Norðhavssild

 

89  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi   

 

Uppskot til samtyktar

um

góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002 

Vísandi til § 52 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya góðkennir Løgtingið hjáløgdu avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini í 2002.

Viðmerkingar
Í sambandi við samráðingar millum strandarlond um fyrisitingartiltøk fyri norðhavssild eru 5 partar viðurkendir sum strandarlond. Hesir eru Føroyar, Noreg, Ísland, Russland og ES. Seinastu árini hava samráðingar verið millum partarnar á hvørjum ári í oktober at semjast um tiltøk og kvotuásetingar og –býti fyri árið eftir.

Í døgunum 15.-17. oktober 2001 vóru samáðingar í Harstad millum tey fimm strandarlondini um avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum eftir norðhavssild í 2002. Hesin fundur var tó niðurlagdur, tí mett varð, at veiðitølini vóru ógreið. Umframt tað hevði Noreg ikki samráðingarheimild, tí norska stjórnin fór frá júst tá, og nýggj stjórn ikki enn hevði tikið við. Fundurin var tí útsettur til at halda áfram í London 5. november 2001. Á hesum fundi var semja um at seta heildarveiðuna hjá strandarlondunum í 2002 á sama støði sum í 2001 - 850.000 tons. Býtið av heildarkvotuni í 2002 verður lutfalsliga tað sama sum undanfarin ár. Partur Føroya verður í 2002 eins og í fjør 45.140 tons.

Tær sínámillum avtalurnar, sum áseta atgongd hjá teimum ymisku strandarlondunum at fiska inni hjá øðrum strandarlandi, vórðu óbroyttar frá 2001.

Samsvarandi hesum kunnu føroysk skip í 2002 fiska 20.900 tons í norskum sjógvi og Jan Mayen; av hesum kunnu tó í mesta lagi 17.000 tons verða veidd í norskum búskaparligum øki norðan fyri 62 stig norður. Noreg verður loyvt at fiska somu nøgd, 20.900 tons í føroyskum sjógvi. Í ES sjógvi norðan fyri 62 stig norður kunnu føroysk skip fiska 7.210 tons, og ES kann fiska eins stóra nøgd í føroyskum sjógvi. Russlandi verður loyvt at veiða 4.250 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi í 2002. Semjan millum Føroyar og Ísland ásetir, at hvør av pørtunum fær atgongd at fiska alla sína kvotu í sjóøkinum hjá hinum partinum. Tann føroyska kvotan kann eisini øll verða fiskað í altjóða sjógvi.

Í nítiárunum er stovnurin av norðhavssild vaksin nógv. Sildin er farin aftur í Norska Havið at ferðast og er komin í føroyskan og íslendskan sjógv. Tó tykist stovnurin ikki enn varandi at hava tikið upp aftur sítt gamla ferðingamynstur, tí útbreiðslan millum fiskileiðirnar hevur verið skiftandi á hvørjum ári. Seinastu tvey árini er fiskiskapurin minkaður aftur í føroyskum og íslendskum sjógvi.

Strandarlondini samdust um at áseta somu heildarveiðu fyri 2002 sum fyri 2001, 850.000 tons, grundað á tilmælið frá ICES um støðuna og útlitini fyri norðhavssildastovnin. ICES metir, at sildastovnurin er innan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

Eins og undanfarin ár samdust partarnir um eina skipan fyri lang-tíðar fyrisiting av norðhavssildastovninum (skjal II í avtaluni). Her er ásett, at gýtingarstovnurin skal vera omanfyri kritiska støðið upp á 2,5 mió tons, og til tess at náa hesum skal veiðitrýstið vera so, at fiskadeyðatalið er minni enn 0,125. Um gýtingarstovnurin minkar undir tilvísingarvirðið upp á 5 mió tons, skulu tiltøk setast í verk fyri at minka veiðitrýstið, soleiðis at tað í minsta lagi verður ein linierur niðurskurður í fiskadeyðatalinum. Henda lang-tíðar ætlan er galdandi fyri 2002 og fylgjandi ár, uttan so at nýggj vísindalig tilmæli koma frá ICES.

Strandarlandaavtalan ásetir ikki endaliga býtið av rættindunum til norðhavssildina millum strandarlondini, men partarnir eru samdir um framhaldandi at kanna ferðingarmynstrið hjá sildini, og at nýta ferðingarmynstrið sum ein part í ásetingini av býtinum millum londini. ST-avtalan um ferðandi fiskastovnar verður eisini nýtt sum grundarlag fyri umsitingini av stovninum.

Avtalan frá 9. november 2001 er hjáløgd.
Umseting

1. viðgerð 6. mars 2002. Tingmálini nr. 89 og 90/2001 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í uttanlandsnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1 viðgerð tann 6. mars 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. mars 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Nevndin er tó av tí áskoðan, at hetta er eitt mál av stórum týdningi, ið løgmaður eigur at halda uttanlandsnevndina kunnaða um, so hvørt sum nakað nýtt kemur fram. Til dømis kundi uttanlandsnevndin ynkst, at verðið kunnað um samráðingarúrslit so skjótt, tey fyriliggja.

Í sambandi við at hesi uppskot verða løgd fyri tingið á hvørjum ári, heldur nevndin harumframt, at tað hevði verið rættast, at skjalatilfar verður viðlagt, ið lýsir gongdina í kvotastøddunum seinastu árini soleiðis, at Løgtingið kann meta um, hvussu broytt viðurskifti hava ávirkan á kvotastøddirnar.

2. viðgerð 13. mars 2002. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.