Ólavsøkurøða løgmans 2001


101-01  Frágreiðing frá løgmanni á ólavsøku 2001

Orðaskifti um løgmansrøðuna er at finna her

Innihaldsyvirlit

Innihaldsyvirlit *

PARTUR I *

Framløga løgmans *

Sjálvstýrismál *
Búskapur *
Býti millum alment og privat *
Oljumál *
Fiskivinna *
Uttanlandsviðurskifti *
Løgmál *
Vinnumál *
Mentan og útbúgving *
Almanna- og heilsuviðurskifti *
Kommunu- og útoyggjaviðurskifti *
Umhvørvi *
Eftirløn til landsstýrismenn *

PARTUR II *

Uttanlandsmál *

Føroyar og ES *
Sáttmáli við Russland *
Skjalarannsóknir *
NATO-hernaðarútbúnaður *

Fyrisitingarmál *
Býti millum alment og privat *
Kommunumál *

Útoyggjapolitikkur *

Sjálvstýrismál *

Grundlógararbeiðið *

Løgmál *

Føroysk Løgregla *
Føroysk útlendingalóg *
Persón-, familju- og arvarættur *
Lógarforum *
Lógdátugrunnur *
Navnalóggáva *
Fjølmiðlaábyrgdarlóg *
Veddingarlóggávan *
Endurgjaldsábyrgd *
Tinglýsingin og Matrikulstovan *
Gomul lóggáva *

Norðurlandamál *

Vísmannafrágreiðing um norðurlendskt samstarv í framtíðini *
Samstarv við grannaøkini kring Norðuratlantshav *
Ætlan fyri burðardygga menning í Norðurlondum *
Útnorðurráðið *

Fíggjar- og búskaparmál *

Búskapargongdin *
Búskaparpolitikkur *
Skattur *
Búskapargrunnur *
Prístal *
Tjóðarroknskapur *
Lóggávan *
Almennir grunnar og sjálvsognarstovnar *
Tryggingarviðurskifti landsins *
Skráseting av útflutningi *

Fiskivinnumál *

Fiskiskapurin á føroysku landleiðunum *
Fiskiskapur uttan fyri føroysku landleiðirnar og millumtjóða samstarv *
Fiskivinnusamráðingar *
Hvalaveiðimál *
Fiskiveiðieftirlit *
Tilbúgving *
Sjóvinnumál *

Vinnumál *

Yvirtøkur av málsøkjum *
Vinnumál *
Vinnuframi *
Alivinnan *
Landbúnaður *
KT-vinna *
Ferðavinna *
Samskifti *
Postverkið *
Arbeiðsmarknaður *
Gransking innan biotøkni og kunningartøkni. *

Oljumál *

Ávirkan á føroyska samfelagið *
Umsiting og ráðgeving *
Frágreiðing um oljumál *
Samstarv við fiskivinnuna *
Vinna og førleikamenning *
Kunngerðir og boriumsóknir *

Náttúru- og umhvørvismál *

Umhvørvi *
Havumhvørvi *
Agenda 21 *
Kyoto-sáttmálin *

Almanna- og heilsumál *

Almannaøkið *
Barnaforsorgarøkið *
Lóggáva um studningslán til ellis- og røktarheim *
Nýggj dagpeningalóg *
Dagtilhald fyri fjølbrekað børn *
Endurskoðan av Føroya Barnaheimi *
Stuðulsfólkaøkið *
Arbeiðsbólkur innan Útnorðurráðið *
Trivnaðar- og heilsuráð *
Umstøðurnar hjá rørslu- og menningartarnaðum *
Umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum *
Fyribyrging *
Heilsuverkið *
Húsalánsgrunnurin *

Undirvísingar- og mentamál *

Skapandi og útinnandi list *
Ítróttur *
Mentanararvurin *
Mál og mentan *
Olja, mentan og útbúgving *
Mentanarráð *
Økismenningarálitið *
Skúlin fer undir fult føroyskt ræði *
Ár 2002: Tann góði fólkaskúlin *
Sernámsfrøðiliga virksemið *
Fólkakirkjan føroysk *
Hægri útbúgving og gransking *
Granskingargrunnurin *
Føroyskur útbúgvingarstuðul til føroysk lesandi um allan heim *
Miðnámsútbúgvingar *
KT í miðnáms- og hægru skúlunum *
Útvarp og sjónvarp. *
Brand- og trygdarmiðdepil. *

PARTUR III *

Løglisti *

Løgmansskrivstovan *
Fíggjarmálastýrið *
Fiskimálastýrið *
Vinnumálastýrið *
Oljumálastýrið *
Almanna- og heilsumálastýrið *
Mentamálastýrið *

PARTUR I

Framløga løgmans

Harra formaður

Vit fara í dag undir seinastu tingsetuna í hesum valskeiðinum, og er tí hóskandi at steðga á og gera upp, hvussu arbeiðið hjá hesi samgonguni hevur roynst higartil, og hvørji mál eru eftir at loysa av teimum, sum samgongan setti á politisku dagsskránna fyri góðum trimum árum síðan.

Ikki kann sigast annað, enn at samfelag okkara hevur verið fyri stórum broytingum seinastu árini, eftir tey døpru árini við djúpu búskaparkreppuni. Landið hevur verið vælsignað við góðum fiskiskapi og góðum fiskaprísum. Tí ráða vit ikki fyri sjálvi, men saman við miðvísum politiskum arbeiði hevur hetta skapt stóran samfelagsligan framburð á flestu økjum.

Eins og eg vísti á í ólavsøkurøðu míni í fjør, hava vit í hesum valskeiði rokkið góðum loysnum í fleiri stórum málum.

Eitt tað fyrsta, sum samgongan fór undir, var at finna eina góða loysn á bankamálinum og skuldarspurninginum við donsku stjórnina. Hetta varð ein neyðug fortreyt til tess at skapa grundarlag fyri at byggja samfelagið upp aftur eftir kreppuna.

Marknaðarspurningurin við Bretland varð loystur tíðliga í hesum valskeiði. Hetta var ein neyðug fortreyt fyri fyrireikingarnar til oljuvinnuna. Hegnisliga eru viðurskiftini í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu løgd til rættis, og farið er undir leitiboringar.

Vit hava fingið ein munandi betri handilssáttmála við ES, og sum heild hevur tað eydnast støðugt at bøta um karmarnar, sum vinnan virkar undir.

Nýggj lóggáva er sett í gildi, og ein nýskipan er byrjað á kommunala økinum.

Hetta eru alt loysnir, sum hava stóran týdning fyri framtíðina, og sum gera okkum før fyri betur at taka fulla ábyrgd av okkara landi.

Á fleiri økjum eru ábøtur gjørdar. Pensjónirnar eru munandi hækkaðar, og somuleiðis stuðulin til lesandi. Innan ein skipaðan íløgukarm er skjøtil settur á fleiri stórar íløgur, sum hava bíðað leingi.

Nýtt vaktarskip og nýtt strandfaraskip eru bygd, útbyggingin á Landssjúkrahúsinum er byrjað, og arbeiðið við Vágatunnlinum er komið væl áleiðis. Hol er sett á at gera tunnil til Gásadals, og fyrireikingar eru byrjaðar til ein tunnil undir Leirvíksfjørð og at byggja nýtt skip til Suðuroyarsiglingina.

Í hesum sambandi er neyðugt at gera íløguætlanir, sum hava atlit at gongdini í samfelagsbúskapinum og samfelagnum sum heild.

Yvirskipaða málið hjá samgonguni er, at Føroya fólk skal taka fulla ábyrgd av landinum og taka við ognarrættinum til landið. Hóast stór orka er løgd í hetta sera týdningarmikla mál, má ásannast, at samgongan ikki enn hevur rokkið setningi sínum. Arbeitt verður tó framvegis miðvíst við hesum aðalmáli, og umráðandi er, at vit skjótt og trygt taka yvir tey mál, sum danskir myndugleikar enn umsita. Millum hesi kunnu nevnast: fólkakirkja, skipasýn, revsirættarmál, persónrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál og havumhvørvisvernd.

Eisini onnur stórmál eru eftir at loysa til tess at tryggja eina framhaldandi menning av føroyska samfelagnum. M.a. kunnu nevnast mál sum: Ein munadygg pensjónsskipan fyri allar landsins borgarar, framhaldandi betringar innan heilsuverkið og grundleggjandi batar innan eldraøkið og í viðurskiftunum hjá teimum veikastu í samfelagnum.

Sjálvstýrismál

Samráðingarnar við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi í frælsum felagsskapi við Danmark, slitnaðu tann 26. oktober 2000.

Orsøkin var, at danska stjórnin bæði skrivliga og munnliga boðaði frá, at hon viðurkendi ikki føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Harvið var ósemja staðfest um sjálvt støðið undir samráðingunum, hóast sáttmálauppskot landsstýrisins beinleiðis í innganginum orðar hendan veruleika. Ongin ivi valdar heldur um tjóðarrættindi føroyinga millum føroyingar og politisku skipanina í Føroyum.

Landsstýrið gjørdi tí av at leggja fram eitt uppskot til eina felags fráboðan til ST um støðu føroyinga sum tjóð, har danska stjórnin viðurkennir, at føroyingar sjálvir gera av at skipa sítt egna ríki.

Danska stjórnin sýtti fyri hesum og førdi fram, at Danmark var eitt eindarríki, har allur avgerðarrættur liggur hjá Fólkatinginum.

Síðani boðaði landsstýrið frá, at ein einvegis fráboðan fór at verða send ST um tjóðarrættindi føroyinga, og at føroyingar sjálvir á fólkaatkvøðu skuldu gera av, um Føroyar skulu skipast sum fullveldisríki.

Landsstýrið fer ongantíð at gera nakra avtalu, sum ikki byggir á fólkarættin – t.e. tjóðarrættindini og sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Tískil slitnaðu samráðingarnar.

Landsstýrið boðaði 1. februar í ár frá, at fólkaatkvøða um sjálvstýri Føroya fólks skuldi verða 26. mai 2001 við hesum innihaldi:

Av tí at danska stjórnin tulkaði fólkaatkvøðuna, sum eina endaliga atkvøðu um fult sjálvstýrið her og nú, um føroyingar atkvøddu ja, og eina innliman í danska ríkið, um føroyingar atkvøddu nei, helt løgmaður, at fólkaatkvøðan var ov vágin. Varð úrslitið eitt nei, metti løgmaður, at vandi varð fyri, at danska stjórnin fór at staðfesta hetta sum eina innliman og fráboða ST hetta.

Tí varð fólkaatkvøðan avlýst. Løgmaður fer ongantíð at medvirka til at innlima Føroyar í danska ríkið.

Í staðin er ætlan nú samtykt í Løgtinginum, og arbeitt verður við at fremja hana í verki. Samtyktin staðfestir, at føroyska tjóðin hevur sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum og tí sjálv ger av, hvussu Føroyar verða skipaðar stjórnarrættarliga. Samtyktin leggur somuleiðis fast, at farið verður undir at taka fult ræði og ábyrgd av landinum, at minka heildarveitingina burtur og at stovna Búskapargrunn Føroya.

Samráðingarnar við donsku stjórnina hava tó ikki verið til fánýtis, tí vit hava fingið eina greiða mynd av støðuni hjá donsku stjórnini og Fólkatinginum.

Tað er løgmanni púra greitt, at tilgongdin ikki verður løtt og so skjót, sum vit vildu ynskt, tí danska stjórnin vil ikki samstarva. Tvørturímóti ger hon tilgongdina so trupla sum gjørligt og leggur allar hugsandi løgfrøðiligar og politiskar fótonglar.

Tí ræður um hjá okkum at vísa hegni og úthaldni, tí vit koma á mál.

Roynt hevur verið at fingið fund í lag við donsku ríkisstjórnina til tess at leggja eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram, so øll málsøki koma undir føroyskt ræði.

Hetta hevur ikki eydnast, og tí hevur landsstýrið skrivliga boðað donsku stjórnini frá, at danska heildarveitingin skal minkast við 356 mió. kr. í 2002, samsvarandi við at skúlamál og almenn forsorg verða yvirtikin sambært grein 2 í heimastýrislógini. Samstundis er fráboðað, at á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002 verður heildarveitingin á inntøkujáttanini sett til 626 mió. kr.

Stutt eftir ólavsøku verður lagt fyri tingið uppskot um Búskapargrunn Føroya, ið m.a. skal virka sum skiftisgrunnur, so at búskapargongdin móti føroyskum fullveldi verður væl skipað og trygg.

Sjálvstýrisætlan samgongunnar skal standa sína roynd í fyrra parti av hesi tingsetu.

Vit hava sett okkum fyri at yvirtaka fleiri málsøki áðrenn 1. januar 2002. Fleiri av hesum málum krevja semju millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Mangt er, sum bendir á, at danska stjórnin ikki ætlar at gera sítt til, at partarnir semjast so málsøkini koma undir føroyskt málsræðið innan fyri tíðarfreistina í løgtingssamtyktini.

Harumframt er longu staðfest, at danska stjórnin ikki er sinnað at samráðast um yvirtøku av løgregluni, hóast talan er um B mál, ið sambært heimastýrislógini kann yvirtakast eftir samráðingar. Hetta, metir løgmaður, er álvarsligt, og enn eitt tekin um, at danska stjórnin tilvitað forðar tilgongdini í sjálvstýrismálinum.

Tað kann tí gerast eitt trupult heyst í samskiftinum millum danskar og føroyskar myndugleikar.

Arbeiðið í grundlógarnevndini, ið hevur verið umfatandi og víðskygt, er komið so væl áleiðis, at eitt fyribils uppskot til grundlóg fyri Føroyar er gjørt, og verður tað viðgjørt í nevndini í løtuni.

Búskapur

Stórur vøkstur er framvegis í føroyska búskapinum, og tykist vøksturin at standa við. Tí er tað av stórum týdningi, at tað almenna ikki stimbrar tann upphitaða búskapin. Neyðugt er í enn eina tíð at reka ein varnan fíggjarpolitikk og at ansa eftir, at almennu íløgurnar ávirka virksemið í landinum sum minst.

Síðan miðskeiðis í 90-árunum hevur verið ein árligur realvøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni upp á 5,5 %.

Búskapargongdin sæst aftur í øllum samfelagnum. Fólkatalið veksur støðugt, og fer við árslok væntandi upp um 47.000. Arbeiðsloysið er nú komið niður á 3,4%.

Innflutningstølini fyri 1. ársfjórðing í ár benda á, at stóri vøksturin í innflutninginum seinastu árini er steðgaður. Tó er gongdin ymisk fyri teir ymsu vørubólkarnar.

Útflutningurin hevur verið í støðugum vøkstri, og henda gongdin heldur fram.

Tann stóri búskaparvøksturin hevur lagt trýst á handilsjavnan, sum vísti avlop øll 90-árini. Í fjør varð avlopið á handilsjavnanum broytt til eitt hall upp á 381 mió. kr., men kortini var framvegis avlop, um skip ikki verða tald við.

Stórt avlop hevur eisini verið á gjaldsjavnanum øll 90-árini, men avlopið er minkað samsvarandi gongdini í handilsjavnanum. Í fjør var avlopið á gjaldsjavnanum 317 mió. kr..

Í fleiri ár á rað hevur avlop verið á fíggjarlógini. Í 1999 og 2000 var avlopið oman fyri 600 mió. kr., og broytist búskapargongdin ikki stórvegis, verður avlopið í ár á umleið tað sama. Landskassin hevur nú 1,8 mia. kr. standandi í Landsbankanum.

Í fíggjarpolitikkinum seinastu árini hevur verið hildið aftur í vøkstrinum í útreiðslunum á fíggjarlógini. Almennu útreiðslurnar eru ikki minkaðar. Men tað hevur eydnast at avmarka útreiðslurnar, so tær ikki eru vaksnar líka nógv sum inntøkurnar, og útreiðslurnar eru eisini vaksnar minni enn búskapurin sum heild.

Hóast ein varin fíggjarpolitikkur er rikin seinastu árini, eru nógvar ábøtur kortini gjørdar. Pensjónirnar eru hækkaðar, og játtanin til fleiri málsøki er økt. Eisini hevur verið rúmd fyri einum skattalætta upp á 80 mió. kr.

Býti millum alment og privat

Í Føroyum eru vit komin styttri á leið enn heimurin kring okkum í at nútímansgera uppgávubýtið millum tað almenna og tað privata. Hetta ger seg serliga galdandi á tann hátt, at landsstýrið er eigari av fleiri stórum føroyskum fyritøkum. Hesar virka í fleiri førum í kapping við privatar fyritøkur, og tí er tað almenna í eini tvístøðu. Tað almenna skal lutvíst tryggja rímiliga og rættvísa kapping innan vinnurnar, og lutvíst røkja síni áhugamál sum eigari í vinnufyritøkum.

Henda støðan er ikki nøktandi í longdini, og eigur at verða farið undir eina tilgongd, har leikluturin hjá tí almenna, sum virkin eigari í vinnufyritøkum verður avmarkaður. Hetta kann gerast við eini varisligari einskiljing, eins og gjørt er í okkara grannalondum. Tað almenna eigur fyrst og fremst vegna borgararnar at umsita og røkja tey almennu virðini so væl og trygt sum gjørligt.

At fara undir eina stigvísa einskiljing av almennu fyritøkunum er ein torgreidd men neyðug uppgáva, sum krevur breiða politiska viðgerð og undirtøku. Løgmansskrivstovan hevur í samstarvi við Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið latið gera eina frágreiðing um hesi viðurskifti, og verður hon løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í heyst.

Oljumál

Tað er nakað serligt at umrøða oljumál á ólavsøku í ár. Fyri umleið trimum vikum síðan varð fyrsti borurin settur í føroysku undirgrundina, og í hesi vikuni byrjaði tann næsta boringin. Gongur eftir ætlan, skal triðji brunnurin á føroyska landgrunninum borast í september.

Nógvar og drúgvar fyrireikingar hava verið gjørdar seinastu árini. Lógir eru smíðaðar, ið seta neyðugu karmarnar fyri virksemið, fyrisiting er skipað, umhvørviskanningar eru gjørdar, og tilbúgvingarviðurskifti eru fingin í rættlag. Virksemið er nú byrjað í tí sannføring, at øll neyðug stig eru tikin til tess at tryggja, at oljuleitingin fer fram á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.

Nú verður bíðað í spenningi eftir fyrstu úrslitunum, sum verða tøk um fáar vikur. Verður rakt við olju í summar, standa nógvir stórir spurningar fyri framman: Er talan um nøgdir, ið gera oljuleiðirnar rakstrarverdar? Hvussu skal oljan takast upp? Eigur olja at verða tikin í land í Føroyum? Og hvørji verða árinini á mentan, búskap, fiskivinnu og samfelagið annars?

