Fyrispurningur um Varda Verkstašin į Bakka

100-19 Fyrispurningur til Sįmal Petur ķ Grund, landsstżrismann, višvķkjandi koyringini til og frį Varda Verkstašnum į Bakka ķ Vįgi

Oršaskifti

Įr 2001, frķggjadagin 28. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį tingmonnunum Jóannes Eidesgaard og Henrik Old, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Hvųrjar ętlanir hevur landsstżrismašurin, nś busskoyringin hjį Verkstašnum į Bakka vegna sparingar heldur uppat 1. oktober?

Višmerkingar:
Leišarin į Serstovnadeildini er ķ blųšunum endurgivin fyri at siga, at peningurin ikki strekkir til, og tķ veršur busskoyringin hjį Varda Verkstašnum į Bakka nišurlųgd. Vķšari veršur leišarin endurgivin fyri at siga, at tey ķ lųtuni brśka ov nógva tķš og orku til koyring, og at taš er ikki hetta, sum tey eru dugnaligast til. At enda veršur sagt, at leitaš veršur eftir ašrari loysn, sum kundi veriš at latiš Bygdaleišum ella onkrum privatum tęnastuna at reka.

Sparingin, sum veršur vunnin viš at nišurleggja busskoyringina, er 100.000 kr. um įriš, men ivaleyst fer ein skipan viš Bygdaleišum ella onkrum privatum eisini at kosta, um ikki ętlanin er at lata brśkararnar sjįlvar gjalda fyri koyringina.

Men fleiri av hesum brśkarum eru so illa fyri, at tey hava brśk fyri serflutningi, sum avheintar og koyrir tey aftur til hśs. Hetta er ein fyritreyt fyri, at tey yvirhųvur kunnu koma til arbeišis. Nųkur teirra kunnu ikki brśka Bygdaleišir, sum hevur sķni fųstu stešgiplįss ķ bygdunum, og nųkur teirra krevja eitt vart umhvųrvi eisini til og frį verkstašnum.

Tķ veršur landsstżrismašurin spurdur, hvųrjar ętlanir eru viš flutninginum til og frį Varda Verkstašnum į Bakka ķ Vįgi ķ framtķšini.

Į tingfundi 3. oktober 2001 var uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 26. oktober 2001 svaraši Sįmal Petur ķ Grund, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Ein av tęnastunum, sum verkstašurin ķ Vįgi hevur havt leingi, er, at brśkararnir av verkstašnum kunnu verša heintašir til arbeišis og koyrdir heim aftanį arbeišstķš.

Av tķ at śtreišslurnar į verkstašnum eru hękkašar, hevur taš veriš neyšugt at endurskoša virksemi į verkstašnum. Leišslan ķ Heimarųktini og Serforsorgini hevur tķ avgjųrt, at nišurleggja koyringina hjį verkstašnum, sum gevur eina sparing upp į 100.000 kr. Tęnastan til brśkaran minkar nakaš, og brśkarin skal sjįlvur gjalda fyri flutningin. Viš eitt sindur av tillaging letur hetta seg gera, tķ bygdaleišir koyra sama strekki.

Vķst skal verša į, at jįttanin til Varda verkstašin ķ Vįgi ikki er skerd.

Leišslan ķ Heimarųktini og Serforsorgini hevur kannaš ruturnar hjį Bygdaleišum ķ Sušuroynni. Taš vķsir seg, at hesar passa ręttiliga vęl til, at flestu brśkararnir kunnu brśka verandi rutusamband. Tó eru nakrir trupulleikar, sum mugu tillagast betur. Til dųmis er taš trupult hjį nųkrum at koma til og frį stešgiplįssunum į Tvųroyri og ķ Vįgi. Leišslan ķ Heimarųktini og Serforsorgini hevur tķ heitt į Strandferšsluna (Bygdaleišir) viš ynskjum um nakrar smįar broytingar ķ stešgistųšum. Vęntandi kemur svar ein av fyrstu dųgunum. Um Strandferšslan ikki gongur ynskjunum frį leišsluni um smįvegis broytingar į mųti, so ętlar leišslan į Heimarųktini og Serforsorgini at finna ašrar loysnir ella skipanir.

Serstovnadeildin hevur fyrr havt bussar į flestu verkstųšum, og vóru brśkararnir tį heintašir til arbeišis. Taš eru nś fleiri įr sķšani, at ųll koyring ķ millum bygdir varš skipaš į annan hįtt, antin viš Bygdaleišum ella viš ųšrum serskipanum. Somu rationaliseringar eru gjųrdar ķ Tórshavn og į Skįlafjųršinum. Taš var trupult ķ fyrstani, og nógv ónųgd var, men nś gongur taš vęl.

Harafturat skal verša vķst į, at fleiri stovnar, į rųktarheims og serforsorgarųkinum, hava fingiš bussar gjųgnum fremmanda fķgging, (gįvur og innsamling). Tį bussarnir verša gamlir og skulu endurnżggjast, hevur taš veriš ein trupulleiki at taka hędd fyri hesi śtreišslu ķ rakstrinum.

Landsstżrismašurin er samdur viš leišsluni fyri Heimarųktina og Serforsorgina, at tųrvur er į meiri umfatandi koyriskipanum, sum ikki bert veita tęnastur fyri ein stovn ella verkstaš, men heldur veita tęnastur ķ einum ųki, til tey, iš hava tųrv į tęnastuni, taš verši seg fólk į stovni ella heimabśgvandi.

Taš er altķš trupult at taka tęnastur frį fólki, sum tey hava vant seg viš. Taš er tķ skiljandi at fólk eru ónųgd viš at missa nakaš, sum tey eru von viš. Nevnast kann, at ętlanin ikki er at selja bussin hjį verkstašnum, men hava hann tųkan sum liš ķ arbeišnum į verkstašnum.

Višmerkjast skal, at bussurin, sum higartil hevur rųkt koyringina, ikki er ein serligur avlamisbussur viš lyft, so brśkararnir eru vanir viš sjįlvir, summir viš eitt sindur av hjįlp, at fara upp ķ bussin.

Mįliš avgreitt.