Frágreiðing um einskiljing


101-5  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um frágreiðingina um at einskilja fyritøkur landsins

Framløga
Aðalorðaskifti

Ár 2002, 22. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis  

Føroya løgmaður leggur við hesum frágreiðingina um at einskilja fyritøkur landsins til tingsins viðgerð.

Í løgmansrøðuni á ólavsøku 2000 boðaði løgmaður frá, at landsstýrið fór at seta í verk kanning, ið skuldi fevna um virðismeting av stovnum og fyritøkum hjá landinum. Fyrimunir og vansar við møguligari sølu av hesum ognum skuldu kannast. Somuleiðis skuldi uppskot gerast um, hvussu møgulig einskiljingstilgongd hóskandi kundi verið løgd til rættis.

Føroya Landsstýri eigur í dag beinleiðis ella óbeinleiðis fleiri stovnar og fyritøkur, hvørs virksemi vanliga ikki verður roknað sum partur av almennum virksemi. Fleiri av hesum stovnum og fyritøkum gjørdust almenn ogn í sambandi við kreppuloysnirnar í 90-árunum.

Hesir stovnar, sum í flestu førum eru skipaðir sum partafeløg ella vinnurekandi grunnar, eru av somu orsøk ikki við í landsroknskapinum, men hava sjálvstøðugan roknskap.

Nú samfelagið er komið burturúr kreppuni, er tað áskoðan løgmans, at teir stovnar og fyritøkur, sum gjørdust almenn ogn í sambandi við kreppuloysnirnar í 90-árunum, eins og teir stovnar og fyritøkur, hvørs virksemi vanliga ikki verður roknað sum partur av almennum virksemi, á ein skipaðan og tryggan hátt heilt ella lutvíst eiga at gerast einskild ogn.

Arbeiðssetningur

Fylgjandi ítøkiligi arbeiðssetningur varð orðaður fyri nevnd, sum skuldi standa fyri kanningararbeiðinum:

Í fyrsta lagi verður frágreiðing gjørd, ið kann nýtast sum grundarlag fyri politiskari viðgerð av spurninginum um, í hvønn mun hitt almenna eigur at selja fyritøkur.

Í øðrum lagi eigur frágreiðingin at lýsa, hvussu áhugamálini hjá tí almenna og samfelagnum sum heild verða tryggjað, um so er, at politisk undirtøka er fyri ávísari sølu av fyritøkum hjá landinum.

Skipan av verkætlan

Kanningararbeiðið varð skipað sum verkætlan undir Løgmansskrivstovuni í samstarvi við Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið.

Niðurstøður

Í frágreiðingini verða gjørdar fleiri niðurstøður. Høvuðsniðurstøðurnar eru í frágreiðingini bólkaðar undir hesum yvirskriftum:
1. Fólkaræðislig viðurskifti
2. Betri verja av virðum skattgjaldarans
3. Størri rásarúm hjá almennu fyritøkuni í kappingarumhvørvi at virka fyri virðisskapan
4. Menning av fíggjarliga undirstøðukervinum
5. Betri íløgumøguleikar fyri langfreistaðari føroyskari uppsparing
6. Skipan av varisligari einskiljingstilgongd

Til 1. Fólkaræðislig viðurskifti
Vanlig vinnupolitisk stevna í londum við fólkaræði og marknaðarbúskapi er, at uppgávan hjá tí almenna er at skipa vinnuni greiðar lógarkarmar at virka undir og at tryggja rímiliga og rættvísa kapping innan ymsu vinnugreinarnar. Politiski myndugleikin í Føroyum er tó í mun til onnur lond í serstøðu, tí beinleiðis ávirkandi ognarluttøka í fyritøkum, sum virka í kapping, er óvanliga stór.

Politiski myndugleikin er í óhepnari tvístøðu, tí hann innan fleiri kappingarkendar vinnur virkar sum eigarin av størstu fyritøkunum, samstundis sum hann eisini ásetir kappingarreglur og hevur eftirlit við, at kappingin gongur reiðiliga fyri seg.

Hesin fólkaræðisligi trupulleikin kann í stóran mun verða loystur við sølu av fyritøkum hjá landinum, sum longu virka í kapping.

