Fyrispurningur um 120-daga uppsagnarfreist

100-12 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi løgtingssamtyktini um 120-daga uppsagnarfreist

Orðaskifti (Upptøkan riggaði ikki)

Ár 2001, mikudagin 5. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Nær ætlar landsstýrismaðurin at fremja løgtingssamtyktina frá 24. januar 2001 um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orskað av sjúku? 

Viðmerkingar:
Tann 24. januar 2001 samtykti Løgtingið einmælt soljóðandi uppskot hjá Javnaðarflokkinum: "Heitt verður á landstýrið um í hesi tingsetuni at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku" (sí løgtingsmál nr. 20/ 2000).

Hetta snýr seg um at seta úr gildið ta sonevndu 120-daga regluna, sum er § 5, stk. 2 í starvsfólkalógini, og sum serstakliga verður brúkt av almennu arbeiðsgevarunum. 120-daga reglan gongur út uppá, at hevur eitt starvsfólk í eitt 12-mánaða skeið verið sjúkrameldað meir enn 120 dagar, kann tað sigast úr starvi bert við einum mánaða freist, hóast starvsfólkið frammanundan hevur eina uppsagnarfreist í upp til 6 mánaðir.

Uppskotið gongur út uppá at seta hesa 120-daga regluna úr gildi og í staðin seta eina nýggja § 5, stk. 2, sum áleggur arbeiðsgevara ella starvstaði og Almannastovu at skipa so fyri, at sleppast kann undan uppsøgn í sambandi við sjúku.

Henda nýggja § 5, stk. 2 er tí at skilja sum ein nýggj grein um sosiala ábyrgd á arbeiðsplássinum, og verður lagt upp til, at almennu arbeiðsgevararnir ganga á odda við at skipa sjúkraráð á almennu arbeiðsplássunum. Sjúkraráðið kann samskipast við verandi álitisfólkaskipan og hevur til uppgávu longu tíðliga í eini sjúkrafráveru at taka stig til, at fólk, heldur enn at verða uppsøgd, í mest møguligan mun kunnu varðveita tilknýtið til arbeiðsplássið undir tillagaðum umstøðum.

Fólk, ið gerast sjúk ella skadd og harvið missa ein part av teirra vinnuførleika, eiga ikki at verða uppsøgd, men í staðin at fáa møguleika at varðveita tilknýtið til arbeiðsplássið. Tað er ógvuliga álvarsamt at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, ikki minst tá ein av sjúku fær skerdan vinnuførleika. Arbeiðið hevur ómetaliga stóran týdning fyri tilveruna hjá hvørjum einstakum, fyrst og fremst sum hátturin til at vinna pening til lívsins uppihald, men eisini er arbeiðið - tilknýtið til eitt arbeiðspláss - av størsta týdningi fyri trivnaðin og sosialu tilveruna hjá fólki.

Nú vit eru farin undir nýggja tingsetu – ta seinastu í hesum valskeiði – er enn einki uppskot komið frá landsstýrismanninum til at fremja hesa løgtingssamtyktina frá 24. januar 2001. Og tað sæst heldur einki til, at tað fer at koma í hesi tingsetu, tí tað finst ikki á lógarlistanum, sum varð kunngjørdur á ólavsøku, yvir lógaruppskot, sum landsstýrið ætlar at leggja fram í hesi tingsetu.

Hetta má vera eitt forgloymilsi hjá landsstýrismanninum, tí eg kann ikki hugsa mær, at hann ætlar at seta tingsins vilja til viks við ikki at koma við hesum lógaruppskotinum, sum Løgtingið einmælt hevur álagt honum. Tað má ikki drálast við hesum, tí val kann nú verða útskrivað hvørja løtu, og ivingarsamt kann vera, hvussu bundið eitt nýtt landsstýri, sum verður skipað eftir valið, verður av samtyktum hjá einum undanfarnum Løgtingi.

Lógaruppskotið eigur tí at verða lagt fram sum skjótast, og spurt verður, nær tað fer at verða?

