Fyrispurningur um økismenningarpolitikk landsstýrisins

100-20 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi økismenningarpolitikki landsstýrisins

Orðaskifti

Ár 2001, mikudagin 3. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Spurningarnir eru hesir:

  1. Hevur landsstýrið orðað nakra ætlan fyri, hvussu økismenningarpolitikkurin skal útinnast, ella eru ætlanir um at orða slíka ætlan?
  2. Ella ætlar løgmaður, at økismenningarpolitikkurin framhaldandi skal vera eitt fittligt veiðitól hjá einstøku landsstýrismonnunum?
  3. Eftir hvørjum leisti skal/verður ein slík møgulig ætlan orðað/løgd?
  4. Hvør skal gera slíka møguliga orðing/ætlan, og verður hendan at meta sum ein reglugerð, ið skal fylgjast av øllum og fremjast við opinleika, ella fær hon bara vegleiðandi týdning, sum nakað, ið gjørt verður fyri at fáa frið?
  5. Ætlar løgmaður, at fráboðanirnar um t.d. flytingina av Stuðulsstovninum og Skipaeftirlitinum, umframt onnur sokallað økismenningartiltøk skulu takast aftur, og at hesi koma við í møguligu samlaðu økismenningarætlanini, sum landsstýrið skal orða/leggja í nærmastu framtíð?
  6. Verða atlit at fakligari og aðrari menning tikin, tá metast skal um, hvar stovnar skulu leggjast, og hvørji atlit heldur løgmaður eiga at verða tikin í hesum sambandi?
  7. Ger løgmaður í síni meting av økismenningarpolitikkinum nakran mun á, um stovnurin er undir skipan, ella hann hevur ligið á einum stað í tíggjutalsár og er vorðin gróðursettur saman við stavsfólkunum?
  8. Ætlar løgmaður, at Løgtingið og løgtingsmenn eisini skulu hava eitt orð at siga í sambandi við ætlanir um útinnan av økismenningarpolitikkinum?
  9. Eru ætlanir um at taka granskingardepilin í Norðoyggjum við í hetta arbeiðið?
  10. Kann løgmaður siga nakað um, hvussu landsstýrið ætlar, at granskingardepilin, arbeiði og royndir tess, skulu koma Føroyum og føroyingum til góðar?

Viðmerkingar
Nógv hevur verið sagt og skrivað seinastu tíðina um útinta økismenningarpolitikk landsstýrisins. Landsstýrismenn, verandi sum fyrrverandi, hava verið lagdir undir nakað, sum minnir um økisnepotismu. Tíverri hevur onkur landsstýrismaður staðið fyri skotum fyri gerðir, sum aðrir hava framt. Onkur hevur lýst støðuna viðvíkjandi framda økismenningarpolitikkinum, sum at landsstýrismenn fara á tilvildarligar og óskipaðar ránsferðir í havnargøtum eftir stovnum, sum ein kann taka á bakið heim til egið valdømi.

Tó kann ein gera ta niðurstøðu av orðadráttinum og skrivingini um hetta mál, at øll tykjast vera samd um, at best hevði verið við eini greiðari og miðvísari ætlan fyri økismenningarpolitikkin. Og at vónir eru um, at hesin kann bæði eydnast og gagna, um hann verður útintur skynsamt. Og tað er í tí anda og teirri vón, at fyrispurningurin verður settur løgmanni.

Ávísir stovnar hava verið nevndir og viðgjørdir, onkur ótespilig søga søgd, ikki minst um hvussu starvsfólk eru viðfarin, og hvussu onnur nú liva í iva, og tí, sum verri er. Alt hetta, tí stovnsflytingar verða framdar óskipað, og tí ávísir landsstýrismenn og løgtingsmenn hava roynt at sæta sínum.

Tað er eyðsæð, at Havnin stendur fyri skotum, tá so er. Einfalt tí flestu stovnarnir liggja í Havn. Men tað ber yvirhøvur ikki til, at menn fara á fyrilitarleysa stovnsveiðu í Havn, bara tí nógvir stovnar eru har. Eins og øll onnur stovnsveiða má og skal hendan eisini gerast við skili, og nógv atlit, bæði faklig og menniskjanslig, eru at taka. Tað kann ikki vera rætt, at almenn starvsfólk í Havn nú skulu liva undir so ótryggum korum, at líkasæla og sálarligt trýst gerst ein natúrlig avleiðing. Sleppa okkara landsstýrismenn at halda fram við sínum "móti vali nærkandi stovnsflytingum", so kunnu vit, næstan uttan at gera okkum inn á upprunamerkingina av orðatakinum, siga í hesum sambandinum, at eingin veit á morgni…….