Til 2. Betri verja av virðum skattgjaldarans
Í frágreiðingini eru ikki neyvar metingar gjørdar av marknaðarligum virði á fyritøkum landsins.

Ivi er tó ikki um, at føroyski skattgjaldarin umvegis tað almenna eigur stór virði í fyritøkum, sum virka í kappingarumhvørvi, og sum vanliga verða roknaðar at hoyra einskilda geiranum til.

Leysligt virðismát er bókaður eginpeningur í roknskapum fyri fyritøkur landsins, sum vísir samanlagt innara virði út við 3,8 mia kr við árslok 2000.

Verða íløguáhugamál hjá føroyska skattgjaldaranum lýst í fakligum høpi, má staðfestast, at vánalig verja av virðum hansara fer fram.

Grundregla viðvíkjandi verju av íløguvirðum - lýst við fólksligum orðafelli - er, at "øll egg eiga ikki at verða løgd í somu kurv". Hendan grundreglan fyri vágaspjaðing er ikki fylgd, tá ið talan er um íløgurnar hjá tí almenna í fyritøkur, sum virka undir marknaðarkorum.

Afturat hesum kemur, at tað almenna við skattum og avgjøldum hevur virksemið í føroyska búskapinum sum sína høvuðsinntøkukeldu. Landið hevur bæði føroyska búskapin sum inntøkukeldu og staðið, har nógv tann størsti parturin av ognunum er plaseraður.

Sæð frá konjunkturstýrings- og íleggjarasjónarmiði undir einum kann sigast, at landið tekur á seg dupultan vága. Tekur búskaparkreppa seg upp, vilja skatta- og avgjaldsinntøkur landsins minka. Samstundis er sannlíkt, at ognir landsins í føroyska búskapinum minka munandi.

Fyri betur at verja íløguvirðini hjá landinum og føroyska borgaranum eigur tað almenna at minka um ávirkandi ognarluttøku sína í fyritøkum, sum virka í kappingarumhvørvi, og í størri mun at beina ognirnar í afturgjalding av skuld ella betri vágaspjaddar íløgur í Føroyum og heimsbúskapinum, sum geva hóskandi avkast í mun til vága.

Til 3. Størri rásarúm hjá almennu fyritøkuni í kappingarumhvørvi at virka fyri virðisskapan
Landið eigur fleiri fyritøkur, sum virka í kappingarumhvørvi. Einskildu fyritøkurnar, kappast verður við, kenna kappingartrýstið frá almennu fyritøkunum sum kappingaravlagandi og órímiligt. Hinvegin kenna almennu fyritøkurnar tíðum eigaraviðurskiftini sum avmarkandi fyri møguleikar teirra fyri at klára seg í kappingini. Hesi sjónarmið hjá einskildu og almennu fyritøkunum eru í andsøgn hvørt við annað, men geva tó greiða ábending um, at óheppin vinnupolitisk viðurskifti gera seg galdandi.

Fyri at klára seg í kappingini mugu almennar fyritøkur hava rásarúm at laga virksemið til skiftandi eftirspurning, og kann hetta hava við sær kapitaltørv til fígging av tíðarhóskandi framleiðslutólum. Almenna fyritøkan er í hesum høpi í torførari støðu, tí broyting av virkisøki mangan krevur drúgva politiska viðgerð. Somuleiðis kann vera ilt at útvega neyðugan kapital, tá ið endalig ábyrgd av fyritøkuni liggur hjá politiska myndugleikanum. Ognartilknýtið til tað almenna ger, at kapitalútvegan gerst partur av politiskum raðfestingum, sum gjørdar verða viðvíkjandi íløgukarmi og fíggjarlóg. Tað kann tí henda, at almenn fyritøka, sum lættliga kundi funnið vágafúsan kapital á marknaðinum til verkætlanir við góðum avkastvónum, ikki fær útvega sær hóskandi kapitalgrundarlag.

Lutvís ella fullfíggjað einskiljing av fyritøkum hjá landinum kundi verið týðandi politiskt stig í loysn av hesum trupulleikum. Lutvís einskiljing kann fara fram, við at landið selur part av ogn síni í ávísari fyritøku, ella við at fyritøkan skipar fyri útgávu av nýggjum partabrøvum, sum verða boðin út til sølu til almenningin og/ella til strategiskan íleggjara.


