Fyrispurningur um uttanlandsfrádrátt hjá handverkarum

100-21 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi uttanlandsfrádrátti hjá handverkarum

Orðaskifti

Ár 2001, hósdagin 11. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvørji búskapar- og samfelagslig atlit tekur landsstýrismaðurin, áðrenn hann enn eina ferð ger skattlig inntriv hjá handverkarum
  1. Hvussu nógv er skattliga inntøkan frá handverksvinnuni vaksin seinastu 5 árini, og
    hvussu býtir henda inntøka seg út á tey ymsu økini í landinum mált í størvum og krónum, og
    hvussu stórt er skattliga virði, ið kemur inn í føroyska búskapin frá handverksvinnu uttaneftir?
  2. Tá landsstýrismaðurin ætlar at taka politisk stig til at fáa hesar handverkarar heimaftur, verður hann spurdur, hvussu stóran hann metir tørvin á handverkarum í Suðuroyarøkinum vera?
  3. Hvørji økismenningarlig atlit tekur landsstýrismaðurin í politikki sínum?
  4. Hvørji bústaðar- og ansingartilboð hevur landsstýrismaðurin til handverkararnar og familjur teirra í Havn, har eini 700 fólk standa á bíðilista at fáa grundøki?
  5. Havandi í huga, at føroyskt handverk er ein eftirspurd vøra í útlandinum, verður landsstýrismaðurin spurdur, hvørji búskaparlig atlit verða tikin millum útflutt handverksvirði, tilevnað í Føroyum, og handverksvirði, tilevnað av føroyingum í útlandinum.
    (í báðum førum av handverkarum við skattligum tilhaldi í Føroyum)?
  1. Kann landsstýrismaðurin kunna Løgtingið um frádráttarskipanirnar fyri handverkarar í grannalondum okkara?
  2. Kann landsstýrismaðurin seta upp eina greiða mynd av skattligu viðurskiftunum hjá einum føroyskum handverkara
    a) búsitandi í Danmark, og
    b) búsitandi í Føroyum, men starvandi í Danmark?
  3. Kann landsstýrismaðurin kunnað Løgtingið um, hvat avkast handverksvinnan í útlondum gevur okkum, og hvussu hon ávirkar handils- og gjaldsjavna okkara?

Viðmerkingar:

Tað liggur á ljóði, at ætlanin aftur er at skerja uttanlandsfrádráttin hjá handverkarum.

Sum er, so tørvar samfelagnum handverkarar har harðast leikar á, serliga í miðstaðarøkinum, og har oljuvinnan tekur seg upp.

Hóast handverkarar eru fluttir av landinum í arbeiðsørindum, hava teir í stóran mun verið skattsettir, har familjan hevur búleikast.

Hildið verður, at eitt nú í Suðuroynni eru einir 100 handverkarar búsettir, men starvast uttanlands.

Sum skilst, so er miðvísa ætlan landsstýrismansins at tvinga teir handverkarar, ið eru staðbundnir at útjaðaranum heimaftur úr útlondum. Ikki heim til útjaðaran, har teir hava skattligt tilhald, men til miðstaðarøkið.

Koma teir heimaftur, so er kós teirra sett hagar, búskaparferðin er størst, og har tað er dýrast og torførast hjá teimum og familjum teirra at seta búgv nummar 2.

Ymsar meiningar eru, um nú hesin politikkur lokkar nakran mann heim til landa. Hildið verður, at hann kann hava beint øvugtu ávirkan. Hesin politikkur kann styggja familjurnar hjá hesum monnum av landinum, og útjaðarin, har flest allir búgva, fer at missa enn fleiri fólk og enn fleiri inntøkur.

Ymsar studningsskipanir til handverkarar eru galdandi í grannalondum okkara. Eitt nú fær handverkari, sum ferðast yvir sundini í Danmark, oman fyri 500 kr. um dagin afturat koyripeningi.

Føroysk vinna hevur í eitt áramál tráað eftir at fáa fleiri bein at standa á, og tað liggur á ljóði, at fleiri fyritøkur hava fingið fótin fyri seg. Fleiri føroyskar handverksfyritøkur við føroyskum handverkarum eru virkandi í útlondum, og leggja hesar fyritøkur sjálvsagt virði eftir seg.

