80 Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona
§ 1. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra
Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava
sín uppruna.
Stk. 2. Óslípaðir diamantar, ið eru undir eftirliti av stjórnini í Sierra
Leona, við skipan við upprunaloyvisbrævi í samsvari við punkt 5 í
Trygdarráðssamtykt Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000), eru ikki fevndir av forboðnum í
stk. 1.
§ 2. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §
1, verða revsaðir eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini við bót, hefti ella undir
herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelagi, lutafelagi, smápartafelagi ella
líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 3. Henda lóg fevnir eisini um persónar, búsitandi í Føroyum ella, ið løgfrøðiliga eru búfastir í Føroyum, sum uttanlands inna virksemi ella gerðir, sum eru bannað sambært hesi lóg.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðið í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk í móti Sierra Leona, samsvarandi samtykt nr. 1306 frá 5. juli 2000 hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, hjáløgd.
Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Til § 1: Ólógligur handil av diamantum er ein av størstu inntøkukeldunum hjá uppreistrarherinum (Revolutinary United Front, RUF) í Sierra Leona, og heldur ólógligi handilin av diamantum sostatt lív í uppreistrarstríðnum í landinum. Stórur partur av ólógliga handlinum hjá RUF gongur í gjøgnum grannalandið Liberia. Trygdarráð Sameindu Tjóða ásannar týdningin, ið altjóða lógligur handil við diamantum hevur fyri menningina av fleiri londum, og hevur í hesum sambandi heitt á stjórnina í Sierra Leona um at útvega eitt upprunaloyvisbræv, soleiðis at lógligur handil við diamantum ikki verður raktur av altjóða handilstiltøkum.
Til §§ 2 og 3: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða.
Skjalayvirlit:
1. viðgerð 5. mars 2002. Tingmálini nr. 78, 79 og 80/2001 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.