Fyrispurningur um sųlu av fiskiloyvum

100-27 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, lųgmann, višvķkjandi spekulasjón ķ sambandi viš sųlu av fiskiloyvum

Oršaskifti

Įr 2001, tżsdagin 23. oktober, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Vilhem Johannesen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Er taš loyvt at selja fiskiloyvir?
  2. Um svariš er ja, hvųr er so grundgevingin, og hvar er heimildin fyri hesum?
  3. Hvussu umfatandi er spekulasjónin, sum lųgmašur tosar um ķ Sosialinum fyri leygardagin 13. oktober?
  4. Nęr er lųgmašur voršin varugur viš, at spekulasjón fer fram ķ sambandi viš sųlu av fiskiloyvum?
  5. Hvķ skal lógarbroyting, iš millum annaš skal stešga spekulasjónini, ikki fįa gildi fyrr enn į nżggjįrinum?

 

 

Višmerkingar:
Tį fķggjarlógin var til 1. višgerš tżsdagin 9. oktober, setti eg lųgmanni ella landsstżrismanninum ķ fiskivinnumįlum ella teimum bįšum spurningin, um taš er loyvt at selja fiskiloyvir. Landsstżris-mašurin ķ fiskivinnumįlum var ikki į fundi hendan dagin, men lųgmašur, sum var til stašar og hevši oršiš ķ 20 minuttir, eftir at framsųgumenninir vóru lišnir, lęt bara spurningin fara aftur viš boršinum uttan at svara.

Tį baš eg um eina višmerking til lųgmann og endurtók spurningin. Umframt undirritaši, vóru taš fimm ašrir lųgtingsmenn, sum hųvdu višmerkingar til rųšu lųgmans. Allir teir fimm fingu svar frį lųgmanni, mešan mķn spurningur stóš eftir uttan at fįa svar. Ķ Sosialinum leygardagin 13. oktober, sigur lųgmašur, at grundin til, at hann ikki svaraši Vilhelm Johannesen, tį hann setti spurningin fyrstu ferš, er stutt og greitt tann, at hann fekk ikki tķš at svara viš teirri stuttu tilmįldu tķšini, hann fekk į rųšarapallinum.

Til hetta er at siga, at tį fķggjarlógin er til 1. višgerš, hevur lųgmašur rętt til oršiš trķggjar feršir. Fyrstu ferš eigur hann 20 minuttir. Ašru ferš eigur hann 10 minnuttir. Og trišju ferš eigur hann 5 minuttir. Tilsamans 35 minuttir, umframt ręttin at fįa oršiš til višmerkingar so ofta, hann vil, men til 1. višgerš av fķggjarlógini hesa ferš nżtti lųgmašur bara 20 av teimum 35 minuttunum, sum hann eigur rętt til. Og hann hevši bara oršiš til višmerking eina ferš - ta endaligu višmerkingina eftir sķna egnu rųšu.

Eg havi nś vķst į, at lųgmašur bara nżtti umleiš helvtina av teirri talutķš, sum honum var tilmįld, tį uppskotiš til fķggjarlóg fyri 2002 var til 1. višgerš. Tķ er taš langt śti - ja, beinleišis ósannindi, tį lųgmašur ķ Sosialinum 13. oktober umber seg viš, "at hann fekk ikki tķš at svara viš teirri stuttu tilmįldu tķšini, hann fekk į rųšarapallinum." Og sķšan kemur taš besta av ųllum. Tį lųgmašur er lišugur at umbera seg sjįlvan, sigur hann: "Men svariš upp į spurningin, sum hann varš settur, er stutt og greitt "Ja", sigur lųgmašur." Eg mį nś spyrja, um taš var hetta svariš, iš tilmįlda tķšin ikki loyvdi lųgmanni at geva?

Men eg kann als ikki góštaka hetta svar lųgmans, tķ ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 58 frį 27. aprķl 2001, stendur m. a. ķ grein 2, stk. 1: "Livandi tilfeingiš į fųroysku landleišunum og tey ręttindi, fųroyska heimastżriš viš samrįšingum hevur rokkiš ella eftir altjóša rętti eigur uttan fyri fųroysku landleiširnar, eru ogn Fųroya fólks." Tķ er natśrligt at spyrja, um einstaklingar ella felųg kunnu selja burtur av tķ, iš sambęrt lóg er ogn Fųroya fólks?

