Fyrispurningur um yvirtøku av dómsvaldinum

100-16 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi yvirtøku av dómsvaldinum

Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 21. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Heldur løgmaður, at ætlanin hjá samgonguni at yvirtaka dómsvaldið sambært einsíðugari samtykt er í stríð við ta stjórnarskipan, sum løgmaður eigur at verja?

Viðmerkingar
Løgtingið gjørdi fyrr í ár eina samtykt um sjálvstýri Føroya fólks (løgtingsmál 114/2000). Í hesi samtykt stendur, at dómsvaldið skal vera yvirtikið ein ávísan dag í framtíðini.

"Løgtingið tekur tískil undir við, at landsstýrið fremur hesa ætlan:...

At dómstólar, ákæruvald, fongsulsmyndugleikar, kriminalforsorg og almannamál fara tó undir føroyskt málsræði í seinasta lagi hin 1. januar 2004."

Hetta má metast vera í stríð við ta stjórnarskipan, sum løgmaður sjálvur er settur at verja.

Føroyska stjórnarskipanin er bygd upp av fleiri liðum. Ovast er ríkisgrundlógin. Næst henni er heimastýrislógin, sum skipar viðurskiftini millum land og ríki, hon er sáttmálin millum landið og ríkið, sum bæði Fólkatingið og Løgtingið hava samtykt. Síðani er innlendis stýri okkara skipað í stýrisskipanarlógini. Umframt hesar tekstirnar, er eisini siðvenja á ymiskum støði.

Fremsta uppgáva løgmans er at halda og verja hesa stjórnarskipan. Hetta er í øllum førum galdandi so leingi, sum eingin onnur skipan er samtykt á rættan hátt.

Ynskir løgmaður loysing, so at ríkisgrundlógin og heimastýrislógin fara úr gildi, ja so kann hann skjóta upp at loysa frá Danmark. Tá - og um føroyingar sjálvir eru samdir um mannagongdina fyri loysingini, fara danir ikki at nokta fyri hesum. Men løgmaður vil ikki loysa. Løgmaður vil framvegis halda seg til galdandi skipan, og eftir henni eru tað ávís málsøki, sum eru felags, og onnur, sum eru ella kunnu gerast føroysk sermál.

Heimastýrislógin loyvir ikki, at dómsvaldið verður yvirtikið. Tað má eisini metast at vera í stríð við ríkisgrundlógina at hava fleiri dómsvald í ríkinum. Hinvegin kann løgmaður saktans bøta um rættarskipanina, um hann vil. Tí hóast dómsvaldið hvørki er á A-listanum ella B-listanum í heimastýrislógini, so er tað í veruleikanum at finna á ‘C-listanum’. Føroyingar kunnu sambært heimastýrislógini gera ríkislógartilmæli um rættarskipanina í føroyskum málum.

Løgmaður eigur at vita, at ein serlig lóg er galdandi fyri føroysk rættarmál. Hetta er lóg um "rettens pleje" soleiðis, sum hon er lýst í Føroyum (Lbk. nr. 555/1984 við tillagingum og seinni broytingum). Sjálvstýrisflokkarnir hava tó í veruleikanum ongantíð havt áhuga fyri innihaldinum í rættarkipanini. Fyri teimum hevur sjálv yvirtøkan av málsræðinum verið tað einasta, sum hevur havt týdning, og so annars at halda fram við donskum lógum. Hevur løgmaður boð uppá eina betri skipan fyri rættargang í Føroyum, er bara at siga til. Andstøðan er til reiðar at gera allar betrandi bøtur. (Vísast kann til tingmál 61/1998, tá tingið samtykti ríkislógartilmæli um m.a. málslig krøv til dómara og dómarafulltrúa, ið førdi til L. nr. 365/1999.) Vit hava longu eina føroyska rættarskipan, men ríkisstøðan krevur í fyrsta lagi, at lóggávan er fólkatingslóg eftir ríkislógartilmæli, og í øðrum lagi, at ovasti dómstólurin er danski hægstirættur.

Mannagongdin skal vera eftir teirri stjórnaskipan, sum Løgting hevur samtykt í semju við danska ríkið: Ábøtur á rættarskipanina fara fram sum ríkislógartilmæli og við samráðing.

Løgmaður má velja annahvørt lóg og rætt ella totala konfrontasjón.

Á tingfundi 25. september 2001 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. november 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:


Svar

Løgtingið samtykti tann 20. apríl 2001 uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya Fólks.

Sambært samtyktini skulu dómstólar, ákæruvald, fongsulsmyndugleikar og kriminalforsorg fara undir føroyskt málsræði í seinasta lagi tann 1. januar 2004.

Á fundi í danska løgmálaráðnum tann 26. september 2001 boðaði danska stjórnin frá, at hon er sinnað at tilrættaleggja eina tilgongd, ið vil gera tað møguligt hjá landsstýrinum og Løgtinginum at taka yvir løgreglu- og rættarskipanina.

Í hesum sambandi hevur ríkisstjórnin skotið upp, at settur verður ein embætismannabólkur av føroyskum og donskum embætismonnum, sum skal gera uppskot til yvirtøku av løgregluni og rættarskipanini við tilhoyrandi málsøkjum. Arbeiðið hjá embætismannanevndini skal verða liðugt soleiðis, at tað kann verða viðgjørt politiskt við ársenda 2002.

Landsstýrið hevur tann 8. oktober 2001 boðað ríkismyndugleikunum frá, at landsstýrið tekur undir við hesum uppskoti; men hevur samstundis undirstrikað, at føroysku embætismenninir vísa til føroyska løgmálaráðharran.

Tá ið løgmaður verður spurdur, hvørt ætlanin hjá samgonguni at yvirtaka dómsvaldið sambært einsíðugari samtykt er í stríð við ta stjórnarskipan, sum løgmaður eigur at verja, so er tað soleiðis, at løgmaður kann ábyrgdast, um so er, at hann ikki fylgir Løgtingsins avgerðum.

Løgtingið hevur tó ikki gjørt av, hvussu yvirtøkan av dómsvaldinum skal fremjast. Hetta kann verða gjørt á ymsar hættir og er ein spurningur, sum embætismannanevndin eigur at viðgera.

Málið avgreitt