Frágreiðing um náttúru- og umhvørvisvernd


101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um náttúru og umhvørvisvernd

 

Framløga og aðalorðaskifti


Ár 2002, 15. januar, legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

Hjáløgd er frágreiðing frá arbeiðsbólki viðvíkjandi náttúru- og umhvørvisvernd.

Endamál
Í summar fekk landsstýrismaðurin í umhvørvismálum handaða frágreiðing frá arbeiðsbólkinum, ið var settur at lýsa støðuna á náttúru- og umhvørvisverndarsøkinum.

Bólkurin hevur skrivað eina stutta og greiða lýsing av støðuni, sum tekur støði í verandi umsiting og galdandi lóggávu.

Arbeiðsbólkurin, sum var samansettur av fólki, ið dagliga arbeiða við at fyrisita lóggávu á økinum, hevur víst á høvuðstørvin á broytingum soleiðis, at Oljumálastýrið kann tilrættisleggja eina skipaða og miðvísa gongd fyri ábótunum.

Úrslitið
Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum er býtt í 10 partar:

  1. Mælt verður til skipan av eini samlaðari náttúru-, umhvørvis- og lendisfyrisiting. Hendan fyrisiting skal hava beinleiðis tilvísing til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
  2. Mælt verður til, at gjørd verður ein byggilóg, sum setir almen krøv til bygging, og ein kommunuplanlóg, sum tryggjar, at náttúru- og umhvørvisverndaráhugamál eru partur av eini landsplanlegging.
  3. Mælt verður til, at ein tíðarhóskandi náttúruverndarlóg verður gjørd, har landsstýrismaðurin hevur endaligu ábyrgdina, og har lokalu náttúrufriðingarnevndirnar eru umskipaðar til ráðgevandi nevndir hjá landsstýrismanninum.
  4. Mælt verður til, at umhvørvisverndarlógin verður endurskoðað, so betri samsvar fæst í millum fyrisitingarliga orku og tørv á góðkenningum, og at hon verður dagførd, so hon samsvarar við ta lóggávumenning, sum er farin fram í okkara grannalondum.
  5. Mælt verður til at seta serstaka produkt- og kemikaliulóggávu í gildi.
  6. Mælt verður til, at munandi meira verður gjørt við at staðfesta altjóða avtalur, at uppbyggja kunnleika til tær einstøku avtalurnar og tað millumtjóða arbeiðið, sum fer fram innan umhvørvisvernd, og at tryggja, at føroysk sjónarmið verða gjørd galdandi á ávísum, serliga týðandi økjum, sosum innan havumhvørvisvernd.
  7. Mælt verður til, at meira verður gjørt fyri at fáa árlig náttúru- og umhvørvishagtøl frá stovnum, kommunum og virkjum.
  8. Mælt verður til at gera kunningarvirksemi til ein part av øllum umhvørvistiltøkum og umhvørvisreguleringum soleiðis, at kunningarátøk fylgja øllum lógum, kunngerðum og altjóða avtalum sum verða settar í gildi.
  9. Mælt verður til, at játtanin til umhvørvisverndartiltøk verður hækkað munandi.
  10. Mælt verður til, at hugt verður eftir tí samlaðu náttúru- og umhvørvisverndarlóggávuni við atliti til at tryggja, at føroyska náttúran og umhvørvið annars í størst møguligan mun eru vard í móti óhepnum árinum.

Raðfestingin
Ásannandi, at her er talan um umfatandi broytingar, og at umsitingarliga orkan á umhvørvisøkinum er avmarkað, hevur undirritaði avgjørt at raðfesta arbeiðið at gera eina náttúruverndarlóg og eina kemikaliulóg, umframt dagføringina av umhvørvisverndarlógini fremst.

Mett verður, at tað er rættast at fáa hesar lógirnar lidnar fyrst. Hetta eru lógir, sum hoyra beinleiðis undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í umhvørvismálum, og sum eru høvuðsgrundarlagið undir eini skilagóðari umsiting av málsøkinum.

Tað er greitt, at tá ið ein nýggj náttúruverndarlóg kemur ístaðin fyri núvernadi náttúrufriðingarlóg, fara broytingar eisini at henda innan umsitingina. Nýggja lógin verður samskipað við umhvørvisverndarlógina soleiðis, at tað slepst undan teimum umskaringum, sum í dag eru í lóggávuni. Ætlanin er, at umsitingin og endaliga ábyrgdin av lógunum verður savnað á einum staði.

