu ella kringvarpsvirksemi ikki
eru fingin.
Stk. 2. Tillutað tídd kann verða afturtikin, um neyðugt loyvi fer úr gildi,
ella um aðrar umráðandi fyritreytir fyri tilluting ella loyvi broytast ella fella
burtur.
Gjøld
§ 15 e. Fjarskiftiseftirlitið krevur inn tíddargjøld fyri
almenn og einstaklingabundin loyvi til nýtslu av tídd. Støddin á nevndu gjøldum
verður ásett og lýst av landsstýrismanninum saman við avgreiðslugjøldunum í stk.
2.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð avgreiðslugjøldini fyri
próvtøkur og loyvisbrøv v.m.
Nummarviðurskifti v.m.
§ 15 f. Fjarskiftiseftirlitið umsitur einkarrætt landsins
sambært § 3, stk. 2 til nummartilfeingi. Fjarskiftiseftirlitinum verður heimilað at
gera nærri reglur um skipan, tilluting og nýtslu av numrum, nummarrøðum og atsetrum.
Stk. 2. Kervis- og tænastuveitarar, ið hava fingið tillutað nummarloyvi í
føroyska nummarraðnum og aftur tilluta hesi nummur til endabrúkarar, skulu veita avrit
av sínum nummardátagrunni til ein og hvønn, ið setur fram umbøn um tess.
Stk. 3. Kostnaður av at veita avrit sambært stk. 2, má ikki vera hægri enn
kostnaðurin av at veita avritið (marginalkostnaðurin).
Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið kann áseta nærri reglur um minstukrøv í sambandi
við innsavning og víðarigeving av upplýsingum, skipan og tíðarføring v.m."
§ 21, stk. 1, verður orðað soleiðis:
"§ 21. Í neyðstøðu, sum hóttir heilsu, trygd ella almennan ordan, kann landsstýrismaðurin seta neyðug tiltøk í verk fyri heilt ella partvíst at steðga nýtsluni av fjarskiftiskervinum og fjarskiftisútbúnaði, burtursæð frá móttøkuútbúnaði, ið einans er innrættaður til móttøku av kringvarpi."
§ 2.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis fer úr gildi
"Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om radiokommunikation", tó kemur § 15 f í gildi
dagin eftir, at lógin er lýst í Kunngerðarblaðnum.
Stk. 2. Kunngerðir og reglugerðir við heimild í Lb. nr. 210 af 06.04.1976 om
radiokommunikation fara úr gildi, tá lógin kemur í gildi.
Stk. 3. Loyvi, givin sambært lógini nevndari í stk. 1, verða verandi í gildi,
inntil tey fara úr gildi, verða afturkallað ella broytt sambært treytum, sett í hesi
lóg.
1. Orsøkin til at løgtingslógaruppskotið er gjørt
Sambært Færø Amts Kundgørelse af lov nr. 11 af 31. mars 1948 um Føroyska Heimastýrið eru málsøkini "Stedligt Post- og Telegraf- og telefonvæsen" á lista A.
Radiosamskifti er eitt málsøki, sum er partur av "Stedligt Post- og Telegraf- og telefonvæsen".
Tey mál og málsøki, sum eru sett undir lista A eru prinsipielt at rokna sum føroysk sermál. Føroyska heimastýrið kann gera av, at øll hesi mál og málsøki ella nøkur av teimum verða beinan vegin at flyta til heimastýrið við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Við somu fylgju kann heimastýrið seinni gera av, at mál og málsøki, sum ikki beinan vegin verða yvirtikin, skulu verða flutt til heimastýrið. Á líknandi hátt hevur heimastýrið skyldu at taka við málum og málsøkjum á listanum, tá ríkisvaldið ynskir tað.
7. februar 2001 undirskrivaði danska stjórnin og Føroya landsstýri avtalu um yvirtøku av radiosamskifti: "Aftale mellem den danske regering og det færøske landsstyre om overdragelse af lovgivnings- og myndighedskompetencen på radiokommunikationsområdet". Avtalan fær gildi 1. januar 2002.
Henda yvirtøkan av radiosamskiftinum er vorðin fyrireikað í Udvalget vedrørende teleforhold Danmark Færøerne (Telenevndini). Í november 1998 var álit um yvirtøku av radiosamskifti hjá telenevndini liðugt og avtalan hereftir orðað í samstarvi millum føroysku og donsku myndugleikarnar.
2. Ein stuttur samandráttur av endamálinum og nýskapanini við uppskotinum
Endamálið við uppskotinum er, at:
Tøkniliga menningin, sum hevur havt við sær nýggjar radiosamskiftishættir og menning av fjarskiftisvinnugreinini í Føroyum, hevur økt og fer framhaldandi at økja eftirspurningin eftir tíddum.
