Frágreiðing um frískúlar


101-6  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um frískúlar

Framløga
Aðalorðaskifti

Ár 2002, 5. februar, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

Tá henda samgongan varð skipað millum Tjóðveldis-, Fólka- og Sjálvstýrisflokkin, var m.a. niðurfelt í samgonguskjalið, at Møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum.

Við støði í hesum setti táverandi landsstýrismaður, Signar á Brúnni, í 1999 ein arbeiðsbólk at gera uppskot um frískúlalóg. Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum var m.a. Við atliti at bústaðarmynstrinum í Føroyum at lýsa málið um frískúlar (privatskúlar) og tørv á hesum í okkara samfelagi, at skriva álit um málið og at geva landsstýrismanninum eitt ummæli av málinum, at gera eitt lógaruppskot um frískúlar at leggja fyri løgtingið og at lýsa væntandi fíggjarligar avleiðingar, um eitt lógaruppskot um frískúlar verður samtykt .

Álit er skrivað, og arbeiðsbólkurin hevur gjørt lógaruppskot um Frískúlar.

Inngangur

Tað tykist mangan, at orðaskifti um frískúlar hevur havt lyndi til at fara av leið. Landsstýrismaðurin heldur, at málið ikki einvíst eigur at snúgva seg um rættin hjá ymiskum samfelagsbólkum til at stovna teirra egnu skúlar. Heldur hinvegin eigur kjakið um frískúlar at snúgva seg um at lýsa og tryggja rættin til alternativ undirvísingartilboð og aðrar undirvísingarhugsjónir, ið eiga at hava til endamáls at tryggja øllum somu undirvísingartilboð og -møguleikar, uttan mun til fíggjarligu, sosialu, etnisku ella trúarstøðu teirra.

Ein røð av millumtjóða sáttmálum ásetur rættin hjá foreldrum at skipa sínar egnu skúlar. Rætturin til at skipa og reka frískúlar er ein almennur rættur, ið er ásettur í ST-sáttmálunum um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi (ØSK), smb. artikul 13.4 og í barnakonventiónini hjá ST, artikul 29, § 2. Í hesum sáttmálum eru ávís mál ásett í sjálvari undirvísingini, men teir áseta eisini, at myndugleikarnir hava rætt til at áseta minstukrøv til undirvísing og umhvørvi, áðrenn loyvi verður givið.

Tá ið fyrisitingin av skúlaskapinum var lógarfest við løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978, Løgtingslóg um skúlafyrisiting, verða privatskúlar lógarheimilaðir í § 27.

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur her fingið heimild til at góðkenna privatskúlar, um so er, at tað er ein rímiligur tørvur á teimum.

Um so er, at ein tílíkur skúli sambært lóg ella fíggjarlógarjáttan hevur rætt til studning frá tí almenna, verður studningurin ávístur av Mentamálastýrinum eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.

Undirvísingarskyldan

Undirvísingarskyldan byrjar 1. august í tí álmanakkaári, barnið fyllir 7 ár, og endar 31. juli, eftir at barnið hevur fingið regluliga undirvísing í 9 ár.

Í § 41, stk. 2 í Fólkaskúlalógini er lógarásett: Ikki kann verða kravt, at eitt undirvísingarskyldugt barn verður skrivað inn í fólkaskúlan, um so er, at tað verður skrivað inn í ein góðkendan privatskúla, ella um tann, ið hevur ábyrgdina av undirvísing barnsins, váttar skrivliga fyri skúlastýrinum, at hann sjálvur vil skipa fyri undirvísingini. Sama er galdandi fyri næmingar, sum eftir 7. floksstig halda fram í einum góðkendum eftirskúla, háskúla, húshaldsskúla, ella á einum góðkendum skeiði.

Sambært omanfyri standandi sæst, at tað er ikki kravd skúlaskylda, men undirvísingarskylda.

Fyrimunir

Álitið um Frískúlar leggur upp til, at frískúlatilboðið átti at verið ein natúrligur partur av skúlaskipanini í okkara samfelagi. Somuleiðis verður ført fram, at eru fleiri skúlatilboð at velja ímillum, kann tað bert hava góða ávirkan á fólkaskúlan og fyri so vítt eisini á frískúlan. Bæði fólkaskúlin og frískúlin eru greiðir yvir, at nógv foreldur fylgja gongdini í skúlanum, og at tey eisini vilja gjalda fyri at fáa tað, sum tey halda vera best fyri teirra børn. Hetta kemur at føra við sær, at starvsfólk í hvørjum einstøkum skúla, tað veri seg frískúla ella fólkaskúla, stremba eftir at skapa ein betri skúla.

Raksturin

Álitið leggur eisini upp til, at raksturin av frískúlunum verður tryggjaður við stuðli frá landsstýri og kommunum eftir ásettum reglum. Hesar reglur áseta stuðulin til 85% av læraralønum og rakstrarútreiðslum, samanborið við fólkaskúlan. Stuðul verður ikki veittur til hølisútreiðslur.

Hvørjir vansar kunnu standast av eini frískúlaskipan í okkara samfelag?

Vansarnir við eini frískúlaskipan í okkara samfelag koma í mestan mun at vera av fíggjarligum slagi. Av tí at foreldrini skulu gjalda ein part av skúlagongdini í einum frískúla, so koma øll børn ikki at fáa tryggjað sama skúlatilboð uttan mun til, um foreldur teirra hava ráð ella ikki. Hetta kann koma at føra við sær, at í fólkaskúlanum koma at ganga tey børn, sum av peningaligum orsøkum hjá foreldrunum ikki hava ráð til frískúlatilboð saman við teimum børnum, ið av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu koma í frískúlan.

Hetta er ein ódámligur háttar at leggja lunnar undir í okkara lítla samfelag, har meginreglan higartil hevur verið tann, at tað skulu ikki vera ráðini hjá foreldrunum, sum skulu vera avgerandi fyri, um eitt barn kann nema sær nóg góða útbúgving ella ikki.

Fyri at kunna fáa lýst hetta málið gjølla, vil landsstýrismaðurin hava tingmenn at lýsa sína støðu til skúlahugtakið "frískúlar", fyri at fáa greiði á, hvør tingsins vilji sum heild er viðvíkjandi hesum skúlaforminum.

Tískil hevur landsstýrismaðurin í mentamálum avgjørt at leggja málið til aðalorðaskiftis millum tingmenn.

Henda viðgerð kemur síðani at vísa, um lógaruppskotið fær undirtøku millum tingmenn, og kemur at verða grundarlagið undir avgerðini hjá landsstýrismanninum, um uppskot um frískúlalóg verður lagt fyri tingið ella ikki.

Aðalorðaskifti týsdagin 12. februar 2002.