Fyrispurningur um landsvegin ķ Ųravķk

100-18 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi landsvegnum ķ Ųravķk

Oršaskifti

Įr 2001, frķggjadagin 28. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Jóannes Eidesgaard, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Rųkist nakaš fyri, at stig verša tikin til tess at bųta um trygdina į landsvegnum noršan vert Ųravķk?

Višmerkingar:
Sambęrt Rįšnum fyri Feršslutrygd eru fimm tilburšir skrįsettir seinastu 14-15 įrini, har bilar hava rent į torniš hjį Sev, sum stendur sera įrent viš landsvegin noršan vert Ųravķk. Syrgiliga vanlukkan ķ 1999 kravdi ikki fęrri enn trż mannalķv.

Ųll, sum javnan feršast į nevnda vegastrekki, eru samd um, at svingiš beint įšrenn torniš hjį Sev er sera vandamikiš. Hóast Landsverkfrųšingsstovnurin kanska heldur, at svingiš tekniskt er ķ lagi, so er taš ein royndur lutur, at svingiš hellir soleišis, at bilar hava, serliga um feršin er ķ meira lagi, hug at halda fram eftir einum tangenti śt śr svinginum. Og hendir so taš, at ein bilur fer śt av ķ svinginum, sum taš tķverri alt ov ofta er hent, so stendur torniš hjį Sev soleišis fyri, at taš er taš fyrsta, sum mųtir.

Ynski hava veriš frammi millum fólk ķ kommununi um at fįa torniš tikiš nišur, men til fįnżtis.

Hinvegin so eru heldur eingi stig tikin frį Landsverkfrųšingsstovninum til tess at tryggja nevnda sving eitt nś viš einari bilverju.

Eg lęt sama fyrispurning inn til skrivstovunu Lųgtingsins 13. august, men tók hann aftur, tį tķšindi bórust frį Sev, at teir nś fóru undir at byggja nżtt torn og at taka taš gamla torniš nišur. Sagt varš, at teir nś hųvdu fingiš byggiloyvi til eitt nżtt torn longur inni ķ dalinum, og at nógv umstrķdda torniš skuldi takast nišur ķ heyst.

Annars vóru bošini frį Rįšnum fyri Feršslutrygd greiš. "Takiš torniš nišur ella setiš bilverju upp". Hinvegin er einki sum foršar, at bįšar hesir loysnir verša framdar.

Eg fari tķ at spyrja landsstżrismannin, um nakaš rųkist fyri, at hesar umstųšurnar verša bųttar viš einari bilverju, og um ętlanin viš at taka torniš nišur veršur framd ķ heyst.

Į tingfundi 3. oktober 2001 var uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 13. november 2001 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis: 

Svar: 

Taš er av stórum tżdningi, at feršslutrygdin er ķ lagi, og veršur tķ dentur lagdur į, at so er.

Ķ sambandi viš, at taš ķ september mįnaši kom fram, at torniš, sum annars skuldi flytast nś, ikki veršur flutt kortini, orsakaš av fornmyndugleikunum, bošaši eg Landsverkfrųšinginum frį 1. oktober 2001 at seta upp vegastokk ķ vegbuginum viš torniš.

Fariš var undir arbeišiš 2. oktober, og var taš lišugt 11. oktober 2001. Uppsettir vóršu 75m.

Mįliš avgreitt.