Fyrispurningur um fosturtøku

100-1 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, um fosturtøku

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 7. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:


Fyrispurningur

  1. Hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar í sjúkrahúsverkinum hvørt av farnu 5 árunum?
  2. Hvussu er áheitan Løgtingsins frá apríl 1999 um styrkta ráðgeving í sambandi við barnsburð praktisera?
  3. Veit landsstýrismaðurin at siga, um hendan styrkta ráðgevingin hevur havt tilætlaðu avmarkingina - tvs. eina minking í fosturtøkum?
  4. Hvussu stórur %-partur av fosturtøkuumsóknunum vórðu framdar?
  5. Hevur landsstýrið ætlanir, sum kunnu væntast at viðføra eina minking av fosturtøkutíttleikanum og harvið bjargan av mannalívum?

Viðmerkingar:
Í sambandi við viðgerðina á Løgtingi av uppskoti frá undirritaða og trimum øðrum tingmonnum um tiltøk í sambandi við barnsburð (løgtingsmál nr 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í sambandi við barnsburð, afturtikið av uppskotssetarunum 9. apríl 1999), heitti trivnaðarnevndin á landsstýrið um at styrkja tann ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð. Nú góð 2 ár eru liðin síðani hesa áheitan skuldi verið gjørligt at fingið eina frágreiðing frá
landsstýrinum um, hvussu farið er fram, og hvørji úrslit/hvørjar royndir eru av broyttu/styrktu ráðgevingini.

 
Á løgtingsfundi 8. august 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 5. september 2001 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Seinastu fimm árini vórðu hesar fosturtøkur framdar á teimum trimum sjúkrahúsunum.
  Landssjúkrah. Klaksv. sjúkrah. Suður. sjúkrah. Íalt
1996 37 0 0 37
1997 22 0 0 22
1998 38 0 7 45
1999 47 0 1 48
2000 41 0 5 46

     

  1. Landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum noyðist tíverri at staðfesta, at landsstýrið enn ikki hevur viðgjørt spurningin um at koma við einum ítøkiligum uppskoti um at styrkja tann ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð.
  2. Av omanfyri nevndu orsøk ber tað tí ikki til at svara spurninginum, um hendan styrkta ráðgevingin hevur havt tilætlaðu avmarkingina – tvs. eina minking í fosturtøkum.
  3. Skrásetingin í sjúkrahúsverkinum sigur bara frá framdum fosturtøkum, ikki frá umsóknum. Tað ber tí ikki til at siga, hvussu stórur % partur av fosturtøkuumsóknunum vórðu framdar. Sum skipanin er í dag, so letur tað seg ikki gera at fáa hetta upplýst.
  4. Eg ivist onga løtu í, at allir politikarar eru á einum máli um, at vit eiga at gera alt, sum stendur í okkara makt, fyri at minka um títtleikan av fosturtøkum. Hetta ikki bert fyri at bjarga mannalívum men eisini við atliti til onnur fyribrigdi, sum gera seg galdandi, herundir teir sálarligu trupulleikar sum kunnu vera ein fylgja fyri tey, sum koma soleiðis fyri, at tey ikki síggja nakran annan útveg enn at fáa fosturtøku framda.

Hetta sæst eisini aftur í áheitanini frá 1999 á landsstýrið frá eini samdari trivnaðarnevnd, um at koma við ítøkiligum uppskoti um at styrkja tann ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð. Eg má tíverri ásanna, at ítøkiligar ætlanir hesum viðvíkjandi ikki liggja á borðinum hjá landsstýrinum.

 Til samanberingar av fosturtøkutíttleikunum í hinum norðanlondum eru niðanfyri nevndu tøl, sum eru frá Nomesco árbókini "Helsestatestik fra nordiske lande 1999":

Tal á fosturtøkum í norðanlondum

  Tal á fostur tøkum Fosturtøkur pr1000 livandi fødd
Danmark 1999 16.271 245,7
Føroyar 1996-1999 * 152 57,5
Grønland 1991-1995 949 821,4
Finland 1999 10.819 187,9
Áland 1991-1995 61 194,4
Ísland 1999 947 231,0
Noreg 1999 14.251 240,3
Svøríki 1999 30.712 348,3

* Í hesum tíðarskeiði vóru 2.644 børn fødd í Føroyum.

Málið avgreitt.