Av tí, at Føroyar eru lítlar í fjarskiftishøpi, er ikki óhugsandi, at tíddarætlanin fyri Føroyar í fleiri førum kann víkja frá tí donsku (men innan fyri karmarnar, ið Danmark á altjóða stigi hevur bundið seg til). Ísland hevur nærum somu lóggávu, ið nú verður sett í gildi fyri Føroyar.
Uppskotið leggur fast tey grundleggjandi viðurskiftini, meðan partar av sjálvari fyrisitingini kunnu fremjast eftir tí alment galdandi fyrisitingarrættinum og siðvenjuni, tó verður neyðugt at seta kunngerðir í gildi, ið greiða ávís viðurskifti.
Við hesi nýggju skipanini verður fyrisitingin av økinum saman við fjarskifti sum heild einfaldari, á nøkulunda sama kostnaðarstøði sum í grannalondunum og tillagað fyrisitingarorkuni í einari smátjóð, samstundis sum rættartrygdin hjá borgaranum er tryggjað gjøgnum ásetingarnar í lógini, fyrisitingarlógini, siðvenju annars og aðrari lóggávu. Harafturat verður øll fyrisiting av fjarskifti savnað á einum stovni, Fjarskiftiseftirlitinum, ið er stovnur undir Vinnumálastýrinum. Samanlagt skuldu allar fyritreytir verið til staðar, til at lóggávan stuðlar og stimbrar menningini innan samskifti (fjarskifti og kunningar- og radiotøkni) í Føroyum.
3. Galdandi reglur og verandi virksemi
Lógargrundarlagið innan radiosamskifti fyri Føroyar er Lb. nr. 210 af 6. april 1976 om radiokommunikation. Radiosamskiftislógin í Danmark er grundleggjandi endurskoðað fleiri ferðir, meðan lógargrundarlagið fyri Føroyar ikki er endurskoðað síðani 1976.
Galdandi lóggáva tekur støði í og er egnað til umstøður, har tað er avmarkaður eftirspurningur eftir tíddartilfeinginum, og har fáir útbjóðarar av fjarskifti eru. Føroyar eru sum kunnugt eitt lítið samfelag í fjarskiftishøpi, og tískil er rættiliga óhugsandi, at tað fer at verða trot á tíddum í Føroyum, men við hesi lógarbroytingini er latið upp fyri, at um neyðugt, kann landsstýrið seta í gildi reglur um tíddarfyrisiting. Harumframt verður gjørd ein átrokandi tíðarføring av kunngerðum.
Núverandi fyrisiting av økinum verður framd av Telestyrelsen (Danska Fjarskiftiseftirlitinum), ið síðani 1. januar 1999 hevur havt eina sokallaða rakstraravtalu við føroyska Fjarskiftiseftirlitið, ið hevur rikið virksemi undir navninum Radioeftirlitsdeildin, sum er deild í Fjarskiftiseftirlitinum.
Radioeftirlitsdeildin hevur um hendi umsiting av tíddar- og radioloyvum til bátar / skip / flogfør, radiostøðir á landi, áhugavarparar (radioamatørar), hartil kemur eftirlit við hesum radiostøðunum eins og avlurting (monitering) av tíddum, peiling av radioórógvi o.ø. Deildin umsitur, próvdømir og útskrivar siglinga radiopróvbrøv til navigatørar.
Gongdin seinnu árini vísir stóran og vaksandi eftirspurning eftir tíddum í sambandi við frælsgeringina av fjarskiftinum í Føroyum, umframt ein vaksandi eftirspurning eftir siglinga radiopróvbrøvum.
Siglinga radiopróvbrøvini fevna um:
GOC General Operator´s Certificate
ROC Restricted Operator´s Certificate
LRC Long Range Certificate
SRC Short Range Certificate (VHF-DSC-prógv)
BEG Avmarkað prógv (vanligt VHF-prógv, útbúgving er í praksis endað og er avloyst
av SRC-prógvi).
Tal av loyvum/skrásetingum í gildi 1. januar 2001:
Bátar / Skip / Flogfør | 1948 |
Landstøðir | 1370 |
Áhugavarparar | 72 |
Radiopróvbrøv | 3861 |
Radiokallimerki | 934 |
MMSIDSC | 130 |
4. Viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum
Avmarkingar í lóggávuheimild heimastýrisins skulu síðani umrøðast. Annars verður víst til løgtingsmál nr. 108/1996: Uppskot til løgtingslóg um fjarskifti.
Hernaðarmál
Hernaðarmál eru ríkismál og soleiðis undantikin lóggávuvaldi Løgtingsins. Tvs. alt fjarskifti og radiosamskifti hjá hervaldinum í Føroyum er undantikið hesari lógini.