Hetta eru alt viðkomandi spurningar, ið landsstýrið arbeiðir við, og sum størri dentur fer at verða lagdur á, um tað í heyst gerst neyðugt at ætla um hesi viðurskifti. Um kolvetni í framleiðsluverdum nøgdum verður funnið á føroyska landgrunninum, fer tað at føra til broytingar í samfelagnum, men neyðturviliga ikki til tað verra. Tað er skyldan hjá myndugleikunum at byrgja upp fyri, at ávirkanin endar við at avskepla okkara mál, mentan og samfelag.

Vit eiga tó hvørki at stúra óneyðugt ella at kanna okkum bitan ov tíðliga.

Boringarnar, ið nú fara fram á landgrunninum, eru tær fyrstu í eini røð, og komandi árini verða fleiri brunnar boraðir. Í okkara grannalondum eru oftast boraðir heilt nógvir brunnar, áðrenn fyrstu veruligu oljuleiðirnar vórðu funnar. Tí kann tað tykjast sum hugmóð at rokna við, at olja verður funnin í summar, og vit eiga at gera okkum greitt, at talan kann gerast um oljuleiting heldur enn oljuframleiðslu í mong ár.

Fyrireikingarnar til oljuleitingina hava longu víst seg at føra til eina munandi dygdarmenning í føroyska vinnulívinum, sum styrkir okkum í altjóða kappingini og gevur neyðugan førleika til at vinna sær nýggjar marknaðir.

Fiskivinna

Í vár hevði Løgtingið aðalorðaskifti um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fortreytir og stevnumið í fiskivinnupolitikkinum. Frágreiðingin var ætlað sum ein stevnuskrá fyri framtíðina, ið saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum verður grundarlagið undir fiskivinnupolitisku kósini í framtíðini.

Broytingar eru síðan framdar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi ráðgevingini í fiskivinnuni, og heimilað er ein víðfevnandi fylgisveinaskipan, sum skal bøta um trygdina á sjónum og um fiskiveiðieftirlitið.

Landsstýrið fer í hesi tingsetuni at koma við fleiri uppskotum til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap við atliti at fiskivinnupolitisku kósini.

Sínámillum fiskiveiðisamráðingarnar fyri 2001 hava gingið rímiliga væl. Botnfiskakvoturnar í Barentshavinum eru tær somu í russiskum sjógvi og nakað hægri í norskum sjógvi. Kvoturnar í ES sjógvi eru tær somu, og í grønlendskum og íslendskum sjógvi er kvotastigið eisini óbroytt.

Fiskimøguleikarnir eftir uppsjóvarfiskasløgum eru enn góðir, men vísundaliga ráðgevingin ávarar serstakliga um støðuna hjá svartkjaftastovninum, sum er í vanda av alt ov stórum veiðitrýsti. Her má havast í huga tann alstóra týdning, sum hesin stovnurin hevur fyri føroyska samfelagið.

Tí mugu strandalondini finna loysnir, so tað framvegis fer at løna seg at fiska svartkjaft bæði hjá føroyingum og hjá teimum londum, sum fiska henda stovn í føroyskum øki.

Uttanlandsviðurskifti

Rættarstøða Føroya forðar fyri, at vit fáa teir fyrimunir, sum onnur lond fáa burtur úr samansjóðingini í Evropa. Sum danskur ríkislutur hava Føroyar sera avmarkaðar møguleikar fyri samvinnu við aðrar tjóðir, og Føroyar kunnu ikki luttaka sum EFTA land í EBS skipanini. Torført er eisini at gera fríhandilssáttmálar við onnur lond, tí flestu lond ynskja at gera fríhandilssáttmálar við felagskapir og ikki einstøk lond. Tí verða Føroyar settar uttanfyri.

Í summar samdust Føroyar og ES um at broyta handilssáttmálan, so at kvotan av pilkaðum rækjum verður hækkað úr 2000 tonsum upp í 3000 tons. Hetta fer væntandi at geva Føroyum eitt eyka útflutningvirði upp á umleið 50 mió. kr. um árið.

Í heyst verður sáttmáli undirskrivaður millum Føroyar og Russland um handilsligt og búskaparligt samstarv. Tá hesin sáttmálin er komin í gildi, verða samráðingarnar um ein veruligan fríhandilssáttmála millum londini tiknar upp aftur.

Samstarvið og luttøka føroyinga í norðurlendskum samstarvi økist í hvørjum, og Føroyar hava ein virknan leiklut í teimum broytingum, sum henda í norðurlendskum samstarvi í løtuni.

Føroyar leggja høvuðsdentin á, at samstarvið verður styrkt mótvegis Útnorði, og at Norðurlond virka í felag í týðandi altjóða samstarvi.

Løgmál

Fullveldistilgongdin setir fyrst og fremst lógarkrøv og fyristingarlig krøv til málsøkið lógarmál. Løgregla, útlendingalóg, dómstólar, rættarskipan, fongsulsverk, kriminalforsorg og sivilrættarmál skulu fyrisitast í Føroyum, og stórur tørvur er á nýggjari lóggávu á øllum hesum økjum.

Samstundis eru fyrireikingar gjørdar til sjálvstøðuga lóggávu og fyrisiting fyri eini føroyskari løgreglu, og ætlanin er, at løgreglan skal koma undir føroyskt ræði skjótast gjørligt.

Arbeiðið við at fyrireika, at útlendingaøkið kemur undir føroyskt málsræði, er somuleiðis byrjað.

Stig eru tikin til at umsita øll mál um uppihalds- og arbeiðsloyvir í Føroyum.

Lóggávan á persón-, familju- og arvarættarøkinum er avoldað og í mongum førum 80 ára gomul donsk lóggáva. Tí verður lóggávan endurskoðað og gjørd til føroyska nútíðarsamfelagið. Hon skal tryggja, at føroysk lóggáva lýkur tey krøv, sum verða sett í norðurlendskum og altjóða høpi.

Ríkislógartilmæli um endurgjaldsábyrgd, ið nú er samskipað við uppskot til løgtingslóg um vanlukkutrygging, verður lagt fyri Løgtingið í hesi setuni.

Vinnumál

Avtalað er gjørd við danska Granskingarmálaráðið um, at radiosamskifti verður yvirtikið 1. januar 2002, og miðað verður eftir, at radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á sjónum verður yvirtikin 1. januar 2003.

Ætlanin er at yvirtaka flogvøllin 1. januar 2002. Á samráðingarfundi við Ferðslumálaráðið í juni í ár fekk landsstýrið boðið at yvirtaka flogvøllin. Floghavnin verður, sum er, rikin við halli, og neyðugt er at gera munandi íløgur komandi árini. Arbeitt verður eisini við at yvirtaka loftferðsluøkið.

Ein nevnd hevur skrivað álit um nýskipan á landbúnaðarøkinum, og er málið til viðgerðar í samgonguni í løtuni. Tað er neyðugt at gera broyting í galdandi lóg, serliga við atliti til afturvendandi ábreiðslur frá lands- og løgtingsgrannskoðanini um eftirstøður og skuldarsanering av lánum í ognum, sum Jarðargrunnurin eigur og lænir til. Hetta merkir, at bøndur undir ávísum fortreytum kunnu fáa møguleika fyri at keypa sín garð.

Tað hevur gingið skjótt og væl við at broyta viðurskiftini á fjarskiftisøkinum, og sær tað út til, at tað er møguligt at fáa í lag kapping á lítla, føroyska marknaðinum. Hetta er týðandi fortreyt fyri møguligari KT-vinnu í Føroyum.

Orðaður er ferðavinnupolitikkur, og uppskot er gjørt til broyting í løgtinslóg um Ferðaráð Føroya. Bæði uppskotini eru til hoyringar hjá myndugleikum og vinnuni, og tey verða løgd fyri Løgtingið í hesi setuni.

Sambært nýggju lógini um fólka- og farmaflutning, fer landsstýrið at arbeiða fyri, at privatar fyritøkur og einstaklingar í størri mun enn í dag fáa møguleika fyri at bjóða sínar tænastur fram. Strandfaraskip Landsins eru farin undir at fyrireika útbjóðingartilfar, so oyggjaleiðin millum Tórshavn og Skálafjørðin og bygdaleiðirnar verða bjóðaðar út í ár.

Mentan og útbúgving

Fyrst í hesi tingsetuni verður ein mentanarpolitisk ætlan løgd fyri tingið til aðalorðaskiftis.

Farið verður nú undir at fyrireika listaháskúlan í Sandoynni, og nýggjur lógarkarmur verður smíðaður fyri Leikpall Føroya.

Farið verður undir at endurskoða fornminnislóggávuna og skjalalóggávuna, og uppskot um nýggja lóggávu á økinum verður lagt fyri tingið í vár. Ein nýggj bygdasavnslóg verður eisini fyrireikað.

Landsstýrið fer at seta eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í mentanarviðurskiftum.

Samsvarandi løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks kemur skúlin 1. januar 2002 undir fult føroyskt ræði. Hetta krevur ikki fyrisitingarligar broytingar í sjálvum sær ella samráðingar við danskar myndugleikar, men er ein formlig staðfesting av, at bæði lóggáva, umsiting og øll fígging nú verður føroysk. Í hesum sambandi er neyðugt at endurskoða og nýhugsa alt skúlaøkið.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið verður endurskoðað, og nevnd verður sett, ið eisini skal viðgera, hvussu lærararútbúgving, námsfrøði, navigasjónsútbúgving, sjúkrasystraútbúgving, hægri tekniskar útbúgvingar og møguligar aðrar útbúgvingar kunnu samskipast við hægri lestur og gransking á universitetsstigi.

Álit um yvirtøku av fólkakirkjuni við uppskoti til kirkjulógir verður latið landsstýrismanninum ein av fyrstu døgunum. Eftir samráðingar við donsku stjórnina verður uppskot um yvirtøku lagt fyri tingið í heyst, so hon kann setast í verk innan 1. januar 2002.

Almanna- og heilsuviðurskifti

Landsstýrið hevur boðað donsku stjórnini frá, at ætlanin er, at økið almenn forsorg verður yvirtikið 1. januar 2002.

Sum fráboðað í seinastu ólavsøkurøðuni, økist talið á pensjónistum lutfalsliga í mun til samlaða fólkatalið tey næstu árini. Eyðsæð er, at verandi pensjónsskipan í longdini ikki fer at megna at geva okkara pensjónistum eina nøktandi pensjón í framtíðini. Tí er neyðugt at gera eina nýggja skipan, sum í størri mun tryggjar aldurdómin.

Av givnum orsøkum hevur hetta mál drigið út, men nú skal tað fáast frá hondini. Lógaruppskot um hesi viðurskifti verður lagt fyri Løgtingið sum skjótast.

Broytingarnar í barnaforsorgarlógini, sum bera í sær, at kommunurnar skulu gjalda kostnaðin av fríplássum, koma í gildi 1. januar 2002. Hetta samsvarar við politikkin hjá samgonguni um at leggja fleiri øki út til kommunurnar at umsita og at gera eitt greiðari býti millum land og kommunur.

Nýggja lógin um studningslán til ellis- og røktarheim kemur í gildi 1. januar 2002. Hetta er ein fyribils skipan, til landsstýrið hevur tikið endaliga støðu til, hvussu ábyrgdarbýtið skal verða millum land og kommunur. Stórur tørvur er á ellis- og røktarheimsplássum, og ein ítøkilig ætlan fyriliggur um at byggja eitt ellis- og røktarheim í Sundalagnum eftir nýggju skipanini.

Í seinastu tingsetu varð nýggj dagpeningalóg samtykt. Við hesi lóg fáa vit eina nútímans lóg um dagpening, sum tryggjar tímaløntum føroyingum góð kor í sambandi við sjúku. Hetta er ein skipan, sum ikki stendur aftan fyri líknandi skipanir í okkara grannalondum.

Landsstýrið ætlar at broyta lógina fyri Húsalánsgrunnin. Endamálið er m.a. at leggja lunnar undir ein føroyskan íbúðarpolitikk, sum tryggjar, at møguleiki er fyri at byggja íbúðir og neyðug býli til tey, sum ikki búgva í egnum sethúsum.

Kommunu- og útoyggjaviðurskifti

Arbeiðið við at skipa viðurskiftini á kommunala økinum heldur fram. Nýggja kommunustýrislógin kom í gildi á nýggjárinum, og í vár samtykti Løgtingið lógina um sjálvbodna samanlegging.

Í útoyggjaalitinum verður víst á, at høvuðsendamálið við einum útoyggjapolitikki eigur at vera at varðveita og menna bústaðarmynstrið í Føroyum. Tað er onki at ivast í, at Føroyar verða ríkari, um allar okkara oyggjar eru búsettar.

Aðalorðaskiftið á tingi síðst í apríl mánaði gav eina ábending um, at tað politiskt er undirtøka fyri og vilji til at taka tøk í útoyggjapolitiskum høpi. Løgmaður ætlar at skipa útoyggjapolitikk sum eitt málsøki undir einum landsstýrismanni.

Umhvørvi

Verður olja funnin í føroysku undirgrundini, og farið verður undir framleiðslu, kann trýstið á okkara samfelag gerast størri og ógvisligari, enn vit nakrantíð hava roynt fyrr. Hava myndugleikarnir ikki røttu amboðini og neyðugu orkuna at standa ímóti og at stýra gongdini við, er vandi fyri, at útbyggingin og menningin av okkara samfelag fer fram uttan atlit til náttúru-, umhvørvis- og heilsuviðurskifti.

Leggja vit ikki skilagóðar ætlanir fyri nýtslu av okkara lendi og seta neyðugar treytir fyri dálkandi virksemi, kunnu vit spæla av við týðandi partar av okkara náttúruvirðum. Neyðugt verður tí at dagføra umhvørvislógina.

Eftirløn til landsstýrismenn

Rættiligt rok hevur tikið seg upp um eftirlønarviðurskifti landsstýrismanna, og innsavnaðar eru fleiri túsund undirskriftir frá fólki, sum mótmæla. Serliga verður mótmælt, at broytingin í lógini varð gjørd afturvirkandi. Løgmaður hevur móttikið undirskriftirnar og hevur tikið stig til, at hesi viðurskiftini aftur koma í rættlag.

Løgmaður fer at biðja eina óvilduga nevnd gera tilmæli um rímilig lønar- og pensjónsviðurskifti og ætlar áðrenn 15. oktober í ár at leggja málið fyri Løgtingið, so tað kann verða samtykt í rímiligari tíð áðrenn 1. januar 2002, tá broytingarnar, sum vórðu samtyktar í vár, skuldu koma í gildi.

Harra formaður

Vit eru komin nógv skjótari burtur úr djúpu búskaparkreppuni, sum legði myrkari skýggj yvir land og fólk fyrst í 90 árunum, enn nakar kundi vænta. Kortini kenna nógv fólk enn svárar avleiðingar av kreppuni.

Tey politisku stigini, sum vórðu tikin fyri at fáa samfelagið aftur á beint, vóru illa umtókt av nógvum. Men tey vóru neyðug fyri at fáa búskapin aftur á rætta kós.

Vit eiga tó at minnast til, at eydnan hevur verið við okkum, tí umstøður, ið vit sum menniskju lítla og onga ávirkan hava á, hava verið okkum til vildar.

Nú ræður um skynsamt at nýta teir møguleikar, ið vit hava fingið litið upp í hendi, so vit eru til reiðar, tá umstøðurnar aftur ganga okkum ímóti.

Tað er neyðugt framhaldandi at reka ein varnan búskaparpolitikk og at gera langtíðarætlanir. Tað er ikki nóg mikið bert at leggja politiskar ætlanir fyri eitt ár í senn. Á grundleggjandi økjum mugu vit leggja ætlanir, sum røkka fleiri valskeið fram í tíðina. Og neyðugt er at fáa breiða undirtøku fyri hesum ætlanum frá hesum høga tingi og frá Føroya fólki.

Saman at halda, varð ei okkum givið. Tí er so lítið, burtur úr her blivið, kvøður skaldið.

Hetta hevur mangan eyðkent okkum føroyingar. Men skulu vit røkka tí besta úrslitinum, er neyðugt, at vit broyta hetta lyndið hjá okkum. Vit eiga at taka tøk saman í trúgv upp á egnan mátt og megi. Tá kunnu vit, við Guds hjálp, gera okkum enn meir galdandi og skapa øllum okkara medmenniskjum betri lívskor og lívsvirði.

Ein stór ábyrgd hvílur á okkum fólkavaldu. Vit eiga at ganga undan sum góðar fyrimyndir. Vit eiga at leggja endaleyst brigsl og kegl til síðis. Vit eiga at vísa ábyrgd og samstarvsvilja og at fremja tað góða og forða tí ónda.

Eg fari við hesum at ynskja øllum eina góða tingsetu og eina góða ólavsøku.

PARTUR II

Uttanlandsmál

Uttanlandsmál Føroya fevna um politisku og rættarligu viðurskifti Føroya við aðrar tjóðir og millumtjóða felagsskapir. Samráðingarnar við Danmark um føroyskt fullveldi og fiskirættindasamstarv við onnur lond hava fingið serliga viðgerð í øðrum pørtum av røðuni, og tí skal ikki verða nomið við tey her. Eisini skal verða havt í huga, at ein meira djúptøkin viðgerð av uttanlandsmálum Føroya er til skjals í árligu frágreiðing løgmans um uttanlandsmál.

Borið er fyrr fram, at rættarstøða Føroya sum danskur ríkislutur hevur havt við sær, at Føroyar hava havt sera avmarkaðar møguleikar fyri samvinnu við aðrar tjóðir. Tað samstarv, sum hóast alt er komið undan, er avmarkað til at fevna um ávíst samstarv innan karmarnar av fríhandilssáttmálum og fiskirættindasáttmálum. Harumframt eru Føroyar móti boðum frá føroyskum myndugleikum vorðnar partur í millumtjóða sáttmálum, ið ganga í móti føroyskum áhugamálum. Nýligt dømi er málsáttmálin hjá Evroparáðnum.

Føroyar og ES

Tann skjóta samansjóðingin av evropiskum tjóðum hevur alstóran týdning fyri Føroyar, sum ikki fáa fyrimunirnar, ið hesar tjóðir njóta í evropisku samansjóðingini. Rættarstøða Føroya forðar eisini fyri, at Føroyar kunnu luttaka sum EFTA land í EBS skipanini.

Verða Føroyar samanbornar við Ísland, kemur greitt til sjóndar, at Føroyar eru skerdar í at luttaka í handilsligari samvinnu. Ísland hevur í EFTA høpi gjørt fríhandilssáttmálar við eina røð av londum, ið hava sera áhugaverdugar innmarknaðir. Somu lond hava boðað Føroyum frá, at tey vanliga ikki gera sáttmálar við einstøk lond, men heldur við felagsskapir av londum, eins og tey hava gjørt við EFTA lond og ES. Upp aftur onnur lond hava boðað frá, at tey fyrst eru sinnað at avgreiða samráðingarnar við EFTA londini og ES, áðrenn tey taka upp samráðingar við lond sum Føroyar.

