Fyrispurningur um lurtaragjald og framtíðar loftmiðlapolitikk

100-14 Fyrispurningur til Óla Holm, landsstýrismann, viðvíkjandi lurtaragjaldi og framtíðar loftmiðlapolitikki

Orðaskifti (Upptøkan riggaði ikki)

Ár 2001, mikudagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um hugskotið at lata øðrum enn teimum almennu kringvarpsstøðunum, t.d. Rás 2, sum má sigast at lúka krøvini til eina public-service støð, part av lurtaragjaldinum?
  2. Er ella verður soleiðis, sum landsstýrismaðurin í mentamálum í február mánaði boðaði frá, fjølmiðlanevnd við sakkønum fólki sett at umhugsa og viðgera framtíðar loftmiðlapolitikkin í Føroyum?

Viðmerkingar:

Í február mánaði í ár legði landsstýrismaðurin í mentamálum fram uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarp, sum undir 2. viðgerð varð afturtikið.

Í løgmansrøðuni á ólavsøku 2001 verður boðað frá, at nýtt uppskot til broytingar í kringvarpslógini verður smíðað, har hædd verður tikin fyri teimum ivaspurningum, ið komu fram undir seinastu viðgerð. Sagt verður eisini, at ætlanin er framvegis at hava tveir almennar public-service stovnar, sum í mestan mun skulu liva sítt egna lív, leysir av politiskum og fíggjarligum bondum.

Í teimum almennu viðmerkingunum til uppskotið, sum varð lagt fram í február mánaði, gjørdi landsstýrismaðurin vart við, at tær broytingar, sum vórðu skotnar upp tá, ikki fóru at loysa allar teir spurningar, ið eru reistir í sambandi við kringvarp í Føroyum. Hesar broytingar vórðu bert mettar at loysa nakrar av teimum mest átrokandi spurningunum – serstakliga í sambandi við SvF.

Í viðmerkingunum varð síðani tikið soleiðis til: "Umframt hesar spurningar er tann stóri spurningurin, hvør loftmiðlapolitikkur, ið rekast skal frameftir. Hugsað verður um nýggjar tøkniligar møguleikar, stórar tøkniligar broytingar og avbjóðingar, ið eru á veg, eins væl og hugsað verður um uppgávur, innihald og form hjá einum framtíðar public service kringvarpi í Føroyum. Eisini støðan í framtíðini hjá teimum privatu loftmiðlunum eigur at verða umhugsað. Tað er ætlan landsstýrismansins sum skjótast at seta eina fjølmiðlanevnd við sakkønum fólki at umhugsa allar hesar spurningar soleiðis, at Løgtingið í seinasta lagi á vári 2002 fær høvi at taka støðu til framtíðar loftmiðlapolitikkin í Føroyum."

Undirstrikingin omanfyri er gjørd av undirritaða, tí endamálið við hesum fyrispurninginum er umframt at fregnast eftir, um omanfyri nevnda fjølmiðlanevnd av sakkønum fólki er sett, at spyrja landsstýrismannin, um vit í Føroyum ikki eiga at umhugsa at lata øðrum kringvørpum, sum lúka øll krøv til public-service stovnar, part av lurtaragjaldinum – soleiðis sum gjørt verður t.d. í Danmark.

Løgtingslógin um kringvarp, sum kom í gildi 20. február 1998, heimilar almennu loftmiðlunum, t.d. Útvarpi Føroya, umframt møguleikan at fáa játtan á fíggjarlógini, at fíggja sítt virksemi við lurtaragjaldi, lýsingum, inntøkum frá eydnuspølum, ískoytisveitingum (sponsorering), umframt at leggja inntøkugevandi tiltøk í sjálvstøðug feløg. Aftrat øllum hesum er ætlanin at loyva teimum almennu fjølmiðlunum at hava rakstrarlán í føroyskum peningastovni við almennum veðhaldi.

Útvarpi Føroya er sostatt heimilað – umframt við lurtaragjaldi, játtan á fíggjarlógini og ætlandi eisini við rakstrarláni við almennum veðhaldi – at fara beinleiðis út á lýsingarmarknaðin í kapping við dagbløðini og Rás 2.

Sum skilst er høvuðsendamálið við øllum hesum at styrkja um tað føroyska málið og føroysku programmflatuna, soleiðis at miðlarnir gerast betur førir fyri at gera dygdargóðar føroyskar sendingar. Í hesum sambandi er vert at nevna, at krøvini í galdandi kringvarpslóg til aðrar kringvarpsstøðir eru, at tey einans skulu senda føroyskt tilfar.