Loftferðsla
Málsøkið loftferðsla er sambært Heimastýrislógini felagsmál (listi B, pkt. 3). Viðvíkjandi teimum á listanum undir B settu málsøkjum verður eftir nærri samráðing gjørt av, um og í hvørjari vídd hesi mál kunnu verða flutt til føroysk sermál. Lóggávuvaldið liggur sostatt í dag hjá ríkinum.
Sambært løgtingsmáli nr: 114/2000 "Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks" hevur Løgtingið samtykt, at loftferðslumál skal undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2006.
Altjóða millumlandasáttmálar (ITU) skipa atgongdina til fjarskifti í sambandi við loftferðslu.
Loftferðslumyndugleikarnir í einum landi fáa tillutað ávís tíddarøki frá fjarskiftismyndugleikunum og skulu altíð søkja fjarskiftisumsitingarnar í viðkomandi landi um loyvi til at brúka aðrar tíddir.
Aðrir danskir ríkisstovnar og uppgávur
Danskir ríkisstovnar í Føroyum, so sum Ríkisumboðið, Dómsvaldið og Løgreglan eru donsk ríkismál, sum Løgtingið einki lóggávuvald hevur á. Hesi hava eisini rætt til at stovna egin fjarskftiskerv, í tann mun hetta er ein liður í at røkja uppgávur stovnsins.
Radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum, har strandalond veita 24 tíma lurtitænastu á ávísum tíddum, liggur framvegis undir ríkinum. Tænastuna í Føroyum hevur Tele Danmark fingið álagt sambært § 16, stk. 2, nr. 6, og § 19, stk. 2 í Lov nr. 418 fra 31. maj 2000 om konkurrence og forbrugerforhold på telekommunikationsområdet. Tað er ein partur av sokallaðu veitingarskylduni hjá Tele Danmark. Føroya Tele røkir hesa uppgávuna vegna Tele Danmark og fær goldið árliga umleið 6,2 mio. kr.
Landsstýrismaðurin í samskiftismálum er í samstarvi við danska KT- og granskingarmálaráðið farin undir fyrireikingar at yvirtaka radiogrundaðu neyð- og trygdartænastuna á havinum. Fyrireikandi arbeiðið í.s.v. yvirtøkuna fer fram í Udvalget vedrørende teleforhold Danmark Færøerne (Telenevndini). Fyrireikandi arbeiðið verður eftir ætlan liðugt seint í ár.
Við avtaluni um yvirtøku av radiosamskifti skulu altjóða viðurskiftini hjá ríkinum innan radiosamskifti framvegis røkjast av Danmark. Hetta inniber, at:
Siðvenja er, at Vinnumálastýrið/ Fjarskiftiseftirlitið kunnu luttaka sum eygleiðarar saman við donsku myndugleikunum, um áhugi er fyri tí.
Í avtaluni er fastsett eitt framhaldandi samstarv millum KT- og granskingarmálaráðið og landsstýrið viðvíkjandi uppgávunum innan radiosamskiftisøkið, herundir at tryggja áhaldandi upplýsing og viðgerð av altjóða viðurskiftum innan øki av áhuga fyri Føroyar.
Um hetta lógaruppskotið verður samtykt, og Føroyar møguliga seinni verða lýstar sum fullveldi, verður ikki neyðugt við broytingum í lógini.
5. Hvørjir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til ummælis, og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið
Hesir stovnar og feløg hava havt uppskotið til ummælis
Umframt
Sum ein liður í, at málsøkið verður flutt til føroyska heimastýrið við gildi tann 1. januar 2002, fær danska fyrisitingin høvi at síggja nýggja lógargrundarlagið.
Lógaruppskotið hevur verðið lagt til almennar viðmerkingar á heimasíðuni hjá Vinnumálastýrinum.
Vinnumálastýrið hevur fingið ummælisskriv frá Fiskimálastýrinum, Føroya Tele, Kall, Statens Luftfartsvæsen og Søfartsstyrelsen. Avrit av øllum ummælum eru hjáløgd sum skjøl til lógaruppskotið.
Fiskimálastýrið mælir í sínum ummæli til, at sama mannagongd verður fylgd fyri radioprógvi, sum tá navigatørar taka siglingaprógv á sjómansskúlunum. Skipanin í.s.v. siglingaprógv er soleiðis, at tá navigatørar hava lokið próvtøku á sjómansskúlunum, fáa teir útflýggjað eitt "próvskjal", sum farið verður við til Sjóvinnufyrisitingina, sum síðan útskrivar sjóvinnubrøv við átekningum. Verandi kunngerð um siglinga radiopróvbrøv ásetur, at Fjarskiftiseftirlitið próvdømir og skrivar út øll siglinga radiopróvbrøv. Í sambandi við gerð av reglum um siglinga radiopróvbrøv vil Fjarskiftiseftirlitið kunna taka støðu til, hvørt eftirlitið skrivar út radiopróvbrøv eftir lokna próvtøku til GOC, LRC og ROC, ella eins og sjómansskúlarnir letur eitt "próvskjal" til sjóvinnufyrisitingina, meðan hvat viðvíkur SRC, so vil Fjarskiftiseftirlitið framhaldandi útskriva radiopróvbrøv.
Føroya Tele metir í teirra ummæli, at tað er ein góð loysn at savna fjarskifti og radiosamskifti í eina lóg.
Víst verður í viðmerkingunum frá Føroya Tele á, at tað ikki er greitt fyri Føroya Tele, hvørji loyvi skulu veitast sambært Kapittul 5 A. Vinnumálastýrið hevur tikið hesa viðmerking til eftirtektar og hevur tí broytt § 15 f, stk. 2 soleiðis, at nummarloyvi verður nevnt beinleiðis, til tess at einki ivamál skal vera um, at loyvi snýr seg um tillutan av nummarloyvi í føroyska nummarraðnum til kervis- og tænastuveitarar.
Føroya Tele setir umframt fram fyrispurning í sambandi við tíddarloyvisveiting, um tað snýr seg um ávísar reglur, td. reglur sambært ETSI, ella um Fjarskiftiseftirlitið sjálvt ásetur reglurnar. Vinnumálastýrið skal í hesum sambandi vísa á, at talan verður um, at Fjarskiftiseftirlitið ásetur treytirnar við støði í fakligum og viðkomandi treytum, sum í høvuðsheitum verða tær, sum eru nevndar í § 15 c, nr. 1-11.
Føroya Tele metir víðari, at ásetingin um, at Fjarskiftiseftirlitið umsitur einkarætt landsins til nummartilfeingi, ger heimildina á hesum økinum greiðari og metir tað at vera positivt.
Føroya Tele mælir til eina broyting viðvíkjandi ásetingini um, at kervis- og tænastuveitarar skulu veita avrit av sínum nummardátagrunni til ein og hvønn, ið setur fram umbøn um hetta. Føroya Tele metir, at ásetingin er óheppin, av tí at eingin veitingarskylda er áløgd Føroya Tele um nummardátagrunn. Víst verður umframt á, at í skipanini hjá Føroya Tele eru fleiri mannagongdir framvegis manuellar, og sum skipanin virkar í dag, kunnu úrtøkurnar bert gerast manuelt, og verður hetta mett at vera kostnaðarmikið. Ein menning av skipanini hjá Føroya Tele verður eisini mett at vera kostnaðarmikil. Føroya Tele metir, vísandi til ásetingar í íslendsku fjarskiftislógini á, at reglur um "rímiligheit" í metingunum av umbønum eru meiri hóskandi til føroyska fjarskiftismarknaðin. Vinnumálastýrið metir ikki, at ásetingin eigur at verða broytt. Grundgevingin er, at ásett verður, at kostnaðurin fyri avrit av nummardátagrunni er marginalkostnaðurin. Tvs. at kervis- og tænastuveitarar gjalda fyri útreiðslurnar í sambandi við umbøn um avrit av nummardátagrunni, óansæð um úrtøkurnar eru manuellar ella ikki.
Kall hevur í sínum ummæli ongar atfinningar at uppskotinum. Víst verður í ummælinum á, at ásetingin um nummardáta er hóskandi, nú fleiri nummarrøð eru hjá ymiskum veitarum. Tó mælir Kall til, at nummarraðir verða samskipaðar, og at samskipanin kann fara fram td. Við, at tað almenna átekur sær at føra ein alment atkomiligan felags nummardátagrunn. Vinnumálastýrið ásannar týdningin av hesum máli og fer í næstum undir at viðgera tilmælið um samskipan og uppskot til loysn saman við fjarskiftisvinnuni.
Statens Luftfartsvæsen og Søfartsstyrelsen hava ongar viðmerkingar til lógaruppskotið.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Virksemið er inntøkufíggjað, so uppskotið hevur ikki nakrar avleiðingar fyri
land og kommunur.
2. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Umsitingin verður longu undir verandi lóggávu framd av Fjarskiftiseftirlitinum, og
yvirtøkan inniber ikki stórvegis broytingar í virkseminum hjá Fjarskiftiseftirlitinum
ella Vinnumálastýrinum.
3. Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Tær fyritøkur, ið nýta radiosamskifti, ið krevur loyvi, skulu framhaldandi rinda
eitt nærri tilskilað gjald, og verður hetta á nøkulunda sama støði sum undir
verandi lóggávu. Gjøldini verða ásett í kunngerð.
4. Avleiðingar fyri umhvørvið
Ongar.
5. Avleiðingar 1-4 fyri serstøk øki í landinum
Ongar.
6. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella
felagsskapir
Ongar broytingar.
7. Millumtjóða sáttmálar
Altjóða tíddarsamstarv
Tíddir eru eitt avmarkað tilfeingi. Tíddir kenna ikki landamørk. Sjálvt um
Føroyar ikki hava landfast við aðrar tjóðir og ligga lutfalsliga langt burturi frá
øðrum tjóðum, so er samstarv og eindargerð innan økið av stórum týdningi í
heimshøpi fyri at forða fyri órógv og tryggja skynsama menning.
Á alheimsstigi fer samstarvið fram í UIT/ ITU (Fr. Union Internationale de Telecommunications) (En. International Telecom Union), ið hevur sæti í Geneve í Sveits. Nærum øll fullveldi jarðarinnar eru limir (189) í felagsskapinum. Í ITU høpi er eitt altjóða regluverk kallað tann altjóða radiosamskiftisfyriskipanin, ið fyriskipar meginreglurnar innan tíddarfyrisiting. Á øðrum hvørjum ári er ráðstevna, nevnd WRC, World Radiocommunications Conference, og her verða fyriskipanirnar tíðum endurskoðaðar. Radiosamskiftisfyriskipanin fevnir m.a. um ta altjóða tíddartillutingartabellina.
Fyriskipanin, sum ITU virkar eftir, er niðurfeld í eini grundfyriskipan og í einum millumtjóða sáttmála, sum Danmark hevur viðtikið.
Í Evropa fer arbeiðið fram í ERC (European Radiocommunications Committee), ið tekur sær av serstøkum evropeiskum áhugamálum innan økið. ERC er ein partur av CEPT (Conference Européenne des Administrations des Postes et des Telecommunications) (The European Conference of Post and Telecommunications Administrations), ið hevur 43 limalond. ERC hevur 4 fastar arbeiðsbólkar, harav tann eini, CPG (Conference Prepatory Group), fyrireikar eitt felagsevropeiskt uppskot til heimsráðstevnuna. Einki er til hindurs fyri, at Føroyar luttaka í CEPT, tí talan er um ein samstarvsfelagsskap millum evropeisku fjarskiftisumsitingarnar, ið ikki er grundaður á millumtjóðasáttmála.
Á evropeiskum stigi fer sum áðurnevnt samstarv fram innan ERC. ERC tekur við grundarlagi í avgerðum hjá ITU sokallaðar ERC-avgerðir um radiosamskiftisviðurskifti og herundir tíddarnýtsluna í Evropa. Ein ERC- avgerð verður uppfatað sum fólkarættarliga bindandi, ið áleggur londunum at seta av ávísar tíddir til ávísar tænastur. Danmark og harvið eisini Føroyar eru bundin til at fylgja hesum. Ætlanirnar verða vanliga gjørdar í 5 ára høpi.
8. Álegging av skyldum á borgarar og vinnu
Í ávísan mun verður álegging av skyldum á borgarar og vinnu færri, av tí at
nøkur tíddarøki fara at kunna verða brúkt uttan serligt loyvi frá
Fjarskiftiseftirlitinum.
9. Heimildir til annan enn landsstýrismannin
Talan er um týðandi heimildir givnar til Fjarskiftiseftirlitið.
10. Atgongd til privata ogn
Sambært lógini verður undir nærri treytum loyvt hjá Fjarskiftiseftirlitinum at
hava atgongd til privata ogn uttan rættarúrskurð. Her er tó ongin broyting í mun til
verandi donsku lóggávu.
11. Skema.
|
Fyri landið/lands- |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landi-num |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Sosialar avleiðingar |
|
nei |
|
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:
Til nr. 1:
Henda broyting er neyðug fyri, at lógin kann umfata øll viðkomandi tól undir
heitinum fjarskiftisútbúnaður, eisini øll sløg av radiosamskiftisútbúnaði.
Til nr. 2:
Við hesum skilst umsóknir um loyvi til nýtslu av tíddum, nummarloyvi v.m.
Til nr. 3:
§ 15 a.
Hetta inniber reglur fyri prógvi til nýtslu av siglinga radiosamskiftistænastum og
reglur fyri prógvi til áhugavarparar.
§ 15 b.
