78 Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu
A.
Upprunauppskot
B. 1.
viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu
§ 1. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Liberiu:
Stk. 2. Tað er bannað at veita Liberiu tøkniliga hjálp ella
venjing, ið er tengd at at veita, framleiða, røkja ella at nýta nevndu lutir í stk.
1.
Stk. 3. Stk. 1 og stk. 2 fevna ikki um at selja ella at veita hernaðarútgerð,
ið ikki elvir deyða, og sum burturav verður nýtt til hjálparendamál ella vernd, og
tengda tøkniliga hjálp ella venjing, sum er góðkend av nevndini, ið er skipað
sambært fyriskipan Sameindu Tjóða nr. 1343 (2001), heruppií verndarvestar og
herhjálmar, sum eru fyribils útfluttir til Liberiu til egna nýtslu hjá starvsfólki
Sameindu Tjóða, tíðindafólki, neyðhjálparfólki ella hjálparfólki.
§ 2. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar, ið hava sín uppruna ella koma frá Liberiu, inn til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, um teir hava sín uppruna í Liberiu.
§ 3. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§
1 og 2, verða revsaðir eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini við bót, hefti ella undir
herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelagi, lutafelagi, smápartafelagi ella
líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 4. Henda lóg fevnir eisini um persónar, búsitandi í Føroyum ella, ið løgfrøðiliga eru búfastir í Føroyum, sum uttanlands inna virksemi ella gerðir, sum eru bannað sambært hesi lóg.
§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðið í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk í móti Liberiu, samsvarandi samtykt nr. 1343 frá 7. mars 2001 hjá Trygdarráð Sameindu Tjóða, hjáløgd.
Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í ½landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri Vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar
|
|
Nei |
|
SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Til § 1: Trygdarráð Sameindu Tjóða hevur staðfest, at allur hernaðarligur stuðul hjá londunum í Vesturafriku til grannalondini skal steðgast. Tí verður tað í §1 gjørt ólógligt á ein hvønn hátt at útvega Liberiu hernaðarútgerð.
Til § 2: Størsti parturin av ólógliga handlinum av diamantum, ið er við til at fíggja uppreistrarherin (Revolutinary United Front, RUF) í Sierra Leona, gongur í gjøgnum Liberiu. Trygdarráð Sameindu Tjóða metir, at stjórnin í Liberiu virkin stuðlar RUF á øllum økjum, og tí skal innflutningur av diamantum úr Liberiu gerast ólógligur.
Til §§ 3 og 4: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða.
Skjøl:
1. viðgerð 5. mars 2002. Tingmálini nr. 78, 79 og 80/2001 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.