Fyrispurningur um fríhandilssáttmálar

100-23 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi fríhandilssáttmálum við onnur lond

Orðaskifti

Ár 2001 týsdagin 16. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu langt er landsstýrið komið við arbeiðnum, at gera fríhandilssáttmálar við eystanlond ella onnur lond?
  2. Hvørjar veruligar handilssáttmálar fær Løgtingið til góðkenningar í hesum valskeiðnum?

Viðmerkingar
Undanfarna landsstýrið (1994 – 98) legði stóran dent á, at fáa handilssáttmálar í lag við Eysturevropeisku londini. Hetta varð gjørt, tí at landsstýrið metti, at hesi lond seinni fóru at gerast partar av Evropasamveldinum (ES). Landsstýrið sá tað tí sum sera týdningarmikið at gera handilssáttmálar við hesi lond, áðrenn tað hendi.

Hetta hevði sett Føroyar í eina betri støðu bæði mótvegis londunum sjálvum, og eisini seinni mótvegis ES.

Landsstýrið og Uttanríkisráðið arbeiddu dúgliga við hesum stórmálum. Sáttmáli varð undirskrivaður við Estland, og sáttmálin við Póland var komin væl ávegis til undirskrivingar. Samráðingar við onnur lond vóru eisini í gongd.

Tá núverandi landsstýri tók við, sá út til, at henda gongdin fór at halda fram. Í frágreiðing løgmans um uttanlandsmál í 1999 varð sagt, at samráðingar um handilssáttmálar vóru í gongd ella um at fara í gongd við Lettland, Litava, Rumenia, Bulgaria, PLO, Kroatia, Turkaland, Russland, Kanada, Kili, Brasilia, Meksiko og Marokko.

Tann 15. juni 1999 varð eitt upprit um fríhandilssáttmálar millum "Føroyar og heimsins lond" sent uttanlandsnevndini. Har mælir løgmaður til, at Føroyar fara undir samráðingar við londini, ið eftir eru at gera sáttmála við í Evropa umframt Kanada, Avstralia, Nýsæland, Suðurafrika, Meksiko, Kili og Brasilia. Harumframt verður mælt til, at onnur lond enn tey umrøddu verða tikin við, so hvørt sum fyrisitingarliga orkan røkkur til og treytað av, at londini svara fráboðanini um at gera fríhandilssáttmála játtandi.

Í løgmansrøðuni á ólavsøku í fjør varð sagt, at samráðingarnar við Russland og Lettland um sínámillum fríhandilssáttmálar vóru um at vera loknar. Sagt varð eisini: "sáttmálin við Russland verður væntandi ein fullkomin fríhandilssáttmáli við ongum avmarkingum fyri vøruhandil."

Seint á sumri í fjør hoyrdist í føroysku fjølmiðlunum, at russar vóru komnir til Føroya at undirskriva sáttmálan, og at Føroyar sostatt vórðu fyrsta landið í heiminum, sum gjørdi fríhandilssáttmála við Russland. Seinni hoyrdist tó, at russisku umboðini vóru farin avstað aftur, uttan at sáttmálin var undirskrivaður.

Í løgmansrøðuni í ár verður sagt: "Í heyst verður sáttmáli undirskrivaður millum Føroyar og Russland um handilsligt og búskaparligt samstarv. Tá hesin sáttmálin er komin í gildi, verða samráðingarnar um ein veruligan fríhandilssáttmála millum londini tiknar upp aftur".

Hvat ið vorðið er av øllum hinum samráðingunum, sum vóru í gongd ella um at fara í gongd í 1999, verður einki nevnt um í løgmansrøðuni. Heldur ikki hevur nakað verið upplýst um, hvat er hent við tí partinum av sáttmálanum við Russland, sum var klárur at skriva undir seinasta summar, men sum nú verður tikin uppaftur.

Fyri at fáa greiði á hesum verður spurningurin nú settur, hvussu langt landsstýrið er komið við arbeiðnum at gera fríhandilssáttmálar við heimsins lond.

Hetta landsstýrið er ikki sjálvstøðugt komið við einum einasta fríhandilssáttmála við nakað av umrøddu londum, og tí verður eisini spurt, hvussu nógvar sáttmálar Løgtingið kann rokna við skulu góðkennast og samtykkjast í hesum valskeiðinum.