Stk. 1. Við hesi áseting verður lagdur ein einfaldur og lutfalsliga
tíðarleysur karmur kring fyrisitingina av tíddum og tíddarraðnum. Tíddarætlanin
(frekvenstabellin) verður løgd í samstarvi við Danska Fjarskiftiseftirlitið innan
fyri teir altjóða karmarnar, Danmark er bundið av. Endamálið er at tryggja klárar
objektivar karmar fyri tíddartillutanini. Við radiobylgjur meinast við tíddir millum
9kHz og 3THz, ið breiða seg í rúmd uttan nýtslu av gjørdum leiðarum.
Tíddarætlanin er bindandi, tískil skal hvør tillutan vera í samsvari við hana.
Fyriskipanirnar í tíddarætlanini eru úttømandi.
Stk. 2. Gevur heimild til at seta nágreinligar reglur m.a.
tíddarfyrisetingarreglur. Ein fyritreyt fyri at farið verður undir tílíkar reglur
skal vera, at tað verður mett sannlíkt, at trot fer at verða innan styttri
tíðarskeið.
Stk. 3. Hetta verður nærri lýst í einum lista, ið er úttømandi.
§ 15 c.
Fjarskiftiseftirlitið hevur einkarrætt til at geva loyvi til tíddarnýtslu og
ásetur neyvari treytir fyri loyvinum. M.a. skulu loyvini verða tíðaravmarkað. Her
skal Fjarskiftiseftirlitið gera eina meting, grundað á útlitini innan tíddarbandið,
tíddarætlanina og ásetingarnar í henni.
§ 15 d.
Sjálvt um tað ikki er bráðfeingis trot á tíddum í Føroyum, so verður mett
hóskandi, at tá talan er um tíddir, ið skulu nýtast til veiting av almennum
fjarskiftistænastum, so kann Fjarskiftiseftirlitið treyta sær, at viðkomandi hevur
konsessión, og tá talan er um kringvarpsvirksemi eisini loftmiðlaloyvi.
Stk. 2. Talan kann t.d. vera um trot á tíddum í ávísum tíddarraði ella
orsakað av altjóða sáttmála, sum Føroyar eru við í.
§ 15 e.
Miðað verður eftir, at tíddargjøld (gebyr) og avgreiðslugjøld (gebyr) verða
grundað í tí umsitingarorkuni og tilfeinginum, ið krevst til at veita ávísu
tænastuna. Miðað verður eftir, at gjøldini framhaldandi verða minst líka lág sum
í grannalondunum, við møguligum serstøkum føroyskum frávikum í huga.
§ 15 f.
Í núverandi lóggávu verður fyrisitingin av numrum umsitin sambært § 3, stk. 2
í lógini. Við hesi broytingini verður heimildin greiðari, umframt at møguleiki
verður fyri, at onnur áhugað kunnu fáa avrit av nummardátagrunnum hjá
fjarskiftisveitarum.
Til nr. 4:
§ 21
Við núverandi orðing er radiosamskiftisútbúnaður ikki greitt umfataður av
orðingini. Tað kann hava týdning í neyðstøðu.
Hjáløgd skjøl:
1. Ummæli frá Fiskimálastýrinum, dagfest 7. september 2001
2. Ummæli frá Føroya Tele, dagfest 18.september 2001
3. Ummæli frá Kall, dagfest 13. august 2001
4. Ummæli frá Statens Luftfartsvæsen, dagfest 18. september 2001
5. Ummæli frá Søfartsstyrelsen, dagfest 16. september 2001.
1. viðgerð 14. november 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 18. desember 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2001 er tað beint í vinnunevndina.
Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 18. desember 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Føroya Tele og Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum saman við fjarskiftiseftirlitinum.
Føroya Tele hevði hesar viðmerkingar til uppskotið:
Kapittul 5 B við yvirskriftini Nummarviðurskifti v.m. Í § 15f, stykki 2 verður álagt konsessiónshavararunum at veita avrit av sínum nummardátagrunni til ein og hvønn, ið setir fram umbøn um tess. Lógaruppskotið er gjørt eftir donskum leisti, og er henda orðingin beinleiðis tikin úr donsku Fjarskiftislógini.
Í § 15f, stykki 3 verður ásett, at kostnaðurin av at veita avrit sambært stk. 2, má ikki vera hægri enn kostnaðurin av at veita avritið (marginalkostnaðurin).
Tað tekniska støðið og tann føroyski fjarskiftismarkanaðurin kann betur samanberast við tann Íslendska enn tann danska fjarskiftismarknaðin á hesum økinum. Føroya Tele metir tí, tað er sera óheppið at hava ásetingar á hesum økinum, sum beinleiðis eru tiknar úr donsku fjarskiftislógini.