Hinvegin er tað rættiliga ivasamt, um ein ger Havnini og borgarum tess nakað sum helst gagn við at leggja nýggjar stovnar har. Trýstið á allar tænastur, so sum dagstovnar, skúlar, íbúðir, grundøkir, heilsutænastur o.a. er longu alt ov stórt, og feer hetta bara at økjast, um nýggj arbeiðspláss verða løgd í økinum. Tí eigur tað at vera óskrivað lóg, at stovnar undir skipan verða lagdir uttan fyri Havnina. Men tað er neyvan rætt at viðgera verandi stovnar og teir, sum eru undir stovnan, eftir sama leisti.

Í økismenningarætlanini (ella útjaðaraætlanini), sum er feld niður í samgonguskjalið, er at hóma millum samgongulimir ein andi, ein andi sum ber brá av virðing fyri øllum føroyingum. Eisini teimum føroyingunum, sum búleikast í útjaðaranum. Men valdar sama virðing millum samgongumenn fyri teimum, sum búgva í Havn?

Granskingardepilin
Liðin eru nú trý ár, síðan granskingardepilin í Norðoyggjum fór undir virksemi sítt. M.a. undir heitinum økismenning og slíkum, sum kann tengjast at landsgagnligum menningarætlanum. Fólk frá granskingardeplinum hava verið frammi viðhvørt, men hava flestu føroyingar tó framvegis eina káma ella onga mynd av tí arbeiði, sum verður gjørt har norðuri. Í hesum viðfangi verður lýst eftir, í hvønn mun landsins myndugleikar hava sýnt vilja og roynt at gagnnýta úrslit og royndir hjá granskingardeplinum. Í hvønn mun landsins myndugleikar hava hug til at lata tað, sum higar til eru goldnar fýra, fimm milliónir krónur úr landskassanum fyri, koma landi og fólki til góðar. Ja, í hvønn mun landsins myndugleikar vilja og ætla at granskingardepilin skal koma til sín rætt m.a. við aktivt at viðvirka í økismenningini.

Annars loyvir undirritaði sær at heita á løgmann um at lata tey, sum skulu fyriskipa og samskipa økismenningararbeiðið í Føroyum, fyrst og fremst arbeiða við spurninginum: "Hví vit skulu økismenna", og eisini royna at svara hesum spurningi. Verður hetta svarið funnið, verður lætt at finna út av, hvussu vit skulu økismenna og í hvønn mun. Svara vit ikki spurninginum um hví, verður trupult at finna út av, hvussu og í hvønn skal økismennast.

Tað hevði eisini verið áhugavert at vita, um løgmaður heldur, at útinnanin av økismenningini er ein reint fyrisitingarligur spurningur, ella um hetta er nakað, sum eisini viðkemur Løgtinginum og løgtingsmonnum.

Á tingfundi 9. oktober varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. november 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Løgmaður hevur fingið tíggju fyrispurningar frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni. Spurningarnir verða svaraðir niðanfyri.  

Spurningarnir eru hesir:

1. Hevur landsstýrið orðað nakra ætlan fyri, hvussu økismenningarpolitikkurin skal útinnast, ella eru ætlanir um at orða slíka ætlan?

Svar: Sum er, er eingin ætlan gjørd fyri, hvussu økismenningarpolitikkurin skal útinnast, hetta tí økismenningarpolitikkurin er ikki orðaður enn. Sum kunnugt eru tvey álit gjørd sum viðgera økismenningarpolitikk bæði á størru og smærru plássunum. Hesi álit viðgera og lýsa ein hóp av økismenningarspurningum– og loysnum. Álitini fara at vera útgangsstøðið fyri at orða eina ætlan um økismenningarpolitikk.

Løgmaður hevur søkt um at fáa játtan til at seta eitt starvsfólk, sum burturav skal starvast við økismenningarpolitikki. 