Til 4. Menning av fíggjarliga undirstøðukervinum
Fíggjarliga undirstøðukervið í føroyska búskapinum er undirment, samanborið við flestu lond, føroyingar hava búskaparligt samskifti við.

Vælvirkandi fíggjarkervi hevur týdning fyri beinan av kapitali inn á vinnuøki, har hann virkis- og samfelagsbúskaparliga kann virka fyri størstu virðisskapanini. Serligur trupulleiki í føroyskum høpi snýr seg um møguleikarnar hjá vinnulívinum at útvega sær eginpening.

Betri atgongd til tolnan kapital - herundir eginkapital - verður tryggjað við vælvirkandi og vælskipaðum handilsstaði fyri parta- og lánsbrøv, sum føroyskar fyritøkur við kapitaltørvi hava smidliga atgongd til.

Mótsvarandi tørvur hjá føroyskum eins væl og útlendskum íleggjarum verður somuleiðis tryggjaður við slíkum marknaðarstaði.

Vælvirkandi virðisbrævamarknaður hevur við sær, at lættari verður hjá íleggjarum við ymsum plaseringstørvi at møta fyritøkum og øðrum búskapareindum, sum hava stutt- og langfreistaðan kapitaltørv.

Skal áhugi hjá tolnum íløgukapitali fyri at leita inn í føroyskt vinnulív vekjast og mennast, er neyðugt, at áhugavert útboð av føroyskum partabrøvum verður lagt fram á marknaðinum. Tað almenna kann við varisligari og stigvísari sølu av fyritøkum hjá sær virka fyri menning av føroyska undirstøðukervinum. Hetta kann koma samlaða føroyska vinnulívinum og búskapinum til góðar.

Til 5. Betri íløgumøguleikar fyri langfreistaðari føroyskari uppsparing
Uppsparing føroyinga, skipað sum langfreistað uppsparing, hevur seinnu árini staðið í vøkstri. Hetta ger seg galdandi viðvíkjandi stovnsligum íleggjarum sum t.d. arbeiðssloysskipanini, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum og vanligum eftirlønargrunnum, sum spjaða íløgur sínar í og uttan fyri Føroyar við avkasti fyri eyga. Uppsparing á kapitalkonti hjá einstaklingum í peningastovnum hevur eisini staðið í vøkstri. Samstundis eru útlit til, at serliga eftirlønaruppsparingin fer at standa í stórum vøkstri komandi 15 árini.

Við árslok 2000 var eftirlønaruppsparing hjá føroyingum mett at vera millum 2,5 og 2,8 mia kr. Útlit eru til, at hendan uppsparing fram til 2015 fer at vaksa til einar 12 mia kr., roknað í dagsins krónuvirði.

Her er talan um uppsparingar, ið hóska seg til langfreistaðar íløgur. Sum er, er útboð av virðisbrøvum frá føroyskum búskapareindum - herundir partabrøvum - sera avmarkað. Hetta viðførir, at t.d. eftirlønaruppsparing í størstan mun verður plaserað uttanlands, har íløguevni við nøktandi avkastvónum í mun til tapsvága eru lætt atkomulig. Við sera avmarkaða marknaðarliga útboðnum av føroyskum partabrøvum er vandi fyri, at óheppin javnvág framhaldandi fer at gera seg galdandi millum útgangandi og inngangandi kapital millum Føroyar og útlond.

Langfreistaðari føroyskari uppsparing tørvar áhugaverd føroysk íløguevni, og kundi útboð av partabrøvum hjá fyritøkum hjá landinum verið við til at bøtt um hendan javnvágstrupulleika.

Skráseting av føroyskum fyritøkum á skipaðum virðisbrævamarknað kann hertil hava avgerandi týdning fyri breiðkan av eigaraskara viðvíkjandi føroyskum fyritøkum. Við hesum kann vera, at hugburðsbroyting fer fram hjá stórum parti av føroyingum, tí teir beinleiðis ella gjøgnum eftirlønarskipan hava áhuga í, at fyritøkurnar skapa virðir, sum eru grundarlagið fyri, at rímiligt avkast fæst av uppspardum peningi at nýta eftir lokið arbeiðslív.