Føroya Tele fer tí at mæla til at broyta ásetingarnar í lógaruppskotinum. Serliga fer Føroya Tele at mæla til, at ásetingarnar á hesum økinum verða gjørdar eftir norskum leisti, har latið verður upp til partarnar at finna eina loysn.
F
jarskiftiseftirlitið hevur kannað viðurskiftini í Noregi og fingið at vita, at har eru myndugleikarnir farnir í holt við at broyta ásetingarnar eftir donskum leisti, og soleiðis at tær verða í tráð við ES / EBS fyriskipanir og harvið eisini ásetingarnar í hesum lógaruppskotinum. Eftir nýggju norsku reglunum, sum møguliga koma í gildi 1/1-2002, skal hvør parturin gjalda fyri egnan kostnað, undantikið kostnað fyri flutning (overførsel). Annars eru í løtuni reglur í Noregi, sum eru ásettar í rakstrarloyvinum hjá TeleNor, sum er álagtat útflýggja nummarupplýsingar til "kostnads orienterede priser".
Hartil hevur F
jarskiftiseftilitið fingið upplýst frá Post- og Fjarskiptastofnum í Íslandi, at eftir íslendskum reglum, skal Póst- og Fjarskiptastofnún tryggja, at allir útbjóðarar av televeitingum útlevera nummarupplýsingar til rímuligar treytir. Um semja ikki fast, avgerð Póst- og Fjarskiptastofnún endaligu treytirnar. Stjórin á íslendska fjarskiftiseftirlitinum Gustav Arner vil tulka eitt møguligt mál um hesi viðurskifti sum verandi marginala kostnaðin (ásetingin í teirra reglum er: Veruligur kostnaður). Íslendsku reglurnar eru gjørdar við støði í EBS-fyriskipanum.Reglurnar í Íslandi eru soleiðis orðaðar :
35. gr. Upplýsingatænasta um telefonnummur
"Post- og fjarskiftastovan skal tryggja, at ið hvussu er ein
telefonupplýsingatænasta, sum hevur upplýsingar um øll telefonnummur, er tilgongd hjá
øllum brúkarum.
Til at møguligt skal vera at fremja ásetingarnar í 1. og 2. stk. í 34. gr. í verki,
skal Post- og fjarskiftastovan tryggja, at allar fjarskiftafyritøkur, sum velja felagum
sínum nummur, ganga øllum rímiligum umbønum á møti um at lata frá sær viðkomandi
upplýsingar í einum formi, sum partarnir semjast um, m.a. í teldutøkum formi, og við
korum, sum eru lagalig og hava støði í útreiðslum. Tað er ikki loyvt at brúka
upplýsingarnar til annað endamál enn at geva telefonbøkur út ella til
upplýsingatænastu um telefonnummur. Ásetingarnar í hesi grein galda eisini fyri tey,
sum fáa telefonbókarupplýsingar í hendur."
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Heini O. Heinesen, Henrik Old, Ingi Olsen, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, og út frá omanfyristandandi upplýsingum er meirilutin samdur um ikki at broyta orðingarnar í § 1 nr. 3 § 15 f, stk. 3.
Harumframt heldur meirlutin tað vera óheppið, at tað í eini lóg sum hesari verða nýtt orð, sum eru ókend í málinum, og meirilutin fer, áðrenn 2. viðgerð byrjar, at leggja broytingaruppskot fram hesum viðvíkjandi.
Minnilutin (Alfred Olsen) hevur hesar viðmerkingar: Málið hevur verið til ummælis hjá nógvum stovnum og feløgum.
Føroya Tele sigur í sínum viðmerkingum til uppskotið, at tað ber brá av, at radiosamskiftið verður flutt frá ríkismyndugleikunum til Føroya Landsstýri at umsita.
Lógaruppskot eiga altíð at vera ítøkilig, og skulu ikki einans bera brá av einum ella øðrum. Í hesum førinum stendur til dømis ongastaðni, um talan er um eina §2-yvirtøku ella eina §9-yvirtøku eftir heimastýrislógini. Er talan einans um at flyta umsitingina av radiosamskifti frá ríkismyndugleikunum til Føroya Landsstýri (sum Føroya Tele vísir á), so er talan um eina §9-yvirtøku.
Í viðmerkingunum til uppskotið standa eisini upplýsingar, sum benda á, at talan er um eina §9-yvirtøku. Til dømis stendur, at við avtaluni um yvirtøku av radiosamskifti skulu altjóða viðurskiftini hjá ríkinum innan radiosamskifti framvegis røkjast av Danmark. Hetta inniber, at:
Víðari verður sagt, at siðvenja er, at Vinnumálastýrið/Fjarskiftiseftirlitið kunnu luttaka sum eygleiðarar saman við donsku myndugleikunum, um áhugi er fyri tí.
