Fyrispurningur um rentur til landskassan

100-10 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi rentu av falnari skuld til landskassan og mótvegis landskassanum

Orðaskifti

Ár 2001, mikudagin 5. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Heldur landsstýrismaðurin hesa ódámligu framferð millum landskassans fyritøkur á aðrari síðuni og privatar fyritøkur og privatpersónar á hinari vera haldbara og rættvísa?
  2. Um landsstýrismaðurin metir hesa framferð at vera á rættari leið, fari eg vinarligast at biðja hann um at útgreina rættleikan?
  3. Um landsstýrimaðurin metir, at hetta átti at verið øðrvísi, hvat fer hann so at gera fyri at broyta hesa løgnu og ódámligu framferð?

Viðmerkingar:
Ídag eins og seinastu mongu árini hevur landskassin tikið sær rentu av skuld, sum viðskiftafólk ikki hava goldið rættstundis, tað veri seg fyri skatt, toll, innflutningsgjøld v.m.

Hetta hevur eisini verið vanlig siðvenja hjá fyritøkum, og privatum arbeiðstakarum eitt nú innan handil, tænastur, byggivirksemi, ídnað o.ø at tilskriva rentu av faldnari skuld.

Føroyskar fyritøkur eru - eins og í londunum kring okkum - noyddar at gjalda rentu av ov seint goldnari skuld til fyritøkur bæði innan- og uttanlendis, sum hesar hava viðskifti við.

Av og á hevur verið løgfrøðiliga havt á lofti, hvussu høg ein tílík renta eigur at vera, og um heimildir til at krevja eina tílíka rentu.

Tað stutta og tað langa í hesum er, at hevur ein føroysk fyritøka ella privatpersónur skuld til landskassan, sum fevnir um skatt, toll, innflutningsgjøld v.m., og ikki rindar hesa skuld rættstundis, verður renta kravd saman við ómaksgjøldum, og viðskiftafólk landskassans sleppa ikki undan hesum kostnaði, hóast hetta kanska bert kann snúgva seg um gjald fyri nakrar fáar dagar ov seint.

Fyritøkur og privatpersónar hava hinvegin eisini viðskifti við landskassan, t.d. fyri arbeiði, tænastur, sølu til almennar fyritøkur og senda sjálvandi rokningar fyri tað.

Tað hendir tíðum, at hesar rokningar ikki verða goldnar fyrrenn 1, 2 og 3 mánaðir og enntá seinni, eftir at skuldin er fallin til gjaldingar.

Fyritøkur og privatpersónar hava í teirra roknskaparskipan eina rentutilskriving eftir gjaldkomudag og tilskriva rentur til landsins almennu fyritøkur eins og til aðrar kundar, tá goldið verður ov seint.

Tá peningurin langt um líður kemur frá gjaldstovuni, er hetta nettoupphæddin uttan tilskrivaðar rentur.

Spyr fyritøkan ella privatpersónurin, hvussu tað ber til, at peningurin verður goldin uttan tilskrivaðu rentuna, er svarið, at "landskassans fyritøkur gjalda ikki rentur fyri falna skuld".

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á løgtingsfundi 11. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 18. oktober 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Spurningur 1.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður umrøtt:

"Fyritøkur og privatpersónar hava hinvegin eisini viðurskifti við landskassan t.d. fyri arbeiði, tænastur, sølu til almennar fyritøkur og senda sjálvandi rokningar fyri tað. Tað hendur tíðum, at hesar rokningar ikki verða goldnar fyrrenn 1, 2 og 3 mánaðir og enntá seinni eftir, at skuldin er fallin til gjaldingar. Fyritøkur og privatpersónar hava í teirra roknskaparskipan eina rentutilskriving eftir gjaldkomudag og tilsrkva rentur til landsins almennu fyritøkur og til aðrar kundar, tá goldið verður. Tá peningurin langt um líður kemur frá gjaldstovuni, er hetta nettoupphæddin uttan tilskrivaðar rentur. Spyr fyritøkan ella privatpersónurin, hvussu tað ber ti, at peningurin verður goldin uttan tilskrivaðu rentuna er svarið, at "landskassans fyritøkur ikki gjalda rentur fyri falna skuld"."

Landsstýrismaðurin verður í sjálvum fyrispurninginum spurdur, um hann heldur hesa ódámligu framferð millum landskassans fyritøkur á aðrari síðuni og privatar fyritøkur og privatpersónar á hinari vera haldbara og rættvísa?