Á tingfundi 16. oktober 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 19. desember 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r 

Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðuroynni, Hergeir Nielsen, hevur sett mær ein fyrispurning um endurskoðanina av uttanlandsfrádráttinum hjá føroyskum handverkarum. Frádrátturin verður eisini ofta nevndur samdøgursfrádrátturin. Í fyrispurninginum eru níggju undirspurningar, og eg skal so væl tað letur seg gera við okkara hagfrøðiliga tilbúnaði og út frá míni støðu til evnið royna at svara spurningunum.

Spurningur nr. 1:
Spurt verður í fyrsta spurninginum, hvørji búskaparlig og samfelagslig atlit eg taki við hesi broytingini. Tá eg sigi "broytingini", so er tað fyri at seta tað upp í móti orðavalinum hjá spyrjaranum, sum er, at landsstýrismaðurin enn eina ferð ger "skattlig inntriv" hjá handverkarum.

Eg eri ikki samdur við spyrjaran í, at hetta er eitt "inntriv" í tí týdningi, sum orðið vanliga verður nýtt í, tí samdøgursfrádrátturin er upprunaliga ein skipan frá kreppuárunum, sum ætlanin allatíðina hevur verið at endurskoðað. Føroyskir handverkarar og fiskimenn høvdu tá fyri neyðini at leita sær uttanlands eftir arbeiði, og tað var fyri at lætta fíggjarliga um hjá teimum, at frádrátturin varð settur í gildi. Frá fyrsta degi hevur tó alla tíðina verið víst á, at frádrátturin fór ikki at verða varandi, men fór at verða endurskoðaður á hvørjum ári. Hesa støðu hava allir partar tískil verið vitandi um.

At samdøgursfrádrátturin nú verður minkaður við tveimum triðingum er eitt fíggjarpolitiskt tiltak ella atlit, ið beinleiðis er tengt at búskaparstøðu landsins og harvið øllum samfelagnum. Samfelagshjólini í Føroyum mala nú so skjótt, sum tey ikki hava gjørt í langa tíð. Byggivirksemið er í hæddini, og vit hava í langa tíð verið vitandi um, at sera stórur tørvur er á handverkarum í føroysku byggivinnuni. Tørvurin ger seg ikki minst galdandi fyri tey størru plássini; kanska serliga Havnina, og føroyskir handverksmeistarar hava fleiri ferðir alment gjørt vart við hetta, eins og eg skrivliga og á fundum eri gjørdur varugur við hetta.

Hendan vitanin og vitanin um, at jú færri handverkarar eru til taks, jú dýrari gerst tað at útvega sær handverkarar, hevur fingið meg at taka støðu til enn einaferð at dagføra samdøgursfrádráttin. Uttan sovorðin neyðug fíggjarpolitisk tiltøk kunnu fylgjurnar verða hækkandi húsaprísir og munandi seinking og dýrking av verandi og komandi byggjaríum.

Spurningur nr. 2:
Spyrjarin spyr her, hvussu nógv skattliga inntøkan frá handverksvinnuni er vaksin seinastu 5 árini, og hvussu henda inntøka býtir seg út á tey ymsu økini í landinum mált í størvum og krónum. Spurt verður haraftrat, hvussu stórt skattliga virðið er, ið kemur inn í føroyska búskapin frá handverksvinnuni uttaneftir.

At byrja við má eg siga, at tað ikki er eins einfalt at svara hesum spurninginum, sum tað er at seta hann, tí nevnda vinnugreinin "handverksvinna" finst ikki í vinnuskráunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya og Hagstovu Føroya sum sjálvstøðug vinnugrein. Heldur ikki ber til grundað á tær almennu skrásetingarnar í samtíðarskattaskipanini at siga, hvussu nógvar lønir renna um samtíðarskattaskipanina fyri arbeiði hjá føroyskum handverkarum uttanlands. Høvuðsorsøkin til hetta er, at virki, sum føroyingar eiga – í útlondum og/ella her heima – og sum gjalda løn um eitt virkistal í samtíðarskattaskipanini, ikki skráseta, um lønin er fyri arbeiði gjørt uttanlands.

Harumframt hevði tað verið stórarbeiði at útgreina handverkarainntøkur, sum verða vunnar í t.d. Danmark, tí tá skal skiljast ímillum fiskimanna- og handverkarainntøkur, ið gera nýtslu av samdøgursfrádráttinum. Eg má í hesum sambandi eisini taka atlit at arbeiðsorku Fíggjarmálastýrisins og raðfesting av arbeiðsuppgávum.

