Fyrispurningur um fyribyrging móti ferðsluvanlukkum

100-13 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi fyribyrging móti ferðsluvanlukkum

Orðaskifti (Upptøkan riggaði bert partvís)

Ár 2001, mikudagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

"Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka til tess at minka um vandan fyri ferðsluvanlukkum?"

Viðmerkingar:
Hvørja ferð ferðsluvanlukkur henda, og lív farast, verður róð uppundir, at ítøkilig politisk stig mugu takast at tálma vanlukkunum. Men sum tíðin líður, fara slík mál í gloymibókina, til vit øll aftur vakna, tí enn ein vanlukka hevur kravt mannalív. Nógv talar fyri, at hesar deyðsvanlukkurnar áttu at verið farin tíð, hava vit í huga, at bilarnir gerast alsamt tryggari, føroyska bilparkin støðugt nýggjari, Bileftirlitið ger arbeiði sítt betur enn nakrantíð, og ráð um ferðslutrygd eru fleiri nú enn áður. Reglur um nýtslu av trygdarbelti, um børn í bilstóli o.s.fr. hava broytt bilmentanina, so vit øll skuldu kent okkum tryggari. Harafturat verða vegirnir alla tíðina betraðir, og allastaðni er atlitið til trygdina í hásæti.

Men framvegis doyggja ung menniskjur av ferðsluávum, meiningsloysið heldur fram.

Niðanfyri endurgivna brotið er úr ársfrágreiðingini hjá leiðararanum fyri Ráðnum fyri ferðslutrygd, har hann m.a. staðfestir:"

"Á ferðuslutrygdarpolitiska økinum ganga vit í blindum; vit hava onki endamál sett okkum, vit hava onga stevnu, onki sum helst stavnhald, vit trilva okkum fram uttan mál og mið, og okkara einasta leiðarstjørna er ein gomul, pjøssað ferðslulóg. Ein slík støða er bæði óvirðilig og ábyrgdarleys, tí hvussu kann nakar her á landi gera eitt fullgott arbeiði í ferðslutrygdarhøpi uttan at vita, hvør tann politiski arbeiðssetningurin er, hvørjum endamáli miðað verður eftir at náa, og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar til tess at náa endamálinum? Tað er ómøguligt."

Er tíðin ikki komin, at okkurt munagott verður gjørt frá politiskari síðu, so møguleikin fyri at koyra skilaleyst snøgt sagt verður tikin burtur?

Miðflokkurin vil fegin vera við í miðvísum ætlanum at koma hesum trupulleika til lívs. Tí hesin fyrispurningur til landsstýrismannin á økinum um, hvørji stig hann hevur í hyggju at taka fyri at bøta um viðurskiftini.

Á løgtingsfundi 21. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 24. oktober 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Gongdin á ferðslutrygdarøkinum hevur seinastu 10-15 árini sum heild verið positiv, tó at enn er langt á mál. Talið á ferðsluvanlukkum í mun til, hvussu nógv ferðsla er á vegunum, er tíbetur minkað so líðandi. Sum dømi kann nevnast, at talið á skaddum og deyðum persónum í 1999 var uml. 2/3 av talinum á skaddum og deyðum síðst í 1980’unum, við lutfalsligari somu ferðslu sum tá. Hóast hagtølini vísa sjónliga minking, so er eingin orsøk at halda, at støðan er nøktandi. Tvørturímóti eigur dentur at vera lagdur á alsamt at betra um ferðslutryggleikan.

Minkingin í talinum á skaddum og deyðum persónum er óivað ítøkiligt úrslit av miðvísum arbeiði hesi árini, ikki minst hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Landsstýrismaðurin er tí ikki samdur í, at arbeitt verður í blindum uttan mál og mið. Stavnhaldið er greitt: Framhaldandi at minka um ferðsluvanlukkurnar gjøgnum upplýsing, ábøtur á veganetið og dagføring av ferðslureglunum.

Hóast gongdin sum heild hevur verið positiv seinnu árini, er tað tó tíverri samstundis ein sannroynd, at fleiri ferðsluóhapp samstundis hava verið, har serliga ungfólk eru vorðin álvarsliga skadd ella hava latið lív. Spurningurin um, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at minka um vandan fyri ferðsluvanlukkum er tí sera viðkomandi.

Umframt tað áhaldandi arbeiðið, ið verður gjørt fyri at bøta um landsveganetið og at eftirkanna, at akførini lúka ásett krøv, kann landsstýrismaðurin vísa á hesi serligu tiltøk:

Málið avgreitt