Til tess at bøta um støðuna, er eitt uppskot tilevnað um tættari samstarv við ES, har sínámillum handilssáttmálin verður víðkaður til eisini at fevna um tey fýra frælsini og annað viðkomandi samstarv. Hetta uppskot er fyrr umrøtt í uttanlandsfrágreiðingum, og skal tí ikki verða endurtikið her. Tó skal verða sagt, at uppskotið í løtuni verður viðgjørt politiskt í landsstýrinum og samgonguni.

Árligi fundurin í felagsnevndini millum Føroyar og ES varð hildin í Brússel í summar. Á fundinum varð semja gjørd um at broyta handilssáttmálan, so at kvotan av pilkaðum rækjum verður hækkað úr 2000 tonsum upp í 3000 tons. Henda avtala kemur í gildi 1. september í ár. Hetta fer væntandi at geva Føroyum eitt eyka útflutningvirði upp á umleið 50 mió. kr. um árið. Á fundinum vórðu málini um at lata Føroyar luttaka í alevropiska upprunaøkinum og at hækka kvotuna av fiskafóðri eisini viðgjørd. Hóast eingin semja varð gjørd um hesi mál, var avgerð tó tikin um at seta tveir skjóttarbeiðandi bólkar at gera uppskot um, hvussu málini kunnu verða loyst næsta ár.

Sáttmáli við Russland

Samráðingarnar við Russland um ein fríhandilssáttmála fingu skot fyri bógvin, tá ið nýggj stjórn varð skipað í Russlandi í fjør. Um tað mundi vóru samráðingarnar um høvuðssáttmálan í grundregluni loknar, og óformlig semja varð gjørd um at undirrita sáttmálan í Moskva í juli mánaði í fjør.

Við tógvum samráðingum hevur tað nú eydnast samráðingarnevndunum at stavvátta ein sáttmála um handilsligt og búskaparligt samstarv millum Føroyar og Russland, sum eftir ætlan verður undirritaður í Moskva í heyst. Hesin sáttmáli, ið gevur londunum báðum MFN støðu (Most Favoured Nation), er ætlaður sum undangongusáttmáli til ein veruligan fríhandilssáttmála millum londini. Í sáttmálanum er ásett, at samráðingarnar um ein fríhandilssáttmála verða tiknar uppaftur so skjótt, hesin sáttmáli hevur fingið gildi.

Marknamál

Nú mark er sett á havleiðunum millum Føroyar og ávikavist Noreg og Bretland, er innan fyri 200 fjórðingar bert eftir at loysa marknamálið millum Føroyar og Ísland. Harumframt koma marknamálini viðvíkjandi áseting av ytra landgrunninum uttan fyri 200 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum og í ein norðan úr Føroyum. Hesi mál fara uttan iva at krevja stóra orku at loysa í komandi tíðum.

Skjalarannsóknir

Nú er skjøtil settur á skjalarannsóknir í Russlandi, og væntandi verður ein frágreiðing tøk til várs, ið fer at geva okkum føroyingum greiðar ábendingar um trygdarpolitisku støðu Føroya í kalda krígnum við støði í fyrst og fremst russiskum skjølum.

NATO-hernaðarútbúnaður

Danskir myndugleikar hava kunnað løgmann um, at teir vegna NATO ætla at byggja út í Føroyum til tess at samskipa eftirlitsuppgávurnar betur. Talan er um eina tøkniliga loysn, ið krevur, at nýggj útgerð verður sett upp í Føroyum. Løgmaður hevur um embætismenn sínar biðið um fleiri upplýsingar um útbyggingarnar frá donskum myndugleikum. Tilfar um ætlanina er móttikið, men ikki viðgjørt enn.

Fyrisitingarmál

Bæði samfelag og fyrisiting hava verið fyri stórum broytingum farnu árini, og fyri framman eru fleiri broytingar í væntu. Miðfyrisitingin verður støðugt umrødd og er ofta fyri atfinningum. Løgtingsgrannskoðararnir nevna m.a. í síni frágreiðing, at landsumsitingin virkar ikki nóg væl, og teir mæla løgmanni til at viðgera trupulleikarnar og í hesum sambandi eisini at eftirmeta tær bygnaðarbroytingar, sum eru framdar. Við m.a. hesum í huga ætlar løgmaður at lata gera eina eftirmeting av miðfyrisitingini, serliga við denti á tær broytingar, sum vórðu gjørdar í seinnu helvt av 90-árunum. Á henda hátt fáa vit eitt amboð til miðvíst og støðugt at betra um fyrisitingina.

Tað liggur stór ábyrgd á fyrisitingarleiðarum landsins, og tað krevst hegni og dugnalig leiðsla at standa á odda fyri einum fyrisitingarstovni, ið støðugt skal betra um fyrisitingarliga stigið og taka á seg fleiri uppgávur, so at m.a. politiska leiðslan fær eina munadygga tænastuveiting til at fremja sín politikk í verki. Harafturat kemur, at Løgtingsins Umboðsmaður nú er farin at virka, og fer hetta eisini at seta krøv til fyrisitingina.

Tað er tí av stórum týdningi, at leiðarar landsins taka starvsfólkapolitikkin í størsta álvara og menna og brynja síni starvsfólk eins og seg sjálvar til at avgreiða dagligu uppgávurnar professionelt, og at vera til reiðar at taka ímóti teim avbjóðingum, sum koma.

Tað eru nú nøkur ár síðan miðvíst varð farið at arbeiða við starvsfólkapolitikki, og í dag eru tey flestu høvuðsevnini á starvsfólkapolitiska økinum sett í gildi. Hetta merkir, at fyrisitingin longu hevur eitt amboð at nýta í hesum arbeiði. Ætlanin er nú at kanna, á hvørjum stigi starvsfólkapolitisku viðurskiftini í landsfyrisitingini eru.

Vit eru í einari tíð, har kapping er um starvsfólk við rætta førleikanum. Tí er alneyðugt, at fyrisitingin er væl skipað við einari framtakshugaðari og opnari leiðslu, ið megnar at spenna boðan longri og at koma longri fram á leið.

Býti millum alment og privat

Í álitinum um vinnupolitikk, sum varð lagt fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í 1999, var dentur lagdur á at skilja ímillum, hvørjar uppgávur skulu loysast av privatum, og hvat tað almenna skal taka sær av. Í álitinum varð víst á, at altjóða rákið gongur í móti minni reglubinding og meira fríari kapping, og broytir hetta eisini almenna leiklutin samsvarandi. Hetta er gongdin í okkara grannalondum, og hetta ávirkar eisini støðuna hjá okkum. Tí er neyðugt at umhugsa leiklutin hjá tí almenna.

Í Føroyum eru vit komin styttri á leið enn heimurin kring okkum í at nútímansgera uppgávubýtið millum tað almenna og tað privata. Hetta ger seg serliga galdandi á tann hátt, at landsstýrið er eigari av fleiri stórum føroyskum fyritøkum. Hesar virka í fleiri førum í kapping við privatar fyritøkur, og tí er tað almenna í eini tvístøðu. Tað almenna skal lutvíst tryggja rímiliga og rættvísa kapping innan vinnurnar, og lutvíst røkja síni áhugamál sum eigari í vinnufyritøkum.

Henda støðan er ikki nøktandi í longdini, og eigur at verða farið undir eina tilgongd, har leikluturin hjá tí almenna sum virkin eigari í vinnufyritøkum verður avmarkaður. Hetta kann gerast við eini varisligari einskiljing, eins og gjørt er í okkara grannalondum. Tað almenna eigur fyrst og fremst vegna borgararnar at umsita og røkja tey almennu virðini so væl sum gjørligt.

At fara undir eina stigvísa einskiljing av almennu fyritøkunum er ein torgreidd men neyðug uppgáva, sum krevur breiða politiska viðgerð og undirtøku. Løgmansskrivstovan hevur í samstarvi við Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið latið gera eina frágreiðing um hesi viðurskifti, og verður hon løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í heyst.

Kommunumál

Nýggja kommunustýrislógin kom í gildi á nýggjárinum, tá nýggju kommunustýrini tóku við, og í vár samtykti Løgtingið lógina um sjálvbodna kommunusamanlegging. Kommunudeildin á Løgmansskrivstovuni varð sett á stovn fyrr í ár, og nú er umsitingin av kommunumálum savnað á einum stað.

Arbeiðsbólkurin, ið varð settur at arbeiða víðari við uppgávu- og ábyrgdarbýtinum, verður liðugur við fyrsta part av arbeiðinum í august. Endamálið er at styrkja kommunala sjálvræðið við einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Fyrsta dagin verður farið undir at gera eina roknskaparkunngerð fyri kommunur, við tí fyri eyga at fáa greiðari og eintýddar ásetingar um roknskaparviðurskiftini hjá kommununum.

Ætlanin er eisini at fara undir at arbeiða við eini roknskaparskipan fyri kommunurnar fyri at fáa somu skipan fyri allar kommunur. Við einari tílíkari skipan verður tjóðarbúskapur okkara neyvari, tað verður gjørligt hjá kommunum á einum betri grundarlagi at samanbera seg við aðrar, og sum heild verður meira gjøgnumskygni í roknskapunum hjá kommununum. Ein tílík skipan er eisini alneyðug, um kommunurnar skulu fáa fleiri økir at umsita, samstundis sum tað verður lættari at umsita eftirlitið við kommununum.

Útoyggjapolitikkur

Í apríl í ár fekk løgmaður handað álit um útoyggjapolitikk. Hetta álit er gjørt saman við íbúgvunum á viðkomandi útoyggjum, sum júst eru tey, ið veruliga kenna útoyggjaviðurskiftini.

Í álitinum verður víst á, at høvuðsmálið við einum útoyggjapolitikki eigur at vera at varðveita og menna búsetingarmynstrið í Føroyum, tí at Føroyar verða ríkari, um allar oyggjar okkara eru búsettar.

Álitið lýsir neyvt viðurskiftini á smáu plássunum og vísir á nakrar leiðir, sum vit sum politikkarar eiga at viðgera og taka støðu til. Í høvuðsheitum verða hesar leiðir viðgjørdar út frá trimum sjónarhornum.

Búskaparliga sjónarhornið viðger undirstøðukervið og vinnuligar umstøður. Her verður m.a. víst á, at skulu nýggjar vinnur taka seg upp, er tað ein treyt, at samferðslu- og samskiftismøguleikar eru góðir. Jarðarviðurskiftini eru helst eitt av teimum mest viðbreknu evnunum innan búskaparliga økið, og vilja vit útoyggjunum væl, er neyðugt at finna loysnir á jarðarviðurskiftunum.

Mentanarliga sjónarhornið viðger mentan, frítíð og skúla. Her verður m.a. víst á tann stóra týdningin, sum frítíðarlívið hevur fyri smáu bygdirnar. Neyðugt er eisini at skipa mentanina og at skapa karmar og samkomustøð, har bygdafólkið kann virka saman, eins og fólk uttaneftir kunnu koma til.

Samskipan innan skúlaøkið hevur sera stóran týdning. Tað hevur m.a. víst seg, at ein av orsøkunum til fráflyting er, at familjurnar flyta við børnunum, tá tey fara í framhaldsskúla á meginøkinum.

Sosiala sjónarhornið viðger almanna- og heilsuviðurskifti, har tað vísir seg at vera stórir veikleikar innan tænastuna. Á hesum øki má dentur leggjast á at hugsa breitt og at samskipa allar heilsutænastur á smáu støðunum.

Útoyggjaviðurskiftini fevna um sera nógv og ymisk fakøki. Tað er umráðandi at gera sær greitt, at øll fakøkini eru partur av einari heild. Skulu vit fáa nakað munagott á skaftið útoyggjapolitiskt, er tí neyðugt, at politiski myndugleikin samstarvar og raðfestir øll hesi økini í tøttum samstarvi.

Aðalorðaskiftið á tingi síðst í apríl gav eina ábending um, at tað politiskt er undirtøka fyri og vilji til at taka tøk í útoyggjapolitiskum høpi. Tí ætlar løgmaður at skipa útoyggjapolitikk sum eitt málsøki undir einum landsstýrismanni.

Sprottið úr arbeiðnum um útoyggjar hava umboð úr smáu oyggjunum nú skipað eitt tættari sínámillum samstarv um felags viðurskifti.

Sjálvstýrismál

Samráðingarnar við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi í frælsum felagsskapi við Danmark, slitnaðu tann 26. oktober 2000.

Orsøkin var, at danska stjórnin bæði skrivliga og munnliga boðaði frá, at hon viðurkendi ikki føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Harvið var ósemja staðfest um sjálvt støðið undir samráðingunum, hóast sáttmálauppskot landsstýrisins beinleiðis í innganginum orðar hendan veruleika. Ongin ivi valdar heldur um tjóðarrættindi føroyinga millum føroyingar og politisku skipanina í Føroyum.

Landsstýrið gjørdi tí av at leggja fram eitt uppskot til eina felags fráboðan til ST um støðu føroyinga sum tjóð, har danska stjórnin viðurkennir, at føroyingar sjálvir gera av at skipa sítt egna ríki.

Danska stjórnin sýtti fyri hesum og førdi fram, at Danmark var eitt eindarríki, har allur avgerðarrættur liggur hjá Fólkatinginum.

Síðani boðaði landsstýrið frá, at ein einvegis fráboðan fór at verða send ST um tjóðarrættindi føroyinga, og at føroyingar sjálvir á fólkaatkvøðu skuldu gera av, um Føroyar skulu skipast sum fullveldisríki.

Landsstýrið fer ongantíð at gera nakra avtalu, sum ikki byggir á fólkarættin – t.e. tjóðarrættindini og sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Tískil slitnaðu samráðingarnar.

Síðani varð roynt á embætismannastigi á óformligum fundum at leggja grund undir eina avtalu um, hvussu øll málsøki kunnu yvirtakast áðrenn fullveldistøku.

Eisini hesar royndir vóru støðgaðar frá danskari síðu, tá landsstýrið boðaði frá, at fólkaatkvøða um framtíðarstøðu Føroya skuldi verða 26. mai 2001. Fólkaatkvøðan skuldi verða um eina ætlan, sum skuldi føra fram til fult sjálvstýri fyri Føroyar, og hevði hon hetta innihald:

Fólkaatkvøðan varð tó avlýst.

Í staðin er ætlan nú samtykt í Løgtinginum, og arbeitt verður við at fremja hana í verki. Samtyktin staðfestir, at føroyska tjóðin hevur sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum og tí sjálv ger av, hvussu Føroyar verða skipaðar stjórnarrættarliga. Samtyktin leggur somuleiðis fast, at farið verður undir at taka fult ræði og ábyrgd av landinum, at minka heildarveitingina burtur og at stovna Búskapargrunn Føroya

Samráðingarnar við donsku stjórnina hava ikki verið til fánýtis, tí vit hava fingið eina greiða mynd av støðuni hjá donsku stjórnini og Fólkatinginum.

Tað er púra greitt, at tilgongdin ikki verður løtt, tí danska stjórnin vil ikki samstarva. Tvørturímóti ger hon tilgongdina so trupla sum gjørligt og leggur allar hugsandi løgfrøðiligar og politiskar fótonglar.

Tí ræður um hjá okkum at vísa hegni og úthaldni, tí vit fara at koma á mál.

Roynt hevur verið at fingið fund í lag við donsku ríkisstjórnina til tess at leggja eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram, so øll málsøki koma undir føroyskt ræði.

Hetta hevur ikki eydnast, og tí hevur landsstýrið skrivliga boðað donsku stjórnini frá, at danska heildarveitingin skal minkast við 356 mió. krónum í 2002, samsvarandi við at skúlamál og almenna forsorgin verða yvirtikin sambært grein 2 í heimastýrislógini. Samstundis er fráboðað, at á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002 verður heildarveitingin á inntøkujáttanini sett til 626 mió. krónur.

Sambært samtykt Løgtingsins skulu vit taka yvir:

áðrenn 1. januar 2002. Harumframt verður Vága Floghavn yvirtikin frá Statens Luftfartsvæsen, farið er undir at fáa málsøkið Flogferðsla undir føroyskan myndugleika, og Skipaðsýnið verður yvirtikið.

Sjálvstýrisætlan samgongunnar skal standa sína roynd í fyrra parti av hesi tingsetu.

Vit hava sett okkum fyri at yvirtaka fleiri málsøki áðrenn 1. januar 2002. Fleiri av hesum málum krevja semju millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Mangt er, sum bendir á, at danska stjórnin ikki ætlar at gera sítt til, at partarnir semjast, so málsøkini koma undir føroyskt málsræðið innan fyri tíðarfreistina í løgtingssamtyktini.

Harumframt er longu staðfest, at danska stjórnin ikki er sinnað at samráðast um yvirtøku av løgregluni, hóast talan er B mál, ið sambært heimastýrislógini kann yvirtakast eftir samráðingar. Hetta, metir løgmaður, er álvarsligt og enn eitt tekin um, at danska stjórnin tilvitað forðar tilgongdini í sjálvstýrismálinum.

Tað kann tí gerast eitt trupult heyst í samskiftinum millum danskar og føroyskar myndugleikar.

Grundlógararbeiðið

Arbeiðið í grundlógarnevndini hevur verið umfatandi og víðskygt. Nevndin hevur viðgjørt allar týdningarmiklar tættir í føroyskari rættar- og stjórnarsøgu og hevur kunnað seg um skipanir aðrastaðni í heiminum – m.a. við eini væleydnaðari ferð í USA og í Íslandi.

Grundlógarnevndin hevur tikið stig til at leggja botn undir eina føroyska løgfrøði. Bæði tá um útbúgving ræður, har nevndin gjøgnum samstarv við Háskóla Íslands hevur gjørt uppskot um føroyska løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum, og tá ræður um at menna eitt føroyskt løgfrøðismál, ið tekur støði í føroyskari rættarsiðvenju og í málsligum bygnaði, sum vendir sær til almenningin og ikki bert til fakfólk.

Arbeiðið hjá nevndini er seinasta árið komið so væl áleiðis, at eitt fyribils uppskot til grundlóg fyri Føroyar er gjørt og verður viðgjørt í nevndini í løtuni.

Løgtingið hevur samtykt, at eitt ávegis álit skal til kunningar í seinasta lagi 1. oktober, og eitt endaligt uppskot skal latast innan 1. desember í ár.

Kunningin og orðaskiftið er týdningarmesti parturin av grundlógararbeiðinum, og tí hevur nevndin sett fólk at leggja kunning og orðaskiftið um grundlógararbeiðið til rættis.

Útlit eru fyri semju millum politisku flokkarnar um uppskotið til grundlóg, og landsstýrið fer at leggja dent á at røkka eini semju um uppskotið, so tað kann leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetu.

Løgmál

Fullveldistilgongdin setir fyrst og fremst lógarkrøv og fyrisitingarlig krøv til málsøkið lógarmál. Løgregla, útlendingalóg, dómstólar, rættarskipan, fongsulsverk, kriminalforsorg og sivilrættarmál skulu fyrisitast í Føroyum - og stórur tørvur er á nýggjari lóggávu á øllum hesum økjum.