Tað ber tó til út frá vinnuskrásetingarskipanini hjá Hagstovuni at síggja allar vinnugreinar, sum hava samband við bygging. Yvirlitið er sett upp í hjálagdari talvu nr. 1 (skjal nr. 1), og har síggjast lønargjaldingarnar og broytingarnar í % seinastu fimm árini frá 1996 til 2000 fyri skránumrini 451100 til 454420. Í eini aðrari talvu (nr. 2, skjal nr. 1), sum eisini er løgd við, sæst gongdin hjá bólkunum, ið serliga hava við húsasmíð at gera. Tað eru bólkarnir Byggivirki (452110) og Timbur- og snikkaravirki (454200); eg hugsi, tað man vera hesir bólkarnir, spyrjarin fyrst og fremst hugsar um. Í talvunum sæst týðuliga, at vøksturin í lønútgjaldingunum frá 1996 til 2000 hevur verið ovurstórur: Í krónum meira enn 100 milliónir og í prosentum knøpp 250, tvs. nærum ein fýrafalding av virkseminum. Viðmerkjast skal tó, at hetta eru løngjaldingarnar hjá virkjunum samanlagt til øll, sum knýtt eru at virkjunum: skrivstovufólk og fyrisiting annars, arkitektar, verkfrøðingar, øll sløg av handverkarum, maskinførarar, byggiarbeiðarar o.s.fr.

Spurningurin um tal á størvum kann ikki svarast nágreiniliga, tí tað verður hvørki í vinnuskráunum hjá Hagstovuni ella hjá Toll- og Skattstovu Føroya farið so nógv niður í smálutir, at til ber at síggja hetta.

Spurningur nr. 3:
Sum vit síggja í talvunum til svarið upp á spurning nr. 2, so er byggivirksemið í landinum vaksið serstakliga nógv seinastu fimm árini. Og hóast Suðuroyggin kanska ikki fær eins stóran ágóða av økta virkseminum og t.d. Havnin og Skálafjørðurin, so bendir alt á, at eisini í Suðuroynni økist byggivirksemið. Nevnast kann t.d., at bara á Tvøroyri hevur nærum einki nýtt sethús verið bygt seinastu 10 árini, men bara hetta seinasta árið eru 3 sethús í gerð. Á hinum stórplássinum í Suðuroynni, Vági, er vinnuvirksemið vaksið munandi hesi seinastu árini, og tað er einki at ivast í, at hetta merkist aftur í øktum byggivirksemi.

Spurningur nr. 4:
Spurt verður her, hvørji økismenningarlig tiltøk, eg taki í mínum politikki, og eg loyvi mær at ganga út frá, at spyrjarin meinar við økismenningarlig tiltøk í sambandi við endurskoðanini av samdøgursfrádráttinum. Hesin spurningurin er nær tengdur at spurningi nr. 3.

Sum spyrjarin nevnir í viðmerkingunum, bendir nógv á, at nógvir av føroysku handverkarunum uttanlands eru ættaðir úr Suðuroynni. Um so verður, at endurskoðanin av frádráttinum hevur við sær, at handverkararnir úr Suðuroynni flyta heim aftur til Suðuroyar, verður útboðið av handverkarum sjálvandi størri har. Og verður tað ov stórt, ber eisini til hjá nøkrum av hesum handverkarunum at taka lut í ovurstóra byggivirkseminum í m.ø. miðstaðarøkinum. Skuldi tað hent, at tað ikki verður arbeiði til allar handverkararnar í Suðuroynni, so er tað tó stórliga at fegnast um, at ferðasambandið millum Suðuroynna og miðstaðarøkið um nøkur fá ár við nýggja suðuroyarskipinum verður av tí allarbesta.

Spurningur nr. 5:
Spyrjarin spyr her, hvørji bústaður- og ansingartilboð, eg havi til handverkararnar og familjur teirra í Havn, har eini 700 fólk standa á bíðilista at fáa grundøki. Til hendan spurningin má eg fyrst av øllum siga, at íbúðar- og barnaansingarmál ikki eru málsøki hjá mær. Men tað áliggur sjálvsagt tí samlaða landsstýrinum at raðfesta hesi umráði so frammalaga sum gjørligt. Og nú olja er funnin í føroysku undirgrundini, má roknast við upp aftur størri eftirspurningi eftir bústøðum á stórplássunum og kanska serliga í høvuðsstaðnum.

