Frágreiðing um ferðavinnupolitikk


101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um ferðavinnupolitikk

Orðaskifti


Ár 2001, 6. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Við hesum verður tilmæli landsstýrismansins í vinnumálum lagt fyri Løgtingið til orðaskifti.

Tilmæli

Í tilmælinum kemur fyrst hugsjónin um, at ferðavinnan verður ein meiri týðandi táttur í samfelagsbúskapinum.

Einstøku tættirnir í ferðavinnupolitikkinum eru síðan viðgjørdir nærri undir hesum yvirskriftum:

 Hugsjónin

Eitt gott ferðamannaland er eitt gott land at liva í. Í hesum liggur, at í einum góðum ferðamannalandi eru samferðslu- og samskiftismøguleikarnir góðir, frítíðartilboðini mong og fjøltáttað, mentanarlívið er ríkt og virt, ansað verður eftir søgu og siðaarvi, og farið verður vandaliga um náttúru og umhvørvi. Her er trygt og gott at vera í vælskipaðum viðurskiftum við góðum og eggjandi ítrivsmøguleikum. Ferðavinnupolitikkurin ásetir málsetning um, hvussu tað almenna kann vera við til at skipa og menna Føroyar sum ferðamannaland soleiðis, at ferðavinna verður ein meira týðandi táttur í samfelagsbúskapinum og skapar møguleikar fyri nýggjum virksemi, sum er burðardygt og skapar avkast.

Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanrenning av ymiskum vinnum í landinum og av sjálvbodnum og áhugakendum virksemi. Flutningur, gisting, vistir og tænastur í ferðavinnuhøpi eru tó lyklavinnur. Vinnan er ein lutfalsliga lítil vinna, sum tykist at vaksa og mennast, so hvørt øktur eftirspurningur eftir ferðavinnutænastum betrar fíggjarliga grundalagið, og undirstøðukervið í landinum sum heild gerst betri.

Hugsjónini fyri ferðavinnupolitikkinum eru at:

Ferðavinnan eigur at vera ein sjálvberandi vinna, sum leggur dent á dygd, tænastustøði og samstarv, og at ferðavinnan í menning sínari eigur at hava atlit at náttúru, umhvørvi, mentan og føroyska samfelagnum sum heild.

Leikluturin hjá tí almenna
Almenna uppgávan verður at tryggja stabilar karmar, ið eru grundarlagið fyri vinnuligum framburði og harvið búskaparligum vøkstri. Har hava ymiskir almennir myndugleikar og stovnar møguleika fyri at menna karmarnar fyri ferðavinnuni. Ferðavinnan, sum málsøki, er undir Vinnumálastýrinum, og er Ferðaráð Føroya tann almenni stovnurin, sum fyrst og fremst hevur sambandið og samstarvið við ferðavinnuna.

Høvuðsuppgávur Ferðaráðsins eru:

Karmar
At skapa neyðugu og støðugu karmarnar krevur tíð, tillaging og raðfesting. Ferðavinnan er ein fjøltáttað vinna, sum verður regulerað av reglum innan nógv onnur málsøki enn vinnumál, tí mugu fleiri av karmunum verða skaptir í dyggum samstarvi við onnur aðalstýri, myndugleikar og kommunur. Karmarnir eru nevndir niðanfyri, og harundir eru nakrar høvuðskjarnir tiknar fram:

Vinnumálastýrið vil arbeiða fyri at fremja reglur, sum gagna ferðavinnuni t.d. krøv til trygging, heilsu- og arbeiðstrygd og varðveiting av náttúruni, uttan tó at nerva virksemið í órímiligan mun.

Tað er ein stór avbjóðing hjá tí almenna at tryggja gongdini móti fríari, altjóða kapping í øllum flutningi, uttan samstundis at seta allan flutningin í vanda.