Á tingfundi 23. oktober varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. november 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Nú fyrispurningur er settur í Løgtinginum um eitt so týðandi mál sum hetta, fari eg í høvuðsheitum at greiða frá tilgongdini higartil hjá Føroyum at gera fríhandilssáttmálar við onnur lond.

Tá ið londini í Miðevropu og Eysturevropu fóru frá kommunistiskum ætlanarbúskapi til fólkaræði við frælsum marknaðarbúskapi, fóru tey samstundis undir at samansjóða seg politiskt og búskaparliga við londini í vesturheiminum.

Henda tilgongd hevði eisini við sær, at londini søktu um at gerast limir í Evropasamveldinum (ES). Undan upptøkusamráðingunum gjørdu hesi lond sokallaðar Evropasáttmálar við ES, ið bæði fevna um ávísan fríhandil umframt rættarligar og búskaparligar bygnaðarbroytingar. Evropasáttmálarnir hava á mangan hátt til endamáls at tillaga londini til framtíðar limalond í ES.

Um tað mundi ES gjørdi Evropasáttmálar við londini í Miðevropu og Eysturevropu, fóru EFTA londini undir at gera fríhandilssáttmálar við somu lond. Tað hevði við sær, at í 1995 høvdu EFTA londini gjørt fríhandilssáttmálar við øll tíggju umsøkjaralondini í Miðevropu og Eysturevropu.

Nevndu Evropasáttmálar og fríhandilssáttmálar høvdu lutfalsliga stórar handilsligar broytingar við sær í Evropu. Til tess at frælsisgera samhandilin í Evropu upp aftur meir og á tann hátt seta meira ferð á búskaparliga vøksturin í Evropu fóru ES, EFTA londini og umsøkjaralondini til ES undir tað sokallaða alevropiska upprunaøkið.

Tær stóru handilsligu avbjóðingar, ið alevropiska upprunaøkið fekk fyri vinnulívið í Evropa, umframt føroyski áhugin fyri at selja uppisjóvar fiskasløg til londini í Eysturevropa, høvdu við sær, at undanfarna landsstýri fór undir samráðingar um fríhandilssáttmálar við øll lond í alevropiska upprunaøkinum, sum Føroyar frammanundan ikki høvdu gjørt fríhandilssáttmálar við. ES hevði nevniliga sett sum treyt, at Føroyar frammanundan høvdu gjørt fríhandilssáttmálar við øll londini í alevropiska upprunaøkinum, áðrenn ES fór at góðkenna Føroyar sum part í økinum.

Hesar samráðingar vístu seg skjótt at verða truplar av ymsum orsøkum. Av teimum tíggju londum, undanfarna landsstýri fór undir samráðingar við, eydnaðist tað bert at gera sáttmála við eittans land, nevnliga Estland. Um henda sáttmála vóru heldur ongantíð nakrar veruligar samráðingar, tí at bæði londini vóru samd um sáttmálauppkastið, tá ið tað varð handað løgmanni á almennari vitjan í Tallin í 1997.

So skjótt sum nýtt landsstýri var skipað aftaná seinasta val, tók eg avgerð um at seta uppaftur meira ferð á samráðingarnar um fríhandilssáttmálar. Í tí sambandinum eydnaðist tað Føroyum at gera fríhandilssáttmála við Pólland umframt at gera broytingar í sáttmálanum við ES, sum høvdu við sær, at 98% av sínámillum handlinum er frælsur í dag. Fríhandilssáttmálin við Pólland hevur havt við sær, at samhandilin við hetta land er øktur nógv, somuleiðis sum broytingarnar í sáttmálanum við ES hava havt stóran týdning fyri okkara útflutning av fleiri fiskasløgum, her uppi í laksi og pilkaðum rækjum.

Nú valskeiðið fer at halla, fari eg væntandi at leggja tveir sáttmálar afturat fyri Løgtingið at góðkenna í hesi tingsetu. Ein sokallaður MFN sáttmáli við Russland, ið fer at skapa munandi frægari útflutningssømdir fyri Føroyar, verður eftir ætlan undirritaður tíðliga í vetur. Harumframt verður triðja, og eftir ætlan seinasta, samráðingarumfar við Lettland nú 16 november í Riga. Annars hevur uttanlandsnevndin fingið rúma frágreiðing um samráðingarnar við Russland.

