Fyrispurningur um sosial árin av oljuvinnuni

100-17 Fyrispurningur til Eyðun Elttør, landsstýrismann, viðvíkjandi sosialum árinum frá oljuvinnuni

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 25. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógv arbeiðsfólk kunnu væntast at brúk verður fyri, um so verður, at olja verður funnin?
  2. Innan hvørji arbeiðs/fakøki kunnu hesi í høvuðsheitum væntast at verða bólkað?
  3. Verður tørvur á innfluttari arbeiðsmegi?
  4. Hvørji árin væntar landsstýrið, at oljuvinnan kemur at hava á húsamarknaðin í Føroyum?
  5. Hvat heldur landsstýrið átti at verið gjørt frá politiskari síðu til tess at stýra húsamarknaðinum?
  6. Hvørji hagtøl mangla vit til tess at fáa lýst støðuna og til tess at kunnu fylgja gongdini?

Viðmerkingar
Kemur oljuvinnan til okkara, fer hetta uttan iva at fáa stór sosial árin á okkara samfelag. Vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava longu sett gongd á tað avleidda virksemið, sum m.a. hevur verið við til at økt um fólkavøksturin og verið við til at eggja fólki og serliga føroyingum til at flutt heim til Føroya. Henda brádliga øking í fólkatalinum hevur elvt til rættiligt trýst á húsamarknaðin og húsaprísirnar, og tað er ikki óhugsandi, at júst hetta kann koma at vera við til at økja um stættarmunin í okkara samfelag. Familjur í høvuðsstaðum og við vanligum inntøkum og uttan serligan skattalætta, sum skulu til at seta føtur undir egið borð, kveppa seg við at keypa sær eini hús. Útboðið er so mikið lítið í mun til tann stóra eftirspurning, at tað endar altíð við, at prísirnir á sethúsum fara langt upp um virðið og upp um tað, sum vanligar inntøkur megna at gjalda. Hetta sama er galdandi fyri leigu av íbúðum/húsum.

Umráðandi er, at vit tryggja okkum, at alt føroya fólk verður við í mennngini av oljuvinnuni. Gera vit einki, er stórur vandi fyri, at nøkur fá fáa allan fyrimunin, og at gloppið millum tey múgvandi og tey lægst løntu verður enn størri. Og tá stýra vit eftir einum stættarmuni, sum er sera ódámligur og kann fáa ógvisligar sosialar avleiðingar fyri okkara samfelag. Hetta, tí tað verða tey væl fyrikomnu, sum koma at gera av, um húsaprísurin hækkar, um einsamallir uppihaldarar, og vanligar arbeiðsfamiljur koma at hava ráð at keypa sær eini vanlig hús, ella hava ráð at leiga sær eina vanliga íbúð. Og eru so eingir alternativir íbúðarmøguleikar, so verður torført hjá tí vanliga føroyinginum at fáa sær líkinda tak yvir høvdið.

Eitt, sum landsstýrið átti at miðað eftir, var, at tey, sum hava tann størsta vinningin, eisini hava tær størstu meirútreiðslurnar. Soleiðis kundu við tryggja okkum, at partur av tí peningi, sum tað almenna fær fyri oljuvinnuna, verður til gagns fyri tey, sum frammanundan eru við sviðusoð. Eitt, sum er sera týdningarmikið, er, at ferð kemur á alternativar íbúðarmøguleikar; og at vit fáa skipaðan íbúðar- og leigupolitikk. Hetta fer at økja um útboðið og harvið lækka húsa- og leiguprísin, sum eru á einum órímiliga høgum støði í dag. Tá høvdu ungar barnafamiljur, einsamallir uppihaldarar, eldri hjún osfr. havt møguleika fyri at leiga sær eina íbúð, ella keypt sær eina partaíbúð, sum er á einum lutfalsliga rímiligum støði, og sum er fyri ein prís, sum er rímiligur fyri hesi fólkini.

Landsins myndugleikar hava sett krav um, at alt virksemi frá oljuvinnuni skal um føroyskan keikant. Hetta ynski var í hæddini fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið arbeiðsloysi var um 20%, men síðani er vend komin í, og arbeiðsloysi er nú komið niður á eini 3-5%. Og tað vil so aftur siga, at skal alt virksemi um føroyskan keikant, so eiga vit at gera okkum greitt, hvaðani hesi fólkini skulu koma. Skulu tey koma úr útlandinum, ella koma tey úr øðrum vinnugreinum her á landi, og um so verður, koma hesar vinnugreinir so ikki at mangla arbeiðsmegi. Hvussu er og ikki, so er umráðandi, at vit fáa at vita, hvat tað er fyri arbeiðsmegi, vit kunnu vænta, tørvur verður á, um tað er ófaklærd ella vælútbúgvið fólk, ella ein blandingur av báðum, og um vit hava hesi fólk í landinum, ella um vit mugu innflyta tey.

