48 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki ordaskifti)
Ár 2002, 31. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, við seinni
broytingum, verður gjørd henda broyting:
Í § 27, stk. 3 verður "§§ 6,7 og 9" broytt til: "§§ 6, 7, 8a og
9."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tann 20. januar 1989 gjørdu Danmark, Finnland, Norra og Svøríki avtalu um, at
samarbeiða um landamørk fyri at forða fyri og avmarka skaðar á menniskju, ogn ella
umhvørvið, um ólukkur henda. Henda avtala er eisini galdandi fyri Føroyar. Víst
verður í hesum sambandi til bekendtgørelse nr. 66 af 9. august 1990. Sambært avtaluni
hava Føroyar millum annað bundið seg til at skapa heimild fyri, at motorakfør,
bjargingarútgerð og onnur útgerð kann koma inn á tolløkið ótarnað og frítikin
fyri skatt og avgjøld.
Í hesum uppskoti til broyting í meirvirðisgjaldslógini verður ein nýggj áseting, ið heimilar meirvirðisgjaldsfríum innflutningi av vøru, sum skal nýtast í sambandi við stórvanlukkur ella nattúruvanlukkur.
Ásetingin er ein avleiðing av uppskotinum til broyting í tolllógini, sum loyvir tollfríum innflutningi av útgerð, sum skal nýtast í sambandi við stórvanlukkur ella nattúruvanlukkur. Uppskotið til broyting í tolllógini verður lagt fram samstundis sum uppskotið til broyting í lógini um meirvirðisgjald. Ásetingin í tolllógini er gjørd av tí, at Føroyar hava bundið seg til at útvega heimild fyri, at bjargingarútgerð og onnur útgerð kann koma inn á tolløkið ótarnað uttan at rinda toll, skatt ella avgjald í sambandi við stórvanlukkur ella nattúruvanlukkur.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið verður ikki mett at hava við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri
landið, kommunurnar ella vinnuna.
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Sosialar avleiðingar verða heldur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | nei |
nei |
nei |
nei |
nei |
Sosialar avleiðingar |
|
nei |
|
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Ásetingin í hesum uppskoti er ein avleiðing av uppskotinum til § 8a í
tolllógini.
Við hesi áseting hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild til at veita meirvirðisgjaldsfrían innflutning av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki, eftir § 8a í tolllógini.
Somu ásetingar eru eisini galdandi, um talan er um stórar bjargingarroyndir v.m. á føroyska økinum, har bjargingarútgerð verður innflutt á tolløkið.
1. viðgerð 7. februar 2002. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 13. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 15. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 12 frá 25.02.2002