Tað fara nógvar hundrað útgjaldingar um landskassan um dagin, so sjálvandi hendir tað, at goldið verður eftir gjaldsfreistina. Tað er sjálvandi ikki nakar almennur politikkur, at almennir stovnar ikki skulu rinda rentu sambært rentulógini, um stovnurin er orsøk til, at tað ikki verður goldið til tíðina.

Tann størri parturin av útgjaldingum verður skrásettur úti á stovnunum. Tann minni parturin verður skrásettur á gjaldstovuni; í løtuni liggja skjølini í miðal 5 arbeiðsdagar frá tí gjaldstovan hevur tey í hendi, til tey verða útgoldin. Tað er heldur ikki óvanligt, at landskassin rindar væl frammanundan seinasta gjaldsdag.

Spurningurin um, hvat er formligt rætt er ásett í L. nr. 638 af 21.12.1977 om renter ved forsinket betaling m.v., som sat i kraft ved A. nr. 588 af 04.11.1982 og ændret ved A. nr. 107 af 27.12.1996", sum ásetur reglur um rentur v.m., tá goldið verður ov seint.

Høvuðsreglan í lógini er, at hon er galdandi fyri krøv um gjald av peningi "på formuerettens område". Tá metast skal um, hvørt eitt krav er fevnt av lógini, verða tey rættarøki, sum ikki hava við fíggjarlig ella handilslig krøv at gera, skild frá. Er talan um onnur krøv enn tey, sum eru fevnd av lógini, heimilar rentulógin í útgangsstøðinum ikki rentur.

Sum dømi um krøv, sum ikki eru fevnd av lógini, kunnu nevnast krøv um skattir og avgjøld, almannaveitingar og ognartøka.

Virksemið hjá tí almenna, sum verður framt á økjum, har tað eisini verður rikin privat vinna, kemur undir rentulógina. Avtalur millum almennar myndugleikar og privatpersónar, eins og avtalur millum almennar myndugleikar og privatar fyritøkur, koma undir rentulógina, um talan er um vanligar handilsligar avtalur, eitt nú avtalur um keyp og leigu.

Ásetingarnar í rentulógini eru bert galdandi, um annað ikki er avtalað partanna millum. Rentulógin er heldur ikki galdandi, um annað fylgir av handilssiðvenju ella aðrari siðvenju, ella um annað er ásett sambært lóg ella við heimild í lóg.

Rentulógin ásetir, at renta skal gjaldast frá gjaldkomudegi, um hesin er ásettur frammanundan. Gjaldkomudagurin kann m.a. verða ásettur við avtalu partanna millum. Gjaldkomudagurin kann tó eisini fylgja av siðvenju á einum ávísum øki.

Gjaldkomudagurin er vanliga tann dagurin, tá kravánarin kann krevja, at goldið verður. Gjaldkomudagurin má metast at vera ásettur frammanundan, um hann er ásettur til ein ávísan dag ella til eitt ávíst tíðarskeið eftir eina ávísa hending, t.d. 20 dagar eftir, at kravánarin hevur sett fram krav um gjald.

Er í einum keypi avtalað, nær tað selda skal latast keyparanum, verður vanliga mett, at avtala eisini er gjørd um gjaldkomudagin. Orsøkin til hetta er, at høvuðsreglan sambært keypilógini er, at veitingarnar frá seljara og keypara skulu latast samstundis.

Skuldarin skal rinda rentu frá gjaldkomudegnum, um tað sambært avtalu ella sambært vanligum reglum má vera skuldaranum greitt, nær gjaldast skal. Er eitt nú ásett í rokningini ella fakturanum, at vøran skal gjaldast "við levering", "eftir leypandi mánað plus 30 dagar" ella líknandi, skal renta rindast frá tí degi, sum er ásettur í rokningini ella fakturanum. Í hesum sambandi er tað týdningarmikið, at gjaldstreytirnar í rokningini ella fakturanum frá seljaranum eru neyvt orðaðar.

Ein skuldari verður hinvegin ikki vanliga bundin at rinda eina rentu, sum er hægri enn rentulegan sambært rentulógini, um skuldarin ikki mótmælir einari rentu, sum er ásett í einum skjali, sum kravánarin einsæris hevur gjørt ella sendir eftir, at avtala varð gjørd partanna millum. Talan kann eitt nú vera um ein faktura ella eitt kontoavrit. Eisini kann tað hugsast, at ein seljari eftir, at avtala er gjørd, sendir keyparanum avrit av vanligu handilstreytunum hjá seljaranum.