Í Danmark er tað soleiðis, at Fólkatingið í 1986 samtykti at geva loyvi til sokallaðar "public-service" støðir. Tað merkir, at støðirnar skulu vera óheftar av fíggjarligum og politiskum seráhugamálum. Úrslitið varð TV2 og allar tær rásirnar, sum eru komnar síðani. Kravið frá politiskari síðu var mentanarligt fjølbroytni, upplýsing, fullkomið talufrælsi og atgongd hjá borgarunum.

Krøvini hjá "Medieudvalget" í Danmark til eina public-service-støð vóru og eru framvegis hesi:

  1. Uafhængighed i programvirksomheden af økonomiske og politiske særinteresser.
  2. Alsidighed, kvalitet og mangfoldighed i programudbuddet.
  3. Relevans, pålidelighed og upartiskhed i nyhedsformidlingen.
  4. Sikre befolkningen adgang til væsentlig samfundsinformation og debat.
  5. Sikre befolkningen adgang til national kultur og kunst.
  6. Programmerne bør kunne modtages af hele befolkningen, som bør sikres de teknisk bedst egnede og billigste modtagerforhold.

Hyggja vit at útvarpsstøðunum í Føroyum, so má sigast, at umframt Útvarp Føroya, so lýkur Rás 2 í dag hesar treytirnar. Skráleggingin er óheft av fíggjarligum og politiskum seráhugamálum, kravið um margfaldni ella fjølbroytni er uppfylt, bæði á programmsíðuni og innan tíðindasendingarnar, vanligi borgarin fær viðkomandi upplýsing og hevur atgongd til debat, og mentanarligu tilboðini eru fjølbroytt.

Aftrat hesum hevur Rás 2 nú at kalla sama "dekningsgrad" sum Útvarp Føroya á FM-bandinum, og hoyrilíkindi eru góð. Seinasta treytin, at tað skal gerast "bíligt", er eisini uppfylt, tí borgarin ella tað almenna hava ikki latið eitt oyra til sendinetið hjá Rás 2. Íløgan í samlaða sendinetið hjá Rás 2 er við nýggjastu tøknini samanlagt bert ein lítil brotpartur av tí, sendinetið hjá almenna ÚF kostar í rakstri árliga!

Eftir góðum hálvumøðrum ári er Rás 2 vorðið eitt fólksins útvarp. Ein quick-poll kanning herfyri vísti, at nærum triðingurin av Føroya fólki sigur seg "helst" lurta eftir Rás 2. Henda kanning var bara fyri fólk við atgongd til internetið, men hevði helst verið til størri fyrimunar fyri Rás 2, um vanliga arbeiðsfólkið fekk sama spurning, tí sendingar, har lurtarin hevur høvi at gera vart við seg, benda á, at tann stóri lurtaraskarin hjá Rás 2 er millum vanlig arbeiðsfólk, sum kanska ikki eru so nógv á netinum.

Rás 2 røkir fleiri public-service-uppgávur, ið hava stóran týdning. Fýra stuttar, men upplýsandi tíð-indasendingar við kunngerðum eru hvønn yrkadag. Minst tveir tímar hvønn yrkadag eru avsettir til at lýsa mentanarligt virksemi kring landið. Allar kristnar kirkjur og samkomur hava atgongd til senditíð á Rás 2, sum eisini hevur gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði fyri eitt nú Frelsunarherin og Rumeniahjálpina. Eisini hevur Rás 2 regluliga ferðslusending, har Vinnumálastýrið, Bileftirlitið og Ferðslutrygd javnan luttaka. Rás 2 hevur eisini í langa tíð ókeypis tikið sær av praktisku útbúgvingini hjá teimum, sum hava valt "miðlabreytina" í fólkaskúlanum. Aftrat hesum er eitt ótal av ungdóms- og samrøðusendingum við ymsum innihaldi, har eyðkennið altíð er, at tað er vanligi borgarin, ið sleppur framat.

Nú sendinetið er útbygt til at røkka at kalla allar Føroyar, hevur Rás 2 eisini styrkt sína støðu sum mentanarmiðil við at fara út á bygdirnar at ferðast við ymsum sendingum, og sum skilst, er ætlanin at styrkja nógv um henda partin.

