Fyrispurningur um fólkakirkjuna

100-28 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi fólkakirkjuni

Orðaskifti

Ár 2001, hósdagin 18. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kann løgmaður tryggja Føroya fólki, at ongar broytingar verða gjørdar innan fólkakirkjuna, fyrrenn tað liggur púra greitt, hvussu kirkjan verður skipað í framtíðini?
  2. Kann løgmaður tryggja, at Løgtingið og Føroya fólk fáa høvi og ta tíð, ið skal til, fyri at øll kunnu siga sína hugsan um kirkjuna, áðrenn nøkur yvirtøka verður framd?
  3. Skilir løgmaður tann ótyryggleika, ið skaptur er í fólkinum, eftir at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað frá, at kirkjan skal yvirtakast um fáar dagar, uttan at fíggjarliga- og lógargrundarlagið undir kirkjuni er tryggjað?

Viðmerkingar:
Fyrst í hesi vikuni boðaði landsstýrismaðurin í mentamálum frá í Útvarpinum, at fólkakirkjan skal yvirtakast nú áðrenn 1. januar.

Tá hugsað verður um, at einans 2 mánaðir eru eftir av árinum, so tykist henda ætlan rættiliga veruleikafjar.

Fyri stuttum fekk landsstýrismaðurin í mentamálum handað eitt álit um yvirtøku av fólkakirkjuni, har skotið er upp m.a., at rakstur av kirkjuni skal fíggjast yvir kirkjuskatt, og sostatt skal kirkjan loysast frá landinum, og hyggur ein eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, so eru eingir pengar settir av til rakstur av kirkjuni.

Ikki so løgið, at hettar skapar stóran ótryggleika í fólkinum sum heild, og ikki minst hjá teimum, ið skulu starvast innan kirkjuna.

Landsstýrismaðurin boðaði samtíðis frá, at tá kirkjan var yvirtikin, so skuldi finnast út av, hvussu hon skuldi skipast í framtíðini.

Ikki ein gang hevur Løgtingið fingið høvi at sagt sína hugsan um fólkakirkjuna, nú hon skal yvirtakast fyrsta dagin.

Ein slíkur grundstuðul undir samfelagnum, sum fólkakirkjan er, eigur ikki at nýtast (misnýtast) sum politisk kastibløka upp undir eitt valstríð, men heldur skuldi fólkið sloppið at sagt sína hugsan um, hvussu ein føroysk kirkja skal skipast, og ikki var órímiligt, um eitt 4 ára valskeið varð nýtt til hettar. Samtíðis sum Løgtingið fekk rímiliga tíð at skipa lógargrundarlagið undir kirkjuni, tí verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á løgtingsfundi 23. oktober 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi tann 1. desember 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til nr. 1.
Løgtingið samtykti 20. apríl 2001 uppskotið til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks. Í hesi samtykt tekur Løgtingið undir við, at landsstýrið fremur eina ætlan, har fólkakirkjan verður at fara undir føroyskt málsræði 1. januar 2002. Fyri at fremja hesa yvirtøku er neyðugt, at føroyskir og danskir myndugleikar eru samdir um yvirtøkuna.

Greitt er, at eingin broyting verður gjørd innan eina føroyska fólkakirkju fyrr enn politisk støða er tikin til, hvussu kirkjan verður skipað í framtíðini.

Til nr. 2.
Løgmaður hevur onga heimild at yvirtaka nakað málsøki. Hesa heimild hevur Løgtingið. Løgtingið ger eisini av, hvørt tað metir, at Føroya fólk hevur havt nøktandi høvi og tíð til at siga sína hugsan um yvirtøkuna, áðrenn hendan verður framd.

Til nr. 3.
Løgtingið hevur samtykt, at tað tekur undir við, at landsstýrið fremur eina ætlan, har øll málsøki, sum til ber at yvirtøka eftir heimastýrislógini, verða yvirtikin. Av hesum málsøkjum er fólkakirkjan eitt. Sum víst á omanfyri, er tað Løgtingið, sum í síðsta enda ger av, um og nær yvirtøka verður framd.

Málið avgreitt.