Tá málini eru yvirtikin, verður helst neyðugt at skipa eitt Løgmála- og innanríkisstýrið, ið skal hava ábyrgd av hesum týdningarmiklu økjum fyri einar sjálvstøðugar Føroyar.

Samstundis eru fyrireikingarnar gjørdar til sjálvstøðuga lóggávu og fyrisiting í hesum málum:

Føroysk Løgregla

Nevnd er sett við tí setningi at gera uppskot til, hvussu økið skal virka, tá tað er føroyskt. Álitið skal handast landsstýrismanninum í november.

Landsstýrismaðurin hevur tikið upp samband við danska løgmálaráðharran til tess at fáa gongd á samráðingarnar um yvirtøkuna. Ætlanin er, at løgreglan skal koma undir føroyskt ræði skjótast gjørligt.

Føroysk útlendingalóg

Arbeiðið við at fyrireika, at útlendingaøkið kemur undir føroyskt málsræði er farið í gongd. Málsøkið er ikki nevnt í heimastýrislógini. Nevnd er sett við tí setningi at gera uppskot til føroyska útlendinga- og flóttafólkalóggávu.

Samstundis eru stig tikin til at umsita øll mál um uppihalds- og arbeiðsloyvir í Føroyum. Í sambandi við arbeiðsloyvir til oljuvinnuna er ein skipan gjørd, har løgreglan kann avgreiða málini í Føroyum. Landsstýrið hevur tikið upp samband við danska innanríkismálaráðið um, hvussu vit fremja hetta fyri øll uppihalds- og arbeiðsloyvir sum skjótast, tí ásannast má, at økið, sum tað verður fyrisitið í dag, er ein stórur trupulleiki fyri føroyskar familjur og fyri føroyskt vinnulív. Í mongum førum verður bíðað í upp til 4 mánaðir eftir avgerðum frá danska Útlendingastýrinum.

Persón-, familju- og arvarættur

Skjøtul er settur á fyrireikandi arbeiðið at fáa málsræði á persón-, familju- og arvarættarmálum, sum, Løgtingið hevur samtykt, skal vera hjá føroyskum myndugleikum í seinasta lagi 1. januar 2002.

Ríkisumboðið situr vegna ríkismyndugleikarnar fyri málsøkinum í Føroyum. Landsstýrið hevur í juni mánaði sett seg í samband við danska løgmálaráðið og Ríkisumboðið til tess at fáa í lag praktiskar avtalur og fyri at umrøða, hvussu farið verður fram á skynsamasta hátt í hesum máli.

Lóggávan á økinum er avoldað og í mongum førum 80 ára gomul donsk lóggáva. Tí verður lóggávan endurskoðað og gjørd til føroyska nútíðarsamfelagið og skal tryggja, at føroysk lóggáva lýkur tey krøv, sum verða sett í norðurlendskum og altjóða høpi.

Lógarforum

Fyri at menna umsitingina av lóggávuarbeiðinum í fyrisitingini, setti landsstýrið í fjør ein bólk av løgfrøðingum úr miðfyrisitingini (lógarforum) at tilevna uppskot til ein lógarpolitikk. Arbeiðið verður samskipað av løgdeildini á Løgmansskrivstovuni.

Úrslitið av arbeiðinum hjá bólkinum higartil er, at krøvini til viðmerkingar til lógaruppskot eru herd eftir ávísum leisti, ið er fráboðaður í rundskrivi.

Bólkurin arbeiðir framhaldandi við at menna krøvini til lógarsmíð. Í hesum sambandi verður miðað eftir, at miðfyrisitingin í framtíðini nýtir sama leist í øllum lógarsmíði. Skipast skal ein føroysk lóggávusiðvenja, ið leggur dent á endamálsorðingar í lógunum, á einfalda lóggávu og á skilliga lóggávu fyri almenningin.

Tí verður farið undir regluliga at skipa fyri skeiði í lógarteknikki.

Lógdátugrunnur

Í vár varð øll føroysk lóggáva løgd í lógdátugrunn og á alnótina. Við atliti til rættartrygd og rættarkenslu er hetta eitt stórt framstig á lóggávuøkinum í Føroyum.

Arbeitt verður framhaldandi við at menna lógdátugrunnin. Í hesum sambandi er løgdeildin, í samstarvi við Føroya Rætt, farin undir at leggja føroyskar dómar í ein dómsdátugrunn. Dómsdátugrunnurin skal vera partur av lógdátugrunninum og skal somuleiðis vera tøkur á alnótini.

Ætlanin er somuleiðis, at lógdátugrunnurin í framtíðini eisini skal fevna um meginregluligar fyrisitingarligar avgerðir, ið verða tiknar í miðfyrisitingini.

Navnalóggáva

Nevndin, ið varð sett at endurskoða navnalógina, er nú liðug við sítt arbeiði, og uppskot til broytingar í navnalógini verður nú lagt fyri Løgtingið.

Høvuðsbroytingarnar eru, at mælt verður til, at ásetingarnar um fornøvn verða broyttar, so heimild verður fyri at gera undantøk í sambandi við uppkalling.

Heimild verður eisini til, at ættleidd kunnu taka upprunalig fornøvn aftur ella afturat navninum, og reglur um broyting av millumnavni verða settar í lógaruppskotið.

Somuleiðis verður skotið upp, at hjúnafelagi kann nýta egið eftirnavn sum millumnavn, um viðkomandi hevur tikið ættarnavnið hjá hinum hjúnafelagnum sum giftunavn.

Ásetingarnar um navnanevndina og navnalistan verða gjørdar greiðari, og viðmerkingarnar til einstøku greinarnar eru sum heild viðgjørdar meira nágreiniliga.

Fjølmiðlaábyrgdarlóg

Landsstýrismaðurin í lógarmálum legði í seinastu tingsetu fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið, men tók uppskotið aftur, tí ymisk ivamál vóru.

Uppskotið verður nú við broytingum lagt fyri Løgtingið sum uppskot til fjølmiðlaárbyrgdarlóg.

Veddingarlóggávan

Landsstýrið arbeiðir við at endurskoða veddingarlóggávuna, og verður nevnd nú sett at endurskoða lóggávuna og skipanina viðvíkjandi føroyskari vedding.

Endurgjaldsábyrgd

Ríkislógartilmæli um endurgjaldsábyrgd, ið nú er samskipað við uppskot til løgtingslóg um vanlukkutrygging, verður nú lagt fyri Løgtingið.

Tinglýsingin og Matrikulstovan

Málsøkið tinglýsing er føroyskt sermál. Ríkismyndugleikarnir hava tó umsitið málsøkið síðani 1948 og hava harvið eisini fingið allar inntøkur av tinglýsingini.

Tinglýsingin verður nú løgd undir føroyska umsiting og gjørd teldutøk, so hon kann leggjast á alnótina, eins og Løgtingið hevur samtykt.

Hetta verður gjørt við at samskipa Matrikulstovuna og Tinglýsing Føroya.

Gomul lóggáva

Farið verður undir at gjøgnumganga og rudda í føroyska lógarverkinum, har serliga gomul og óneyðug donsk ríkislóggáva framvegis er í gildi.

Eitt dømi er ríkislógin um hernaðarliga revsing frá 1937, sum m.a. heimilar deyðarevsing í krígstíð. Landsstýrið hevur heitt á Ríkisumboðið, um at lógin verður sett úr gildi, og fer at leggja uppskot fram um hetta.

Norðurlandamál

Samstarvið og luttøka føroyinga í norðurlendskum samstarvi økist í hvørjum. Føroyar hava eisini ein virknan leiklut í teimum broytingum, sum henda í norðurlendskum samstarvi í løtuni.

Vísmannafrágreiðing um norðurlendskt samstarv í framtíðini

Løgtingið viðgjørdi í undanfarnu tingsetu uppskotið frá einum sonevndum vísmannabólki, ið hevur gjørt uppskot um økt og tættari samstarv millum Norðurlond í framtíðini.

Tilmælini í frágreiðingini hava verið til viðgerðar á einum serligum fundi hjá Norðurlandaráðnum, og uppskot verða nú gjørd til at seta í verk tær broytingar, sum semja er um.

Føroyar leggja høvuðsdentin á, at samstarvið verður styrkt mótvegis Útnorði, at Norðurlond virka í felag í týðandi altjóða samstarvi, og at Norðurlond sínámillum tryggja rættindini hjá borgarum úr einstøku londunum til arbeiði, útbúgving, almannaveitingar og onnur rættindi í øllum Norðurlondum.

Samstarv við grannaøkini kring Norðuratlantshav

Landsstýrið hevur seinastu árini strongt nógv á til tess, at norðurlendskt samstarv eisini skal fevna um samstarv við grannaøkir kring Norðuratlantshav: Skotland, Írland, Hetland, Orkneyoyggjar, Suðuroyggjar fyri sunnan, og Kanada og kanadisku landspartarnar fyri vestan.

Hetta kom við sum eitt tilmæli í Vísmannafrágreiðingini, og í summar varð veruligur skjøtil settur á tílíkt samstarv.

Landsstýrið skipaði saman við Norðurlendska Ráðharrastovninum fyri stórari ráðstevnu í Føroyum um havumhvørvi og burðardygga veiði í Norðuratlantshavi. Har vórðu umhvørvis- og fiskimálaráðharrar úr øllum Norðurlondum og grannaøkjunum kring Norðuratlantshav bodnir at taka lut, og umboð fyri flestu lond og økir møttu.

Ráðstevnuluttakararnir samtyktu eina yvirlýsing um havumhvørvi og burðardygga veiði í Norðuratlantshavi, og eisini varð samtykt at hittast aftur í Hetlandi í 2003.

Sostatt hevur loksins eydnast at skipa eitt veruligt samstarv millum Norðurlond og grannaøkini kring Norðuratlantshav.

Ætlan fyri burðardygga menning í Norðurlondum

Løgtingið viðgjørdi somuleiðis í undanfarnu tingsetu eina felags norðurlendska ætlan fyri burðardygga menning. Ætlanin er viðgjørd á serligum fundi hjá Norðurlandaráðnum og samtykt.

Føroyar skulu síðani á einstøku politisku málsøkjunum seta tey tilmæli í verk, sum ætlanin fevnir um.

Útnorðurráðið

Útnorðurráðið hevur seinastu árini verið alt meira virkið og hevur skipað fyri týdningarmiklum tiltøkum fyri øktum samstarvi millum Føroyar, Grønland og Ísland.

Í ár skipar Útnorðurráðið í samstarvi við norðurlandahúsini fyri stórari framsýning um veiðimentan í Útnorði. Hon verður sýnd fram í okkara grannalondum kring Norðuratlantshav.

Landsstýrið hevur eftir umbøn frá Útnorðurráðnum tikið stig til og roynir støðugt at skipa eitt samstarv millum stjórnirnar í útnorðurlondunum og tingfólkini í Útnorðurráðnum.

Fíggjar- og búskaparmál

Stórur vøkstur er framvegis í føroyska búskapinum, og hann tykist at standa við. Tí er av alstórum týdningi, at tað almenna ikki stimbrar tann upphitaða búskapin. Neyðugt er í enn eina tíð at reka ein varnan fíggjarpolitikk og at ansa eftir, at almennu íløgurnar ávirka virksemið í landinum sum minst.

Búskapargongdin

Bruttutjóðarúrtøkan hevur síðan mitt í 90-árunum havt ein árligan realvøkstur upp á góð 5,5%. Í 2000 var bruttotjóðarúrtøkan mett til 8,3 mia. kr.

Orsøkin til tann stóra vøksturin er fyrst og fremst góður fiskiskapur og ógvuliga høgir fiskaprísir. Tann stóri íløgutørvurin aftan á ein íløgusteðg kreppuárini hevur eisini skundað undir búskaparvøksturin seinastu árini, og einki er at ivast í, at vónirnar um eina møguliga oljuvinnu rættiliga skjótt ávirka búskaparvøksturin.

Fólkatalið veksur støðugt. Við árslok 2000 var fólkatalið komið upp á 46.195. Sum gongdin hevur verið higartil í ár, verður mett, at fólkatalið veksur við umleið 950 fólkum, og at tað við árslok 2001 fer upp um 47.000. Nettotilflytingin verður mett til 600 og burðaravlopið til 350. Burðaravlopið er stórt í Føroyum samanborið við onnur lond. Hóast tað er burðaravlopið ikki positivt í øllum økjum í landinum. Higartil í ár vísa tølini, at burðaravlopið í Sandoy og Suðuroy er negativt.

Arbeiðsloysið minkar støðugt. Fyri einum ári síðani var tað 4,8%, og nú er tað komið niður á 3,4% av arbeiðsmegini. Umleið 2,5% eru skrásett hjá arbeiðsloysisskipanini, og umleið 0,9% eru skrásett hjá Almannastovuni sum arbeiðsleys.

Lønarútgjaldingarnar halda fram at vaksa, og í ár fara tær upp um 5 milliardir. Vøksturin í lønarútgjaldingunum seinastu árini hevur ligið úr 7% upp í 10%, og vøksturin fyrstu 5 mánaðirnar í ár er á sama stigi. Hóast verkfall hevur verið í ár, eru lønarútgjaldingarnar 10% hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

Lønarútgjaldingin hjá framleiðsluvinnunum hevur í meðal verið 13% hægri enn fyrstu 5 mánaðirnar í fjør. Størsti prosentvísi vøksturin er í lønarútgjaldingunum hjá ali- og kryvjivirki upp á 23%. Innan fiskiskap var vøksturin 15%, hjá fiskavøruídnaðinum 2% og innan ídnað annars 13%.

Higartil í ár hevur vøksturin í lønarútgjaldingum innan byggivirksemi verið 5%. Hetta er ikki so stórur vøkstur sum seinastu árini. Lønarútgjaldingar til almennar tænastur o.a. vóru í meðal 11% hægri fyrstu fimm mánaðirnar í ár, og vøksturin innan almenna fyrisiting o.a.var 8%.

Innflutningstølini frá 1. ársfjórðingi 2001 benda á, at tann stóri vøksturin í innflutninginum seinastu árini er steðgaður. Samlaði innflutningurin í 1. ársfjórðingi í ár er 9 % minni enn somu tíð í fjør, men verða skip og rávøra til fiskavirking tikin burtur úr, er innflutningurin 6 % hægri í 1. ársfjórðingi 2001 enn sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin av skipum og rávøru til fiskavirking var ávikavist 56 og 41% minni 1. ársfjórðing í ár.

Tann stóri vøksturin heldur fram í innflutninginum til byggivirki og aðra framleiðslu, har vøksturin 1. ársfjórðing 2001 var 13% sammett við sama tíðarskeið í fjør. Hetta er tó minni enn árini frammanundan, tá vøksturin var ávikavist 21 og 20% í mun til árið fyri.

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu var 3% hægri 1. ársfjórðing 2001 enn sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein væl lægri vøkstur enn seinastu árini. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaks frá 1997 til 1998 við 11%, frá 1998 til 1999 við 6% og 1999 til 2000 við 12%.

Tann stóri vøksturin í innflutninginum av bilum seinastu árini steðgaði í fjør. Tó er ein vøkstur í innflutninginum av vinnuakførum og øðrum akførum í 1. ársfjórðingi í ár.

Útflutningurin hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, og henda gongdin tykist halda fram. Útflutningurin undantikið skip, vaks frá 1997 til 1998 við 14%, frá 1998 til 1999 við 11%, frá 1999 til 2000 við 13%, og fyrstu 4 mánaðirnar í 2001 er útflutningsvirðið 21% hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

Seinastu árini er samlaða útflutningsnøgdin ikki vaksin, men hægri prísur hevur økt um útflutningsvirðið.

Fyrstu 4 mánaðirnar í 2001 er útflutningsvirðið av ísaðum & frystum fiski vaksið við 27% sammett við sama tíðarskeið í fjør, meðan fryst og ísað fiskaflak burtursæð frá laksaflaki er minkað við umleið 27%. Fryst flak annars, sum yvirhøvur er laksaflak, er tó vaksið við 55%.

Prísurin á saltfiski hevur verið góður. Saltfiskaútflutningurin var í 1997 302 mió. kr., í 1998 362 mió.kr., í 1999 450 mió. kr. og í 2000 545 mió. kr. Tað er ein vøkstur upp á góð 20% um árið. Fyrstu 4 mánaðirnar í ár hevði útflutningurin av saltfiski eitt virði upp á 296 mió. kr. ímóti 174 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 69%.

Útflutningurin av ídnaðarfiski fall frá 1998 til 1999 við 68%, men í 2000 var útflutningurin aftur komin upp á 240 mió. kr. Fyrstu 4 mánaðirnar í ár vaks útflutningurin av fiskavørum til ídnað við 7% í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tann stóri vøksturin í laksaútflutninginum heldur fram. Í 1997 og 1998 lá virðið á laksaútflutninginum millum 400 og 500 milliónir krónur, men í 1999 vaks tað til 885 mió. kr. Í 2000 var virðið av laksaútflutninginum 886 mió. kr., og fyrstu 4 mánaðirnar í ár er útfluttur laksur fyri 344 mió. kr. móti 255 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 35%.

Handilsjavnin hevur víst avlop øll 90-árini. Tann stóri búskaparvøksturin hevur økt trýstið á handilsjavnan, og avlopið broyttist í fjør til eitt hall upp á 381 mió. kr.. Tó var framvegis avlop á handilsjavnanum, um skip ikki vórðu tald við.

Eftirspurningurin hevur serliga verið stórur eftir skipum, maskinum, byggitilfari og øðrum til íløgur, og hetta eigur helst at geva eitt størri avkast til samfelagsbúskapin. Ein komandi oljuvinna fer eisini í fyrstu atløgu at leggja enn størri trýst á handilsjavnan.

Gjaldsjavnin hevur havt stórt avlop í 90-árunum. Avlopið er minkað samsvarandi gongdini í handilsjavnanum, og í 2000 var avlopið á gjaldsjavnanum mett til 317 mió. kr.

Landskassin hevur í fleiri ár á rað havt avlop. Í 1999 var avlopið á fíggjarlógini 648 mió. kr., í 2000 602 mió. kr., og broytist búskapargongdin í ár ikki stórvegis, verður avlopið í ár á umleið sama stigi.

Bæði skatturin og avgjøldini eru higartil í ár væl hægri enn mett á fíggjarlógini fyri 2001.

Skattainntøkurnar eru higartil í ár góð 11% hægri enn mett á fíggjarlógini.

Uttanlandsskuldin broyttist í 1998 til eina nettoogn uttanlands. Við árslok 2000 var mett, at nettoognin uttanlands var ein góð milliard krónur. Skuldin uttanlands var 7,1 mia. kr. og ognin 8,2 mia. kr..

Landskassaskuldin til danska statin er nú 4,2 mia. kr. Men nettoskuld landskassans, tá innistandandi í Landsbankanum er talt við, er uml. 2,8 mia. kr.