Kommunur, áhugafeløg, kristnir felagsskapir, ungdómsfeløg, ítróttarfeløg, dansifeløg, bygdafeløg, kunningarstovur og eitt nú størri stovnar sum Norðurlandahúsið nýta nú eisini í alt størri mun Rás 2 sum kunningarmiðil fyri øll síni tiltøk. Nakað av lýsingum og kunngerðum fylgir við hesum, men í høvuðsheitum ger Rás 2 eitt stórt ókeypis kunningararbeiði fyri breiddina í føroyskari mentan.

Rás 2 hevur á mangan hátt verið slóðbrótandi innan føroyska miðlaheimin. Við nýggjastu og bílig-astu tøknini á marknaðinum var Rás 2 fyrst at senda sokallað cirkulersignal, ein skipan, ið tryggjar móttøkuviðurskiftini betur enn gamla skipanin við liniersignalum. Rás 2 var fyrst við konseptinum at hava permanenta útvarpsstovu aðrastaðni enn í Havn, eitt konsept, sum almenna ÚF yvirtók. Rás 2 var fyrst at leggja útvarpssendingarnar út á Internetið, so føroyingar um allan heim kundu lurta á netinum, og fyri stuttum var Rás 2 á marknaðinum við sokallaðu tp-rds-skipanini, (tp-rds=traffic program/radio data system) ein skipan, sum í kreppustøðu kann bróta vanligar sendingar av og senda ávaringar. Í flestu førum, har Rás 2 hevur verið nýskapandi, hevur ÚF í størri ella minni mun fylgt eftir.

Størsta inntøkukeldan hjá Rás 2 eru lýsingar. Her liggur Rás 2 í harðari kapping við bæði politisku bløðini og almennu ÚF og SvF, serliga torført er hjá Rás 2 at kappast á lýsingarmarknaðinum við ÚF. Næst kemur inntøkan frá kunngerðum og sponsoreringum til ávísar sendingar. Rás 2 hevur ongantíð fingið og fær framvegis hvørki kommunalan ella almennan stuðul.

Samanbera vit við fyrr nevndu krøv hjá "Medieudvalget" í Danmark fyri almennum stuðli, so sæst, at Rás 2 væl og virðiliga uppfyllir allar hesar treytir. Hetta førdi í Danmark m.a. til, at TV2 fekk part av lurtaragjaldinum, sum DR kravdi inn. Ár 2000 fekk TV2 15% av almenna lurtaragjaldinum sum beinleiðis stuðul.

Spurningurin er, um vit ikki áttu at gjørt hetta sama í Føroyum, og tí fari eg at spyrja landsstýrismannin, hvat hann hevði hildið um at givið Rás 2 ein part - t.d. 15% - av útvarpsgjaldinum.

Á løgtingsfundi 21. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 24. oktober 2001 svaraði Óli Holm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Landsstýrismaðurin skal fegin ásanna, at spurningarnir og serstakliga viðmerkingarnar hjá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, fevna um áhugaverdar og principiellar fjølmiðlaspurningar – spurningar, sum tað vónandi verður høvi til at umrøða bæði í hesum viðfangi og seinni í hesi tingsetu.

Spurt verður í fyrsta lagi, hvat landsstýrismaðurin heldur um hugskotið at lata Rás 2 part av lurtaragjaldinum, samstundis sum tað verður ført fram, at Rás 2 er ein public service støð. Eisini verður Rás 2 í viðmerkingunum samanborin við TV 2 í Danmark, ið fær part av hyggjaragjaldinum.

Landsstýrismaðurin skilir tí spurningin soleiðis, at av tí at spyrjarin metir Rás 2 at vera eina public service útvarpsstøð, átti Rás 2 møguliga at fingið part í lurtaragjaldinum.

Áðrenn komið verður gjøllari inn á svar mítt, fari eg at loyva mær stutt at koma eitt sindur inn á public service-hugtakið og royna nærri at lýsa, hvussu eg sum landsstýrismaður í kringvarpsmálum uppfati hetta hugtak. Hetta verður ikki gjørt fyri at seta spurnartekin við tað, sum Jógvan á Lakjuni skrivar um public service hugtakið í sjálvum sær, men fyri at lýsa, hvat eg grundi mína støðu á.

