Fyrispurningur um almennu fyrisitingina

100-26 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi almennu fyrisitingini

Orðaskifti

Ár 2001, hósdagin 18. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er almenna umsitingin og lønarvøksturin seinastu trý árini innan tað almenna í tráð við almenna umsitingarpolitikk løgmans?
  2. Um ikki, hvørjar ætlanir hevur løgmaður so til broytingar innan økið?
  3. Er neyðugt at broyta stýrisskipanina til tess, at ynski løgmans gerst veruleiki?
  4. Um so er, hvat í stýrisskipanini er neyðugt at broyta?

    Viðmerkingar:
    Tað má eingin ivi valda um, at neyðugt er við eini góðari og sterkari landsumsiting. Ein av atfinningunum í "frágreiðing um 80-árini" var, at "Landsumsitingin var veik. Henni vantaði arbeiðsmegi, og á fleiri økjum vantaði førleiki" Hetta var nokk eisini orsøkin til, at man longu frammanundan var farin í holt við at endurskoða almennu fyrisitingina og hevði sett eina radikala broyting í verk innan økið. Nú eru nøkur ár liðin, síðan henda skipan varð sett í verk.

    Við nýggju skipanini er umsitingin vorðin sterkari, tí vit hava fleiri sera dugnalig embætisfólk í miðfyrisitingini, lat ongan iva vera um tað!

    Men tá ið tað er sagt, so má eisini undirstrikast, at miðfyrisitingin hevur verið fyri einum øgiligum vøkstri seinastu árini. Men trupulleikin við vøkstrinum er ikki vøksturin einsamallur, men at man einki ger til tess at miðsavna serfrøðina, Man letur hinvegin standa til, meðan vit eygleiða eina servitan, sum verður spjødd runt á aðalstýrini og á aðrar almennar stovnar. Soleiðis hava vit eitt sindur av vitan alla møguliga staðni, í staðin fyri at hava eina stóra og sterka servitan einastaðni.

    Vit noyðast at ásanna, at vit eru ein tjóð við 47.000 fólkum. Og tað sigur seg sjálvt, at tá er avmarkað, hvussu nógvar dugnaligar búskaparfrøðingar, hvussu nógvar dugnaligar løgfrøðingar og hvussu nógv dugnalig EDV fólk vit hava møguleika fyri at fáa fatur á. Og tá vit so fáa fatur á einum parti av teimum, sum vit eiga, so spjaða vit tey runt á ymsar deildir innan tað almenna og lata fleiri gera tað sama arbeiði á teimum ymsu deildunum. Sótu hesi fólkini saman í hvør sínum fakbólkum, so hevði umsitingin í fleiri førum fingið eina sokallaði synergieffekt. Og starvsfólkini høvdu tá arbeitt í einum umhvørvi, sum var teirra fakøki.

    Løgmaður segði í einum svari til undirritaða fyri uml. einum ári síðani, at: "Løgmaður ætlar at virka fyri, at arbeiðið, sum løgfrøðingar og búskaparfrøðingar gera, verður samskipað soleiðis, at:

    Síðani svarið kom, er er einki hent á hesum øki, og nú ½ ár er eftir av tíð løgmans í tinganesi á hesum sinni, vil undirritaða gera enn eina roynd til at sannføra løgmann um, at hansara málsøki - tann almenna umsitingin - hevur tørv á stórum ábótum til tess at gerast effektivari.

Á løgtingsfundi 23. oktober 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 30. november 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Á løgtingsfundi 23. oktober 2001 varð samtykt, at løgmaður skuldi svara soljóðandi fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni:

Til nr. 1.
Spurningurin kann býtast í tvey og valt verður fyrst at svara uppá umsitingarspurningin.