Eg havi tí fregnast um hetta hjá Tórshavnar kommununu og havi fingið at vita, at man støðugt kýtir seg fyri at loysa ansingar- og bústaðarspurningarnar. Kommunan byggir t.d. í løtuni tveir barnaansingarstovnar, ein í Hoyvík og ein á Argjum. Á hvørjum av hesum stovnum verða 36 barnagarðs- og 24 vøggustøvupláss; tað vil siga 60 ansingarpláss á hvørjum stovni ella íalt 120 ansingarpláss. Væntandi verða hesir stovnar lidnir um 1-2 ár. Kommunan upplýsir eisini, at nýggjar ætlanir eru um at útvega fleiri ansingarpláss, og eg eri vitandi um virki og stovnar, sum arbeiða við ætlanum um at gera ansingarstovnar til børn hjá teirra starvsfólkum.

Sum spyrjarin vísir á, so er almenni bíðilistin til grundstykkir í Havnini umleið 700. Tá eg sigi "tann almenni bíðilistin", so er tað tí, at havast má í huga, at tað í Hoyvíkshaganum júst eru boðin út 200 grundstykkir og sambært kommununi fara flest øll, ið hava fingið hesi tilboð, at taka av tilboðnum. Royndir vísa annars, at bíðilistin oftast í veruleikanum bert er umleið helvtina av tí, hann ljóðar upp á. Tað er tí, at nógv skriva seg upp á listan, so skjótt tey fylla 18 ár og taka síðani ofta ikki av tilboðnum, tá ið tey fáa tað. Stundum kemur eisini fyri, at ógift pør ella samlivandi skriva seg upp á bíðilistan undir tveimum nøvnum, og tá ið so annar fær boðið eitt grundstykki, styttist bíðilistin við tveimum umsøkjarum.

Umframt hetta ger kommunan seg í løtuni út til at bjóða út 300 grundstykkir aftrat í 2002 og 2003, og eg eri vitandi um tvey onnur byggiprosjektir, sum eru um at fara í gongd. Kommunan arbeiðir við einum prosjekti í Berjabrekku, sum fevnir um 60 leiguíbúðir, og tveir privatir byggiharrar fara væntandi í gongd við at byggja ávikavist 80 eigaraíbúðir í Berjabrekku og 100 hús í Hoyvíkshaganum.

Viðvíkjandi prosjektinum hjá kommununi í Berjabrekku, so søkir kommunan her landsstýrið um, at sloppið verður undan at rinda mvg av arbeiðslønini, eins og rentustuðul verður veittur á sama hátt sum til húsaeigarar. Eg skal her siga frá, at eg prinsipielt eri fyri, at leigarar verða javnsettir við eigarar. Men fyri at hetta kann lata seg gera er neyðugt, at landsstýrið semist um at gera hetta í einum breiðari høpi.

Í hesum sambandi skal eg eisini nevna, at eitt lógaruppskot er borið í tingið, har mælt verður til at fólkapensjonistar verða skattafrír av inntøkum av útleigu av egnum íbúðum ella partar av egnum íbúðum. Væntandi fer hetta tiltak at økja væl um útboðið av bústøðum.

Spurningur nr. 6:
Áðrenn eg gjørdi av at lækka samdøgursfrádráttin, kallaði eg allar viðkomandi partar til fundar í Fíggjarmálastýrinum. Her varð av umboðum fyri handverksmeistararnar borið upp á mál, at tað kann vera óheppið, um frádrátturin verður lækkaður hjá tí partinum av føroysku framleiðsluvinnuni, ið flytir út og setir upp (monterar) føroyska framleiðslu í útlandinum.

Mín støða til hetta er, at um man vil veita fíggjarligan stuðul til føroyskar fyritøkur at fara í útlondini at seta upp ella montera føroyska framleiðslu, so eigur man at veita hendan stuðulin beinleiðis til arbeiðsgevaran og ikki óbeinleiðis umvegis skattingina av arbeiðstakarunum. Eg havi sagt umboðunum fyri vinnuna frá míni støðu, og samgongufelagarnir kenna eisini mína støðu.