Búskaparpolitikkur

Í fíggjarpolitikkinum seinastu árini hevur verið hildið aftur í vøkstrinum í útreiðslunum á fíggjarlógini.

Almennu útreiðslurnar eru kortini ikki minkaðar, men tað hevur eydnast at avmarka útreiðslurnar, so tær ikki eru vaksnar so nógv sum inntøkurnar á fíggjarlógini, og eru útreiðslurnar eisini vaksnar minni enn búskapurin sum heild. Ábøturnar síggjast aftur ymsa staðni í samfelagnum. Pensjónirnar eru hækkaðar, skúla- og mentamál eins og heilsumál hava fingið økta játtan o.s.fr.

Tamarhald er fingið á íløgunum bæði hjá landskassanum og kommunum. Íløgutørvurin hevur verið stórur og er framvegis stórur. Hóast upphæddirnar á fíggjarlógini til íløgur kunnu tykjast avmarkaðar, so hevur borið til at ganga nógvum ynskjum á møti. Landsstýrið hevur latið byggjað Brimil og Teistan, stór útbygging fer fram á Landssjúkrahúsinum, væl er komið áleiðis við Vágatunnlinum, hol er sett á Gásadalstunnilin, fyrireikingar til undirsjóvartunnil til Norðoyggjar eru byrjaðar, nýtt Suðuroyarskip er í eygsjón o.s.fr..

Við rikna fíggjar- og búskaparpolitikkinum hevur tað eydnast at hava eitt yvirskot á fíggjarlógini upp á eina góða hálva milliard kr. í fleiri ár á rað, samstundis sum bøtt er um á teimum ymisku málsøkjunum á fíggjarlógini, og týdningarmiklar íløgur eru framdar. Eisini hevur rúmd verið fyri einum skattalætta upp á 80 mió. kr. 50 mió. kr. verða latnar í skattalætta í ár og 30 mió. kr. næsta ár. Samstundis er gjaldføri sera gott, og landskassin hevur nú umleið 1,8 mia. kr. innistandandi í Landsbankanum.

Skattur

Stórarbeiði varð gjørt á skattaøkinum í fjør, tá kolvetnisskattalógin varð samtykt, og í ár verður arbeitt við øðrum stórmáli. Hetta er seinni partur av fráboðaðu vinnuskattaábótini, sum eftir ætlan verður lagdur fyri tingið fyrst í hesi tingsetuni.

Uppskotið til nýggja kapitalvinningsskattalóg er gjørt í tøttum samráði við vinnuna. Vinnuskattaábótin er í tráð við stevnumiðið um, at skattaskipanin støðugt verður gjørd einfaldari, og at hon ikki er búskaparliga avlagandi. Harumframt skal hon virka væl saman við einum komandi føroyskum virðisbrævamarknaði.

Tvískattaavtalan við Grønland varð samtykt í Løgtinginum í seinastu tingsetu. Nú oljuvinna møguliga fer at taka seg upp, verður helst eisini neyðugt at gera tvískattaavtalur við eitt nú Bretland.

Arbeitt verður við spurninginum um, hvussu rættindi í fiskivinnuni skulu skattast. Landsstýrið ætlar í einum lógaruppskoti at áseta, hvussu søla og keyp av fiskirættindum, -loyvum, -døgum og -kvotum skal skattast. Somuleiðis verður arbeitt við spurninginum um at stovna eina sonevnda tonnasjuskattaskipan, sum einstøk av okkara grannalondum longu hava sett í verk. Kannað verður í løtuni, um skipanin kann verða sett á stovn í Føroyum.

Búskapargrunnur

Sum boðað frá í løgmansrøðuni í fjør, ætlar landsstýrið at stovna ein búskapargrunn, sum hevur til endamáls at tryggja, at serligar ikki varandi inntøkur uttan fyrilit verða slúsaðar út í búskapin. Her verður serliga hugsað um møguligar inntøkur frá kolvetnisvinnu, sølu av fyritøkum, sum landið eigur, og einvegis veitingar úr danska ríkiskassanum. Eisini skal grunnurin virka sum skiftisgrunnur, ið skal skapa eina skipaða og trygga búskapargongd móti føroyskum fullveldi.

Prístal

Nýtt prístalsgrundarlag er gjørt, og nýggj prístalsskipan er sett í verk. Tað hevur verið til stóran ampa, at prístalið hevur bygt á nýtslumynstrið frá fyrst í 70-árunum, og tí ikki hevur verið álítandi seinastu árini.

Tjóðarroknskapur

Tjóðarroknskapurin hevur í mong ár bygt á metingar, men nú er ein tjóðarroknskapur gjørdur fyri 1998.

Ein skipan er gjørd fyri, hvussu tjóðarroknskapurin skal gerast upp, og við hesum skuldi støði verið lagt undir ein álítandi tjóðarroknskap. Ein fyribils tjóðarroknskapur kemur at fyriliggja umleið eitt hálvt ár eftir árslok, og tann endaligi eftir umleið hálvtannað ár. Næsta takið verður at gera tjóðarroknskapin í føstum prísum.

Lóggávan

Fíggjarmálastýrið hevur lagt stóran dent á, at allar tær donsku lógirnar og tilhoyrandi kunngerðir á fíggjarøkinum eru dagførdar og lýstar í fullum orðaljóði. Lógirnar eru samtyktar í tinginum, og einstakar eru lýstar, men kunngerðirnar eru ikki klárar enn at lýsa í fullum orðaljóði. Fyrr hava kunngerðirnar bert verið lýstar í Kunngerðablaðnum við yvirskriftini á kunngerðini.

Almennir grunnar og sjálvsognarstovnar

Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir hava í fleiri ár víst á ymisk ógreið viðurskifti viðvíkjandi almennum grunnum og sjálvsognarstovnum og tilknýti teirra til játtanarskipan landsins, fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðan.

Álit er um at vera liðugt um hesi viðurskifti við tilmæli um ein framtíðar grunnapolitikk. Eisini er gjørt tilmæli um, hvussu ógreiðu viðurskiftini viðvíkjandi verandi grunnum og sjálvsognarstovnum skulu loysast.

Tryggingarviðurskifti landsins

Fíggjarmálastýrið arbeiðir í løtuni við at útgreina tryggingarviðurskifti landsins. Tryggingarviðurskiftini eru í løtuni ógreið, og ymiskt er, hvussu tryggjað verður. Landið rindar í løtuni góðar 13 mió. kr. árliga fyri tryggingar. Á hesum øki kann tí óivað nógvur peningur sparast. Útgreiningin av tryggingarviðurskiftunum verður vónandi liðug í heyst.

Skráseting av útflutningi

Landsstýrið fer at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls at fáa betri skráseting av útflutninginum. Í dag hava vit onga lóg ella kunngerð um útflutning av øðrum vørum enn fiski og fiskaúrdráttum, og tí verður útflutningurin av øðrum vørum ikki miðvíst skrásettur. Eftir nýggju lógini skal allur útflutningur skrásetast.

Fiskivinnumál

Í vár hevði Løgtingið aðalorðaskifti um frágreiðing frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fyritreytir og stevnumið í fiskivinnupolitikkinum. Endamálið við frágreiðingini var at birta upp undir eitt fiskivinnupolitiskt orðaskifti. Dentur var lagdur á at lýsa tær fyritreytir, sum vinnan virkar undir, bæði við atliti at tí regluverki, ið føroyskir myndugleikar hava smíðað, og við teimum ytru umstøðum, sum ávirka vinnuna. Frágreiðingin var ætlað sum ein stevnuskrá fyri framtíðina, ið saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum verður grundarlagið undir at seta fiskivinnupolitisku kósina í framtíðini.

Broytingar eru síðani framdar í lógini um vinnuligan fiskiskap um ráðgevingina í fiskivinnuni, og heimilað er ein víðfevnandi fylgisveinaskipan, sum skal bøta um trygdina á sjónum og um fiskiveiðieftirlitið. Eisini verða broytingar framdar í bygnaðinum fyri Fiskirannsóknarstovuna til tess at skapa størri samstarv og betri fatan millum vinnulívið og ráðgevingina. Endamálið er eisini at eftirmeta fiskifrøðiligu ráðgevingina. Við hesum verður eisini tryggjað vinnuni størri innlit í vísindaligt virksemi, gransking og menning. Landsstýrið fer í hesi tingsetuni at koma við fleiri broytingum í lógini um vinnuligan fiskiskap við atliti at fiskivinnupolitisku kósini.

Fiskiskapurin á føroysku landleiðunum

Tilfeingið í sjónum er grundarlagið undir fiskiskapinum á føroysku landleiðunum. Fiskivinnan er bundin at náttúruni og tí ávirkað av náttúrugivnum broytingum.

Føroyar hava ábyrgdina av tilfeinginum í sjónum kring Føroyar og av at tryggja burðardygga menning á hesum leiðum. Fiskatilfeingið skal umsitast og troytast øllum samfelagnum at frama. Eitt av høvuðsstevnumiðunum í umsitingini av fiskastovnunum í føroyskum sjógvi er at tryggja, at teir verða gagnnýttir skynsamt.

Vantandi vitan um tilfeingisgrundarlagið og havumhvørvið ger, at varliga eigur at verða farið fram í umsitingini av tilfeinginum. Samsvarandi altjóða avtalum skal støðið undir umsitingini av fiskatilfeinginum tí vera fyrivarnisreglan. Hjá Føroyum, har fiskivinna er so stórur partur av búskapinum, kann fyrivarnisreglan ikki bert virka eftir lívfrøðiligum metingum. Samfelagsbúskapurin er viðbrekin, og tí mugu broytingarnar ikki vera ov stórar. Samfelagslig og lívfrøðilig fyrivarni eiga tí at virka saman, tá tosað verður um fyrivarnisregluna.

Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast við neyðugum varsemi eftir tilmæltum fiskidøgum og kvotum, so teir í longdini geva sum mest íkast til búskapin. Fiskastovnum, sum eru ovurveiddir, verða veittir møguleikar at menna seg. Økisfriðingar eru ein liður í hesum, og hildið verður tí fast við meginreglurnar í verandi økisfriðingarpolitikki.

Á føroysku landleiðunum er fiskidagaskipanin høvuðsamboðið í stýringini av botnfiskiveiðini, saman við loyvisskipanini og økisfriðingum. Skipanin tænir sínum endamáli, men neyðugt er alla tíðina at stilla veiðitrýstið til tað, sum fiskastovnarnir undir Føroyum bera. Hildið verður fast um fiskidagaskipanina sum høvuðsamboð í stýringini av botnfiskaveiðini á landleiðunum. Málið er, at allir skipabólkar koma undir dagaskipanina.

Fiskiskapur uttan fyri føroysku landleiðirnar og millumtjóða samstarv

Ein týdningarmikil partur av inntøkugrundarlagnum hjá fiskivinnuni, eru tey rættindi, ið føroyskir myndugleikar samráða seg fram til við onnur lond, bæði sínámillum og í millumlandahøpi. Nógvir av fiskastovnunum vit troyta, eru felagsstovnar, og hetta krevur samstarv við onnur lond um umsiting av hesum stovnum.

Umleið helmingurin av føroysku veiðini verður fiskaður uttan fyri føroysku landleiðirnar, og umsitingin av nógvum av hesum stovnum fer fram í samstarvi við onnur lond. Bindandi millumtjóða samstarv er tí treytin fyri burðardyggari umsiting av ferðandi fiskastovnum. Tí er umráðandi, at vit hava ein virknan leiklut í teimum felagsskapum, sum viðgera teir fiskastovnar, ið hava ella kunnu koma at hava týdning fyri okkum, og at virkað verður á ein hátt, sum í longdini tænir føroyskum áhugamálum.

Frá náttúrunnar hond er fiskiskapur misjavnur. Til tíðir er hann góður, og aðrar tíðir er hann minni góður, men fiskiskapurin er ikki vánaligur á øllum leiðum samstundis. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit hava sínámillum fiskiveiðisáttmálar við onnur lond á høgum stigi og um fleiri fiskasløg, so at broytingar í fiskiskapi á einum øki ávirka samfelagið sum minst.

Fiskivinnusamráðingar

Sínámillum fiskiveiðisamráðingarnar fyri 2001 hava gingið rímiliga væl. Botnfiskakvoturnar í Barentshavinum eru tær somu í russiskum sjógvi og nakað hægri í norskum sjógvi. Kvoturnar í ES sjógvi eru tær somu. Í grønlendskum og íslendskum sjógvi er kvotastigið óbroytt. Avtalan um, at føroysk og grønlendsk reiðarí kunnu gera joint-venture avtalur hevur givið úrslit. Fleiri føroysk rækjuskip hava gjørt avtalur við grønlendsk reiðarí um at fiska kvotur, sum grønlendsku reiðaríini ikki fiska í løtuni.

Fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Baltisku londini eru ikki endurnýggjaðar fyri 2001.

Fiskimøguleikarnir eftir uppsjóvarfiskasløgum eru enn góðir, men vísindaliga ráðgevingin ávarar serstakliga um støðuna hjá svartkjaftastovninum, sum er í vanda av alt ov stórum veiðitrýsti. Her má havast í huga tann alstóra týdning, sum hesin stovnurin hevur fyri føroyska samfelagið. Tí mugu strandalondini finna loysnir, so tað framvegis fer at løna seg at fiska svartkjaft bæði hjá føroyingum og hjá teimum londum, sum fiska henda stovn í føroyskum øki. Strandalandaavtalurnar um makrel og norðhavssild eru gjørdar í mun til tann veiðisetning, sum semja er um at fremja, og ásetingar eru gjørdar um fiskiskapin á víðum havi í NEAFC. Føroysk laksaveiða kann halda fram eftir somu ásetingum sum í ár.

Fyri fiskiskap á víðum havi í Norðuratlantshavinum eru gjørdar viðtøkur um eftirlit við fiskiskapi eftir sild, svartkjafti og kongafiski og um at samskipa innsavningina av veiðihagtølum. Ásetingarnar eru gjørdar við støði í havrættarsáttmálanum og sambært ST-avtaluni um vernd og umsiting av millumøkjastovnum og víðferðandi fiskastovnum umframt FAO avtaluna um fiskiskap við ábyrgd.

Í NEAFC er ósemja um, hvørt partur av tí kongafiskinum, sum er í Irmingarhavinum, er partur av kongafiskatilfeinginum á landgrunnunum hjá Grønlandi, Íslandi ella Føroyum. Framhaldandi kanningar verða gjørdar til tess at staðfesta, hvussu lívfrøðiliga sambandið er hesum viðvíkjandi. Eisini Føroyar gera kanningar á hesum øki.

Fyri Føroyar hevur rækjuveiðan í NAFO skipanarøkinum stóran týdning, og verður nú roynt at áseta MLV og kvotur á økinum komandi ár. Føroyar og Grønland hava á fyrsta sinni mótmælt eini avgerð hjá NAFO um rækjufiskiskapin á Flemish Cap, sum varð tikin á eyka fundi í mars í ár um at seta talið av fiskidøgum í 2001 niður við um 17%, sammett við talið í 2000. Avgerðin hjá Føroyum og Grønlandi um at mótmæla varð tikin við støði í, at onnur lond ikki vildu ganga undir tær samtyktir, sum NAFO hevði gjørt. Samstundis varð boðað frá, at Føroyar í staðin fara at seta dagatalið niður við 10%.

Hvalaveiðimál

Landsstýrið heldur fast við, at súgdjór í havinum verða gagnnýtt á burðardyggan hátt og virkar fyri øktum samstarvi við aðrar tjóðir á hesum øki. Dentur verður lagdur á viðurskifti, sum ávirka hval og kóp.

Føroyska millumlandasamstarvið um burðardygga umsiting av súgdjórum í Norðuratlantshavi fer fram í NAMMCO. Samstarvið fer fram sum ásett í havrættarsáttmálanum, har karmur er gjørdur um vísindaligt samstarv, sum skal tryggja burðardygga gagnnýtslu av súgdjórum í føroyskum sjóøki. NAMMCO hevur sett kanningar í verk av nebbafiski og sildreka. Hesar verða lidnar næsta ár og fara at skapa grundarlag fyri at taka støðu til, um føroysk hvalaveiða kann takast upp aftur á burðadyggum stigi. Hesin spurningur er eisini knýttur at føroysku luttøkuni í IWC, sum landsstýrið fer at endurskoða.

Fiskiveiðieftirlit

Nýggja vaktarskipið varð liðugt til tíðina, men ósemjan við yvirmannafeløgini gjørdi, at drúgv tíð gekk, til skipið kom til Føroya. Við tveimun stórum skipum verður fiskiveiðieftirlitið og bjargingartænastan nógv betri. Eftirlitið á sjónum skal eisini fevna um ta víðkan, sum NEAFC og NAFO hava sett í verk. Tyrlutilbúgvingin er samskipað við tyrlutænastu til bjarging, fiskiveiðieftirlit, sjúkraflutning og ferðaflutning.

Miðað verður ímóti, at fylgisveinaeftirlit verður sett í verk fyri øll føroysk og útlendsk skip eftir eini tíðarætlan, sum heimild er fyri at seta í verk nú. Fyri at økja um trygdina, er ætlanin at víðka hesa skipan so hvørt fyri øll skip á øllum økjum.

Tilbúgving

Í 1998 varð farið undir Tilbúgvingarverkætlan Føroya, sum verður liðug í ár. Síðani verður hildið fram við at seta teir ymisku partarnar í verk, sum Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av at samskipa. Samanumtikið kann sigast, at verkætlanin hevur gingið væl, og nógv mál eru nádd. Tað kann tó staðfestast, at nakrar av týdningarmestu fortreytunum, serliga viðvíkjandi lógararbeiðinum og myndugleikaheimildum, ikki verða greiddar innan ásetta tíðarkarmin.

Arbeitt hevur verið við at skipa leiting og bjarging á sjónum. Málið er, at Fiskiveiðieftirlitið skipar eina MRCC-støð (Maritime Rescue Coordination Centre), ið skal taka sær av at samskipa bjarging og leiting á sjónum.

Á sama hátt er skipanin sambært havumhvørvislógini um at basa dálking sett í verk. Komin er nýggj oljubasingarútgerð, og skipað er fyri skeiði við hesari útgerð, har bjargingarfeløg, sløkkilið og Fiskiveiðieftirlitið hava luttikið. Hóast kommunurnar hava ábyrdina, um olja frá eini dálking kemur at landi, so eru fleiri kommunur ikki førar fyri at loysa eina so krevjandi uppgávu. Tí er neyðugt at fáa eina leiðsluskipan at virka, so at aðrir kunnu stuðla. Arbeitt verður við, at Fiskiveiðieftirlitið skal hava hesa leiðslu, tó at neyðugt er at meta um støðuna í hvørjum einstøkum føri.