Eg hevði eisini ætlað at leggja sáttmála við Ísrael fyri Løgtingið í tingsetuni, tí at bæði Føroyar og Ísrael hava í løtuni stóran áhuga at fáa sínámillum fríhandil í lag. Hvussu verður við hesum sáttmála er í løtuni ógreitt, tí at sáttmálauppkastið liggur framvegis í danska uttanríkismálaráðnum til politiska góðkenning, og verða tí samráðingarnevndirnar hjá føroyingum og ísraelsmonnum noyddar at bíða og vita, hvussu leikur fer.

Umframt at fáa Føroyum í lag fríhandilssáttmálar við londini í Miðevropu og Eysturevropu, er eisini talan um at fáa fríhandilssáttmálar við eina røð av øðrum londum. Hjá einum landi sum Føroyum, ið er sera tengt at uttanríkishandli, hevur tað stóran búskaparligan týdning at vera umboðað á so mongum marknaðum sum gjørligt. Serstakliga hevur tað týdning, at okkara vinnulív hevur somu sømdir at menna seg sum vinnulívið hjá ES og EFTA londunum, ið eru okkara høvuðskappingarneytar. Tískil hevur alla tíðina verið talan um at fara undir samráðingar við somu lond, ið ES og EFTA londini hava fríhandilssáttmálar við.

Í hesum sambandi havi eg bæði skrivliga og munnliga heitt á danska uttanríkisráðharran um at fáa í lag hesar samráðingar, samstundis sum hetta er gjørt óteljandi ferðir á embætismannastigi. Tað hevur tó víst seg at vera torført at fáa gongd á av ymsum orsøkum.

Viðvíkjandi samráðingum við londini í Miðevropu og Eysturevropu hevur tað tíverri víst seg, at Føroyar longu miðskeiðis í nítiárunum í mun til EFTA londini hava ligið sjóvarfallið av sær. Áðurnevndu Evropasáttmálar hava ásetingar um, at umsøkjaralondini eiga ikki at gera sáttmálar við triðjalond uttan at ráðføra seg við ES nevndina, ið hevur við sær, at ES nevndin frammanundan skal "góðkenna" hesar samráðingar. Ásetingin er íkomin til tess at forða fyri, at ES "arvar" altjóðarættarliga binding millum umsøkjaraland og triðjaland, tí at samsvarandi GATT sáttmálanum frá 1994 hava slíkar bindingar skaðabøtur við sær, tá ið umsøkjaralandið gerst limaland í ES og samstundis sigur upp fríhandilssáttmálan við triðjalandið. Hesin trupuleiki hevur annars fingið drúgva viðgerð í felagsnevndini Føroyar-ES. Harumframt hava fleiri av londunum boðað frá, at tey nú eru greið um, at tey hava givið Íslandi og Noregi alt ov góðar sømdir viðvíkjandi atgongd fyri fiskavørur til teirra marknaðir.

Viðvíkjandi samráðingum við onnur lond hevur tað tíverri víst seg, at tey hava gjørt av at gera sínar samráðingar lidnar við ES og EFTA londini, áðrenn tey hava verið til reiðar at fara undir samráðingar við Føroyar. Í hesum sambandi hevur tað serstakliga hjá EFTA londunum víst seg at vera stórur fyrimunur at fremja slíkar samráðingar í felagssamráðingarnevnd.

Samanumtikið kann sigast, at skulu Føroyar fáa í lag fleiri fríhandilssáttmálar í framtíðini, verður neyðugt hjá føroysku sendinevndunum í størsta mun at skipa fyri hesum samráðingum í beinleiðis samskifti við útlendsku sendinevndirnar, eins og altíð hevur verið gjørt millum sendinevndirnar hjá Føroyum og ES. Tað hevur higartil verið reglan heldur enn undantakið, at tær samráðingar, ið hava fingið til høldar úrslit fyri landið, hava ikki einans verið beinleiðis millum føroyskar og útlendskar samráðingarnevndir við samráðingarborðið, men hava harumframt fevnt um beinleiðis samskifti millum samráðingarnevndirnar millum samráðingarfundirnar.

Málið avgreitt.