Spurningur nr. 7:
Spurt verður her um frádráttarskipanirnar fyri handverkarar í grannalondum okkara. Her havi eg - fyri at svarið av fyrispurninginum ikki gerst alt ov drúgt – loyvt mær í hjáløgdum skjali at lýsa skipanirnar fyri frádrátt, skatting og endurgjald av ferða- og dagpengum í Noregi og Svøríki, Danmark. Á sama skjali havi eg eisini greitt frá teimum føroysku reglunum fyri endurgjøld og frádráttir í sambandi við ferðing í arbeiðsgevaraørindum. Samanumtikið kann sigast um hesar útlendsku skipanirnar, at tær allar hava bæði møguleika fyri frádrátti og endurgjaldi í sambandi við ferðing í arbeiðsgevaraørindum. Tað ber tó ikki til at siga júst, hvør skipan er tann mest rætta ella rættvísa, tí havast má í huga, at talan er um trý ymisk lond, bæði hvat viðvíkur landafrøði og arbeiðsmarknaði. Í grannalondunum hevur man eftir øllum at døma valt at veita ein ávísan frádrátt til arbeiðstakarar, soleiðis at tað ikki skal merkjast ov væl, um lang frástøða er millum heim og arbeiðspláss. Til tað er tó at siga, at man í Føroyum í dag veitir ferðastuðul og stuðul til dupult húsarhald. Og ferðastuðulin hækkaði í fjør úr 9 oyru upp í 37 oyru pr. koyrdan kilometur omanfyri 15. Ein kann so møguliga siga, at føroysku stuðulsupphæddirnar eru nakað væl lægri enn tær í grannalondunum, og at tær treingja til eina endurskoðan aftrat. Men enn einaferð má eg minna á, at landafrøðin og arbeiðsmarknaðurin í grannalondunum langt frá altíð kunnu samanberast við føroysku viðurskiftini. Og man má heldur ikki gloyma, at byggivirksemið í Føroyum er í topp í løtuni og fer uttan iva at verða tað langa tíð frameftir.

Spurningur nr. 8:

Sum svar upp á spurning 8 havi eg sett upp eitt dømi, sum sæst niðanfyri. Fyrst skal eg tó viðmerkja, at tað ikki letur seg gera hjá mær at svara fullgott upp á spurning 8a, tí her er talan um ein handverkara, ið er búsitandi í Danmark og tískil bert verður umfataður av donskum skattareglum. Dømi er tí sett upp fyri ein føroying, sum er fult skattskyldugur í Føroym, men sum arbeiðir í Danmark, og eg skilji spyrjaran soleiðis, at tað er hetta, sum sipað verður til í 8b. Arbeiðir handverkarin fyri danskan arbeiðsgevara, verður hann avmarkað ella fult skattskyldugur til Danmark, treytað av um uppihaldið í Danmark varir styttri ella longur enn seks mánaðir.

Er hann alt árið í tænastu hjá donskum arbeiðsgevara, verður hann skattaður í Føroyum av hesi inntøkuni við frádrátti kr. 300 pr. samdøgur (frá 1. januar komandi ár 100 kr. pr. samdøgur) fyri arbeiðsdagarnar. Allur skatturin í Føroyum verður tá strikaður sambært reglurnar í norðurlendska tvískattasáttmálanum. Er hann bert í tænastu hjá donskum arbeiðsgevara í t.d. 150 dagar og har vinnur kr. 200.000 brutto og arbeiðir restina av tíðini í Føroyum og vinnur har aðrar kr. 200.000, sær roknistykkið soleiðis út:

Inntøka í Danmark 200.000  
Samdøgursfrádráttur 150 x kr. 300 45.000 155.000
Inntøka í Føroyum   200.000
Skattskyldug inntøka   355.000
Skatturin í Føroyum verður (ár 2001, kommunuskattur 20%)   165.640
Av hesum skulu vit sambært tvískattasáttmálan strika soleiðis:
155.000/355.000 x 165.640
  72.321
Eftir at gjalda í Føroyum   93.319

Skattgjaldarin skal harumframt rinda skatt av kr. 200.000 í Danmark.

Spurningur nr. 9:
Sum nevnt omanfyri, so verður ikki í okkara vinnu- ella skattaskráum frámerkt, at løn verður goldin til føroyskan handverkara fyri arbeiði uttanlands. Tað ber heldur ikki til at síggja í skráunum, hvussu stórur partur av virkseminum hjá einum føroyskum felag møguliga liggur uttanlands. Verður hugt at tí einstaka arbeiðstakaranum, so ger tað sama seg galdandi her skilt á tann hátt, at tað ikki uttan víðari ber til í skattaskráunum at síggja, um inntøkan stavar úr Føroyum ella úr t.d. Danmark. Hetta tí føroysk feløg, ið rinda út lønir til handverkarar búsitandi í Føroyum og arbeiðandi í t.d. Danmark, ofta rinda lønina gjøgnum ein føroyskan peningastovn og inn á eina føroyska kontu.