Skipað er ein tyrlutilbúgving á høgum altjóða stigi. Keypt er ein nýggja tyrla við nýmótans leiti- og bjargingarútgerð, ið røkkur allar partar av føroyskum sjóøki viðvíkjandi leiting, bjarging og sjúkraflutningi. Fyrireikað verður ein skipan við læknum, ið kunnu fara út við tyrlunum, samstundis sum farið er undir at útbúgva serligar bjargarar, ið skulu kunna hjálpa løstaðum fólki og kunnu samstarva við læknar. Alt árið verða tvær tyrlur tøkar til hesa tænastuna.

Bjarging og samskipanin á landi er umfatandi. Partarnir og myndugleikarnir eru nógvir. Sambært lóg hevur løgreglan samskipandi uppgávurnar. Verkætlanin arbeiðir við eini loysn, har øll bjargingarfeløg, sløkkilið, løgregla og bjargingarfeløg verða skipað eftir somu skipan.

Ein týðandi partur av føroysku bjargingarskipanini eru sjúkraliðini, ið eru skipað við fólki frá heilsuverkinum og bjargingarfeløgunum í sýsluni. Eitt umfatandi skeiðvirksemi hevur verið í fleiri sýslum. Skeiðvirksemið er lokið í Vága, Sandoyar og Eysturoyar sýslum. Eftir eru Streymoyar, Suðuroyar og Norðoyggja sýslur, har skeiðini væntandi verða hildin í ár. Sjúkraliðini kring landið verða væntandi virkin í ár, meðan aðrir partar í tilbúgvingini kring landið væntandi ikki verða klárir fyrr enn næsta ár.

Fleiri venjingar hava eisini verið saman við frálandavinnuni. Hesar venjingar hava sýnt stóra framgongd innan alt tað føroyska tilbúgvingarøkið. Føroyar eru sostatt tilbúnar at taka ímóti frálandavinnuni.

Sjóvinnumál

Til tess at lúka IMO krøv um betri eftirlit við handils- og fiskiskipum eru broytingarnar í manningarlógini og tilhoyrandi fyriskipanum framdar. Nýggjar reglur um vaktarhald á skipum og um serlig útbúgvingarkrøv hjá teimum, ið sigla við ferðamannaskipum, eru settar í gildi. Skipanin um trygdarskeið fyri sjómenn gongur eftir ætlan, og nógv virksemið er á trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Vaksandi áhugi er fyri FAS-skipanini og at skráseta útlendsk skip undir føroyskum flaggi til eitt nú frálandavinnuna. Skipanin kann gerast uppaftur betri við at broyta ávísar skipanir.

Landsstýrið hevur sett sær sum mál at yvirtaka skipaeftirlit, vitaverk, veðurtænastu og uppmerking. Síðani avtaluna millum landsstýrið og donsku stjórnina um yvirtøkuna av skipaeftirlitinum eru neyðugar fyrireikingar gjørdar til tess at náa hesum máli. Málið varð eisini viðgjørt í Løgtinginum seinastu tingsetu, og fyrireikandi fundur var í danska vinnumálaráðnum í mai um yvirtøkuna av skipaeftirlitinum. Har varð avtalað at seta ein arbeiðsbólk, og at yvirtøkan verður framd innan januar 2002.

Vinnumál

Yvirtøkur av málsøkjum

Vinnumálastýrið er farið undir at fyrireika yvirtøku av øllum málsøkjum hjá stýrinum, sum ikki eru yvirtikin.

Á fjarskiftisøkinum, sum er A mál, varð fyrst í hesum árinum undirskrivað avtala millum danska granskingarmálaráðið og landsstýrið um yvirtøku av radiosamskifti 1. januar 2002. Í hesum sambandi verður uppskot til broyting í løgtingslóg um fjarskifti lagt fyri Løgtingið í heyst.

Granskingarmálaráðið hevur eftir áheitan frá landsstýrinum sett fyrireikandi arbeiði í verk í sambandi við radiogrundaðu neyð- og trygdartænastuna á sjónum. Samráðingar um yvirtøkuna byrja væntandi í heyst. Miðað verður eftir, at hesin parturin verður yvirtikin 1. januar 2003. Tá er alt fjarskiftisøkið yvirtikið.

Arbeitt verður eisini við at yvirtaka flogferðsluna, sum er B mál. Statens Luftfartsvæsen rekur Vága Floghavn, men er ætlanin at yvirtaka flogvøllin 1. januar 2002. Raksturin av Vága Floghavn gevur í løtuni hall, og neyðugt verður at gera munandi íløgur komandi árini. Samráðingarfundur var 11. juni í ár við Ferðslumálaráðið um hesa yvirtøkuna, og fekk landsstýrið boðið at yvirtaka flogvøllin.

Flogferðslan er skipað eftir altjóða treytum og sáttmálum, ES-reglum og donsku loftferðslulógini. Ætlanin er at yvirtaka økið ikki seinni enn 1. januar 2006. Á fundinum 11. juni setti landsstýrið fram ynski um at framskunda yvirtøkuna av loftferðsluøkinum. Ferðslumálaráðið hevur boðað frá, at tað á ongan hátt vil forða fyri hesi yvirtøku. Farið er undir fyrireikingar í hesum máli, og kann yvirtøkan væntandi verða framd munandi fyrr, enn ætlað.

Onnur málsøki, sum hvørki eru A ella B mál, eru kortlegging, felagslóggáva, ársroknskaparlóggáva og einkarrættur. Landsstýrið er farið undir fyrireikingar til at fremja hesar yvirtøkur sum skjótast. Tá hesar yvirtøkur eru framdar, eru øll málsøki undir vinnumálum, komin undir føroyskt málsræði.

Vinnumál

Vinnupolitiska stavnhald landsstýrisins er orðaði vinnupolitikkurin, sum varð lagdur fyri Løgtingið í 1999. Hesin yvirskipaði vinnupolitikkur er grundarlag fyri vinnupolitikkinum fyri tær einstøku vinnugreinarnar.

Vinnuframi

Í vár samtykti Løgtingið lóg um Vinnuframagrunn, sum kemur í staðin fyri Grunnin til ídnaðarfremjandi endamál og Grunn ferðavinnunar. Samstundis vórðu Ídnaðargrunnurin, Menningargrunnurin og Ábyrgdargrunnurin tiknir av. Nýggi Vinnuframagrunnurin hevur eitt fæ upp á 42 mió. kr., og hann fær harumframt árliga játtan á fíggjarlógini.

Grunnurin skal stuðla tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan. Eisini verður lagt upp til, at landsstýrið ásetir, hvørji økir av vinnulívinum eiga at verða stuðlað við vinnuframastudningi. Sostatt ber til hjá landsstýrinum at stuðla ávísum vinnugreinum sum eitt nú biotøkni, kunningartøkni, tónleiki, ferðavinnu og øðrum.

Landsstýrið fyrireikar at seta í verk eina skipan, sum skal stuðla kvinnum, ið ætla at stovna egna fyritøku.

Alivinnan

Alivinnan hevur seinastu tíðina verið merkt av stórum vøkstri í framleiðsluni, og rakstrarúrslitið hjá vinnuni sum heild er støðugt vorðið betri. Hinvegin er vinnan eisini ávirkað av, at herviliga sjúkan ILA nú eisini er komin til Føroya.

Tørvur hevur verið á at styrkja almennu skipanina viðvíkjandi sjúkuniðurberjing. Í fjør var av álvara farið undir at arbeiða við hesum økinum, men arbeiðið hevur verið tarnað av, at aðrar stórar uppgávur eisini hava trokað á. Her verður m.a. hugsað um stóru uppgávuna at skipa føroysku lóggávuna, so hon samsvarar við ES-lóggávu og tiltøk í sambandi við munn- og kleyvasóttina og ILA. Ætlanin er framvegis miðvíst at styrkja skipanina viðvíkjandi sjúkuniðurberjing, ið er ein týðandi partur av karmunum hjá vinnuni.

Landsstýrið metir, at alivinnan er ein av okkara týdningarmestu vinnugreinum, har framvegis møguleikar eru fyri menning og vøkstri.

Landbúnaður

Nevnd við umboðum úr Jarðarráðnum, MBM, Bóndafelagnum og Vinnumálastýrinum hevur orðað uppskot til landbúnaðarpolitikk, uppskot til løgtingslóg um sølu av almennari búnaðarjørð og endurskipan av skuld, uppskot til løgtingslóg um búnaðarjørð og uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.

Mælt verður til, at landbúnaðurin sum vinnugrein verður fjøltáttaður, burðardyggur og kappingarførur. Mælt verður eisini til, at bøndur, undir ávísum fyritreytum, fáa møguleika at keypa sín garð, og at skuldin til Jarðargrunnin verður endurskipað við atliti til burðardyggan rakstur á garðinum.

Uppskot til landbúnaðarpolitikk og umrøddu lógaruppskot verða í løtuni viðgjørd í samgonguni. Tað er neyðugt at gera broyting í galdandi lóg, serliga við atliti til afturvendandi ábreiðslur frá lands- og løgtingsgrannskoðanini um eftirstøður og skuldasanering av lánum í ognum, sum Jarðargrunnurin bæði eigur og lænir til.

Ætlanin er at halda fram við og at útbyggja ta skipan, sum er sett í verk fyri at fáa gongd á træplanting í Føroyum. Endamálið við slíkari træplanting er at betra um umhvørvið bæði hjá fólkum og djórum og at virka í móti jarðoying í Føroyum.

KT-vinna

Tað hevur gingist skjótt og væl við at broyta viðurskiftini á fjarskiftisøkinum Tað sær nú út til, at tað er møguligt at fáa í lag kapping á lítla, føroyska marknaðinum. Hetta er týðandi fortreyt fyri møguligari KT-vinnu í Føroyum.

Onnur fortreyt er, at nóg mikið kann fáast av útbúnum fólki. Fyri at bøta um støðuna á hesum øki, hevur Mentamálastýrið tikið stig til at menna kunningartøkniligar útbúgvingar.

Vinnumálastýrið hevur gjørt serliga vinnuframaskipan á hesum øki - ein sonevndan klekingardepil. Hetta er ein skipan, sum skal hjálpa fyritøkum og persónum at loysa trupulleikar, sum taka seg upp ta fyrstu tíðina eftir, at eitt nýtt virksemi er stovnað.

Arbeitt verður við at orða ein KT-politikk, sum skal leggjast fyri Løgtingið í hesi setu.

Ferðavinna

Orðaður er ferðavinnupolitikkur, og uppskot er gjørt til broyting í løgtinslóg um Ferðaráð Føroya. Bæði uppskotini eru til hoyringar hjá myndugleikum og vinnuni, og tey verða løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetu.

Samskifti

Í vár samtykti Løgtingið lóg um fólka- og farmaflutning. Endamálið við lógini er at skapa betri grundarlag fyri at veita bestu og bíligastu tænastu á økinum.

Ein fortreyt fyri at røkka hesum endamáli er, at privatar fyritøkur og einstaklingar í størri mun enn í dag fáa møguleika fyri at bjóða sínar tænastur fram.

Strandfaraskip Landsins eru farin undir at fyrireika útbjóðingartilfar, so oyggjaleiðin millum Tórshavn og Skálafjørðin og bygdaleiðirnar verða bjóðaðar út í ár.

Strandfaraskip Landsins reka eisini farmaleiðir kring landið. Fyri at fáa mest møguligt gjøgnumskygni á økinum er innanhýsis roknskapurin hjá Strandfaraskipum Landsins broyttur, so nú ber betur til at síggja, um virksemið er í stríð við kappingarlógina ella eið.

Avgerð er tikin um at savna byggiumsiting landsins og skipa hana undir tekniska stovnin Landsverkfrøðingsstovnurin. Við at savna byggiumsiting landsins fæst eitt fakligt umhvørvi, sum styrkir fyrisitingina á hesum øki.

Eisini er avgerð tikin um, at byggiarbeiði, ið snúgva seg um nýgerð, sum meginregla verða boðin út.

Ein av fremstu fyritreytunum fyri menningina av vinnuni og samfelagnum sum heild er eitt væl útbygt undirstøðukervi. Á hesum øki standa stórar íløgur fyri framman so sum tunnil undir Leirvíksfjørð, nýtt skip til Suðuroyarsiglingina, samferðsluhavn á Tvøroyri umframt aðrar størri og smærri íløgur.

Í hesum sambandi er neyðugt at gera íløguætlanir, sum hava atlit at gongdini í samfelagsbúskapinum. Í hesum sambandi má hugsast um, hvussu tær einstøku íløgurnar ávirka virksemið í samfelagnum, at samskipan er millum íløgur, ið eru tengdar saman, og at miðað verður eftir, at íløgurnar skapa nyttu fyri borgara og vinnulív so skjótt, sum ráðiligt er.

Postverkið

Virksemið á postverksøkinum í øðrum londum er vorðið frælsari, eins og tað er hent á fjarskiftisøkinum. Fleiri royndir eru gjørdar at leggja á hendan bógvin her hjá okkum, uttan at hetta er eydnast. Hetta hevur havt við sær, at Postverkið er vorðið alt meira afturúrsiglt og hevur alsamt størri trupulleikar at lúka tey krøv, ið sett verða einum nútímans postverki.

Í síðstu tingsetu varð lagt fram uppskot til løgtingslóg um postvirksemi. Uppskotið fall burtur, men tað verður lagt fram aftur í hesi tingsetuni. Samstundis verður farið undir at tillaga postverkið til nútíðar tænastukrøv í einum 3-ára skeiði.

Arbeiðsmarknaður

Í vár samtykti Løgtingið lóg um barsilsskipan, so allir løntakarar í mest møguligan mun fáa endurgjald fyri lønarmiss í sambandi við barnsburð. Hetta er eitt stórt stig á leiðini móti málinum at líkastilla partarnar á arbeiðsmarknaðinum, at fremja javnstøðu og at tryggja barninum samveru bæði við faðir og móðir.

Ætlanin var eisini at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um seming, sum skuldi avloysa gomlu semingsmannalógina frá 1928. Hetta eydnaðist ikki av ymsum orsøkum. Landsstýrið hevur tó ætlanir um saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at halda fram við hesum lógararbeiði.

Hildið verður fram við at dagføra kunngerðir á arbeiðsumhvørvisøkinum.

Gransking innan biotøkni og kunningartøkni

Gransking og førleikamenning eru lyklaorð, tá talan er um at royna at stýra vinnuni móti betri kappingarevnum og meira vitanarkrevjandi vinnu. Í hesum sambandi leggur landsstýrið serligan dent á gransking innan biotøkni – herundir gentøkni – og innan kunningartøkni.

Oljumál

Tað er nakað serligt at tosa um oljumál á ólavsøku í ár. Fyri umleið 3 vikum síðani varð fyrsti borurin settur í føroysku undirgrundina, og um sama mundið byrjaði onnur boringin. Gongur eftir ætlan skal triði brunnurin á føroyska landgrunninum borast í september.

Nógvar og drúgvar fyrireikingar hava verið gjørdar seinastu árini. Lógir eru smíðaðar, ið seta neyðugu karmarnar fyri virksemið, fyrisiting er skipað, umhvørviskanningar eru gjørdar, og tilbúgvingarviðurskifti eru fingin í rættlag. Virksemið er nú byrjað í tí sannføring, at øll neyðug stig eru tikin til tess at tryggja, at oljuleitingin fer fram á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.

Nú verður bíðað í spenningi eftir fyrstu úrslitunum, sum væntandi verða tøk um fáar vikur.

Verður rakt við olju í summar, standa nógvir stórir spurningar fyri framman:

Soleiðis kundi verið hildið fram. Hetta eru alt viðkomandi spurningar, ið landsstýrið arbeiðir við, og sum størri dentur fer at verða lagdur á, um tað í heyst gerst neyðugt at ætla um hesi viðurskiftini. Fleiri av hesum spurningum krevja neyvt samstarv millum myndugleikar og oljufeløg.

Vit eiga tó hvørki at stúra óneyðugt ella at kanna okkum bitan ov tíðliga.

Flestu av okkara grannalondum hava góðar royndir við oljuvinnu, ið hevur stuðlað munandi undir samfelagsbúskapin og styrkt um vinnuliga førleikan. Samstundis hevur tað eydnast at skipa oljuvinnuna á ein hátt, ið avmarkar ringu ávirkanina á mál, mentan, arbeiðsmarknað og samfelagsbúskap. Við tí grundarlagnum, ið er lagt í kolvetnislóggávuni og við tí amboði, ið ein búskapargrunnur kann geva, er eingin grund til at stúra fyri, at tað ikki skal eydnast Føroyum at skipa oljuvinnuna á ein hátt, sum kemur samfelagnum til góðar.

Fyrireikingarnar til oljuleitingina hava longu víst seg at føra til eina munandi dygdarmenning í føroyska vinnulívinum, sum styrkir okkum í altjóða kappingini og gevur neyðugan førleika til at vinna sær nýggjar marknaðir. Sum heild eru góðar grundir til at halda, at oljuvinna á føroyska landgrunninum skapar fleiri møguleikar enn vansar.

Boringarnar, ið nú fara fram á landgrunninum, eru tær fyrstu í eini røð, og komandi árini verða fleiri brunnar boraðir. Í okkara grannalondum eru oftast boraðir heilt nógvir brunnar, áðrenn fyrstu veruligu oljuleiðirnar vórðu funnar. Tað kann tí tykjast sum hugmóð at rokna við, at olja verður funnin í summar. Vit eiga tí at gera okkum greitt, at talan kann gerast um oljuleiting heldur enn oljuframleiðslu í mong ár.

Fyrstu loyvini at leita eftir olju á føroyska landgrunninum vórðu veitt í august í fjør. Av 22 umsóknum vóru 7 loyvi latin til 12 feløg, harav tey flestu eru skipað í samtøk. Fýra av loyvunum eru veitt fyri 6 ár og liggja á basaltfría økinum longst í ein landsynning. Fyri hesi loyvi fevnir samlaða jarðfrøðiliga arbeiðsskráin um 8 leitiboringar. Harumframt skulu loyvishavararnir savna ymisk sløg av seismiskum mátingum, sum verða lagdar til grund fyri framhaldandi oljuleiting á leiðini tey komandi árini.

Trý loyvi vórðu veitt fyri 9 ár og fevna um basaltøkir við stórari jarðfrøðiligari óvissu. Ein arbeiðsskrá, sum fevnir um eina røð av ymiskum seismiskum og øðrum kanningum, er avtalað fyri fyrstu 3 árini. Grundað á hetta arbeiðið skal støða takast til, um loyvistíðin skal leingast í 6 ár afturat, har loyvishavararnir tá skulu átaka sær at gera veruligar leitiboringar.

Loyvishavararnir skulu harumframt í felag fíggja, og saman við Jarðfrøðissavninum fyriskipa, ymiskar kanningar við atliti at langtíðar leitimøguleikum eftir kolvetnum á tí samlaða føroyska økinum.