Til 6. Skipan av varisligari einskiljingstilgongd
Fyri at røkka málsetningum um nútíðarhóskandi markdraging millum tað almenna og tað einskilda, betri verju av ognum skattgjaldarans, menning av fíggjarliga undirstøðukervinum, breiðari ognarluttøku millum føroyingar í føroyskum fyritøkum v.m. verður mælt til, at varislig einskiljingstilgongd verður sett í verk.

Mælt verður til, at søla av ávísum fyritøkum hjá landinum fer fram stigvíst næstu 10 árini ella yvir longri áramál, og at søluumførini verða løgd soleiðis til rættis, at íløguførleiki og uppbygging av m.a. eftirlønaruppsparing fær møguleikan til at fylgja við útboðnum. Hóskandi útboð kundi t.d. í 2002 byrjað við 100-200 mió. kr. fyri síðan at vaksa til 200-300 mió. kr. í 2004.

Greitt er, at "rættur" marknaðarligur prísur ikki fæst við sølu, um úboðin nøgd av partabrøvum er ov lítil. Ein grundin til hetta er, at eftirlønargrunnar og aðrir professionellir íleggjarar, sum hava stóran týdning fyri prísásetingina, bera kostnað av at kanna og meta um, hvørt íløga gevur nøktandi avkast ella ikki. Tískil hava hesir íleggjarar ikki áhuga í at kanna ávísa fyritøku og at leggja inn keypsboð, um partabrævanøgdin, ið stendur í boði, er lítil. Íløgutilboðini eru mong, og er landið við sølu av partabrøvum sínum í roynd og veru í kapping við tilboð, sum standa íleggjarum í boði á øllum heimsins virðisbrævamarknaðum.

Einskiljingstilgongd er at meta sum "læru-prosess", har politiski myndugleikin í søluumfari fær bersøgi aftursvar frá marknaðinum um, hvørt álit er á politiska og búskaparliga umhvørvið í Føroyum. Politiski og umsitingarligi myndugleikin fær hervið virðismikla vitan frá marknaðinum um, hvussu eftirfylgjandi søluumfør kunnu leggjast til rættis, og um føroyski skattgjaldarin verður fyri fíggjarligum vanbýti við sølu av almennari fyritøku ella ikki.

Føroyingar gera beinleiðis ella umvegis føroyskar fíggjarstovnar stórar íløgur í útlondum og taka hervið vága á seg, sum viðvíkur búskapum í øðrum londum. Nærum ongar forðingar eru í útlondum fyri hesum, tí flestu lond kappast um at draga til sín vágafúsan kapital. Tað kann tí sigast at vera rímiligt, at eisini útlendskur kapitalur sleppur fram at føroyskum íløguevnum - eisini fyritøkum, sum landið selur.

Her eru tó ávís vandamál, ið kunnu hugsast, og sum politiski myndugleikin eigur at taka hædd fyri, um farið verður undir at einskilja. Vil illa til, kann hugsast, at strategiskur íleggjari - útlendskur ella føroyskur - leggur seg eftir at vinna ræðið á fyritøku, sum landið selur, fyri á hendan hátt at koma í monopollíknandi støðu á føroyska marknaðinum. Við hesum eru brúkaraáhugamál í vanda, tí fyritøka, sum ikki fær kapping, kann hækka prísir í stórum, uttan at kundin fer aðrar vegir.

Annað vandamál viðvíkjandi stórum íleggjarum, ið ynskja beinleiðis ávirkan á fyritøkuna, landið selur, snýr seg um, hvar høvuðssætið og aðrir týðandi partar av seldu fyritøkuni skulu liggja. Er íleggjarin t.d. stór útlendsk fyritøka, sum longu hevur vælvirkandi høvuðssæti í útlondum, kann hugsast, at hesin parturin av føroysku fyritøkuni verður spardur burtur ella fluttur. Við hesum verða nøkur arbeiðspláss av stórum strategiskum týdningi fyri samfelagið flutt av landinum, samstundis sum ringvirknaður rakar innlendskar fyritøkur, sum standa fyri hávitanartænastum innan kunningartøkni, løgfrøði, grannskoðan v.m..