Public service hugtakið kemur sum kunnugt úr Bretlandi og stavar frá umleið 1920. Hetta hugtak hevur verið støðið undir flestøllum almennum kringvarpsvirksemi í Europa, líka síðan hetta hugtak varð knæsett. Soleiðis er tað framvegis. Men samstundis má ásannast, at hugtakið er ikki heilt eintýtt, og framgongur hetta eitt nú av frágreiðing frá Norðurlendska Ráðharraráðnum Public Service i Norden, sum kom út fyrr í ár. Har verður upplýst, at tað finnast um tríati definitiónir av hugtakinum.

Verða norðurlendsku kringvørpini tikin undir einum við atliti at public service hugtakinum, ber til at seta upp nakrar skyldur, ið eru álagdar almennu kringvørpunum við lóggávu. Tað er ymiskt, hvussu public services kyldurnar verða ásettar í norðurlendsku kringvarpslógunum, men verða allar lógirnar samanbornar, so fáa vit hesi felags eyðkenni við atliti at public service skyldum:

Almennum kringvarpi skal fyrst og fremst verða tryggjað stjórnarligt (redaktionelt) frælsi.

Herumframt skulu almennu kringvørpini eitt nú:

  1. Fremja talu- og kunningarfrælsi, fólkaræðilig grundvirði, mannarættindi og manssóma.
  2. Stuðla fólkaræðinum við margfaldum tilboði av tíðindum, sannroyndum, viðmerkingum og orðaskifti um samfelagsmál fyri øll, eisini fyri minnilutar og serstakar bólkar.
  3. Stuðla, skapa og menna landsins mentan, list og undirhald.
  4. Leggja dent á alment upplýsandi sendingar, sendingar um lívsáskoðan og átrúnaðarligar sendingar.
  5. Framleiða og senda dygdargóðar sendingar fyri børn og ung.
  6. Virka til frama fyri góðum málbrúki og virðing fyri móðurmálinum.
  7. Hava sendingar til etniskar minnilutar í landinum
  8. Tryggja landsdekkandi sendingar á høgum tøkniligum støði.
  9. Tryggja øllum landsins íbúgvum eitt fjøltáttað, óheft og dygdargott programmtilboð.
  10. Tryggja margfaldni og miðfirran, sýna mentanarliga ábyrgd, virka fyri fólkaupplýsing, vera óvildarlig og uttanparta og spegla alt samfelagið.
  11. Kunna um landsins søgu og mentanararv, list, bókmentir, vísindi og tónleik.

Hesar eru tær mest týðandi public service skyldurnar, ið eyðkenna norðurlendskt alment útvarp og sjónvarp. Sum longu nevnt eru hesar skyldur álagdar almennu kringvørpunum við lóg. Øll norðurlendsku almennu public service kringvørpini eru loyvisgjaldsfíggjað (licensfíggjað) uttan grønlendska kringvarpið, ið mestsum hevur allan rakstur sín á fíggjarlógini.

Hvat føroysku kringvarpslógini viðvíkur, so eru public service skyldurnar hjá Útvarpi Føroya at finna í § 5 í løgtigslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 17. mai 2000. Í hesi grein er ásett, at stovnurin "mótvegis borgarunum hevur skyldu at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Útvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga".

Í fjórða stykki í somu lógargrein verður lagt eina við, at Útvarp Føroya "eigur at hava gott føroyskt mál í sendingum sínum".

Í viðmerkingunum til uppskotið til galdandi kringvarpslóg verður um public service skyldurnar sagt, at "hesar meginreglur áleggja ÚF og SvF eftir førimuni at røkja áhugamálini hjá øllum føroyingum. Vørpini skulu umboða frælsi hjá hvørjum einstøkum eftir egnum tykki at leita sær samfelagsliga ella mentanarliga upplýsing og frælsi hjá viðkomandi at siga sína hugsan. Hetta merkir, at útvarpið og sjónvarpið í programmvirkseminum skulu arbeiða óheft av øllum politiskum valdi ella seráhugamálum. Upplýsingin skal vera saklig og óheft. ÚF og SvF skulu senda eitt so breitt og fjøltáttað tilboð sum tilber við tíðindum, upplýsing, mentan og undirhaldi."

Umframt uppgávurnar, ið eru nevndar omanfyri, kann eisini vísast á, at ÚF og SvF sambært kringvarpslógini skulu vera partur í tilbúgvingini í landinum. Her hevur serstakliga ÚF grundleggjandi týdning í sambandinum við almenningin, um og tá ein neyðsynjarstøða tekur seg upp. Hetta setir stór krøv til stovnarnar, at teir hava eina nøktandi tilbúgvingarskipan.