Ein kundi síðani spurt, um tað ikki ber til at síggja í skattaskráunum, hvussu nógvir handverkarar fáa samdøgursfrádrátt. Toll- og Skattstova Føroya sigur seg ikki kunna svara hesum, uttan at tað hevði verið neyðugt at brúkt nógva arbeiðsorku at gingið ígjøgnum allar teir arbeiðstakararnar, sum eru skrásettir við samdøgursfrádrátti. Havast skal her í huga, at fiskimenn, ið sigla uttanlands og fáa frádráttin, eisini eru við í tí samlaða talinum. Harumframt hevði verið neyðugt at skilt ímillum inntøku, ið var vunnin í útlandinum og inntøku, sum var vunnin í Føroyum.

Tað ber tí ikki til at geva eitt nágreiniligt svar upp á hendan partin av fyrispurninginum, men í besta lagi at gera eina rættiliga leysliga meting. Eina sovorðna leysliga meting hevur Toll- og Skattstovan gjørt, tá ið hon í juni mánaða í ár upplýsti fyri einum føroyskum tíðindablaði, at talið av føroyskum handverkarum uttanlands kundi vera á leið 250.

Eg skal at enda í mínum svari upp á fyrispurningin viðmerkja, at eg neyvan fari skeivur, tá eg sigi, at føroyskir handverkarar, ið arbeiða uttanlands, uttan iva leggja eins nógv eftir seg í Føroyum og aðrir hartarbeiðandi føroyskir handverkarar. Og allar inntøkur úr útlandinum muna á gjalds- og handilsjavnanum.

 

Viðlagt skjal 1 og 2  

Skjal 1 til svar upp á fyrispurning nr. 100-21 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uttanlandsfrádrátti hjá handverkarum

Talva 1.

Lønargjaldingar í 1.000 krónum

1996

1997

1998

1999

2000

451100 Niðurrívingar- og jørðarbeiðstakarar

648

1.293

1.795

3.658

6.721

452110 Byggivirki (undantikið niðurrívingar- og jørðarbeiðstak.)

19.763

42.790

65.143

74.000

87.427

452120 Alment byggivirksemi (Landsverkfrøðingurin)

34.536

35.664

33.276

35.657

41.142

452510 Múraravirki

1.173

1.439

1.617

1.967

2.900

452520 Steinseting

0

0

0

55

88

452590 Byggivirki, har annar serkunnleiki krevst

2.097

2.396

2.958

3.443

4.118

453100 El-innleggingarvirki

15.418

19.675

24.033

31.147

34.049

453300 HVS-innlegging og blikksmíð

10.934

12.944

14.842

17.439

19.623

454200 Timbur- og snikkaravirki

23.062

29.977

37.243

45.968

60.880

454310 Gólváleggingar- og veggjaklæðingarvirki

417

310

665

883

1.087

454410 Málaravirki

3.838

4.740

5.872

6.026

6.648

454420 Glarmeistaravirki

0

0

13

48

412

Samanlagt

111.886

151.228

187.457

220.291

265.095

Indeks 1996 = 100

100

135

168

197

237

Prosentbroyting

35

24

18

20

Talva 2.

1996

1997

1998

1999

2000

Lønargjaldingar í 1.000 krónum
452110 Byggivirki (undantikið niðurrívingar- og jørðarbeiðstak.)

19.763

42.790

65.143

74.000

87.427

454200 Timbur- og snikkaravirki

23.062

29.977

37.243

45.968

60.880

Samanlagt

42.825

72.767

102.386

119.968

148.307

Index 1996 =100

1996

1997

1998

1999

2000

452540 Byggivirki (undantikið niðurrívingar- og jørðarbeiðstak.)

100

217

330

374

442

501010 Timbur- og snikkaravirki

100

130

161

199

264

Samanlagt

100

170

239

280

346

Prosentbroyting

1996/1997

1997/1998

1998/1999

1999/2000

454410 Byggivirki (undantikið niðurrívingar- og jørðarbeiðstak.)

117

52

14

18

503020 Timbur- og snikkaravirki

30

24

23

32

Samanlagt

70

41

17

24

 

Skjal 2 til svar upp á fyrispurning nr. 100-21 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uttanlandsfrádrátti hjá handverkarum

Frádráttar- og endurgjaldsskipanir fyri handverkarar í grannalondum og í Føroyum: 

Noreg

Frádráttirnir í Noregi fyri ferðing innanlands eru 380 NKR pr. samdøgur fyri kost, tá gist verður á hotelli, og morgunmatur er við í prísinum. Er morgunmatur ikki við í prísinum, er frádrátturin 440 NKR. Verður gist á pensjonati, er frádrátturin fyri kost 240 NKR um samdøgrið, og verður gist á annan hátt, er frádrátturin fyri kost 158 NKR. Frádráttur fyri gisting uttanfyri heimið verður latin sambært skjalprógvaðan kostnað. Treytin er, at bústaðurin heima ikki er útleigaður og fyri stakar persónar, at hesir gjalda fyri sjálvstøðugan bústað heima.

