Brúkarakærunevnd

 

46  Uppskot til  ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 15. januar, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg: 

Lóg fyri Føroyar um brúkarakærunevnd

Brúkarakærunevndin

§ 1. Kærur frá brúkarum um vørur, arbeiðs- og tænastuveitingar kunnu leggjast fyri Brúkarakærunevndina, sum er ein nevnd, óheft av landsstýrismanninum, skipað umsitingarliga undir landsstýrismanninum.
Stk. 2. Kærur kunnu snúgva seg um øll rættarviðurskifti partanna millum.

§ 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um, í hvønn mun kærur frá brúkarum viðvíkjandi vørum ella arbeiðs- og tænastuveitingum frá almennum virksemi kunnu leggjast fyri nevndina til viðgerðar.

§ 3. Nevndin viðger ikki kærur á økjum, har lóggáva frammanundan er um kærumannagongd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, at ávísar vørur og arbeiðs- og tænastuveitingar ikki kunnu leggjast fyri nevndina, ella avmarka viðgerðina at fevna um vørur og arbeiðs- og tænastuveitingar, sum hava ein prís oman fyri ella niðan fyri ávísa upphædd.

§ 4. Nevndin verður skipað við einum nevndarleiðara og 2 føstum limum umboðandi ávikavist brúkara- og vinnuáhugamál. Herumframt verða tilnevndir nevndarlimir sambært. stk. 3. Til nevndarviðgerðir kann nevndin gera av at víðka nevndina við tilnevndum nevndarlimum, ella lata aðrar nevndarlimir umboða teir føstu limirnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya, leiðaran, sum skal lúka vanligu treytirnar fyri at gerast dómari og skal vera óheftur av beinleiðis tilknýti til brúkara- ella vinnuáhugamál, umframt hinar nevndarlimirnar, harav 2 fastar, umboðandi brúkara- og vinnuáhugamál eftir fingið tilmæli frá avvarðandi áhugabólkum og -feløgum. Varalimir fyri leiðaran og føstu limirnar verða somuleiðis tilnevndir eftir sama leisti. Nevndarleiðari og nevndarlimir verða tilnevndir fyri 4 ár og kunnu veljast aftur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð talið av nevndarlimum, umboðandi ymisk brúkara- og vinnuáhugamál, og tilnevnir hesar.
Stk.4. Til nevndina er knýtt ein skrivstova, sum í virksemi sínum fyri nevndina er óheft av landsstýrismanninum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð reglugerð fyri Brúkarakærunevndina.

§ 5. Til nevndarviðgerð krevst, at leiðarin og í minsta lagi 2 limir aftrat, umboðandi ávikavist brúkara- og vinnuáhugamál, luttaka. Limir, umboðandi brúkara- og vinnuáhugamál, eiga at vera javnt umboðaðir á nevndarfundum.

§ 6. Kæra kann vendast móti einum og hvørjum, sum sambært rættargangslógini kann rættarsøkjast í Føroya Rætti um slíkt, sum eitt rættarmál kundi snúð seg um.
Stk. 2. Avtalur, sum eru gjørdar um, at rættartrætur skulu viðgerast í gerðarrætti ella á annan hátt, forða ikki fyri, at kært verður til Brúkarakærunevndina.

§ 7. Nevndin kann vísa frá sær kærur, sum hon metir ikki hóska til viðgerð í nevndini.
Stk. 2. Nevndin kann nokta at viðgera eina kæru, um hon metir tað eyðsýniligt, at brúkarin ikki fær viðhald í kæruni.
Stk. 3. Nevndin kann heimila skrivstovuni at taka avgerðir sambært. stk. 1 og stk. 2.

§ 8. Meðan kærumálið verður viðgjørt í nevndini, kunnu partarnir ikki leggja málið fyri rættin viðvíkjandi tí, sum kæran snýr seg um.
Stk. 2. Um rættarmál longu er byrjað, og brúkarin ynskir málið viðgjørt í nevndini, steðgar rætturin málinum fyribils og flýggjar nevndini tað, uttan so at tað er eyðsýniligt, at brúkarin ikki fær viðhald í kæruni, ella málið ikki hóskar til nevndarviðgerð.
Stk. 3. Um málið er byrjað í gerðarrætti ella á annan hátt, og brúkarin ynskir málið viðgjørt í nevndini, skal málið fyribils steðgast, til tað er viðgjørt í nevndini.

§ 9. Ongin av pørtunum rindar kostnað fyri nevndarviðgerð til hin partin.
Stk. 2. Nevndin rindar kostnaðin fyri fingnar sakkønar frásagnir, sum nevndin metir neyðugar til málsviðgerðina.
Stk. 3. Nevndin kann gera av, at tann tapandi parturin heilt ella lutvíst skal rinda kostnaðin fyri fingnar sakkønar frásagnir ella goldin gjøld.

§ 10. Tá ið nevndin hevur tikið avgerð í einum kærumáli, kunnu partarnir hvør í sínum lagi leggja málið fyri dómstólin.
Stk. 2. Um ein avgerð, sum nevndin hevur tikið, ella ein semja, sum er gjørd saman við nevndini, ikki verður hildin, leggur skrivstovan hjá Brúkarakærunevndini málið fyri dómstólin vegna brúkaran, um viðkomandi biður um tað.

§ 11. Bert tann í hesi lóg umrødda nevnd hevur rætt at nýta heitið "Brúkarakærunevndin".
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum banna øðrum at nýta heitir, sum kunnu koma í bland við tað í stk. 1 nevnda heiti. Brot á slíkt bann verður revsað við bót.