Og ķ grein 3, stk. 2 ķ somu lóg stendur: "Fiskiręttindi, latin sambęrt hesi lóg, veita ikki einstųkum bólkum ella einstaklingum ognarrętt. Somuleišis kunnu ręttindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu." Her veršur heilt greitt sagt, at hóast ein hevur eitt fiskiloyvi frį tķ almenna, so er ikki talan um, at viškomandi hevur fingiš ognarrętt. Śt frį hesum er natśrligt at spyrja, um einstaklingar ella felųg kunnu selja nakaš, sum tey als ikki hava ognarrętt til. Og kunnu einstaklingar ella felųg selja ręttindi til fiskiskap, sum taš almenna kann taka aftur uttan endurgjaldsskyldu?

Vķšari sigur lųgmašur ķ samrųšuni ķ Sosialinum: "Sum lógin um vinnuligan fiskiskap er oršaš ķ dag, ber vęl til at rķka seg upp av at selja fiskiloyvi, sum ein hevur fingiš fyri einki. Tį skip verša seld ķ dag, hava tey at kalla einki virši, um ikki veišiloyvi og harviš eisini fiskiloyvi fylgir viš. Talan er um tvey loyvi, sum gera, at fiskast kann viš skipinum. Fyrst eitt veišiloyvi, sum gevur rętt til yvirhųvur at hava reišskap ķ sjónum. Sķšani eitt fiskiloyvi, sum skal fylla veišiloyviš śt. Taš vil siga at geva įsetta tališ av fiskidųgum."

Og lųgmašur heldur fram: "Tį hesi loyvi eru fingin, hevur veišifariš virši og kann verša handlaš fyri nógv meira, enn sjįlvt skipiš ķ veruleikanum er vert. Og tķ hava summir ivaleyst gjųrt sęr dęlt av. Men taš fer landsstżrismašurin viš fiskivinnumįlum nś at broyta, sigur lųgmašur. Nżggj lóg er į veg, og har veršur hędd tikin fyri, at sonevndir kvotabarónar ikki sleppa at sita og rķka seg upp av slķkum handli. Ķ nżggju lógini fer framvegis at vera gjųrligt at handla viš skipum į sama hįtt sum ķ dag. Taš vil siga, at tey verša seld viš loyvum."

Seinni ķ samrųšuni ķ Sosialinum 13. oktober sigur lųgmašur: "Ķ dag er vinningur av sųlu av fiski-loyvum skattafrķur. Taš er ein merkilig nišurstųša, sum onkur er komin til, sigur lųgmašur, iš ikki ręttiliga dugir at skilja hana." Vķšari sigur lųgmašur: "Grundgevingin skal vera, sigur hann, at taš er ikki loyvt at selja fiskiloyvi, og tķ heldur ikki ber til at skatta vinningin." Og lųgmašur heldur fram: "Men vit vita, at fiskiloyvi verša seld, hóast taš bara eitur, at skipini verša seld fyri ein prķs, sum er kunstiga skrśvašur upp."

Taš undrar meg stórliga, at lųgmašur sigur, "at taš er ein merkilig nišurstųša, sum onkur er komin til ..." Veit lųgmašur ikki, hvųr er komin til hesa nišurstųšu? Tį eg ķ framsųgurųšu mķni 9. oktober setti lųgmanni spurningin, um taš er loyvt at selja fiskiloyvi ella ikki, vķsti eg į, at vit nś hoyra um fleiri dųmi, har veišifųr og fiskiloyvi verša seld hvųrt fyri seg. Veišifariš veršur selt fyri ein lutfalsliga lįgan prķs, mešan fiskiloyviš veršur selt fyri ein lufalsliga hųgan prķs, og tann parturin, sum stavar frį sųlu av fiskiloyvum, veršur koyrdur ķ lumman, uttan at skattur veršur goldin. Um orsųkina til hetta segši eg, at męr er komiš fyri oyraš, at lķkningarrįšiš er komiš til ta nišurstųšu, at ikki er loyvt at selja fiskiloyvi, og tķ ber ikki til at skatta slķkan pening.

Eg skal eisini taka nųkur onnur dųmi śr lógini um vinnuligan fiskiskap, sum geva greišar įbendingar um, at ętlanin ikki hevur veriš, at fiskiloyvi skulu seljast. Ķ grein 5, stk 3 stendur: "Veišiloyvi sambęrt hesi lóg fyri fiskifųr onnur enn tey, iš koma undir bólk 5 sambęrt § 28, stk. 1, er góškenning, iš landsstżrismašurin veitir įvķsum fiskifari at veiša į fųroysku landleišunum og į leišum uttan fyri fųroysku landleiširnar. Veišiloyvi sambęrt hesi lóg fyri fiskifųr ķ bólki 5 sambęrt § 28, stk. 1 er góškenning upp til fimm įr, iš landsstżrismašurin veitir įvķsum fiskifari at veiša į fųroysku landleišunum og leišum uttan fyri fųroysku landleiširnar."

