31 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2001, 8. november, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar verður gjørd henda broyting:
§ 1, pkt. 1 verður orðað soleiðis: "1) at geva undirvísing í yrkisútbúgvingum, í øðrum av landsstýrismanninum góðkendum útbúgvingum og at skipa fyri skeiðvirksemi,"
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. Almennar viðmerkingar:
Sambært § 1 í løgtingslóg um yrkisskúlar kann landsstýrismaðurin góðkenna
yrkisskúlar. Fyri at verða góðkendir skulu skúlarnir hava ávísar útbúgvingar ella
lúka ávísar treytir, sum eru nærri ásettar í pkt. 1-4.
Seinnu árini hava yrkisskúlarnir ynskt og fingið loyvi at hava útbúgvingar, har upptøkutreytin er lokin miðnáms- ella yrkisútbúgving. Talan er um sonevndar akademiútbúgvingar, ið fyrst og fremst eru yrkisrættaðar, men sum eisini í ávísan mun kunnu avriksflytast, um næmingurin eftir lokna útbúgving fer undir hægri lestur. Á Føroya Handilsskúla er skipað fyri teldustøðingaútbúgving (2 ¼ ár), og á Tekniska Skúlanum í Tórshavn byrjaði útbúgving innan framleiðslutøkni (2 ár) fyrr í ár.
Higartil galdandi orðing er ikki nøktandi, tí nevndu útbúgvingar eru ikki innan góðkenningarlistan í pkt. 1-4. Mælt verður tí til, at orðingin í punkti 1 verður soljóðandi: "at geva undirvísing í yrkisútbúgvingum, í øðrum av landsstýrismanninum góðkendum útbúgvingum og skipa fyri skeiðvirksemi".
Broytingin er sostatt ein dagføring av góðkenningartreytunum
2. Avleiðingar av uppskotinum:
Lógarbroytingin hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land
ella kommunur við sær. Lógaruppskotið hevur ikki avleiðingar fyri vinnuna,
umhvørvið, samfelagsbólkar, felagsskapir ella millumtjóða felagsskapir.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum | Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei
|
|
3. Serligar viðmerkingar:
Til § 1.
Orðingin "øðrum javnsettum útbúgvingum" verður broytt til: "
øðrum av landsstýrismanninum góðkendum útbúgvingum", soleiðis at
yrkisskúlarnir hava neyðuga heimild at undirvísa í framhaldandi yrkisrættaðum
útbúgvingum.
Til § 2.
Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. viðgerð 28. november 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 5. desember 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 28. november 2001 er málið beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 5. desember og hevur undir viðgerðini havt fund við Óla Holm, landsstýrismann.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
2. viðgerð 11. desember 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 14. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 156 frá 20.12.2001