Meirvirðisgjald

 

88  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1.

Í løgtingslóg nr.136 frá 8 septembur 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25 februar 2002, verður gjørd hendan broyting:
Í grein 12 verður nýtt litra o sett inn, sum verður orðað soleiðis:
"o. tilfar til umvæling og bygging av kirkju- og samkomubygningum, har fíggjarliga grundarlagið er gávur."

§ 2.

Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Arbeiðið, ið sjálvbodnir felagsskapir, samkomur og kirkjulið dagliga útinna kring landið, kann neyvan metast í virði. Ein stórur partur av føroysku mentanini hvílir á hesum. Fyribyrgjandi og uppalandi arbeiðið, ið her verður gjørt, er hornasteinur samfelagsins, og neyvan kanst tú ímynda tær eitt samfelag uttan hesar stuðlar.

Meginparturin av hesum virksemi hvílir á sjálvbodnari arbeiðsmegi og regluligum gávum frá vanligum borgarum, sum geva, eftir fyrst hava goldið skatt av tí givna. Løgið kenst tá, at tá hesar gávur verða brúktar til t.d. umvæling ella nýbygging av hølum til virksemi teirra, so krevur tað almenna fult mvg-gjald av tilfarinum, ið keypt verður. Her er ikki talan um vinnuligt virksemi, her er sum nevnt talan um sjálvboðið hjálpararbeiði, ið hvílir á áður skattaðum gávum.

Miðflokkurin metir tað vera sjálvsagt at gera hetta undantak í mvg-lógini og heitir á Løgtingið um at stuðla hesum.

Serligar viðmerkingar til grein 1
Broytingin ger, at sjálvbodnir felagsskapir sum kirkjur og samkomur kunnu, eftir umsókn, fáa mvg afturborið. Søkjast skal um hetta, og prógvast skal, at fíggjarliga grundarlagið er gávur frá einstaklingum.

Fíggjarligi kostnaðurin av uppskotinum er tengdur at tí byggivirksemi/umvælingarvirksemi, ið verður, og er tí ringt at meta um hetta frammanundan.

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur nevndin undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Kári P. Højgaard og Vilhelm Johannesen) er av teirri áskoðan, at tað ikki er rætt at gera fleiri undantøk í lógini um meirvirðisgjald, men heldur, at neyðugt er at endurskoða allar avgjaldskipanir undir einum. Meirilutin vísir annars á, at møguleiki er at søkja um stuðul til ungdómsarbeiði eftir reglunum um stuðul til ungdóms- og bygdahús.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot Miðfloksins.

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 og 2 fullu 7-2-20. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.