Í skemanum yvir avleiðingarnar av uppskotinum stendur, at uppskotið fær ongar fíggjarligar ella búskaparligar avleiðingar fyri landsmyndugleikarnar og kommunalar myndugleikar. Eisini hetta gevur eina ábending um, at talan er um eina §9-yvirtøku, har umsitingin verður føroysk, meðan ríkismyndugleikarnir halda fram við at gjalda útreiðslurnar.
Sambandsflokkurin hevur í Nýskipanaruppskoti sínum gjørt greitt, at flokkurin tekur als ikki undir við yvirtøkum, har gjaldskylda ikki fylgir við.
Sambært §15 f, stk. 2 skulu kervis- og tænastuveitarar, ið hava fingið tillutað nummarloyvi í føroyska nummarraðnum og hava tillutað hesi nummur til endabrúkarar, veita avrit av sínum nummardátagrunni til ein og hvønn, ið setir fram umbøn um tað. Stk. 3 sigur, at kostnaðurin av at veita avrit sambært stk. 2, má ikki vera hægri enn kostnaðurin av at veita avritið (marginalkostnaðurin).
Føroya Tele hevur víst á, at teirra skipan er ikki serliga automatiserað á hesum øki, og tí kann gerast neyðugt annaðhvørt at seta fleiri fólk í starv, ella at menna skipanina. Hetta kann sostatt gerast ein kostnaðarmikil útreiðsla fyri stovnin.
Minnilutin, Alfred Olsen tekur ikki undir við uppskotinum og mælir tinginum til at fella uppskotið.
Á tingfundi 19. desember 2001 var atkvøtt, sambært § 85 í tingskipanini, um at víkja frá tíðarfrestini við 2. og 3. viðgerð. Samtykt 17-0-0.
Á tingfundi 20. desember 2001 løgdu tingmenninir Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi
B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
2. viðgerð
Í § 1, nr. 3 verða gjørdar hesar broytingar:
a) Í § 15 a., stk. 1 verður "tíddum(frekvensum)" broytt til "frekvensum (tíddum)"
b) Yvirskriftin " Nýtsla av tíddarraðnum til radiosamskifti" verður broytt til " Nýtsla av frekvensraðnum til radiosamskifti"
c) Í § 15 b., stk. 1 verður "tíddarætlanina" broytt til "frekvenstabellina" og "tíddum" broytt til "frekvensum".
d) Í § 15 b., stk. 2 verður "tíddum" broytt til "frekvensum"
e) Í § 15 b., stk. 3 verður "tíddarøki" broytt til "frekvensøki"
f) Í § 15 b., stk. 4 verður "tíddum" broytt til "frekvensum"
g) Í § 15 c., stk. 1 verður "tíddarnýtslu" broytt til "frekvensnýtslu"
h) Í §15 c., stk. 1, nr. 1 verður "ravsigulsvaði (elektromagnetiskum felti)." broytt til "elektromagnetiskum felti (ravsigulsvaði)."
i) Í § 15 c., stk. 1, nr. 2 verður "tíddarætlanina" broytt til "frekvenstabellina"
j) Í § 15 c., stk. 1, nr. 3 d verður "tíddarstøðugleika" broytt til "frekvensstøðuleika"
k) Í §15 c., stk. 1, nr. 5 verður "á tíddarøkinum verða hildnar, herundir avtalur um altjóða tíddarsamskipan" broytt til "á frekvensøkinum verða hildnar, herundir avtalur um altjóða frekvenssamskipan"
l) Í § 15 c., stk. 1, nr. 6 verður "tíddirnar" broytt til "frekvensirnar"
m) Í § 15 c., stk. 1, nr. 8 verður "tíddum" broytt til "frekvensum"
n) Í § 15 d., stk. 1 verður "tídd" broytt til "frekvens"
o) Í § 15 d., stk. 2 verður "Tillutað tídd" broytt til "Tillutaður frekvensur"
p) Í § 15 e., stk. 1 verður "tíddargjøld fyri almenn og einstaklingabundin loyvi til nýtslu av tídd" broytt til "frekvensgjøld fyri almenn og einstaklingabundin loyvi til nýtslu av frekvensi"
Viðmerkingar:
Í álitinum til avvarandi uppskot varð gjørt vart við, at meirlutin helt tað vera
óheppið, at tað í eini lóg sum hesari verða nýtt orð, sum eru ókend í málinum,
og meirilutin boðaði frá, at broytingaruppskot fór at verða lagt fram hesum
viðvíkjandi.
2. viðgerð 20. desember 2001. Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 15 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-6. Málið avgreitt.
Ll.nr. 176 frá 21.12.2001