Myndugleikar hava ymisk amboð til taks, ið kunnu byrgja upp fyri hesum trupulleikum. T.d. kann tað almenna við sølu av ávísari fyritøku til strategiskan keypara seta fram krav um, hvar høvuðssætið skal vera. Somuleiðis kunnu myndugleikarnir forða fyri, at einstakur íleggjari fær møguleika fyri at vinna ræðið á fyritøkuni. Hetta kann t.d. gerast við hámarki fyri, hvussu stóran part av partabrøvunum í fyritøkuni ein einstakur íleggjari kann ogna sær, ella við at seta hámark fyri, hvussu nógvar atkvøður ein einstakur íleggjari kann hava á aðalfundi.

Amboðini at tryggja brúkara- og onnur samfelagsáhugamál í sambandi við einskiljingar eru fleiri. Her skal tó verða mælt til at fara varisliga fram, um beinleiðis avmarkan og forðing fyri útlendskum íløgum í føroyskar fyritøkur verður framd. Hetta amboðið verður í millumtjóða høpi vanliga góðtikið í ávísan mun, tá ið talan er um fiskivinnu og alivinnu. Men verða ógvusligar forðingar settar upp fyri útlendskum íløgum innan aðrar vinnur, er vandi fyri, at lond, sum Føroyar hava handilssamstarv við, meta forðingarnar sum ágang móti sokallaðu "fýra frælsunum", sum er hornasteinur undir nútíðar búskaparligum samstarvi.

Fyritøkur hjá landinum eru ymiskar, og vilja tí árin við sølu á kappingarumhvørvi, brúkaraviðurskifti og onnur samfelagslig áhugamál gera seg galdandi á ymsan hátt. Neyðugt er tí, at landsstýrið ger nágreiniligt fyrireikingararbeiði fyri hvørja fyritøku sær, sum politisk undirtøka møguliga er fyri at einskilja.

Einskiljingar eru at meta sum drúgv og torgreidd tilgongd, og er tí sjálvfylgja, at landsstýrið afturvendandi leggur mál, sum hava við ítøkilig stig í einskiljingstilgongd at gera, fyri Løgtingið. Við hesum kann gjøgnumskygni og fólkaræðislig tilgongd tryggjast. Stigvísa tilgongdin gevur eisini Løgtinginum møguleika fyri heilt ella partvíst at steðga einskiljingum, er áhugi fyri hesum.

Gongdin framyvir
Endamálið við frágreiðingini um at einskilja fyritøkur landsins hevur verið at skipa fakligt grundarlag fyri breiðum politiskum orðaskifti um sølu av fyritøkum hjá landinum, sum virka í vinnuligari kapping.

Einskiljing er at meta sum politisk tilgongd, sum rakar nógv ymisk áhugamál, og eru neyvan allir spurningar svaraðir í frágreiðingini um at einskilja fyritøkur landsins. Vónandi hevur frágreiðingin tó lýst nakrar týðandi spurningar um, hví og hvussu einskilingar kunnu fara fram.

Um politiskur vilji er til at kanna nærri, ella at seta í verk einskiljingstilgongd, kundi ein karmur fyri slíka tilgongd verðið orðaður í einum soljóðandi uppskoti til samtyktar:

"Løgtingið tekur undir við, at varislig einskiljingstilgongd verður sett í verk. Møgulig søla av almennum fyritøkum fevnir um fyritøkur hjá landinum, sum longu virka á vinnuligum grundarlagi í kapping við einskildar føroyskar og útlendskar fyritøkur. Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fyrireikar ítøkilig stig í einskiljingstilgongd soleiðis, at samfelagsligu málsetningarnir verða settir í hásæti. Einskiljingstilgongd verður fyrireikað og framd fyri:

Nú frágreiðingin um at einskilja fyritøkur landsins verður løgd fyri Løgtingið, er tað við teirri vón, at frágreiðingin kann vera grundarlag undir einum uppbyggjandi orðaskifti.

Aðalorðaskifti um frágreiðingina var týsdagin 29. januar 2002.