2. Ella ætlar løgmaður, at økismenningarpolitikkurin framhaldandi skal vera eitt fittligt veiðitól hjá einstøku landsstýrismonnunum?

Svar: Løgmaður hevur als ongar ætlanir um, at økismenningarpolitikkur skal vera veiðitól hjá landsstýrismonnum. 

3. Eftir hvørjum leisti skal/verður ein slík møgulig ætlan orðað/løgd?

Svar: Sum nevnt omanfyri, verður fólk sett at arbeiða við økismenningarpolitikki og tað inniber eisini arbeiði við at orða uppskot um ætlan fyri økismenningarpolitikkinum. 

4. Hvør skal gera slíka møguliga orðing/ætlan, og verður hendan at meta sum ein reglugerð, ið skal fylgjast av øllum og fremjast við opinleika, ella fær hon bara vegleiðandi týdning, sum nakað, ið gjørt verður fyri at fáa frið? 

Svar: Tað er viðkomandi landsstýrismaður, sum til eina og hvørja tíð ásetur politikkin á sínum øki. Tá hesin parturin er fingin uppá pláss, verður næsta stigið at finna fram til, hvussu politikkurin skal fremjast í verki. Tá er tað, at vit koma til reglugerðir o.l.

Men so leingi vit ikki hava ein orðaðan politikk, er tað ov tíðliga longu nú at fara í smálutir.

Spurt verður, um málið er at gera eina reglugerð, sum bert fær vegleiðnadi týdning, og um tað í so fall verður gjørt fyri at fáa frið. Um so var, hevði løgmaður ikki tikið stig til í fyrsta lagi at seta eina útoyggjanevnd og í øðrum lagi at søkja um játtan til starvsfólk, sum burturav skal starvast við økismenningarviðurskiftum.  

5. Ætlar løgmaður, at fráboðanirnar um t.d. flytingina av Stuðulsstovninum og Skipaeftirlitinum, umframt onnur sokallað økismenningartiltøk skulu takast aftur, og at hesi koma við í møguligu samlaðu økismenningarætlanini, sum landsstýrið skal orða/leggja í nærmastu framtíð?

Svar: Nei, løgmaður ætlar ikki at broyta uppá nakrar fráboðanir, og sum kunnugt er talan um málsøkir hjá landsstýrismanninum í mentamálum og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Tó skal her verða sagt, at undir politiska orðaskiftinum er komið fram, at tað skulu góð argumentir til, sum kunnu forsvara, at nýggir stovnar verða lagdir í Tórshavn.  

6. Verða atlit at fakligari og aðrari menning tikin, tá metast skal um, hvar stovnar skulu leggjast, og hvørji atlit heldur løgmaður eiga at verða tikin í hesum sambandi?

Svar: Tað eiga altíð at verða tikin faklig atlit eins og onnur atlit, tá talan er um at flyta ella seta á stovn nýggjar stovnar. Tá spurt verður um, hvørji atlit eiga at verða tikin, verður mett, at talan verður um vinnu- og búskaparlig atlit, mentanarlig atlit, fíggjar- og fyrisitingarlig atlit, eins og starvsfólkapolitisk atlit.

7. Ger løgmaður í síni meting av økismenningarpolitikkinum nakran mun á, um stovnurin er undir skipan, ella hann hevur ligið á einum stað í tíggjutalsár og er vorðin gróðursettur saman við stavsfólkunum?

Svar: Sum nevnt omanfyri eiga faklig atlit eins og onnur atlit at verða tikin, tá talan er um broytingar ella flytingar av stovnum, og tað eigur eisini at vera galdandi, tá talan er um stovnar sum hava virkað í nógv ár. Harumframt hevur politiski viljin ein avgerðandi týdning. 

8. Ætlar løgmaður, at Løgtingið og løgtingsmenn eisini skulu hava eitt orð at siga í sambandi við ætlanir um útinnan av økismenningarpolitikkinum?

Svar: Tað eru politikararnir sum leggja karmarnir, og viðvíkjandi fyrsta stiginum í økismenningarpolitikkinum høvdu tinglimir høvið til at bera fram sína hugsan, tá bæði økismenningarálitið og útoyggjaálitið vóru viðgjørd í aðalorðaskifti á Føroya  

Løgtingi. Tá tað snýr seg um útinnan av einum politikki, so er tað jú útinnandi valdið, tvs. landsstýrismaðurin á økinum, sum hevur ábyrgdina av málsøkinum. Tó er tað einki sum forðar fyri einum samskifti við løgtingið, og at løgtingið luttekur í økispolitikkinum.  