Verður hinvegin komið til, at gjaldkomudagurin ikki er ásettur frammanundan, skal renta sambært rentulógini gjaldast, tá ein mánaður er farin frá tí degi, tá kravánarin hevur sent ella sett fram krav um gjald. Tað er ein treyt, at kravánarin í uppkravi sínum hevur víst á, at renta verður kravd, um ikki goldið verður. Slíkt uppkrav verður vanliga sent sum rokning ella faktura.

Í uppkravinum skal sum nevnt vera boðað frá, at renta skal gjaldast. Hinvegin er tað ikki neyðugt, at upphæddin, sum skal gjaldast, er nevnd í uppkravinum. Tað er heldur ikki neyðugt, at rentulegan ella dagurin, tá rentan byrjar at renna, eru ásett í uppkravinum. Tað er nóg mikið, at kravánarin hevur nevnt, at hann fer at rokna sær rentu.

Renta skal tó ikki gjaldast fyrr enn í fyrsta lagi ein mánaða eftir dagin, tá skuldarin var førur fyri at savna saman upplýsingar, sum mugu metast neyðugar fyri, at hann skal kunna meta um, hvørt kravið og støddin á kravinum vóru í lagi.

Rentan, sum skal gjaldast eftir gjaldkomudagin, er tann til hvørja tíð ásetta diskonto plus 6%.

Um kravánarin á øðrum grundarlagi kann krevja eina hægri rentu varðveitir hann hendan rætt. Hetta merkir, at um kravánarin hevur krav um eina rentu, ið er hægri enn diskonto plus 6 %, áðrenn skuldarin er komin í mishald, kann kravánarin eisini krevja hesa rentu eftir tann dag, tá skuldarin kom í mishald. Slíkt grundarlag kann eitt nú vera, at kravánarin í samráðingum partanna millum hevur boðað frá, at hann tekur hægri rentu enn rentuna sambært rentulógini. Hevur skuldarin ikki mótmælt hesum kann skuldarin tá verða bundin at rinda ta rentu, sum kravánarin krevur.

Spurningur 2.

Spurningur 3.

Landsstýrismaðurin fer í rundskrivi at minna almennar stovnar á at halda ásetingarnar í rentulógini, og eisini at halda gjaldfreistir. Tað er eingin orsøk til, at almennir stovnar draga gjaldsdagin út og sostatt rinda høga rentu, tá ið landskassin frammanundan hevur ríkiligt gjaldføri!

Hetta setir tó krøv til mannagongdirnar í ymsu almennu stovnunum. Eitt nú verður tað helst neyðugt, at bókhaldini, tað veri seg úti á stovnununum ella á gjaldstovuni, fáa neyðugu skjølini ikki seinni enn 5 arbeiðsdagar fyri gjaldkomudag. Hetta fer at seta krøv til, at rokningar verða góðkendar uttan drál á sjálvum stovninum, og at stovnarnir hava neyðugt eftirlit við, hvørjar innkomnar rokningar eru óavgreiddar. Er stovnurin orsøk til, at goldið ikki verður til tíðina, so skal hann rinda rentu frá gjaldkomudegi.

Landsstýrismaðurin fer eisini í rundskrivinum at áleggja stovnum at avtala gjaldstreytirnar frammanundan, um talan er um størri upphæddir. Á hendan hátt slepst undan iva partanna millum um, hvørjar treytir viðvíkljandi gjaldkomudegi, rentu o.ø. eru galdandi. Samstundis má tað verða eitt krav, at gjaldfreistin er so mikið rúmlig, at almennu stovnarnir hava møguleika fyri at fylgja góðkenningar- ávísingar-, skrásetingar- og útgjaldsmannagongdum.

Mælt fer eisini at verða til, at størru stovnarnir fáa slíkar avtalur í lag, sum hóska til teirra mannagongdir. Í slíkum avtalum skulu stovnarnir ikki góðkenna eina árliga rentu, sum er hægri enn hon, sum er ásett sambært § 5 í rentulógini, t. e. diskontan + 6%.

Hinvegin, so er útgangsstøðið sjálvsagt, at almennir stovnar skulu rinda til tíðina!

Málið avgreitt.