Útvarp Føroya hevur við støði í kringvarpslógini orðað sínar public service meginreglur soleiðis:

Programmvirksemið skal fevna um:

Fyri at røkka hesum máli, skal sendiskráin tí fevna um:

Landsstýrismaðurin hevur ta áskoðan, at tær "norðurlendsku" public service skyldurnar eiga at síggjast týðiligari aftur í okkara kringvarpslóggávu. Hetta merkir, at hesar skyldur eiga at gerast greiðari í eini komandi kringvarpslóg. Tað verður tí lagt upp fyri hesum við komandi broytingum í kringvarpslógini. Public service skyldurnar eiga helst at verða meira útgreinaðar í komandi føroysku kringvarpslógini, enn tær eru í galdandi lóg. Tað er tí ætlanin at koma við samsvarandi uppskotum til broytingar við tí uppskoti til broyting av kringvarpslógini, ið verður lagt fram seinni í heyst.

Tað er rætt, sum spyrjarin upplýsir, at TV 2 í Danmark eins og DR hevur public service skyldur, og at henda støðin fær part í hyggjaragjaldinum. Tó koma 70% av inntøkunum frá lýsingum.

Landsstýrismaðurin tekur fegin undir við teimum positivu viðmerkingum, sum Jógvan á Lakjuni hevur um Rás 2, og sum landsstýrismaður í loftmiðlamálum og sum lurtari kann eg bert fegnast um ta kapping, ið henda støð gevur Útvarpi Føroya. Men samstundis má ásannast, at tað ikki við lóg er álagt Rás 2 at útinna public service skyldur. Samanberingin við TV 2 er tí eftir landsstýrismansins áskoðan ikki heilt í tráð við løgfrøðiligu støðuna hjá TV 2. Landsstýrismaðurin hevur tí ongar æltanir um at lata Rás 2 ella aðra privata útvarpstøð fáa part av lurtaragjaldinum.

Til annan spurning skal viðmerkjast, at kringvarpsspurningurin sum heild er fjøltáttaður, áhugaverdur og ikki sørt torgreiddur.

Tøkniliga menningin gongur við risafetum, og torført og dýrt verður at fylgja við og at gera neyðugar útbyggingar. Vit eru komin eitt gott stig á leið við tí tøkniligu endurnýggjanini, við at digitaliseringin er komin á løgtingsfíggjarlógina, og landsstýrismaðurin vil nýta høvið at takka Løgtinginum fyri ta stóru vælvild, ið tingið her hevur sýnt ÚF og SvF.

Men stórir spurningar standa eftir at greina út og lýsa, eitt nú við atliti at framtíðarstøðuni hjá sendinetinum og sjálvari endurnýggjanina av sendinetinum, fyri ikki at tala um tað innihaldsliga og um kringvarp sum mentanarmiðil. Framtíðar fjølmiðlamyndin er sera fjølbroytt, men hon er samstundis ógreið og brátt skiftandi á nógvum økjum.

Tað er eitt stórt tak at leggja til rættis ein ábyrgdarfullan og alment gagnligan fjølmiðlapolitikk, ið leggur upp fyri øllum hesum vandamálum og sum røkkur langt fram í tíðina. Nógvir tøkniligir og mentanarpolitiskir spurningar eru at útgreina og at taka støðu til.

Landsstýrismaðurin fer, sum fráboðað í løgmansrøðuni, at koma við uppskoti til nakrar av teimum mest átrokandi ábótunum á galdandi kringvarpslóg ætlandi í heyst. Tá verður eitt gott høvi aftur at skifta orð um hesi týdningarmiklu og áhugaverdu viðurskifti.

Tá henda lógarbroyting, vónandi í sátt og semju, er avgreidd frá Løgtinginum, er ætlanin sum skjótast at seta eina fjølmiðlanevnd við breiðari tøkniligari og mentanarligari umboðan at útgreina flest møguligu tættir av hesum stóra spurningi. Tað er mín vón, at úrslitið av nevndararbeiðinum til ta tíð kann mynda støðið undir eini breiðari fjølmiðlasemju á Løgtingi soleiðis, at fjølmiðlapolitikkurin í eitt fast áramál frameftir kann verða rikin á tryggum støði.

 Málið avgreitt.