Fyrispurningur um ítróttarháskúla

100-8 Fyrispurningur til Óla Holm, landsstýrismann, viðvíkjandi ítróttarháskúla og frælsum ítróttarøki í Hoydølum

Orðaskifti

Ár 2001, mikudagin 5. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Tekur landsstýrismaðurin undir við í framtíðini at skipa økið við studentaskúlan í Hoydølum sum ítróttarumsiting, ítróttarháskúla og breytir til frælsan ítrótt?

Viðmerkingar
Nú er ætlanin at flyta studentaskúlan úr Hoydølum og út í skúladepilin úti í Marknagili. Hetta verður ikki fyrsta dagin, men eftir eini skipaðari ætlan, ið fer at taka nøkur ár.

Men tað er neyðugt longu nú at hava eina greiða, skipaða ætlan fyri økið, tá tað gerst tøkt.

Tann skipaði ítrótturin við ítróttarsambandi, sersambondum og útbúgving krevur góðar hølisumstøður. Serliga við altjóða luttøku økjast krøvini. Ítrótturin má hava eina vælvirkandi umsiting. Ítrótturin má kunna hýsa altjóða fundum. Umstøður mugu vera at útbúgva okkara egnu venjarar, ítróttarleiðarar og onnur á nøktandi hátt.

Til hetta krevjast góðar hølisumstøður til ráðstevnur, skeiðvirksemi og umsiting.

Føroysk ítróttarfólk eru von at fara út um landoddarnar á ítróttarskúla. Kunnu føroyingar bjóða slíkan háskúla fram á jøvnum føti við aðrar, fara útlendingar at koma hendavegin. Hetta skapar inntøkur, umstøður at venja og kunnleika til Føroyar.

Frælsi ítrótturin er ein tann ringast viðfarni limurin í føroysku ítróttarfamiljuni. Frælsa ítróttinum tørvar rennibreytir og aðrar vøllir. Slíkar umstøður mugu vera ymsastaðni í landinum, men sjálvsagt eisini í høvuðsstaðarøkinum.

Hesi trý virkisøkini kunnu ikki nøktast í Gundadali, har ítróttarøki er í dag:

Í løgmansrøðuni verður tørvurin á hóskandi umstøðum umrøddur. Millum annað verður sagt um limaskap í altjóða olympisku nevndini, sum Føroyar vónandi fáa:

"Í tí sambandi verða krøvini til ítróttaranlegg og venjingarumstøður hjá eitt nú frælsum ítrótti munandi økt."

Umsóknin um limaskap verður viðgjørd í hesum døgum. Skal áhugin hjá landsstýrismanninum í mentamálum vera annað enn orð, og skal tað eydnast Føroyum at vinna limaskap, mugu hesi viðurskifti vera í lagi ongantíð ov skjótt.

Um landstýrismaðurin í mentamálum tekur undir við hesi ætlan, ber tað til hjá ítróttinum í Føroyum, landsstovnum og kommunum at leggja hesa ætlan í góðari tíð.

Á løgtingsfundi 11. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 16. oktober svaraði Óli Holm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, tekur eitt áhugavert mál upp í sínum fyrispurningi, nevniliga spurningin um ein ítróttarháskúla í Føroyum. Tað er als eingin ivi um, at tørvur er á ítróttarháskúla og ein kann í grundini undrast á, at slíkur skúli ikki longu er komin.

Í Mentamálastýrinum hevur spurningurin um, hvat bygningarnir hjá Føroya Studentaskúla- og HF-skeiði skulu nýtast til, tá skúlin einaferð er fluttur til skúladepilin í Marknagili, verið umrøddur í fyrisitingini, men einki tilmæli fyriliggur um hetta mál enn. Sostatt hevur spurningurin um framtíðar nýtsluna av økinum heldur ikki fingið politiska viðgerð enn.

Eg skal geva spyrjaranum rætt í, at tað hevði verið skilagott at fingið avklárað í góðari tíð, hvat ið skal henda við bygningunum og økinum í Hoydølum, tá studentaskúlin ikki longur er har. Men hinvegin haldi eg, at tað er eins skilagott at kanna henda spurning væl og virðiliga, og hetta hava vit sum kunnugt rættiliga góða tíð til. Talan er um sera náttúruvakurt øki, ið ivaleyst kann nýtast til ymisk endamál, um útbygt verður við fyriliti fyri serstaka umhvørvinum í Hoydølum. Hinvegin skerst ikki burt, at bygningarnir kundu verið í betri standi og krevja teir ivaleyst munandi ábøtur undir øllum umstøðum, og er tað tá sjálvsagt gott at vita, hvat bygningarnir skulu nýtast til, áðrenn farið verður undir umfatandi umvælingar.

Heðin Mortensen kemur inn á umstøðurnar í Gundadali og hann nevnir, at umstøðurnar eru ikki nøktandi á trimum økjum nevniliga hjá tí skipaða ítróttinum, til ítróttaháskúla og skeiðvirksemi og til frælsan ítrótt. Eg má lutvíst geva spyrjaranum rætt í hesum, og hetta er sjálvandi spell, eftir at stórar upphæddir eru nýttar og framvegis fara at vera nýttar til stadionøkið í Gundadali.

Sum nevnt í byrjanini er talan um ein týdningarmiklan og áhugaverdan spurning, men eg haldi, at tað er í so tíðliga at gera av, hvat økið í Hoydølum skal brúkast til, tá studentaskúlin einaferð er fluttur frá økinum. Men samstundis skal eg viðurkenna, at tað er ikki ov tíðliga at at byrja at umhugsa, hvat hetta økið og bygningarnir eiga at verða nýttir til, tá hesi einaferð í framtíðini fara verða tøk til onnur endamál.

Henda spurning fara vit nú av álvara undir at viðgera í Mentamálastýrinum og fara vit tá sjálvsagt at taka upp samband við teir stovnar, hvørs virksemi kunnu hugsast at hóska til øki og bygningar í Hoydølum. Tað skal vera mín vón, at vit í sátt og semju finna fram til tað virksemi, sum í framtíðini fer at fáa sum mest gagn av at vera lagt í Hoydølum.

Málið avgreitt