Frįgreišing um mentan og menning


101-7  Frįgreišing sambęrt § 51, stk. 4 ķ tingskipanini um mentan og menning

Framlųga
Ašaloršaskifti

Įr 2001, 5. mars, legši Óli Holm, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Frįgreišing
til
ašaloršaskiftis 

um

Mentan og menning 

Viš įlitinum Mentan og menning verša lųgd fram uppskot og hugskot viš tķ ķ hyggju at menna teir partar av fųroyskari mentan, iš snśgva seg um skapandi og śtinnandi list. Stašfestast kann, at fųroysk mentan er sterk og fjųlbroytt – at vit eiga nógv og gįvurķk listafólk, og taš ręšur tķ um at tryggja list og listafólkum góšar karmar og mennandi virkiskor.

Taš almenna hevur stušlaš mentanarligum virksemi tey sķšstu 100 įrini. Lųgtingiš hevur viš lóggįvu og fķggjarlógum stušlaš varšveiting av fųroyskum mentanararvi. Somuleišis hevur tingiš stušlaš mįlstrevi, mįlrųkt og gransking av mentan og sišsųgu. Lųgtingiš hevur harumframt ķ eitt langt tķšarskeiš stušlaš skapandi og śtinnandi list, ķtrótti og ungdómsarbeiši. Men taš almenna hevur ikki ręttiliga havt ein mišvķsan og greišan mentanarpolitikk, har mįl, miš og innihald vóršu sett śt ķ kortiš fyri eitt įvķst tķšarskeiš. Hetta hevur veriš ein vansi hjį teimum, iš fįast viš skapandi og śtinnandi list og mentanarligt virksemi.

Įlitiš Mentan og menning fevnir ikki um alt mentanarųkiš, men snżr seg mest um teir partar av mentanarųkinum, har tųrvurin į einum mišvķsum politikki ķ lųtuni er stųrstur, nevniliga skapandi og śtinnandi list. Viš hesum įliti fįa vit vónandi sett ferš į eina tilgongd, iš kann menna skapandi og śtinnandi list. Taš veršur neyšugt at fylgja hesum įliti upp viš ętlanum fyri ašrar tżšandi partar av mentanarųkinum. Landsstżrismašurin hevur sett sjųtil į hetta arbeišiš.

Ķ 1996 gav tįverandi landsstżrismašurin śt įlitiš Avmarkašur marknašur, iš į mangan hįtt var eitt slóšbrótandi rit, sum snśši seg um mentan og mentanarpolitikk. Ķ įlitinum var stųšan hjį list og listafólki lżst og greinaš, og mong įhugaverd uppskot til įbųtur vóršu sett fram. Įlitiš snśši seg eisini um stųšuna hjį stovnunum, iš varšveita og rųkja mentanararvin, og vķst varš į tųrv og neyšturviligar broytingar. Óvist av hvųrji orsųk, varš įlitiš ongantķš lagt fyri Lųgtingiš. Men einstakir partar av tilmęlunum ķ įlitinum eru settir ķ verk, mešan ašrir tżšandi tęttir enn liggja į lįni. Įlitiš Avmarkašur marknašur er lagt viš hesum tingmįli til kunningar.

Nógv er frįlišiš, og so mong višurskifti broytt, sķšan Avmarkašur marknašur kom śt, at Mentamįlastżriš hevur įsannaš, at tųrvur er į einum uppfylgjandi įliti. Vit liva ķ eini tķš viš altjóšagerš og stórum broytingum į mongum samfelagsųkjum - ikki minst į mentanarųkinum. Kunningar- og samskiftistųknin hava broytt so at siga allar fortreytir ķ nśtķmans samfelagnum. Ķ hesi broytingartķš hava vitan, fųrleikar og skapanarevni stóran tżdning fyri samleika og menning. Ķ 1999 legši tįverandi landsstżrismašur fram įlitiš Fųroyskur fųrleiki viš ein menningarętlan fyri śtbśgving og gransking.

Endamįliš viš Mentan og menning er at seta mįl og miš fyri fųroyskum mentanar- og listapolitikki ķ einum komandi fimm įra tķšarskeiši. Ķ ųšrum lagi er endamįliš at koma viš uppskotum og hugskotum um, hvussu rųkkast kann teimum mįlum, iš eru sett upp ķ įlitinum, og ķ trišja lagi verša sett fram ķtųkilig uppskot um, hvussu nógv, iš eigur at verša jįttaš til mentanarųkiš ķ ętlanarskeišinun, um Fųroyar skulu nęrkast sama jįttanarstųši, sum hetta ųkiš er į ķ okkara grannalondum.