Endurgjald frá arbeiðsgevara fyri kostnað av gisting er somu upphæddir, sum eru nevndar omanfyri. Haraftrat fáa langtúrabilstjórar 300 NKR um samdøgrið, tá koyrt verður uttanlands. Og endurgjald fyri gisting á tænastuferð er 400 NKR um samdøgrið teir fyrstu 28 dagarnar. Hesi endurgjøld verða mett at javnviga við kostnaðin, tvs. endurgjaldið er skattafrítt, men verður so eingin frádráttur loyvdur. Løntakari verður ikki mettur at búgva uttanfyri heimið, um dvølið á arbeiðsplássinum uttan íslit varir minni enn tvey samdøgur (48 tímar), tá hetta er liður í vanligari arbeiðsskipan .

Fyri ferðing uttanlands hevur norski staturin ásett fastar satsir, eins og Føroya Landsstýri hevur gjørt fyri embætisfólk tess. Til dømis er upphæddin fyri ferðing til Danmark og Føroyar 1.080 NKR fyri gisting og 630 NKR fyri kost pr. samdøgur. Satsurin verður skerdur við 25% frá og við 29’nda degi. Um arbeiðsgevarin endurrindar løntakaranum útreiðslur til innivist og kost, tá ferðast verður uttanlands, eru upphæddir, sum ikki eru størri enn satsirnir ásettir av statinum, skattafríir.

Svøríki

Vanliga fær løntakarin endurgjald fyri ferða- og vistarhaldsútreiðslur frá arbeiðsgevaranum. Hesi endurgjøld eru skattskyldug inntøka. Løntakarin fær samstundis frádrátt bæði fyri ferðakostnað og fyri øktan livikostnað, sum stendst av tænastuni. Ferðin skal tó fevna um gisting uttanfyri vanliga arbeiðsstaðið. Økti livikostnaðurin kann vera fyri gisting á gistingarhúsi, meirkostnað fyri máltíðir og ávísar aðrar minni útreiðslur, sum til dømis fyri telefonsamrøður. Frádráttur verður ikki latin fyri livikostnað, tá tað snýr seg um ferðing, sum bert varar ein dag. Vanliga arbeiðsstaðið verður roknað at vera innanfyri 50 km. frá vanliga tænastustaðnum ella bústaði hjá løntakaranum.

Hevur arbeiðsgevarin goldið løntakaranum fyri máltíðir og aðrar minni útreiðslur, og løntakarin ikki kann skjalprógva, at hann hevur havt størri meirkostnað, fær hann frádrátt fyri kostnaðin av máltíðum, tó í mesta lagi 180 SKR um dagin. Um løntakarin kann skjalprógva, at hann hevur haft størri meirútreiðslur til máltíðir enn tað, sum hann fær endurgoldið frá arbeiðsgevaranum, fær hann frádrátt fyri munin. Fyri innivist á t.d. hotelli er frádrátturin ájavnur við kostnaðin, sum løntakarin hevur havt. Hann skal tó skjalprógva kostnaðin við kvittan. Um hann ikki kann skjalprógva kostnaðin, men tað tó er sannlíkt, at hann hevur gist uttanfyri vanliga arbeiðsstaðið, fær hann ein frádrátt uppá 90 SKR fyri hvørja nátt.

Danmark

Frádrátturin í inntøku fyri kost er 361 kr. pr. dag, treytað av at tú ert forðaður í at verða á tínum vanliga bústaði eina nátt. Frádrátturin, sum er uttan skjalprógv, kann varðveitast í eitt ár og er treytaður av, at arbeiðsgevarin ikki rindar arbeiðstakaranum dietir, sum annars eru skattafríar. Um so er, verður frádrátturin skerdur við 15% fyri morgunmat, 30% fyri frokost og 30% fyri døgurða.