9. Eru ætlanir um at taka granskingardepilin í Norðoyggjum við í hetta arbeiðið?

Svar: Tað er altíð ein fyrimunur at hoyra tey, sum hava serliga vitan innan tey økir, sum verða viðgjørd, og tí vildi tað verið natúrligt, at Granskingardepilin onkursvegna luttók í arbeiðinum. Tó kann einki sigast um, eftir hvørjum leisti hetta arbeiðið skal skipast.

10. Kann løgmaður siga nakað um, hvussu landsstýrið ætlar, at granskingardepilin, arbeiði og royndir tess, skulu koma Føroyum og føroyingum til góðar?

Svar: Sum nevnt verður ein økispolitikkur orðaður og settur í verk. Granskingardepilin kann í hesum høpi fáa ein sentralan týdning, tí depilin liggur inni við einari vitan, sum kann tryggja, at økismenningin fer fram á ein skilagóðan hátt. Depilin hevur tætt samstarv við líknandi stovnar í hinum norðurlondunum.

Landsstýrið ætlar, at arbeiðið og royndirnar á Granskingardeplinum skulu koma Føroyum til góðar serliga innan vinnu- og búskaparøkið. 

Viðmerkingar
Undir viðmerkingunum verður spurt, um sama virðing valdar millum samgongumenn fyri teimum, sum búgva í Havn, sum fyri teimum sum búgva í útjaðaranum. Til tað er at siga, at samgongan virðir allir borgarar, og málið um at hava ein virknan økismenningarpolitikk vísir beinleiðis, at dentur verður lagdur á, at so er.

Undir viðmerkingunum verður eisini spurt um, í hvønn mun landsins myndugleikar hava sýnt vilja og roynt at gagnnýta úrslit og royndir hjá Granskingardeplinum. Fyri tað fyrsta er tað umráðandi at viðmerkja, at Granskingardepilin fyri Økismenning í hesi trý árini hevur nýtt týðandi part av arbeiðinum til at gróðurseta stovnin og fáa í lag sambond við vinnulív, kommunur o.o. í Føroyum og ikki minst við granskingarstovnar uttanlands.

Sum skilst venda myndugleikar sær javnan til Granskingardepilin. Starvsfólk frá Granskingardeplinum hava luttikið í arbeiðinum viðvíkjandi Útoyggjaálitinum og Álitinum um økismenning. Tey undirvísa á hægri stigi, hava samstarv á altjóða støði, og depilin hevur eisini verið biðin um hoyringssvar í sambandi við uppskotini um vinnugrunn, granskingargrunn og útjaðaragrunn. Harumframt hevur Granskingardepilin tætt samstarv við kommunufeløgini og umleið 30 kommunur, sum eru við til at fíggja verkætlanina. Virkað verður fyri at menna hetta sambandið og at leggja í fastar karmar, hvønn leiklut Granskingardepilin fyri Økismenning skal hava framyvir. 

Viðvíkjandi virkseminum hjá granskingardeplinum kann upplýsast, at hann í 2000 gjørdi eina kanning av búskaparligu endurreisingini av føroyska samfelagnum eftir kreppuna í nøkrum av okkara størstu plássum. Í ár snýr høvuðsverkætlanin seg um nakrar av smærru kommununum, og komandi ár er høvuðsevnið ungdómurin og útjaðarin. Saman við vinnuni verður arbeitt við einari verkætlan innan førleikamenning á fiskivinnuøkinum, hvørs mál er at tryggja, at fiskivinnan bæði á sjógvi og landi fær tilgongd av fólki, ið kann vera grundarlagið undir eini kappingarførari vinnu. Fyrst í komandi ári skipar granskingardepilin fyri einum stórum seminari saman við báðum kommunufeløgunum, har spurningurin um kommunur og kommunubygnað verður umrøddur.

Sum orðið sigur, er gransking ikki løtuverk, men sum sæst omanfyri ber longu nú til at vísa á fleiri tiltøk, sum granskingardepilin hevur staðið fyri og sum myndugleikar og vinnulív hava og kunnu gagnnýta.

Málið avgreitt.