Á løgtingsfundi 11. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 23. oktober 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 

Svar: 

 

Sum nevnt er í viðmerkingunum til fyrispurningin, so er málið ikki á lógarlistanum, sum løgmaður kunngjørdi á ólavsøku. Hetta merkir tó ikki, at einki verður gjørt. Ein samd vinnunevnd hevði m.a. hesar viðmerkingar til málið:

"Nevndin er samd um, at verandi skipan kann hava sera óhepnar avleiðingar fyri einstøk starvsfólk, alt eftir hvussu hon verður umsitin. Hinvegin hevur verið víst á, at verður 120-daga reglan tikin av, so kann hetta hava við sær sera stórar trupulleikar fyri tey minstu arbeiðsplássini, og um heilt illa vil til, kann tað hava við sær, at smáir handilsmenn og aðrar fyritøkur, ið serliga eru at finna úti á smáplássunum, noyðast at gevast".

Og Vinnunevndin heldur fram:.

"Nevndin leggur tó dent á, at nógvir aðrir møguleikar eiga at verða kannaðir enn teir, ið viðmerkingarnar til uppskotið leggja upp til, og at trygd má fáast fyri, at ein loysn ikki kemur at hava við sær órímiligar ella ótilætlaðar fylgjur fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Helst er eisini rættast, at løgtingslógin um starvsmenn, ið er frá 1958, verður tikin upp til endurskoðan í síni heild".

Eg ásanni, at starvsmannalógin treingir til endurskoðan. Men m.a. vísandi til viðmerkingarnar hjá vinnunevndini er greitt, at hetta er eitt stórt mál.

Eftir § 5, stk. 1 í starvsmannalógini er sjúka at meta sum lógligt forfall. Í § 5, stk. 2 í starvsmannalógini er ein serregla, sum heimilar at siga upp við stuttari freist í førum, tá starvsfólk í longri tíð ella oftani eru frá arbeiði orsakað av sjúku. Ásetingin í § 5, stk. 2 er soljóðandi:

"Stk. 2. Tó kann vera fyrisett í skrivligum sáttmála í einstøkum tænastuviðurskiftum, at starvsmaður kann sigast upp við 1 mánaða freist til uppathald, tá ein mánaður er úti, tá ið starvsmaður innan fyri eitt tíðarskeið av 12 fylgjandi mánaðum hevur tikið ímóti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Gildi uppsøgninnar er treytað av, at hon verður givin beint aftaná teir 120 sjúkradagarnar, og meðan starvsmaður framvegis er sjúkur, harafturímóti skerjist gildi ikki av, at starvsmaður er komin aftur í starvið, eftir at uppsøgnin er givin".

Sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísti á í sinum viðmerkingum, tá hetta mál var til viðgerðar í Løgtinginum, so ásetir § 5, stk. 2 í starvsmannalógini ikki, hvørt ein arbeiðsgevari kann ella ikki kann uppsiga í sambandi við sjúku. Tað kann ein arbeiðsgevari, eisini áðrenn ein røkkur 120 dagar. Tað, reglan ásetir, er, at tá 120 dagar eru náddir, er uppsagnartíðin stytt til leypandi + ein mánað. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísti á, at reglan ger, at arbeiðsgevarin kann loyva sær at bíða nakað við at uppsiga løntakara í sambandi við sjúku, tí 120-daga reglan ger, at hann í mesta lagi nýtist at rinda knappar 6 mánaða sjúkraløn. Uttan 120-daga regluna vil arbeiðsgevarin helst velja at uppsiga nógv fyrr, og avtøka av regluni kann lætt hava øvugta ávirkan enn ætlað.

Hinvegin kann ásetingin virka órímilig í førum, tá starvsfólk, sum hava verið í starvi í longri tíð, gerast sjúk í longri tíð. Ásetingin í § 5, stk. 2 hevur verið í starvsmannalógini síðani lógin kom í gildi í 1958. Løgtingslógin um starvsmenn hevur donsku lógina "om retsforholdet mellem arbejdsgivere og funktionærer", eisini nevnd "funktionærloven", sum fyrimynd. Har hevur verið umhugsað at binda uppsagnarfreistina við sjúku at starvstíðini og at áseta, at sjúkradagar orsakað av arbeiðsskaða ikki skulu teljast við. Hetta eru spurningar, sum eisini hjá okkum verða umhugsaðir, eins og aðrir spurningar eiga at verða tiknir upp, nú lógin hevur góð 40 ár á baki.

At málið ikki er á lóglistanum er eingin forðan fyri, at tað verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, men eg havi valt ikki at taka málið við á listan, tí hetta er eitt stórt mál, og roknast má tí við, at uppskotið neyvan verður greitt at leggja fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Málið avgreitt.