Frádrátturin í inntøku fyri innivist er veruligar útreiðslur eftir skjalprógvi, treytað av at arbeiðsgevarin ikki rindar fyri innivist. Ein treyt er tó, at arbeiðstakarin hevur ein fastan bústað, sum viðførir ta primeru útreiðsluna til innivist. Ert tú "leysarbeiðari" ella svevur í bili, telti ella hjá familju, er frádrátturin í inntøku 150 kr. fyri hvørja nátt uttan skjalprógv. Hesir frádráttir eru galdandi fyri arbeiði í Danmark og uttanlands. Tó eru onkrir hægri frádráttir fyri onkur fjarskotin lond. 

Føroyar

Í Føroyum kann man fáa stuðul til ferðaútreiðslur ella til dupult húsarhald. Velur man stuðul til dupult húsarhald eru upphæddirnar fyri leigu av høli 488 kr. um mánaðin, fyri eykaútreiðslur til kost kr. 20,50 fyri hvønn arbeiðsdag og fyri ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna útroknað eftir lóg um kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur. Velur man stuðulin til ferðaútreiðslur kann verða talan um bæði ferðing eftir landi og sjóvegis. Fyri ferðing á landi er stuðulin 37 oyru pr. koyrdan kilometur omanfyri 15 km. um dagin og sjóvegis 15 kr. pr. túr, um talan er um Suðuroyarleiðina. Fyri aðrar sjóvegis leiðir er stuðulin 5 kr. pr. túr. Síðstnevndu upphæddir kunnu tykjast lægri enn stuðuls- og frádráttarupphæddirnar í útlondunum, men skulu síggjast við atliti til, at talan ofta er um væl minni fjarstøður í Føroyum, eins og stuðulin til ferðaútreiðslur í fjør varð hækkaður úr 9 oyru upp í 37 oyru pr. kilometur omanfyri 48.

Løntakarin kann eisini gera nýtslu av einum alternativum frádráttarhátti; tað er samdøgursfrádrátturin ella uttanlandsfrádrátturin, sum hesin fyrispurningurin snýr seg um. Hesin er fram til nýggjárs 300 kr. pr. samdøgur, men verður eftir nýggjár 100 kr. pr. samdøgur Lógarheimildin fyri frádráttin finst í § 33, nr. 12 í skattalógini, og upphæddin verður ásett við kunngerð. Løntakarin kann eftir hesum, um hann lýkur ávísar lógarásettar treytir, fáa frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri at arbeiða á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi. Ein treyt er t.d., at arbeiðið skal vara í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða skeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða skeið.

Í § 33, nr. 14 í skattalógini er ein onnur áseting, sum er eitt undantak frá ásetingunum í § 33, nr. 12. Hendan er galdandi fyri persónar, sum arbeiða hjá føroyskum virki, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum fyri síðani at verða latið og sett upp uttanlands. Í slíkum førum eru dagaavmarkingarnar í § 33 nr. 12 ikki galdandi, men samdøgursfrádráttur verður veittur fyri tann partin av arbeiðinum, sum verður gjørdur uttanlands.

Harumframt kann arbeiðsgevarin sbrt. § 29, stk. 7 í skattalógini rinda arbeiðstakaranum skattafría samsýning fyri eykaútreiðslur, sum standast av, at hesin verður sendur út frá sínum vanliga arbeiðs- ella bústaðarplássi at arbeiða fyri arbeiðsgevarin. Samsýningin er bert skattafrí, um hon ikki inniheldur nakra samsýning fyri vinnu. Í semju millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið eru tær skattafríu upphæddirnar ásettar. Dagpeningurin fyri kost, um uppihaldið er t.d. í Danmark er 360 kr. Verður hesin samsýningarháttur nýttur, nýtist ikki at skjalprógva tær útreiðslur, sum tíma- og dagpeningurin skal rinda. Skattafría samsýningin fyri gisting í t.d. Danmark er í mesta lagi 700 kr og er hetta móti skjalprógvi. Arbeiðsgevarin kann tó sbrt. § 31, stk. 1 í skattalógini í staðin fyri omanfyri nevnda endurgjaldshátt velja at rinda veruligu útreiðslurnar, sum standast av arbeiðinum. Tá snýr tað seg um endurgjald av útreiðslum eftir rokning. Upphæddin er ikki skattskyldug hjá løntakaranum, og arbeiðsgevarin kann draga útreiðslurnar frá sum rakstrarkostnað.

Málið avgreitt.