Frágreiðing um KT-vinnupolitikk


101-4  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um KT-vinnupolitikk

Orðaskifti

Ár 2001, 28. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

Við hesum verður tilmæli landsstýrismansins í vinnumálum lagt fyri Løgtingið til orðaskifti.

Vinnumálastýrið hevur í 2000 og í 2001 saman við KT-felagnum og øðrum myndugleikum arbeitt við at orða eitt uppskot til ein KT-vinnupolitikk.

Politikkurin er orðaður við hesi hugsjónini:

Sum ein liður í at fjøltátta føroyskan búskap skal KT-vinna vera ein fíggjarlig sjálvberandi vinna, ið er grundarlag undir at menna, virka og selja dygdarvøru og tænastur á føroyska marknaðinum og til útflutnings, og sum skapar avkast í fríari altjóðakapping. Til tess at stuðla hesi framhaldandi menning eigur tað almenna at ganga á odda at nýta kunningartøkni.

Skal KT-vinnan standa seg í altjóðakapping og skapa framburð í samfelagnum, má hon vera endurnýggingarfør, hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Samstundis má hon ganga undir tey krøv, samfelagið setur viðvíkjandi umhvørvi og trivnaði.

Skal nakar møguleiki vera at røkka á mál við setninginum, krevur eitt miðvíst arbeiði at verða gjørt, so at karmarnir, sum settir verða um vinnuna, eru so góðir sum gjørligt. Í samstarvi við vinnuna leggur landsstýrið serligan dent á at menna karmarnar um:

Neyðugt er at seta sær greið mál á hvørjum av hesum økjum og samstundis vísa á gongdar leiðir at hesum málum. Ikki minni týdningarmikið er tað, at tiltøk og førdi politikkurin sum heild verða eftirmett.

Tey fimm økini, nevnd omanfyri, verða viðgjørd gjøllari, og víst verður bæði á hvørji endamál, ið sett eiga at verða á hesum økjum, og vegir til at menna karmarnar um tey. Miðast skal eftir, at røtt endamál og vegir at røkka málinum verða sett fyri KT-vinnupolitikkin, gongdar leiðir funnar, og at allir partar hava somu fatan viðvíkjandi endamálum og leiðum, sum til ber at ganga.

Framhald
Nú uppskot er sett fram um KT-vinnupolitikk, er tað umráðandi, at tilgongdin við hesum ikki steðgar upp. Tí er ætlanin at halda fram soleiðis:

at breið semja fæst um KT-vinnupolitikkin
at orða ítøkiligar málsetningar, sum kunnu geva grundarlag fyri at útinna politikkin og at eftirmeta og menna politikkin.

Við vón um góða móttøku og gott orðaskifti alment og á tingi.

Skjal: Fjarskiftiseftirlitið: Støðumynd av føroyska fjarskiftismarknaðinum og samanberingar við onnur lond

Orðaskifti um frágreiðingina var týsdagin 4. desember 2001.