Viš stųši ķ meginregluni um armslongd veršur mentanarpolitikkurin grundašur į tveir ašalhyrnissteinar, nevniliga ein umskipašan Mentanargrunn Landsins og į uppskot um at skipa listųkiš viš listarįšum.

Ķ įlitinum veršur męlt til, at Mentanargrunnur Landsins veršur flaggskipiš ķ mentanarpolitikkinum. Mentanargrunnurin eigur at verša umskipašur til ein lista-, mentanar- og filmsgrunn. Samsvarandi hesum eigur leišslubygnašur grunsins at verša broyttur. Fortreytin fyri, at Mentanargrunnur Landsins kann rųkka nżggju mįlunum og koma at virka eftir hesi ętlan, er, at jįttanin til grunnin į fķggjarlógini hękkar viš ķ minsta lagi 30% um įriš hetta fram til 2006, tį grunnurin eigur at verša komin upp į umleiš 9 mió. kr.

Viš uppskotinum um listarįš veršur lųgd fram ein menningarętlan fyri listaųkiš. Listarįšini skulu styrkja og menna myndlist, bókmentir, tónlist og leiklist ķ Fųroyum. Męlt veršur til, at skipa listarįšini viš lųgtingslóg um stušul til list og listaligt virksemi. Eisini veršur męlt til, at jįttanin til skapandi og śtinnandi list veršur ųkt. Herumframt veršur męlt til, at partur av jįttan Mentamįlastżrisins veršur fluttur til listarįšini at umsita.

Til tess at hesin mentanarpolitikkur skal kunna eydnast, er neyšugt, at Listafólkasamband Fųroya, LISA, kann virka sum eitt sterkt og vęlskipaš meginfelag hjį teimum mongu listafelųgunum. Męlt veršur tķ til, at LISA kemur į lųgtingsfķggjarlógina soleišis, at LISA viš eini vęlvirkandi skipan og skrivstovu kann rųkja allar meginfelagsuppgįvur og tęnastur.

Stovnaš veršur Mentanarrįš Fųroya at rįšgeva landsstżrismanninum ķ mentamįlum viš yvirskipaša mentanarpolitikkinum. Mentanarrįšiš skal virka fyri góšum samstarvi og samskifti millum stovnar og einstaklingar, iš starvast viš list, fólkamentan og varšveiting av mentanararvinum. Mentanarrįšiš er ętla sum eitt oršaskiftismót, har til ber at skifta orš um mentanarligar spurningar, hugskot og framtķšarętlanir.

Įhugin kring allan heim fyri mentan og list er stórur og hevur veriš vaksandi nś ķ mong įr. Fatanin av tķ tżdningi, mentan og list hava ķ samfelagnum, er ųkt, og įsannaš veršur alt meira, at mentan og list eru tżšandi tilfeingi hjį eini og hvųrji tjóš. Samband er millum mentan, list og menning, og ein av mongu fortreytunum fyri eini tryggari og buršardyggari samfelagsmenning er eitt blómandi mentanarlķv.

Undir arbeišinum viš įlitinum hevur Mentamįlastżriš fingiš góš rįš og góš hugskot frį mongum einstaklingum og felagsskapum. Śtlendskar bókmentir um mentanarpolitikk hava eisini giviš ķblįstur. Tveir hoyringarfundir hava veriš, har umboš fyri LISA, limafelųgini hjį LISA og onnur listafelųg, viškomandi mentanarstovnar, Kommunusamskipan Fųroya, Fųroya Kommunufelag og bókaforlųg hava gjųrt sķnar višmerkingar. Mentamįlastżriš hevur ķ stųrst mųguligan mun lagt upp fyri sjónarmišunum hjį hoyringarpųrtunum.

Neyšugt er viš einum mišvķsum mentanarpolitikki, iš fęr breiša undirtųku į tingi og millum manna. Taš er uppskot til ein slķkan mentanarpolitikk, sum viš įlitinum Mentan og menning veršur lagt fram til ašaloršaskifti. Vónandi fęst viš hesum breiš semja um meginreglurnar ķ mentanarpolitikkinum fyri tķšarskeišiš 2002-2006, so at tey, iš starvast viš mentan og list, kenna karmarnar og kunnu vera trygg viš virkisumstųšurnar. Mentamįlastżriš vónar, at uppskotiš eisini fer at elva til eitt mennandi og positivt oršaskifti ķ samfelagnum um mentan og list.

Taš er viš stųši ķ hesum sjónarmišum, at mentanarpolitiska ętlanin fyri 2002-2006 veršur lųgd fyri Lųgtingiš.

Į tingfundi 12. mars 2002 var ašaloršaskifti um frįgreišingina. Mįliš avgreitt.