Tað hevði verið gott við neyvum data og hagtølum, sum lýsa støðuna í samfelagnum. Tá kundu vit fylgt gongdini frá nú av og í tíðini, meðan oljuvinnan mennir seg og gerst veruleiki. Tá høvdu landsins myndugleikar kunna fylgt gongdini og havt tøl fyri møguligum broytingum, sum ávirka sosialu broytingarnar í samfelagnum. Og soleiðis vita, hvørji tiltøk gerast neyðug. Og soleiðis eisini verið betur før fyri at vart okkum í móti væntaðum fløskuhálsum.

Á tingfundi 28. september 2001 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. november 2001 svaraði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Verður olja funnin nú, fara at ganga eini 4-5 ár, inntil virksemið av oljuframleiðsluni ítøkiliga fer at merkjast. Vit eiga at nýta hesa tíðina til m.a. at viðgera spurningar um avleiðingarnar av virkseminum gjølla. Í ávísan mun merkist oljuvinnan longu, áðrenn hon veruliga tekur seg upp. Í løtuni er stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum og íbúðum, men eftirspurningurin stavar bert í lítlan mun frá oljuvinnuni.

At meta um sosialu árinini frá eini møguligari komandi oljuvinnu við nøkulunda vissu, er ein trupul uppgáva. Hvussu nógv virksemi verður av oljuvinnuni í Føroyum, er í stóran mun tengt at oljupolitisku avgerðunum, stødd á oljuleiðunum v.m. At seta tøl á má tí verða gjørt við varsemi og tilvitan um, at metingarnar eru tengdar at nógvum fyritreytum, ið enn ikki eru kendar. Útgangsstøðið fyri metingini er, at 1 leið verður útbygd. Verða oljuleiðirnar fleiri, verður støðan sjálvsagt eisini øðrvísi.

Tilknýttar vinnur fara at hava tørv á arbeiðsfólki, men hesin tørvur er ógvuliga torførur at meta um, og verður ikki tikin við niðanfyri. 

Spurningur nr. 1
Vanliga verður ein oljuverkætlan býtt í skeið: forkanningarskeið, leitiskeið, útbyggingarskeið, framleiðsluskeið og avriggingarskeið.

Frá leiting til framleiðslu kann ein hugsað gongd verða lýst soleiðis við atliti at tali á fólki, ið tørvur verður á: 

Hetta er tað skeiðið, vit í løtuni eru í. Sum kunnugt eru tvær leitiboringar gjørdar, og tann triðja er í gongd. Meðan borað hevur verið í summar, hava oljufeløgini havt fólk á skrivstovunum í Føroyum at fylgja við teimum trimum boringunum. Tað hevur verið eitt sindur ymist, hvussu stórt talið hevur verið, bæði millum feløgini og frá tíð til aðra. Á skrivstovunum hava mest verið útlendingar, og hava hesir verið búsitandi í Føroyum. Pallurin og boriskipið hava mest verið mannað við útlendingum, ið kortini ikki hava búð í Føroyum. Umframt tey, ið hava starvast beinleiðis hjá oljufeløgunum, hevur eitt minni tal av útlendingum arbeitt á landi í summar, t.d. tyrlufólk og fólk við tilknýti til feløgini, ið hava staðið fyri boringini vegna oljufeløgini.

Vit vita, at uml. 20 útlendingar hava arbeitt á skrivstovunum hjá oljufeløgunum í Føroyum í summar. Hvussu nógvir aðrir útlendingar hava verið umframt, vita vit ikki neyvt, men samlaða talið er neyvan omanfyri 30. 

Eitt útbyggingarskeið kann væntast at vara 3 – 5 ár.

Verður talan um at útbyggja eina leið, er stórt virksemi knýtt at hesum. Tað verður tó neyvan so, at munandi partur av hesum virksemi fer at ganga fyri seg í Føroyum, ella at føroyingar í størri mun fara at luttaka í tí. Framleiðslupallur verður bygdur aðrastaðni og útgerðin annars er av slíkum slagi, at hon helst bert í lítlan mun verður gjørd í Føroyum. At ein ávísur eftirspurningur eftir føroyingum verður, kann væntast, men hesin verður helst avmarkaður í tali og fakbólkum.

Útlendingar, ið koma hendavegin í samband við útbyggingina, koma neyvan fyrr enn útgerðin verður sett upp. Hvussu stórt hetta talið verður, er sera trupult at meta um nú, men neyvan tað stóra. 

Eitt framleiðsluskeið fer at hava virksemi við sær, sum fer at strekkja seg yvir nógv longri tíð enn úbyggingarskeiðið. Roknast kann eisini við, at hetta er tað av skeiðunum, ið fer at merkjast mest til í Føroyum. Oljufeløgini fara at seta seg niður her og stýra sínum føroyska virksemi hiðani. Til hetta kann eitt samtak metast at hava tørv á umleið 40-60 fólkum. Umframt hetta kann væntast, at ein partur av undirveitarum fer at seta seg niður her.

Úti á pallinum ella framleiðsluskipinum verður tørvur á munandi tali av fólki, kanska einum 200 – 300, sum arbeiða í skiftum. Talið veldst eisini um, hvør framleiðsluloysn, ið verður vald. Tey fyrstu árini verður helst talan um útlendingar til nógv av hesum størvunum, og arbeiðstíðin hevur vanliga við sær, at hesir ikki flyta bústað, hóast teir t.d. skuldu flutt á føroyska landgrunnin at arbeitt.