Góðkenning av privatum kærunevndum

§ 12. Brúkarakærunevndin kann góðkenna, at kærur, sum nevndin kundi viðgjørt, ístaðin verða viðgjørdar í øðrum kærunevndum, sum settar eru innan ávís øki.
Stk. 2. Slík góðkenning verður bert givin, um viðtøkurnar hjá hesi kærunevnd hava reglur um bygnað og málsviðgerð, sum tryggja partarnar nóg væl.
Stk. 3. Góðkenningin kann tíðaravmarkast og afturkallast, um fortreytirnar fyri hesari mugu metast at vera burturi.
Stk. 4. Avgerðin hjá Brúkarakærunevndini sambært stk. 2-3 kann ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 5. § 6, stk. 2, § 8 og § 10 eru somuleiðis galdandi fyri mál, sum verða løgd fyri eina góðkenda kærunevnd.

Gildiskoma

§ 13. Landsstýrismaðurin kann lata heimildir sínar sambært hesi lóg til Brúkarakærunevndina, herundir eisini gera av, at kærast ikki kann um avgerðir, tiknar av Brúkarakærunevndini, til annan fyristingarmyndugleika.

§ 14. Lógin kemur í gildi tann 1. januar 2003.

§ 15. Í lóg nr. 305 frá 14. juni 1974 om forbrugerklagenævnet verður í staðin fyri "disse landsdele" sett "Grønland" og orðini "færøske og" ganga út.

§ 16. I lov for Færøerne om rettens pleje, lovbekendtgørelse nr. 555 af 01.11.1984, som sat i kraft ved lov nr. 92 af 23.02.1988 og senest ændret ved lov nr. 365 af 02.06.1999, affattes § 361 således:

"§ 361. Anmoder en forbruger om, at en sag, der kan indbringes for Forbrugerklagenævnet eller for et klage- eller ankenævn, der er godkendt af Forbrugerklagenævnet, må blive behandlet ved det pågældende nævn, udsætter retten sagen på ubestemt tid og sender den til nævnet. Dette gælder dog ikke, hvis det må anses for åbenbart, at der ikke kan gives forbrugeren medhold i klagen, eller hvis sagen ikke skønnes egnet til behandling ved nævnet.
Stk. 2. Anmodning om nævnsbehandling efter stk. 1 skal så vidt muligt fremsættes i 1. retsmøde eller, såfremt sagen forberedes skriftligt, i svarskriftet. Anmodning kan fremsættes mundtligt til retsbogen. Sagsøgte behøver ikke afgive svarskrift, såfremt anmodningen fremsættes rettidigt. Retten kan, hvis særlige omstændigheder taler derfor, tage hensyn til en anmodning, der fremsættes senere end angivet i 1. pkt., men dog inden domsforhandlingens begyndelse.
Stk. 3. Forbrugeren skal gøres bekendt med muligheden for nævnsbehandling.
Stk. 4. Ønsker en af parterne behandlingen ved retten fortsat efter, at nævnet har truffet afgørelse i sagen, eller efter, at der er indgået forlig for nævnet, skal han indlevere stævning til den ret, hvor sagen oprindelig er anlagt. Han anses herefter som sagsøger. I henseende til beregning af procesrente, afbrydelse af frister for sagsanlæg og afbrydelse af forældelse anses sagen for anlagt ved det oprindelige sagsanlæg, medmindre den pågældende part ikke har fremmet sagen behørigt."

Viðmerkingar:

Uppskotið er einsljóðandi og uppskotið til lóg um brúkarakærunevnd, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt álit um, og verður víst til viðmerkingarnar í álitinum sum er hjálagt sum skjal 1 í løgtingsmáli nr. 45/2001: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring.

Tó verður uppskotið sett fram í ríkislógartilmælisformi, av tí at tað ikki verður mett, at málsøkið er yvirtikið. Umframt verður heimildin við kgl. fyriskipan at seta donsku brúkarakærulógina frá 1974 í gildi í Føroyum sett úr gildi. Eisini verður í uppskotinum mælt til at gera fylgibroytingar í rættargangslógini fyri Føroyar.

1. viðgerð 17. januar 2001. Tingmálini 45 og 46/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði beind í vinnunevndina sum 21. februar 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 15. januar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 31. januar, og tann 7., 14. og 21. februar 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Sigrid Dalsgaard, fyrrverandi formann í brúkarafelagnum, Turið Debes Hentze, advokat, og við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við umboðum fyri kappingarskrivstovuna.

Frá Turið Debes Hentze, advokati, hevur nevndin fingið skriv, dagfest 7. februar 2002, við viðmerkingum til 1. viðgerð í Løgtinginum av málinum, og skriv, dagfest 8. februar 2002, við nágreining av tí, ið sagt varð á fundi í vinnunevndini 7. februar 2002.

Nevndin hevur í síni støðutakan býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Alfred Olsen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Jógvan á Lakjuni og Ingi Olsen vísa á, at landsstýrismaðurin yvir fyri vinnunevndini hevur upplýst, at hann hevur sett eina nevnd at endurskoða kappingarlógina, og heldur landsstýrismaðurin at marknaðarføring og brúkaraviðurskifti eru ein natúrligur partur av arbeiðnum hjá hesi nevndini. Teir taka undir við tilmælinum frá landsstýrismanninum um, at hendan nevndin sleppur at gera seg lidna við eina serføroyska loysn fyri økið. Eisini halda teir, at tað eigur at vera eitt breiðari forum, ið fyrireikar slík lógaruppskot.

Heini O. Heinesen mælir frá at samtykkja eitt ríkislógartilmæli, og vil heldur bíða til málsøkið er yvirtikið.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old og Dan R. Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 27. februar 2002. Uppskot til ríkislógartilmæli fall 8-0-18. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.