Ávirkan á føroyska samfelagið

Um kolvetni í framleiðsluverdum nøgdum verða funnin á føroyska landgrunninum, fer tað at føra til broytingar í samfelagnum. Ikki neyðturviliga til tað verra. Tað er skyldan hjá myndugleikunum at byrgja upp fyri, at ávirkanin ikki endar við at avskepla okkara mál, mentan og samfelag. Hinvegin eru vit partur av heimssamfelagnum og eru tí støðugt undir ávirkan uttanífrá, t.d. gjøgnum vinnuligt samstarv, sjónvarp, alnótina og ferðir í onnur lond.

Nakrar kanningar, sum lýsa ávirkanina á okkara samfelag, eru gjørdar, m.a. kanningar, ið eru fíggjaðar av oljuvinnuni. Landsstýrið hevur viðgjørt spurningin um, hvørja ávirkan oljuframleiðsla kann hugsast at fáa á samfelagið, og verður málið tikið uppaftur, tá úrslitini frá virkseminum í summar verða kend. Samfelagsávirkanin er rættiliga tætt knýtt at, hvørjar framleiðsluloysnir verða valdar, um olja ella gass skal takast í land í Føroyum, og um hildið verður fast um, at allur flutningur v.m. skal umvegis Føroyar. Landsstýrið leggur dent á, at møguligar framleiðsluloysnir verða valdar við hesum atlitum í huga. Kolvetnislógin ásetir, at framleiðsluætlanir verða lagdar fyri Løgtingið til kunningar, áðrenn landsstýrið góðkennir ætlanina.

Umsiting og ráðgeving

Síðani ráevnini í undirgrundini vórðu tikin yvir í 1992, hevur dentur verið lagdur á at byggja upp eina umsiting, ið hevur førleika og evni til at standa fyri avbjóðingini, sum tað er fyri føroyska samfelagið at fara undir oljuleiting og møguliga seinni oljuframleiðslu. Vitandi at tað enn er óvist, hvat fer at spyrjast burtur úr oljuleitingini, hevur talan verið um eina lítla umsiting, ið er skipað kring ein kjarna av starvsfólkum, sum søkja sær ráð hjá serfrøðingum, tá hetta verður hildið neyðugt.

Verða olja ella gass funnin í heyst, verður stórur tørvur á ráðgeving og serfrøði, sum umsitingin ikki hevur í dag. Nakað av hesi ráðgeving kann keypast til endamálið, oftast frá útlendskum fyritøkum, sum burturav veita oljuvinnuni og –myndugleikum ráð og vegleiðing. Tørvur verður tó eisini á meira støðugari ráðgeving í dagliga arbeiðinum. Landsstýrið umhugsar at seta eitt kolvetnisráð, ið kann veita landsstýrinum og umsitingini ráð í sambandi við oljupolitikkin sum heild, herundir m.a. framleiðsluætlanir, flutningsskipanir og marknaðarviðurskifti.

Frágreiðing um oljumál

Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin í oljumálum leggja eina frágreiðing um oljumál fyri Løgtingið annað hvørt ár. Frágreiðingin, sum er ætlað at vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti um oljumál, skuldi eftir ætlan leggjast fyri Løgtingið í farnu tingsetu. Landsstýrismaðurin valdi tó at bíða við hesum arbeiði, til fyrstu ábendingarnar um úrslitið av boringunum í summar fyriliggja. Frágreiðingin verður løgd fyri Løgtingið í heyst.

Samstarv við fiskivinnuna

Landsstýrið leggur dent á eitt gott samskifti millum fiskivinnuna og oljuvinnuna. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin í oljumálum skipað fyri kunningarfundum fyri reiðara- og manningafeløgum. Seinasti fundurin varð hildin í vár, har greitt varð frá, hvørjar avleiðingar oljuboringar og seismiskt virksemi kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har oljuleitingin fer fram. Samstundis varð greitt frá árinskanningunum (Environmental Impact Assessment, EIA), sum eru gjørdar av allari leiðini, har borað verður komandi árini. Tað eru oljufeløgini, sum gjøgnum GEM-samstarvið hava syrgt fyri, at árinskanningarnar eru gjørdar, og vísindaligir stovnar í Føroyum hava verið við í stórum pørtum av hesum arbeiði.

Sambært kolvetnislógini skal ein skaðabótanevnd setast at taka støðu til møguligt endurgjald í serligum førum, har vanligar endurgjaldsreglur ikki røkka. Skaðabótanevndin er mannað við umboðum fyri loyvishavararnar og fiskivinnufeløgini. Landsstýrið hevur tikið stig til at seta nevndina, sum fer til verka í næstum.

Vinna og førleikamenning

Hóast virksemið verður avmarkað í leitiskeiðnum, hevur landsstýrið ta støðu, at føroyska vinnulívið skal hava møguleika fyri at taka lut í oljuvirkseminum frá byrjan. Endamálið er at tryggja eina menning av førleikanum hjá føroyskum vinnulívi soleiðis, at oljuleitingin við Føroyar og samstarv við stórar altjóða fyritøkur kann gerast lopfjøl til altjóða marknaðir. Í sambandi við loyvisumfarið varð tí eisini stórur dentur lagdur á, hvørjar ætlanir oljufeløg høvdu fyri at fáa føroyska vinnulívið við í virksemið. Hetta hevur givið úrslit.

Við støði í loyvistreytunum eru fleiri avtalur gjørdar millum oljufeløg og føroyskar veitarar. Sum dømi kann nevnast, at føroyska flogfelagið Atlantic Airways hevur fingið uppgávuna at flyta manningar hjá oljufeløgunum millum Føroyar og Stórabretland, umframt at flyta manningarnar við tyrlu út á pallarnar. Tyrluflúgvingin verður framd í samstarvi við útlendska tyrlufyritøku. Føroysk reiðarí hava eisini í samstarvi við útlendsk reiðarí fingið uppgávur í sambandi við veitara- og hjálparskip. Talan er eisini um, at føroysk reiðarí ikki bara hava fingið uppgávur í sambandi við leitingina á føroyska landgrunninum í summar, men at uppgávur liggja fyri framman í bretskari og norskari oljuvinnu.

Loyvistreytirnar hava eisini gjørt sítt til, at mekaniskir verkstaðir og el-fyritøkur v.m. í samstarvi við loyvishavarar eru farin undir eina skipaða góðskustýring av teirra framleiðslum so, at fyritøkurnar skjótt lúka krøvini, ið oljufeløg vanliga seta til sínar veitarar á altjóða stigi.

Kunngerðir og boriumsóknir

Leitingarloyvini, sum latin vórðu seinasta summar, eru ikki í sær sjálvum nóg mikið til, at oljufeløgini kunnu fara undir boringar á føroyska landgrunninum. Kolvetnislógin staðfestir, at eingin boring kann byrja uttan so, at føroyskir myndugleikar fyrst hava góðkent útgerð, arbeiðsætlan og mannagongd.

Kravið í kolvetnislógini er neyvari greinað í eini kunngerð um heilsu, trygd og umhvørvi í sambandi við leitivirksemið, sum landsstýrismaðurin í oljumálum lýsti í vár. Kunngerðin er bygd á aðalregluna um eitt funktionelt ella starvsligt regluverk, tvs., at kunngerðin setir krøv til úrslitið uttan neyvt at áseta, hvussu hesi úrslit skulu røkkast. Føroyar eru rættiliga frammarlaga í hesum samanhangi, og fleiri av londunum rundan um okkum eru farin undir at broyta teirra regluverk samsvarandi.

Boriumsóknirnar eru stórar í vavi, og Oljumálastýrið hevur nýtt klassafeløg, ráðgevarafyritøkur, danska sjóferðslustýrið og onnur fyri at greiða málsviðgerðina til ta ásettu tíðina og fyri at tryggja fakliga innihaldið í málsviðgerðini. Loyvishavararnir hava sambært kunngerð um endurrindan av útreiðslum í sambandi við kolvetnisvirksemi skyldu til at endurrinda Oljumálastýrinum útreiðslurnar, ið standast av málsviðgerðini.

Náttúru- og umhvørvismál

Umhvørvi

Arbeiðsbólkurin, ið skrivar frágreiðing um støðuna innan náttúru- og umhvørvisverndarmál hevur latið landsstýrismanninum í umhvørvismálum sítt fyrsta uppskot til frágreiðing. Hóast frágreiðingin ikki er endaliga liðug, er longu greitt, at tað liggur ein stór avbjóðing fyri framman á hesum øki.

Um olja verður funnin í føroysku undirgrundini, og farið verður undir framleiðslu, kann trýstið á okkara samfelag gerast størri og ógvisligari, enn vit nakrantíð hava roynt fyrr. Hava myndugleikarnir ikki røttu amboðini og neyðugu orkuna at standa ímóti og at stýra gongdini við, er vandi fyri, at útbyggingin og menningin av okkara samfelag fer fram uttan atlit til náttúru-, umhvørvis- og heilsuviðurskifti.

Um vit ikki leggja skilagóðar ætlanir fyri nýtsluni av okkara lendi og seta neyðugar treytir fyri dálkandi virksemi, kunnu vit spæla av við týðandi partar av okkara náttúruvirðum. Hetta eru virðir, sum vit í altjóða sáttmálum hava bundið okkum til at varðveita og eru avgerandi fyri góðu lívskorini í hesum landi.

Tí er m.a. neyðugt at dagføra lóggávuna á hesum øki.

Havumhvørvi

Fyrstu kunngerðirnar við heimild í havumhvørvisverndarlógini vórðu lýstar í vár. Hesar kunngerðirnar stýra m.a. virkseminum hjá skipum og boripallum. Í sambandi við borivirksemið, sum nú er byrjað, eru umsóknir frá oljufeløgum sambært hesum kunngerðum longu viðgjørdar og avgreiddar av umhvørvismyndugleikunum.

Av tí, at havumhvørvi í stóran mun verður regulerað í millumtjóða avtalum, eru føroyskir myndugleikar virknir luttakarar í umhvørvissamstarvinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, nevnt OSPAR.

Í hesum samstarvi verða komandi ásetingar fyri havumhvørvi avtalaðar millum lond. Tað er tí týdningamikið, at vit fylgja við soleiðis, at vit altíð kunnu tryggja okkum, at útleiðingar frá virksemi á havinum hava so avmarkaði umhvørvisárin sum gjørligt.

Sambært sjálvsstýrisætlanini hjá landstýrinum er havumhvørvið eitt av teimum málsøkjum, sum skal yvirtakast í 2001. Fyrireikingarnar til hetta eru byrjaðar, og verður fyrsti fundurin í millum landstýrismannin í umhvørvismálum og danska umhvørvisráðharran avtalaður í næstum.

Agenda 21

Fyrsta stigið at fremja Lokala Agenda 21 arbeiðið er tikið. Landsstýrið arbeiðir saman við kommununum um at samskipa og ráðgeva kommunum, virkjum, skúlum o.ø., sum ynskja at taka lut í umhvørvistiltøkum.

Umhvørvisspurningar snúgva seg í stóran mun um hugburðin hjá tí einstaka borgaranum. Tað er tí av stórum týdningi, at hugskot til umhvørvistiltøk eru sprottin so tætt við borgaran sum gjørligt. Á henda hátt tryggja vit best áhugan og luttøkuna í lokala samfelagnum.

Kyoto-sáttmálin

At umhvørvismál í stóran mun eru altjóða mál, hava vit veruliga merkt seinasta árið.

Landsstýrið bað herfyri donsku stjórnina um at taka fyrivarni fyri Føroyum í sambandi við donsku staðfestingina av Kyoto sáttmálanum. Landsstýrið metti tað vera neyðugt, at fyrivarnið varð tikið, tí grundarlagið hjá okkum at taka støðu til Kyoto sáttmálan er ov veikt í løtuni.

Vit kenna ikki støddina á útlátinum av vakstrarhúsgassum í Føroyum. Heldur ikki hava vit gjørt neyðugar kanningar av, hvussu vit kunnu skerja okkara útlát, og hvussu ásetingarnar í sáttmálanum kunnu sameinast við ætlanirnar um eina føroyska oljuframleiðslu.

Sum eitthvørt annað land hava Føroyar rætt at mennast og byrja nýggjar vinnur fyri at tryggja ein støðugan framburð. Vit mugu tó ikki gloyma, at við hesum fylgir eisini ábyrgdin fyri at tryggja, at árinið á umhvørvið verður avmarkað so, at framburðurin verður burðardyggur og ikki tekur møguleikan frá komandi ættarliðum at mennast í hesum landi.

Hóttanin frá mannaelvdum veðurlagsbroytingum er ein hin mest álvarsama, ið heimurin hevur at stríðast við. Broytingarnar hótta ikki bert lálond í Stillahavinum og oyðimarkalond í Norðurafrika, men eisini Føroyar. Ábendingar eru um, at havstreymarnir kring Føroyar eru linkaðir seinastu 50 árini, og verður hetta mett at hava samband við veðurlagsbroytingar.

Landsstýrið tekur hesa hóttan í størsta álvara, og hava vit tí sett okkum fyri at fáa til vega hagtøl yvir føroyska útlátið sum skjótast. Eisini skulu møguleikarnir í Kyoto sáttmálanum fyri keypi av kvotum og aðrar serligar reglur kannast nærri soleiðis, at vit fáa eitt betri grundarlag at taka støðu á. Ætlanin er at byrja hetta arbeiðið í 2002.

Almanna- og heilsumál

Almannaøkið

Landsstýrið hevur boðað donsku stjórnini frá, at ætlanin er, at økið almenn forsorg, sum er A mál sambært heimastýrislógini, verður yvirtikið við ársbyrjan 2002. Tað er neyðugt at laga almannalóggávuna samsvarandi hesum. Nógv arbeiði er gjørt, men neyðugt verður at leggja nógva orku í hetta arbeiðið, so komið verður á mál við ársenda.

Barnaforsorgarøkið

Í síðstu tingsetu varð barnaforsorgarlógin broytt, so kostnaðurin av fríplássum varð lagdur út til kommurnar at gjalda. Henda lógarbroyting kemur í gildi 1. januar 2002. Hetta samsvarar eisini við politikkin hjá samgonguni, har ætlanin er at leggja meira út til kommurnar at umsita, og samstundis gera eitt greiðari býti millum land og kommunur.

Ætlanin er í hesi tingsetuni at leggja uppskot fyri tingið um nýggja barnaforsorgarlóg. Arbeiðið er komið væl áleiðis. Bæði lóggávan og útinnandi fyrisitingin á økinum skulu hava til endamáls at seta viðskiftafólkið í miðdepilin og at seta karmar, so serliga tey veiku í samfelagnum kenna seg trygg og fáa ta hjálp, sum tey hava tørv á. Harumframt er ætlanin, at lógin skal tryggja, at avgerðir verða tiknar á einum fakliga væl grundaðum støði.

Lóggáva um studningslán til ellis- og røktarheim

Løgtingið samtykti í síðstu tingsetu lóg um studningslán til ellis- og røktarheim, og lógin fær gildi frá 1. januar 2002. Studningslán verður veitt til ný- ella umbygging av ognum, sum skulu nýtast til ellis- og røktarheim. Studningurin er kr. 500.000,- faldað við talinum av íbúgvunum, sum heimið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av byggikostnaðinum. Studningurin er til eina og hvørja tíð avmarkaður til ta upphædd, sum er játtað á løgtingsfíggjarlógini.

Hetta er ein fyribils skipan, til landsstýrið hevur tikið endaliga støðu til, hvussu ábyrgdarbýtið skal verða millum land og kommunur. Ein ítøkilig ætlan er longu um at byggja eitt ellis- og røktarheim í Sundalagnum eftir hesi skipan.

Nýggj dagpeningalóg

Í seinastu tingsetu varð ein nýggj dagpeningalóg samtykt. Hetta er ein av teim seinastu fólkatingslógunum, sum eru galdandi á almannaøkinum, og er eisini í samsvari við avtaluna millum heimastýrið og donsku stjórnina um, at øll donsk lóggáva á almannaøkinum skal ásetast við føroyskum løgtingslógum.

Við hesi nýggju dagpeningalóg fáa vit eina nútímans lóg um dagpening, sum tryggjar tímaløntum føroyingum góð kor í sambandi við sjúku. Ein skipan, sum ikki stendur aftan fyri líknandi skipanir í grannalondum okkara.

Dagtilhald fyri fjølbrekað børn

Landsstýrið roynir eisini nýggjar leiðir innan ansing av okkara fjølbrekaðu børnum. Ein lóg um dagtilhald í Nes og Runavíkar kommunum er samtykt, og endamálið við hesi løgtingslóg er at bøta um viðurskiftini hjá fjølbrekaðum børnum og stuðlum teirra. Endamálið er eisini at skapa nýggjar karmar fyri stuðulsfólkaskipanini, sum í hesum føri er eitt millumting millum ein dagstovn fyri fjølbrekað børn og galdandi reglur á stuðulsfólkaøkinum, har stuðlarnir eru einstaklingaveitingar til hvørt barn.

Landsstýrið metir, at tað er av alstórum týdningi, at slíkar skipanir verða royndar, tí neyðugt er at fáa greiði á, hvussu tilboðið viðvíkjandi ansing, menning, viðgerð o.ø. til fjølbrekað børn skal skipast.

Endurskoðan av Føroya Barnaheimi

Landsstýrið ætlar at endurskoða Føroya Barnaheim sum stovn.

Trupulleikin hjá Føroya Barnaheimi er, at talið av børnum, ið verða innskrivað á stovnin, er nógv minkað seinastu tíðina, samstundis sum tørvurin á ymiskum fyribyrgjandi tiltøkum innan barnaforsorgarøkið er nógv vaksið. Somuleiðis vaksa samlaðu útreiðslurnar støðugt, og tey tiltøk, ið verða sett í verk sambært barnaforsorgarlógini, verða ikki mett at vera nøktandi.

Arbeitt verður við at útgreina, um stovnurin við eini broyting av endamálsorðingini kann gerast betur førur fyri at røkja tær fyribyrgjandi uppgávurnar, ið barnaforsorgarlógin áleggur.

Stuðulsfólkaøkið

Almanna- og heilsumálastýrið setti tann 1. august 2000 ein verkætlanarsamskipara at lýsa stuðulsfólkaøkið og gera metingar av, hvussu økið best kann skipast í framtíðini.

Í samráð við ráðgevandi bólkin og Almanna- og heilsumálastýrið er eitt ávegis álit skrivað og handað landsstýrismanninum, hóast tað ikki inniheldur eitt ítøkiligt uppskot til eina stuðulsfólkaskipan. Álitið grundgevur fyri og kemur við tilmælum um, hvussu víðari kann arbeiðast við yvirhøvur at skapa betri loysnir at seta í staðin fyri stuðulsfólkaskipanina.

Endaliga álitið verður handað 1. august í ár, og verður tá farið undir at skipa stuðulsfólkaøkið. Hetta fer væntandi at geva eina betri og meira virkna skipan á hesum trupla og kostnaðarmikla øki.