Almenna umsitingin varð umskipað í sambandi við, at nýggja stýrisskipanin varð sett í gildi. Sum kunnugt varð lógin um ábyrgd landsstýrismanna sett í gildi um sama mundi. Hetta hevði m.a. við sær, at avgjørt varð, at hvør landsstýrismaður skuldi hava egnu fyrisiting. Víðari hevur hetta merkt, at landsstýrismenninir nú hava fakkunnleikan í egnu fyrisiting innan løgfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði o.s.fr. júst fyri at landsstýrismaðurin kann fyrisita málsøkið sítt á lógligan og fullgóðan hátt.

Undir viðmerkingunum sigur løgtingsmaðurin, at onki verður gjørt fyri at miðsavna serfrøðina, og at man letur standa til. Hetta er ikki rætt. Til dømis kann eg nevna, at byggifrøðin nú er savnað undir landsstýrismanninum í vinnumálum, og løgd Landsverkfrøðingsstovninum at umsita.

Harumframt hevur løgmaður heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka stig til at seta eitt tvørstýriligt KT-forum, sum m.a. skal seta dagsskrá fyri eini framkomnari nýtslu av KT innan almennu umsitingina. KT-forum skal gera uppskot til almennan KT-politikk íroknað KT-trygdarpolitikk, fremja tiltøk sum virka fyri, at hetta verður framt í verki og tryggja samstarv um felags greiðsluevnir. Arbeiðið skal eisini fevna um sínámillum læran av royndum og uppskot til felags loysnir, har hetta er ein fyrimunur.

Við galdandi skipan verður ikki mett at vera rætt at miðsavna løgfrøðina, búskaparfrøðina og aðra frøði undir einum landsstýrismanni, tí trupulleikar kunnu tá koma at standast av ábyrgdarspurningum og loyaliteti. Fakøkini eru sera breið, og nógvar av lógunum eru heilt serligar. Skulu t.d. allir løgfrøðingar arbeiða við øllum fakøkjum er sera stórur vandi fyri, at allir gerast generalistar og bert hava ein færra av vitan innan einstøku økini.

Hinvegin er einki, sum forðar fyri, at økini samstarva. Og tað fáa tey uttan iva gagn av, tá tosað verður um t.d. lógarpolitikk, lógarteknikk, fyrisitingarmannagongdir og líknandi yvirskipaði viðurskifti, sum eru galdandi tvørstýrisliga. Tá tosað verðu um EDV, er tað møguligt, at fleiri viðurskifti kunnu broytast á hesum øki. Sum nevnt omanfyri verður arbeitt tvørstýrisliga innan KT.

Hin spurningurin er um lønarvøksturin. Lønarvøksturin avspeglar samfelagsviðurskiftini og tann hákonjunktur, sum samfelagið hevur verið í seinastu árini. Ein tátturin í lønarvøkstrinum stavar frá sáttmálaásetingunum, ein annar táttur stavar sum sagt frá, at virksemið í samfelagnum sum heild er økt seinnu árini, og trýstið á fyrisitingina er vorðið størri. Ein triði táttur, ið eisini hevur havt við sær, at arbeiðstrýstið í fyrisitingini er økt, eru nógvu altjóða krøvini á fleiri lóggávuøkjum.

Til nr. 2.
Sum nevnt omanfyri ætlar løgmaður ikki at fremja bygnaðarbroytingar alt fyri eitt. Verandi skipan er framvegis nýggj, og møguleiki eigur at vera fyri at royna hana í nøkur ár, áðrenn grundleggjandi broytingar verða framdar. Hinvegin verða tillagingar í bygnaðinum støðugt framdar, júst fyri at gera hann betur. Løgmaður ætlar at seta í verk eftirmetingar av fyrisitingini, sum skulu lýsa á hvørjum økjum ábøtur eiga at verða gjørdar.

Til nr. 3.
Úrslitini av einari eftirmeting fara at vísa, um neyðugt verður at broyta stýrisskipanarlógina.

Til nr. 4.
Sum nevnt omanfyri fara úrslitini av einari eftirmeting at vísa, um hetta er neyðugt.

Málið avgreitt.