Ķ stk. 4 veršur sagt: "Fiskiloyvi sambęrt hesi lóg er tann ręttur, sum landsstżrismašurin hevur latiš eigara av įvķsum fiskifari, sum hevur veišiloyvi sambęrt stk. 3, at veiša įvķst fiskidagatal og /ella įvķsa nųgd śr įvķsum fiskastovnum į įvķsum leišum ķ įvķsum fiskiįri." Ķ stk. 7 veršur sagt: "Egin kvotupartur er tann preosentpartur av felags įrskvotu av įvķsum fiskastovni, iš landsstżrismašurin hevur latiš persóni ella felagi ręttin at fiska. Egin įrskvota er egni kvotaparturin umroknašur til tons, rund vekt, av fiski. Og ķ stk. 8 stendur: "Egin hjįveišikvota er hjįveišiparturin, iš landsstżrismašurin hevur latiš persóni ella felagi ręttin at fiska, roknašur um til tons, rund vekt, av fiski."

Taka vit so grein 14, so kunnu vit lesa stk. 2. Har stendur: "Leigašir fiskidagar falla aftur til upprunaliga ręttindahavaran aftan į leigumįliš, treytaš av, at hann lżkur treytina įsett ķ § 12." Ķ stk. 3 veršur m. a. sagt: "Fiskidagar kunnu verša lęntir ella leigašir ķ sama fiskiįri millum hųvušsbólkarnar įsettir sambęrt § 28, stk. 1, ..." Ķ stk. 4 stendur: "Fiskidagar kunnu ikki setast ķ veš". Og til seinast kann eg nevna grein 15, stk. 2. Har stendur m. a.: "Leigašur egin kvotapartur, egin įrskvota ella egin hjįveišikvota falla aftur til upprunaliga ręttindahavaran aftanį leigumįliš, treytaš av at hann lżkur treytirnar, įsettar ķ § 12."

Her veršur viš ųšrum oršum sagt, at veišiloyvi er ein góškenning, ķš landsstżrismašurin veitir, at fiskiloyvi er ręttur, landsstżrismašurin hevur latiš, at egin kvotupartur gevur rętt at fiska, at leigašir fiskidagar falla aftur til upprunaliga ręttindahavaran, at fiskidagar kunnu verša lęntir ella leigašir, at fiskidagar kunnu ikki setast ķ veš o. s. fr.

Alt hetta talar ķmóti tķ, sum lųgmašur sigur ķ Sosialinum 13. oktober um, at fiskiloyvir kunnu seljast.

Śt frį hesum višmerkingum loyvi eg męr at seta lųgmanni hesar fimm spurningarnar.

Į lųgtingsfundi 24. oktober 2001 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Į tingfundi 11. desember 2001 svaraši Anfinn Kallsberg, lųgmašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

Til nr. 1 og 2.
Viš lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap varš fariš undir at fremja broytingar ķ fiskivinnupolitikkinum. Ein av hesum broytingum var skipanin viš umsetiligum kvotum. Ķ upprunalógini var loyvt, viš įvķsum avmarkingum, at umseta kvotur frķtt ķ einum kvotuįri. Hetta kundi gerast ķ mesta lagi ķ tvey fylgjandi įr. Umseting śt yvir hesi 2 įr hevši viš sęr, at kvotan fall aftur til avvaršandi skipabólk.

Eftir at fiskidagaskipanin varš sett ķ verk 1. juni 1996, eru fleiri broytingar gjųrdar višvķkjandi umsetiligheit. Her skal ķ stuttum verša greitt frį galdandi reglum į ųkinum.

Sambęrt § 5, stk. 3 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap er veišiloyvi góškenning, iš landsstżrismašurin veitir įvķsum fiskifari at veiša į fųroysku landleišunum og landleišum uttan fyri fųroysku landleiširnar.

Vķšari veršur ķ stk. 4 sagt, at fiskiloyvi sambęrt lógini er tann ręttur, sum landsstżrismašurin hevur latiš eigara av įvķsum fiskifari, sum hevur veišiloyvi sambęrt stk. 3, at veiša įvķst fiskidagatal og/ella įvķsa nųgd śr įvķsum fiskastovnum į įvķsum leišum ķ įvķsum fiskiįri. Fiskiloyvi kann eisini verša latiš eigara av fiskifari, sum ikki hevur veišiloyvi sambęrt stk. 3, soleišis at veitt verša fyribils ella avmarkaš ręttindir at veiša įvķsa nųgd/dagatal śr fiskastovnum į įvķsum leišum ķ įvķsum fiskiįri.