Kolvetnislógin ásetir, at verður olja funnin, skal hon takast í land í Føroyum, men landsstýrið kann geva undantak frá hesi reglu. Verður oljan tikin í land her, økir tað um tørvin á fólki. Nevnast kann t.d., at á oljumóttøkustøðini í Sullom Voe í Hetlandi starvast yvir 300 fólk.

Spurningur nr. 2
Serligur eftirspurningur verður helst eftir hesum fakbólkum:

Stórur partur av fyrireikingararbeiðinum er gjørdur, áðrenn leitingin byrjar. Tað arbeiðið er gjørt av serfrøðingum.

Sí eisini frágreiðingina frá oljuráðleggingarnevndini, Fyrireikingar til oljuleiting, síðu 239. 

Spurningur nr. 3
Roknast má við, at hóast nakrir føroyingar hava vunnið sær royndir í oljuvinnuni, og fleiri eru við at útbúgva seg, verður neyðugt at flyta inn arbeiðsmegi. Sum nevnt omanfyri kann væntast, at eitt samtak hevur tørv á umleið 40-60 fólkum at arbeiða á eini skrivstovu í framleiðsluskeiðnum. Av hesum má helst meginparturin flytast inn ta fyrstu tíðina. Hvussu stórur tørvurin annars verður á innfluttari arbeiðsmegi, er ógjørligt at siga nú.

At stýra virkseminum av landi verður serliga talan um fólk við serútbúgving, jarðfrøðingar, jarðalisfrøðingar, oljuverkfrøðingar o.l., og í minni mun løgfrøðingar, búskaparfrøðingar og fólki til skrivstovuarbeiði. Til virksemi úti á pallinum verður brúk fyri jarðfrøðingum o.l., umframt maskinmonnum og handverkarum av ymsum slagi o.ø.

Spurningur nr. 4
Í samband við boringarnar í summar hava oljufeløgini leigað tilsamans 20 hús/íbúðir til síni starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið, tvs. frá tveimum mánaðum upp til 1 ár. Umframt hetta hava feløgini eisini leigað kømur á gistingarhúsum eftir tørvi. Meðalprísurin fyri húsini / íbúðirnar hevur verið umleið kr. 7.500 um mánaðin. Hesin hevur m.a. verið ávirkaður av, um innbúgv hevur verið partur av leigumálinum.

Komandi ár vita vit enn bert um ta einu boringina. Um so verður, koma færri oljufólk higar, og verður eftirspurningurin eftir húsum / íbúðum tí eisini minni. Viðv. hinum 4 boringunum, oljufeløgini hava átikið sær at bora, er ásett, at tær skulu verða boraðar áðrenn 6 ár eftir, at loyvini vórðu latin, tvs. fyri august 2006.

Nevnast kann, at landsstýrið við heimild í kolvetnislógini hevur møguleika í rættiliga stóran mun at stýra virkseminum hjá oljufeløgunum í Føroyum. T.d. skal landsstýrismaðurin góðkenna leiðbyggiætlanir, áðrenn farið verður undir útbygging. Tað sama er galdandi fyri framleiðsluætlanir. Er tað tá soleiðis, at serlig atlit eiga at verða tikin til t.d. bústaðarviðurskifti, kann landsstýrismaðurin krevja ætlanina tillagaða samsvarandi.

Spurningur nr. 5
Oljuvinnan er ein av nógvum faktorum, ið ávirka sethúsamarknaðin. Hóast eftirspurningurin eftir bústaðum er stórur í løtuni, stavar hesin bert í lítlan mun frá oljuvinnuni. Hetta kann tó broytast, tekur ein verulig oljuvinna seg upp, men tað veldst eisini um tær oljupolitisku avgerðirnar, tiknar verða. Í samband við oljuvinnuna kann eftirspurningurin eftir bústaðum m.a. verða stýrdur gjøgnum krøvini, sett eru oljufeløgunum um at reka virksemið úr Føroyum. Fylgt verður við, hvussu krøvini í kolvetnislógini virka, men enn hevur tíðin samanumtikið ikki verið hildin búgvin til at gera broytingar.

Aðrastaðni hava oljufeløg verið við til at loysa økta eftirspurningin eftir bústaðum.

Spurningur nr. 6
Ávirkanin, oljuvinnan hevur á eftirspurningin, kann t.d. verða lýst við hagtølum, ið knýta arbeiðsstøðuna hjá fólki, ið eru í landinum, koma til landið ella fara av landinum við bústaðarstøðu teirra. Sum skilst á Hagstovuni ber tað ikki til at lýsa bústaðarstøðuna, so leingi adressuviðurskiftini ikki eru skipað. Vinnumálastýrið arbeiðir við at gera uppskot til lóg um adressuviðurskifti.

At enda kann upplýsast, at Hagstovan í samstarvi við aðalstýrini hevur ætlanir um at fáa til vega eitt betri hagtalsgrundarlag sum heild.

Málið avgreitt.