Undirritaði tekur undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum at skipa eina samlaða náttúru-, umhvørvis- og lendisfyrisiting, men er hetta ein spurningur, sum má viðgerast nærri, áðrenn ítøkilig stig verða tikin. Lendisfyrisiting og planlegging eru ikki beinleiðis partar av málsøkinum hjá landstýrismanninum í umhvørvismálum.

Í mun til tilmælið um altjóða sáttmálar er at siga, at arbeitt verður við at fylgja upp sáttmálanum um veðurlagsbroytingar og sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi.

Ein verkætlan verður fyrireikað, sum hevur til endamáls at útvega okkum tær fyrstu uppgerðirnar yvir útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum. Hetta eru uppgerðir, sum sáttmálin um veðurlags-broytingar áleggur okkum at gera, og sum eru neyðugar um vit skulu hava eitt gott grundarlag at taka støðu til Kyoto-ískoytissáttmálan.

Í 1999 byrjaði ein verkætlan, sum hevur til endamáls at lýsa alla náttúruna í Føroyum. Hesa lýsing tørvar okkum um vit skulu fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, sum áleggur okkum at gera tjóðarætlanir fyri, hvussu vit kunnu varðveita og á burðadyggan hátt gagnnýta tað lívfrøðiliga margfeldið.

Á seinastu tingsetu góðtók løgtingið at ískoytissáttmálarnir um tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevnir, tær sokallaðu POP protokollirnar, skuldi setast í gildi fyri Føroyar. Hesir ískoytissáttmálar skulu fylgjast upp og verður hetta væntandi gjørt í sambandi við, at farið verður undir fyrireikandi arbeiðið at gera eina kemikaliulóg.

Aðalorðaskiftið

At frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum verður løgd til aðalorðaskifti hevur týdning.

Umframt at undirritaði fegin vil hava tingsins viðmerkingar til lýstu raðfestingar, eru ætlanin at byrja orðingin av fyrsta føroyska umhvørvis- og náttúrupolitikkinum.

Hetta verður ein almennur politikkur, sum skal áseta framtíðar stevnumiðuni fyri náttúru og umhvørvisarbeiði her á landi.

Tað verður hesin politikkur sum fer at boða frá, yvirfyri føroyska samfelagnum og útheiminum, hvat vit ætla at gera fyri at stuðla gongdini ímóti einari burðadyggari menning.

Í hesum sambandi er stórur tørvur á einum orðaskifti, tí hóast at umhvørvis- og náttúruspurningar fylla meira í samfelagstjakinum í dag, enn fyri bara fáum árum síðani, metir undirritaði ikki at áhugin stendur mát við týdningin, ið náttúran og umhvørvi hevur fyri okkum, og ikki minst fyri komandi ættarlið.

Meðan okkara grannalond eru sera virkin á umhvørvisøkinum, hava vit ofta eina romantiska fatan av, at okkara land er ódálkað og at einasta hóttanin stavar frá ídnaðarlondunum rundanum okkum.

Hetta er tíverri, um ikki ein heilt skeiv, so í øllum førum ein ábyrgdarleys fatan.

Tað er satt, at vit líða ikki undir nakrari álvarsamari umhvørvisdálking, men vit liva í einum nýmótans samfelag við øllum teimum fyrimunum og vansum tað inniber.

Vit nýta somu dagligu úrdráttir og framleiða sama burturkast, sum onnur framkomin lond.

Vit nýta orku til bilar, skip, vinnu og heim.

Vit leiða okkara spillvatn út í firðir og sund, samstundis sum ein alivinna við sínari støðugt vaksandi nýtslu av fóðri og heilivági skal búleikast á somu økjum.

Tí elvir okkara liviháttur eins stórt trýst á umhvørvi, sum livihátturin í teimum londum vit vanliga sammeta okkum við, og metir undirritaði at tað er í tøkum tíma at vit gera okkum nøkur langtíðar mál, soleiðis at vit ikki taka møguleikan frá komandi ættarliðum eisini at grunda tilveruna á eitt ódálkað umhvørvi og tað tilfeingið ið náttúran hevur at bjóða.

Hetta eru sjálvandi umfatandi uppgávur. Bæði raðfestingarnar á lógarøkinum og orðingin av einum politikki fara at strekkja seg út um núverandi valskeið, men undirritaði metir at hetta eru so týdningamiklar uppgávur, at komandi landstýri væntandi letur arbeiðið halda áfram.  

Aðalorðaskifti var týsdagin 22. januar 2002. Málið avgreitt.