Ķ kapittul 2 ķ lógini um almennar reglur fyri fiskiskapi eru ķ § 8 reglur um flytan av veišiloyvi til fiskifar uttan veišiloyvi ella til innflutt fiskifar, reglur um flytan av veišiloyvi til fiskifar viš veišiloyvi og reglur um flytan av veišiloyvi frį tveimum fiskifųrum til annaš fiskifar uttan veišiloyvi ella til innflutt fiskifar.

Sambęrt verandi sišvenju merkir hetta, at veišiloyvi og fiskiloyvi viš tilhoyrandi ręttindum (fiskidųgum ella kvotum) verša flutt. Fiskimįlastżriš er ķ sambandi viš flytingar av veišiloyvum voršiš kunnugt viš, at hann sum hevur flutt veišiloyviš hevur flutt taš ķmóti gjaldi. Taš sęst ikki vera forboš ķmóti hesum ķ lógini.

Ķ kapittul 3 um fiskidaga- og kvoturęttindi eru ķ §§ 14 og 15 reglur um umseting av fiskidųgum og kvotum. Sambęrt § 14, stk. 1 kunnu fiskidagar umsetast upp til 10 įr ķ senn innanfyri hvųnn undirbólk, įsettir sambęrt § 29, stk. 1.

Sambęrt stk. 3 ķ somu grein kunnu fiskidagar verša lęntir ella leigašir ķ sama fiskiįri millum hųvušsbólkarnar įsettir sambęrt § 28, stk. 1, undantikiš frį bólki 5 til hinar bólkarnar, tį 3 mįnašir eru eftir av fiskiįrinum eftir nęrri reglum, sum landsstżrismašurin įsetur.

Sambęrt § 15, stk. 1 kann egin kvotupartur, egin įrskvota og egin hjįveišikvota umsetast upp til 10 įr ķ senn eftir nęrri reglum, sum landsstżrismašurin įsetur.

Samanumtikiš kann tķ sigast, at fiskiloyvir kunnu ikki seljast, men at veišiloyvi og tilhoyrandi ręttindi sambęrt § 8 ķ lógini kunnu flytast. Um flytingin av veišiloyvi og ręttindum veršur gjųrd ķmóti gjaldi, kann Fiskimįlastżriš ikki foršaš fyri hesum.

Harumframt kann stašfestast, at tey ręttindi sum eru ķ fiskiloyvum, kunnu sambęrt §§ 14 og 15 umsetast ķ upp til 10 įr, og um hetta veršur gjųrt ķmóti gjaldi, kann Fiskimįlastżriš heldur ikki forša fyri hesum.

Til nr. 3.
Ógreiša skattingin av fiskiręttindum hevur seinastu įrini veriš nógv umrųdd ķ fjųlmišlum og millum manna. Orsųkin er uttan iva, at hetta eru ręttindi, iš reišarar fįa ókeypis frį landinum, men sum ķ mongum fųrum eru latin vķšari ķmóti gjaldi - saman viš skipinum ella fyri seg - viš vinningi.

Tį iš landsstżriš ķ januar 2000 legši broytingarlógaruppskot til skattalógina fyri tingiš, varš hetta gjųrt m.a. fyri at gera upp viš ógreišu skattligu višgeršina av skipasųlum, har fiskiręttindi vóru uppi ķ sųluni.

Fķggjarnevndin tók tó ta stųšu, at taš altķš hevur veriš skattlig heimild til at skatta sųlu og keyp av fiskiręttindum og męlti tķ til at taka lógarbroytingina um skatting av fiskiręttindum śr lógaruppskotinum. Broytingaruppskotiš frį fķggjarnevndini varš einmęlt samtykt ķ lųgtinginum 17. mars ķ fjųr.

Til nr. 4.
Sum nevnt omanfyri hevur ógreiša skattingin av fiskiręttindum veriš nógv umrųdd seinastu įrini.

Sķšani lųgtingiš strikaši broytingaruppskot landsstżrisins til skattalógina ķ fjųr, hevur Toll- og Skattstova Fųroya tó havt varhugan av, at ręttiliga ógreitt var millum manna, hvussu nevndu ręttindi skuldu skattast.

Toll- og Skattarįšiš tók į fundi 27. aprķl ķ įr ta avgerš, at vinningur viš sųlu av veišiloyvum ikki skal roknast sum skattskyldug inntųka. Landsstżriš hevur sķšani tikiš avgerš um, at leggja nżtt uppskot fram har hesi višurskifti fįast ķ ręttlag.

Til nr. 5.
Landsstżriš hevur 7. november 2001 enn einaferš lagt fyri tingiš tvey lógaruppskot, sum skuldu gera upp viš ógreišu skattligu višgeršina av skipasųlum, har fiskiręttindi eru uppi ķ sųluni. Hesi uppskot fįa gildi frį framlųgudegnum.

Mįliš avgreitt.