Arbeiðsbólkur innan Útnorðurráðið

Á ársfundinum 1999 samtykti Útnorðurráðið, at ráðið skuldi leggja nakrar tilráðingar fyri  Føroya Løgting, Altingið í Íslandi og Landstingið í Grønlandi, sum allar snúðu seg um, hvussu londini kunnu taka felags stig til at bøta um viðurskiftini hjá kvinnum.

Í november 1999 samtykti Føroya Løgting allar hesar tilráðingar, og saman við ráðharrunum innan javnstøðu í Íslandi og Grønlandi hevur landsstýrismaðurin í javnstøðumálum í Føroyum avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða víðari við tí einu tilráðingini, sum snýr seg um at taka felags stig til at stríðast í móti harðskapi móti kvinnum í Útnorði. Arbeiðsbólkurin er settur saman av tveimum umboðum úr hvørjum landi, og Føroyar eru umboðaðar av tveimum umboðum frá Kreppumiðstøðini.

Trivnaðar- og heilsuráð

Løgtingið hevur samtykt at seta á stovn eitt trivnaðar- og heilsuráð. Hetta ráðið skal gera eitt tilmæli til landsstýrið um, hvussu vit skulu skipa okkara almanna- og heilsuøki í framtíðini.

Innan karmarnar hjá hesum ráði eigur at verða skipað fyri breiðum orðaskifti um, hvørjar vælferðartænastur vit skulu veita í Føroyum á almanna- og heilsuøkinum, á hvørjum stigi tær skulu vera, og hvussu vit forða fyri tvívirksemi. Lýst er eftir skrivara til ráðið at samskipa arbeiðið. Arbeiðið hjá ráðnum er ætlað at vera liðugt við árslok.

Umstøðurnar hjá rørslu- og menningartarnaðum

Spurningurin um at menna og endurskapa førleika og arbeiðsumstøður hjá rørslu- og menningartarnaðum hevur verið viðgjørdur í Almanna- og heilsumálastýrinum. Uppskot er gjørt um, hvussu trupulleikin hjá rørslutarnaðum skal loysast við at skipa eina væl virkandi økisterapi, í fyrstu atløgu á royndarstigi. Í ár verður farið undir eina royndarskipan í Eysturoynni. Seinni verður arbeitt víðari við umstøðunum hjá menningartarnaðum, sum eftir ætlan skal loysast við at skipa eina munadygga viðgerð.

Umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum

Arbeiðsbólkur, sum hevur arbeitt við at útgreina viðurskiftini hjá sálarliga sjúkum í Føroyum, handaði landsstýrismanninum álit í apríl í ár. Landsstýrismaðurin hevur í samsvari við álitið sett bygginevnd at fyrireika bygging av sambýli til 10 sálarsjúk fólk.

Harumframt verður á Landssjúkrahúsinum arbeitt við eini framtíðarætlan fyri sálarsjúk. Sett er 1 mió. kr. av á fíggjarlógini í ár til endamálið.

Fyribyrging

Løgtingið hevur samtykt eina lóg um fyribyrgingarráð. Rættiliga stórt arbeiði verður gjørt, og nógvur peningur verður játtaður til at bøta um skaðan, sum ovurnýtsla av rúsevnum elvir til, meðan lítið og einki verður gjørt til tess at upplýsa um vanda og skaða, ið stendst av eitt nú royking.

Sum lógin er orðað, skal Fyribyrgingarráðið hava eitt vakið eyga við teimum viðurskiftum, ið kunnu darva heilsu, trivnað og vælferð borgarans og geva landsstýrinum uppskot um neyðug fyribyrgjandi tiltøk. Frá ársbyrjan 2002 verður eisini Rúsdrekka og narkotikaráðið lagt undir Fyribyrgingarráðið.

Heilsuverkið

Arbeitt verður framhaldandi við at bøta um heilsutænastuna. Hildið verður fram við ætlaðu útbyggingini á Landssjúkrahúsinum, sum ásett varð á fíggjarlógini í ár. Neyðugt verður at samskipa veitingarnar á sjúkrahúsøkinum, til tess at fáa eina betri og meiri fjøltáttaða tænastu fyri tær játtanir, sum eru á økinum.

Føroyska heilsuverkið eigur at tryggja, at tað kann veita heilsutænastu í sambandi við oljuvinnuna. Arbeitt verður tí við at fyrireika og byggja upp eina felags medisinska tænastu til komandi oljuvinnuna og til sjófólkið.

Húsalánsgrunnurin

Við broytingum í lóggávuni fyri Húsalánsgrunnin verður arbeitt við at leggja ein føroyskan íbúðarpolitikk, sum hevur til endamáls at tryggja, at møguleiki verður fyri at byggja íbúðir og neyðug býli til tey, sum ikki búgva í egnum sethúsum.

Tryggjast má eisini, at politikkur Húsalánsgrunsins er í samsvari við fíggjar- og búskaparpolitikk landsins. Uppskot til broytta lóg verður lagt fram í hesi tingsetuni.

Undirvísingar- og mentamál

Nú samgongan fer inn í seinastu tingsetuna í hesum valskeiði, er politiski setningurin fyri mentan, útbúgving og gransking eins greiður, og hann var, tá ið lagt varð frá landi.

Framtíð Føroya skal byggjast á eina menning av egnari mentan og samleika í nútímans heiminum, og á vitanina og førleikan hjá okkara egna fólki.

Hartil hevur oljuvinnan av álvara tikið seg upp, og hetta setir stór krøv til miðvíst mentanararbeiði, útbúgvingartilboð og gransking.

Játtanarliga og í verki eru stór stig tikin rætta vegin seinastu 3 árini. Stórmál eru loyst úr lagdi á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum. Í tingsetuni sum nú byrjar, skulu mong av hesum málum berast víðari á leið og setast í verk av álvara. Ítøkiligir trupulleikar á avgerandi økjum, har nógv ljós hevur verið sett á í seinastuni, skulu somuleiðis loysast skjótast tilber.

Skapandi og útinnandi list

Mentanarpolitisk ætlan verður løgd fram eftir ólavsøku, og ætlanin er at hava aðalorðaskifti í tingsetuni. Ætlanin setir upp mál og strategi fyri mentanarpolitikk, serstakliga við atliti at skapandi og útinnandi list tey komandi árini.

Listaháskúli verður settur á stovn á Sandoynni, og nevnd er sett at gera uppskot til innihald og bygnað fyri skúlan. 1 mió. kr. er sett av til verkætlanina í ár, og farið verður nú undir at gera skitsuprosjektið. Skúlin er settur á langtíðarløguætlanina.

Lógarkarmur verður í løtuni smíðaður um Leikpall Føroya, og verður hann lagdur fram í heyst.

 Ítróttur

Føroyski ítrótturin hevur ment seg almikið seinastu nógvu árini. Henda menning hevur við sær, at áhugin er øktur fyri at byggja ítróttahús, eins væl og hallir og vøllir v.m. Framvegis eru tó øki í landinum, ið eru ov illa fyri á hesum økinum. M.a. er tað ikki nøktandi í longdini, at ein oyggj sum Sandoyggin onga ítróttahøll hevur.

At Føroyar gerast fullveldisríki fer eisini at geva Føroyum limaskap í altjóða olympisku nevndini, og tað fer at geva føroyskum ítrótti enn betri møguleikar at mennast. Í tí sambandi verða krøvini til ítróttaanlegg og venjingarumstøður hjá eitt nú frælsum ítrótti munandi økt.

Farið verður tí undir at gera lóggávu, ið kann nýtast til tess at fáa hetta økið í skipaða legu.

Mentanararvurin

Nýggj bókasavnslóg er framd í seinastu tingsetu, og er henda lóg eitt stórt framstig fyri alt bókasavnsverkið á bygd og í bý. Spurningurin um fíggjarliga býtið millum land og kommunur verður lagdur fyri tingið í heyst.

Nú verður farið at endurskoða fornminnislóggávuna og skjalalóggávuna, og verður hon klár at leggja fram á vári 2002.

Ein nýggj bygdasavnslóggáva er eisini undir fyrireiking. Ætlanin er, at eisini flótandi fornminni skulu koma undir nýggju bygdasavnslógina, eins væl og sjóvinnusøvn og listasøvn.

Arbeiðið við at seta í verk avtaluna um heimflutning av fornlutum gongur sum ætlað, og verða forngripirnir fluttir til Føroya tíðliga á vári 2002.

Viðurskiftini hjá landsins søvnum hevur verið til viðgerðar í Mentamálastýrinum í eina tíð. Hetta eru Landsbóka-, Landsskjala- og Fornminnissavnið, ið eru ógvuliga smáir stovnar, ið yvirhøvur hava ring kor at virka undir. Uppskot hevur verið frammi um at leggja øll trý søvnini saman í Søvn Landsins við einari leiðslu og trimum deildum. Harafturat kann nevnast, at Náttúrugripasavnið húsast undir viðurskiftum, sum mugu metast at vera undir øllum rímiligum lágmarki. Tí verður neyðugt skjótast gjørligt at finna virðiligar loysnir fyri hesar stovnar.

Nevnd er sett at loysa áralongu toganina um varðveitslu av Kirkjubømúrinum.

Mál og mentan

Árið 2001 er lýst sum evropeiskt málár. Mentamálastýrið ætlar í heyst at halda eina ráðstevnu um støðuna hjá føroyska málinum.

Mentamálastýrið hevur somuleiðis sett eitt veruligt framtak í verk fyri orðabókagerð. Endamálið er, at vit skulu hava orðabøkur millum føroyskt og øll tey størru heimsmálini. Stóra hækkingin til hetta endamálið á fíggjarlógini í ár hevur ítøkiliga havt tað við sær, at fleiri orðabøkur fara at verða tøkar.

Olja, mentan og útbúgving

Búskaparliga og á lógarøkinum eru drúgvar fyrireikingar gjørdar til eina komandi oljuvinnu. Mentanarliga og sosialt eru avbjóðingarnar kortini lítið viðgjørdar. Á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður granskað í hesum evni, men hetta arbeiðið eigur at styrkjast munandi.

Landsstýrið fer at seta arbeiðsbólk at gera metingar um, hvussu okkara mentan og mentanarliga umhvørvi kann taka við avbjóðingunum, og hvussu vit sjálvi stýra gongdini.

Mentanarráð

Landsstýrið fer at stovna eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í mentanarviðurskiftum í breiðum týdningi. Ráðið skal árliga gera eina mentanarfrágreiðing, og eisini kann landsstýrismaðurin leggja ymiskar ætlanir fyri Mentanarráðið til ummælis.

Økismenningarálitið

Økismenningarálitið varð latið landsstýrismanninum í mentamálum í vár. Mentamálastýrið fer framhaldandi at halda lív í orðaskiftinum, m.a. við at skipa fyri kjakfundum úti á bygdunum soleiðis, at tey, ið ætlanirnar eru ætlaðar til bata, eisini fáa ljóð um hesi viðurskifti.

Skúlin fer undir fult føroyskt ræði

Frá 1. januar 2002 fer skúlin undir fult føroyskt ræði, samsvarandi løgtingssamtyktini um Sjálvstýri Føroya fólks. Hetta krevur ikki fyrisitingarligar broytingar í sjálvum sær ella samráðingar við danskar myndugleikar, men er ein formlig staðfesting av, at bæði lóggáva, umsiting og øll fígging er føroysk.

Kortini eigur hetta sum partur av fullveldisætlanini at elva til endurskoðan og nýhugsan innan alt skúlaøkið. Vit hava alt ov leingi umsitið gamlar danskar skipanir og hava ikki givið tí føroyska skúlanum ta neyðugu raðfestingina í samfelagnum.

Grundarlagið undir útbúgvingini fyri alt fólkið er fólkaskúlin. Tí fer landsstýrið at leggja dent á at fáa samsvar millum lóggávuna og tørvin á góðum umstøðum hjá næmingum og lærarum í fólkaskúlanum. Í tí sambandi verður hugt bæði at umsiting, fígging og tørvinum á broytingum í lóggávuni.

Læraraútbúgvingin og útbúgvingin innan námsfrøði krevja eisini endurskoðan – bæði innihaldsliga og viðvíkjandi umstøðum. Landsstýrið fer at seta eina nevnd at endurskoða lærara- og námsfrøðisútbúgvingina, ið skal miða eftir at samskipa hesar útbúgvingar við útbúgving og gransking á Fróðskaparsetrinum.

Ár 2002: Tann góði fólkaskúlin

Landsstýrið fer at skjóta upp, at ár 2002 verður lýst sum eitt ár fyri "tann góða fólkaskúlan". Tað merkir, at vit í komandi ári miða eftir, at bæði umsiting, næmingar, skúlar, lærarar, foreldur og almenningur seta kikaran á, hvussu standurin og ynskini eru til "tann góða fólkaskúlan" kring alt landið. Hetta kann gerast við fundarvirkemi, fyrilestrum, spurnarkanningum, evnisarbeiði o.s.fr.

Arbeitt verður við at fáa virksemi og játtan til fólkaskúlan at sampakka. Stig verða tikin til at endurskoða játtanarskipanina á fólkaskúlaøkinum, so ein nýggj og skilabetri skipan ætlandi er klár at taka í nýtslu til skúlarárið 2002/2003.

Sernámsfrøðiliga virksemið

Landsstýrið hevur sett arbeiðsbólk at viðgera og lýsa alt tað sernámsfrøðiliga virksemið í Føroyum. Arbeiðsbólkurin hevur latið landsstýrinum álitið í málinum. Ávegis álit hevur síðan mars 2001 verið at síggja á heimasíðu Mentamálastýrisins, og møguleikar hava verið at gjørt viðmerkingar. Arbeitt verður við álitinum í Mentamálastýrinum, so sernámsfrøðiliga virksemið kann verða skipað betur.

Fólkakirkjan føroysk

Frá 1. januar 2002 verður Fólkakirkjan eisini undir føroyskum myndugleika, samsvarandi løgtingssamtyktini um Sjálvstýri Føroya fólks.

Nevndin, sum er sett at gera álit um yvirtøku av fólkakirkjuni og uppskot til kirkjulógir, sum skulu galda aftan á yvirtøkuna, letur væntandi sítt álit úr hondum ein av fyrstu døgunum. Álitið fer síðani til hoyringar hjá avvarðandi áhugabólkum. Eftir samráðingar við donsku ríkisstjórnina verður uppskot um yvirtøku lagt fyri tingið í heyst, so hon kann setast í verk innan 1. januar.

Endamálið hjá landsstýrinum er, at fólkakirkjan framvegis kemur at virka sum fólksins kirkja við sínum sterka lokala kjølfesti á bygd og í bý.

Hægri útbúgving og gransking

Lógin fyri Fróðskaparsetrið verður endurskoðað, og nevnd verður sett, ið eisini skal viðgera, hvussu lærararútbúgving, námsfrøði, navigatiónsútbúgving, sjúkrasystraútbúgving, hægri tekniskar útbúgvingar og møguligar aðrar útbúgvingar kunnu samskipast við hægri lestur og gransking á universitetsstigi.

Hægri útbúgvingarstig innan samfelagsvísindi, løgfrøði, oljuvísindi og KT skulu setast í verk á Fróðskaparsetrinum. Hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum skulu í tí sambandi betrast munandi tey komandi árini.

Granskingardepilin fyri økismenning í Klaksvík heldur fram.

Harumframt hevur ein nevnd júst latið landsstýrinum álit um útbúgvingar í fiskivinnuni, har mælt verður til at seta á stovn ein sjódepil.

Granskingargrunnurin

Nýggj lóg um gransking varð samtykt í vár. Ætlanin við lógaruppskotinum er at fáa skapt munandi betri grundarlag fyri gransking, eisini vinnugransking. Ein umráðandi treyt fyri, at hetta skal eydnast, er, at Løgtingið er sinnað at veita granskingargrunninum neyðugu upphæddirnar komandi árini. Verður hetta gjørt, er eingin ivi um, at munandi ferð fer at koma á gransking í Føroyum.

Føroyskur útbúgvingarstuðul til føroysk lesandi um allan heim

Ein nevnd hevur júst latið álit um eina føroyska útbúgvingarstuðulsskipan, ið skal geva øllum føroyskum lesandi nøktandi útbúgvingarstuðul til lestur um allan heim.

Miðnámsútbúgvingar

Arbeitt verður støðugt við at menna og dagføra útbúgvingarnar innan vinnu- og miðnámsskúlaøkið.

Farið er undir at fyrireika bygging av nýggjum miðnámsskúla í Vági.

Føroya Handilsskúli er farin undir at skipa fyri skeiðum, ið hava til endamáls at fyrireika føroyskar veitarar fyrisitingarliga til oljuvinnuna.

Farið er undir at fyrireika yrkisútbúgving innan fiskiídnað og havbúnað.

Í næstum fer Mentamálastýrið at skipa fyri eini royndarverkætlan innan fjarlestur í ymsum kjarnulærugreinum á 9. og 10. floksstigi. Royndarverkætlanin er serliga ætlað teimum sjómonnum, sum ikki hava neyðugt fakligt kunnleikastøði fyri at verða tiknir upp á t.d. maskinmeistaraskúla ella sjómansskúla, og fólki á útoyggj, ið hava hug at økja um kunnleikastigið hjá sær. Í royndarverkætlanini verður teldan nýtt sum samskiftismiðil millum næmingar og lærarar.

KT í miðnáms- og hægru skúlunum

Landsstýrismaðurin í mentamálum fekk tann 25. apríl 2001 handað álitið "Til menning og mátt," ið viðger kunningartøkniligu støðuna á øllum útbúgvingum aftaná fólkaskúlan. Av tilmælunum í álitinum kann nevnast, at allir umleið 240 lærararnir á hesum skúlunum skulu útbúgvast og fáa eitt KT-kort.

Útvarp og sjónvarp

Nýtt uppskot til broytingar í kringvarpslógini verður smíðað í hesum døgum, sum tekur hædd fyri teimum ivaspurningum, ið komu fram upp undir seinastu viðgerð. Ætlanin er framvegis at hava tveir almennar public-service stovnar, sum í mestan mun skulu liva teirra egna lív, leysir av politiskum og fíggjarligum bondum.

Tó verður neyðugt at veita stuðul, ið verður bundin til føroyska framleiðslu, tá um sjónvarp ræður. Endamálið er, at lógarkrav verður sett um, at Sjónvarp Føroya eftir einum áramáli, í størst møguligan mun skal senda føroyskt og føroyskað tilfar.

Brand- og trygdarmiðdepil

Ein nevnd við umboðum úr Menta-, Fiski-, Olju- og Vinnumálastýrinum, hevur latið landsstýrinum í mentamálum eitt álit um, hvussu viðurskiftini skula skipast á hesum øki í framtíðini. Um stutta tíð verður avgerð tikin um, hvussu og hvar hesi nám best kunnu koma brúkarunum og samfelagnum til góðar.

PARTUR III

Løglisti

Løgmansskrivstovan

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Fíggjarmálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Fiskimálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Vinnumálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Oljumálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Almanna- og heilsumálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Mentamálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

 

Orðaskifti var um løgmansrøðuna á tingi  3., 6. og 7. august 2001