Meira málrættað tænasta og samskipan av ferðavinnuni krevur kunnleika um ferðafólk, sum koma til Føroya. Neyðugt er, at fyriliggjandi kanning verður fylgd upp soleiðis, at marknaðarføringin, ferðavinnutiltøkini v.m. kunnu fylgja gongdini í eftirspurninginum.
Tørvur er á ráðgeving og stuðli til fólk og virki, sum hava hugskot til menning av ferðavinnuni. Tí ræður um at nýta verandi vitan á økinum innan útbúgving og ráðgeving.

Samferðslumøguleikin hevur avgerandi týdning fyri ferðavinnuvøkstur uttan fyri miðstaðarøkið. At betra um samferðslumøguleikarnar hevur stóran týdning fyri bæði íbúgvarnar á oyggjunum og eisini fyri ferðavinnuna. Sjálvt um bøtt verður um samskiftismøguleikarnar, er vøkstur treytaður av møguleikunum fyri gisting og matstovum v.m.
Skal økisferðavinnan vaksa, skal tað henda út frá áhuga, arbeiði og vilja hjá fólki á staðnum. I hesum sambandi hava økisferðavinnufeløgini ein týðandi leiklut, og Ferðaráðið eigur at stuðla og eggja teimum til at virka fyri at kunna um, samskipa og menna lokalu ferðavinnuna.

Ferðafólk, sum koma til Føroya, vilja uppliva náttúru og mentan okkara, og tí skal ferðavinnan í menning sínari hava atlit at varðveitslu av náttúruni og umhvørvinum.
Um íløgur verða gjørdar í kostnaðarmiklar attraktiónir eigur hetta fyrst og fremst at verða gjørt fyri at økja um frítíðartilboðini hjá fólki á staðnum, og síðan gagnar hetta eisini ferðavinnuni.

Miðað verður ímóti, at vinnan í størst møguligan mun er sjálvberandi við so litlum búskaparligum stuðli frá tí almenna sum gjørligt.

Netverk
Netverk við útlondini er avgerandi fyri menningina av ferðavinnuni í Føroyum. Í dag er sambandið við onnur lond knýtt at nógvum ymsum miðlum og kunningartøkni. Tað hevur stóran týdning, at samfelagið sum heild verður á einum høgum støði kunngingartøkniliga.

Ferðaráðið eigur sjálvandi at hava eitt tætt samstarv við bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur og at styðja upp undir samstarv millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.

Ferðavinnufeløgini hava hvør sítt netverk, og tí er ynskiligt, at feløgini samstarva um so nógv mál sum gjørligt, sum gagnar feløgunum og ger Føroyar sjónligari í altjóða høpi.

Hagtalsgreiningar
Fyri at Ferðaráðið skal kunna menna og marknaðarføra Føroyar, má Ferðaráðið hava skjalatilfar, sum vísir, hvussu støðan er. Hagtøl mugu koma frá vinnuni, sum eisini fær ágóða av hagtølunum og analysunum frá hesum. Eisini kunnu hagtøl og analysir verða nýttar sum stýringar- og metingaramboð fyri menningini av ferðavinnupolitikkinum.

Ferðaráðið eigur tí at arbeiða fyri, at hagtøl frá ferðavinnuni verða útvegað, savnað og kunnað ferðavinnuni og almenninginum sum heild. Kanningar eiga at verða gjørdar við jøvnum millumbili – sum lýsa veruligu gongdina í ferðavinnuni, og sum lýsa trends og lykladata, sum fokus eigur at verða sett á.

Framhald
Nú sjøtul er settur á, og uppskot er sett fram um ferðavinnupolitikk, er tað umráðandi, at tilgongdin við hesum ikki steðgar upp. Tí er ætlanin at halda fram soleiðis:

at breið semja fæst um ferðavinnupolitikkin
at orða ítøkiligar strategiir, sum kunnu geva grundarlag fyri at útinna politikkin og
at eftirmeta og menna politikkin.

Við vón um góða móttøku og gott orðaskifti alment og á tingi.

Aðalorðaskifti var týsdagin 13. november 2001. Málið avgreitt.