Rentutryggingarlógin

Nr. 8

Komið til tingið 4. februar 2002

----- Original Message ----- From: Starvsmannafelagið - Gunnleivur Dalsgarð
To: logting@logting.fo
Cc: finans@fms-fl.fo ; advfelag@post.olivant.fo ; jogmoe@post.olivant.fo ; Jógvan Mørkøre ; le@trygging.fo ; andrias.ziska@postverk.fo
Sent: Monday, February 04, 2002 11:00 AM
Subject: Viðv. løgtingsmáli 27/2001

Føroya Løgting/Fíggjarnevndin

Viðv. tingmáli nr. 27/2001, - broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.

Vit eru kunnaði um, at nevnda uppskot er lagt fyri tingið og hevur fingið viðgerðir á løgtingið og í fíggjarnévndini.

Í sáttmála okkara við Fíggjarmálstýrið, er ásett, at goldið verður í eina eftirlønarskipan hjá limunum, sum er góðkend av pørtunum,- í løtuni er talan um 6.5%. Eisini onnur feløg hava líknandi skipanir fyri sínar limir.

Tað undrar okkum tí sera nógv, at slíkt mál ikki er sent okkum til kunningar ella hoyringar, serstakliga tá framgongur, at banki, sparikassi, LÍV og einstakt starvsfólkafelag hevur havt uppskotið til hoyringar, tó við sera stuttum skotbrái.

Vit meta hetta verða eitt mistak, bæði´tá talan er um framløguna av málinum og eisini, tá fíggjarnevndin hevur havt málið til viðgerðar. Vit fara annars at biðja um orsøkirnar til, at vit saman við øðrum fakfeløgum, sum avgjørdur partur í avleiðingum av hesum uppskoti, ikki er spurd ella hava havt høvi til, at siga okkara hugsan um hetta.

Vit vænta at fáa svar frá tykkum um ella hvørjar avleiðingar verða av hesum "gáloysni".

Vinarliga

f.v.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður