Fyrispurningur um

100-29 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi avgerðum í samband við skúlamálið á Trøllanesi.

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 23. oktober , boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kann eitt nývalt bygda(r)ráð á sínum fyrsta fundi gera annað enn at skipa seg og lýsa komandi fundir?
  2. Hevur løgmaður skyldu at ógilda avgerðir, ið stríða ímóti grein 13, stk. 1, og grein 27, stk. 2 í kommunustýrislógini?
  3. Ber til at leggja ein bygdarskúla niður uttan at fara fram eftir grein 29, stk. 5 í fólkaskúlalógini?
  4. Er talan um brot á eina ‘garantiforskrift’, tá ið fundur um mál, ið kann verða lagt til fólkaatkvøðu, ikki er lýstur og avgerðin ikki kunngjørd eftir lógini?

Viðmerkingar:

Í skrivi, dagfest 11. september 2001, sendu foreldur at skúlabørnum á Trøllanesi kæru til Kommunala Eftirlitið viðvíkjandi avgerð hjá nývalda kommunustýrinum fyri Mikladals kommunu um ikki at taka uppaftur skúlagongdina á Trøllanesi.

Í kæruni vísa foreldrini á, at í fíggjarárinum 1999 varð peningur settur av til nýggj vindeygu og oljufýr til skúlan á Trøllanesi, og at í fíggjarárinum 2000 varð peningur settur av til nýtt tak til skúlan. Foreldrini vísa eisini á, at undanfarna bygdarráð á fundi 15. november 2000 samtykti at seta skúlan í stand og at taka skúlagongdina á Trøllanesi uppaftur við skúlaársbyrjan 2001.

Síðani verður víst á, at nývalda kommunustýrið á sínum fyrsta fundi, sum varð hildin 9. januar 2001, samtykti at strika samtyktina frá bygdaráðsfundinum 15. november 2000 um at taka skúla-gongdina á Trøllanesi uppaftur frá skúlaársbyrjan 2001. Í kæruni vísa foreldrini á, at hesin fundurin varð ikki kunngjørdur frammanundan, soleiðis sum ásetingarnar í kommunustýrislógini siga, og at samtyktir gjørdar á fundinum heldur ikki eru almannakunngjørdar sambært ásetingunum í kommunustýrislógini.

Í kommunustýrislógini stendur í grein 13, stk.1: "Kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Nærri reglur um vanligar fundir verða ásettar í fundarskipan. Almannakunngjørt skal verða við ársbyrjan, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir." Í grein 27, stk. 2 í somu lóg verður sagt: "Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu."

Í skrivi dagfest 14. august 2001, hevur Mikladals Bygdarráð eisini vent sær til Løgmansskrivstovuna við fyrispurningi um, annaðhvørt fundurin í bygdaráðnum 9. januar 2001 var lógligur ella ikki. Í svarinum, sum er dagfest 16. august 2001, verður m. a. sagt: "Spurt verður um fyrsti fundurin í kommunustýrinum var lógligur, og harvið um samtyktir á hesum fundi eru galdandi. Víst verður á, at fundurin vegna ókunnleika til kommunustýrislógina ikki var lýstur alment." Síðani verður víst á, at ásetingarnar um almannakunngering av vanligum kommunu-stýrisfundum er í grein 13, stk. 1.

So kemur hetta heilt einastandandi svarið frá Løgmansskrivstovuni, og eg haldi at nú skulu løg-tingsmenn halda sær fast. Tað er soljóðandi: "Eftir eina ítøkiliga meting, er niðurstøðan hjá Løg-mansskrivstovuni, at fyrsti fundurin var lógligur. Henda meting er grundað á, at tað snýr seg um fyrsta fundin í einum nýggjum kommunustýri, har allir limirnir vóru nývaldir, og at ásetingin bert hevði verið fylgd, um fráfarna kommunustýrið hevði ásett og almannakunngjørt nær, ið vanligu fundirnir skuldu haldast."

Ja, hetta er heilt einastandandi, og ein fær hug at spyrja Føroya Løgmann, hvar markið gongur, nær eitt kommunustýri er so mikið gamalt, at kravt kann verða, at limirnir eru kunnugir við reglurnar í kommunustýrislógini? Er markið 10 dagar eftir, at kommunustýrið hevur tikið við, ella er tað 50 dagar aftaná, at kommunustýrisvalið hevur verið? Ella er tað ein, tveir ella fimm mánaðir eftir, at kommunustýrið hevur tikið við ella eftir, at valið hevur verið? Ella er hetta nakað sum løgmaður skal avgera í hvørjum einstøkum føri? Verður avgerðin hjá bygdaráðnum ikki sett til viks, so ber tað í sær, at nývald bygdarráð á sínum fyrsta fundi kunnu taka allar hugsandi avgerðir, uttan at fylgja demokratisku mannagongdini, sum liggur í kommunustýrislógini.

Formliga er skúlin á Trøllanesi ongantíð niðurlagdur. Har hevur bara ongin skúlagongd verið seinastu 14 árini. Tvørturímóti hevði undanfarna bygdarráðið fyri Mikladals kommunu ætlanir um, at skúlagongdin á Trøllanesi skuldi takast uppaftur við skúlaársbyrjan 2001. Hetta samtykti bygdaráðið á fundi 15. november 2000. Men 9. januar 2001 verður samtykt, at skúlin á Trøllanesi verður niðurlagdur, og hetta verður gjørt, uttan at gingið verður eftir reglunum í grein 29, stk. 5 í fólkaskúlalógini um niðurlegging av skúlum.

Í fólkaskúlalógini grein 29, stk. 5, stendur: "Um eitt kommunustýri hevur gjørt av at leggja ein skúla niður, so skal tað verða kunngjørt í teimum føroysku bløðunum. Um í minsta lagi 30% av teimum íbúgvum í viðkomandi skúlaumdømi, ið hava valrætt til kommunustýrið, seta fram innan ein mánað eftir kunngerðina skrivliga áheitan um tað, so skal kommunustýrið halda atkvøðu-greiðslu um at leggja skúlan niður. Atkvøðurætt hava teir íbúgvar í skúlaumdøminum, ið hava atkvøðurætt til kommunustýrið. Landsstýrismaðurin ásetur greinligari reglur um tílíkar atkvøðu-greiðslur. Verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni, at í minsta lagi 50% av teimum, ið hava atkvøtt, ynskja at varðveita skúlan, verður hann varðveittur."

Skúlabørnini á Trøllanesi og teirra foreldur, vóru vitandi um, at undanfarna bygdaráðið fyri Mikladals kommunu á fundi 15. november 2000 hevði samtykt, at skúlagongdin á Trøllanesi skuldi takast uppaftur frá skúlaársbyrjan 2001. Sostatt livdu tey í teirri trúgv, at børnini eftir summarfrítíðina í minsta lagi skuldu ganga í skúla í heimbygdini aðruhvørja viku. Men samtyktin frá 9. januar 2001, sum sambært ásetingarnar í fólkaskúlalógini skuldi verið kunngjørd i teimum føroysku bløðunum, hevur verið duld sum mansmorð í meira enn eitt hálvt ár. Ongin visti um hesa samtyktina fyrr enn dagurin, tá skúlagongdin skuldi byrja aftur eftir summarfrítíðina, stóð beint fyri durum. T.v.s., at borgararnir í kommununi hava ikki havt møguleika fyri at krevja fólkaatkvøðu innan ta freist, ið lógin ásetir.

Sostatt eru hvørki mannagongdirnar í kommunustýrislógini ella í fólkaskúlalógini fylgdar, og løgmaður má tí - við heimild í grein 55, stk. 1 í kommunustýrislógini - haldast at hava skyldu at ógilda eina slíka avgerð, ið er grundað á eina ólógliga og ódemokratiska mannagongd. Har stendur: "Hevur kommunustýrið tikið eina avgerð, sum er ímóti lóggávuni, kann landsstýrismaðurin ógilda avgerðina. Undir viðgerðini av málinum kann landsstýrismaðurin fyribils taka avgerðina av." Løgmaður kann ikki velja at lata avgerðina fara aftur við borðinum. Hendan skylda løgmans má haldast at vera serliga greið í hesum føri, har talan er um at leggja niður skúlar, tí lógin ásetir, at borgararnir í kommununi kunnu krevja fólkaatkvøðu um niðurleggingina. Í løgfrøðini verður tosað um hugtakið ‘garantiforskrift’; t.v.s. áseting av eini manna-gongd, ið skal tryggja avgerðir, ið eru rættar og lógligar. Brot á garantiforskriftir føra altíð við sær, at ein avgerð verður ógildað.

Nú hava vit hoyrt og lisið, at løgfrøðingur í Mentamálstýrinum hevur gjørt eina meting av mál-inum og er komin til ta niðurstøðu, at passivitetur – tað at skúlagongd ikki hevur verið á Trøllanesi í fleiri ár – hevur niðurlagt skúlan. Og tað tykist at løgmaður hevur tikið hesa niðurstøðu til eftirtektar. Men hvar í fólkaskúlalógini stendur tað, at passivitetur kann niðurleggja ein skúla? Eg dugi ikki at finna nakra tílíka áseting! Harafturímóti eru heilt greiðar ásetingar í grein 29, stk. 5. Tað er als ikki neyðugt at gera løgfrøðisligar metingar og løgfrøðisligar niðurstøður í tí spurninginum. Tvørturímóti má haldast, at øll forsøgan og ikki minst avgerð bydaráðsins 15. nov. gav borgarunum alla orsøk til at halda, at undirvísingin fór at verða tikin uppaftur á Trøllanesi.

Tað stutta av tí langa er, at kommunustýrisfundurin, har samtykt varð formliga at niðurleggja skúlan á Trøllanesi, varð í stríð við ásetingarnar í kommunustýrislógini, og at sjálv niðurlegg-ingin ikki er farin fram eftir teim greiðu reglunum í fólkaskúlalógini. Men Føroya Løgmaður tykist bert á síggja millum fingrarnar við hesum. Ella tað, sum verri er, hann tykist at halda hondina yvir hesar mannagongdir, sum heilt greitt fremja brot á áðurnevndu lógir.

Seinastu mongu árini er nógv tosað um bygdarmenning. Sjálvur hevur løgmaður sett eina út-oyggjanevnd. Frá hesi nevnd hava vit fingið eitt útoyggjaálit. Og løgmaður tosar áhaldandi um útoyggjapolitikk og um at menna útoyggjarnar. Hvussu samsvarar avgerðin hjá Løgmansskriv-stovuni í skúlamálinum á Trøllanesi við alt tosið um útoyggjanevnd, útoyggjaálit og útoyggja-politikk? Og til seinast: allir flokkar hava í virkisskrá síni, at í øllum bygdum, har skúlabørn eru, skal barnaskúli vera. Hvussu samsvarar avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni við hetta?

Út frá hesum loyvi eg mær at seta løgmanni hesar spurningar.

Á løgtingsfundi 24. oktober 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 5. desember 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til nr. 1.
Sambært § 3 í kommunuvallógini (løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 6. oktober 2000) fer regluligt val fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.

Fyrsti fundurin hjá nývalda komunustýrinum er umrøddur í § 12 í kommunustýrislógini (løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin)). Har verður m.a. ásett, at nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum, og at kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi.

Í viðmerkingunum til § 12 verður m.a. nevnt, hvørji mál eitt nývalt kommunustýri kann viðgerða innan árslok, t.e. áðrenn valskeiðið byrjar. Í tíðarskeiðinum til valskeiðið byrjar, kann nývalda kommunustýrið sostatt einans viðgerða tey mál, sum lógin ásetir, sum t.d. val av borgarstjóra, varaborgarstjóra, val av limum í fíggjarnevndina o.s.fr.

Spurningurin, um nývalda kommunustýrið eisini skal ella kann taka støðu til/lýsa komandi fundir á fyrsta fundinum, er ikki beinleiðis umrøddur í kommunustýrislógini ella viðmerkingunum til lógina. Avgerðir um, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir, skulu takast árliga, og hava ikki beinleiðis samband við tað at skipa kommunustýrið.

Tá tað snýr seg um fyrsta fundin, er Løgmansskrivstovan tí av teirri fatan, at hóast § 13, stk. 1 ásetir, at ársfundarætlanin skal verða almannakunngjørd við ársbyrjan, hoyra tílíkar avgerðir ikki fyrsta fundinum til, men skulu hinvegin verða tiknar og almannakunngjørdar skjótast gjørligt, tá valskeiðið er byrjað.

Snýr tað seg hinvegin ikki um fyrsta vanliga fundin í byrjanini av valskeiðnum, eigur ein tílík avgerð eftir umstøðunum at verða tikin innan árslok, soleiðis at hon kann verða almannakunngjørd við ársbyrjan.

Á fundinum 9. januar 2001, og sum í fyrispurninginum verður umrøddur sum fyrsti fundurin hjá Mikladals kommunu, varð málið um skúlan á Trøllanesi viðgjørt. Á fundinum varð samtykt, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata upp aftur, sum undanfarna kommunustýrið hevði samtykt.

Fyri at eingin ivi skal vera, skal vera upplýst, at hetta var fyrsti vanligi fundur í kommunustýrinum í hesum valskeiðnum. Fyrsti fundur sambært kommunustýrislógini, t.e. tann fundurin har kommunustýrið skipar seg, og sum sambært lógini skal verða innan valskeiðið byrjar, varð sambært gerðabókini hjá kommununi hildin 27. desember 2000.

Fundurin 9. januar 2001 má sostatt javnsetast við aðrar vanligar fundir, soleiðis at skilja, at kommunustýrið kundi viðgerða øll mál, har kommunustýrið annars er málsførur myndugleiki.

Til nr. 2.
Hesin spurningurin má skiljast sundur. Fyrri spurningurin er, um avgerðir, sum alment eru ímóti ásetingunum í §§ 13 og 27 skulu ógildast. Seinni spurningurin er, um avgerðir, tiknar á fundum, sum ikki eru almannakunngjørdir sum ásett í §§ 13 og 27 ella har úrrit úr gerðabókini ikki er almannakunngjørt, skulu ógildast.

Viðvíkjandi fyrra spurninginum er at viðmerkja, at sambært viðmerkingunum til kommunustýrislógina skulu yvirlit yvir mál, ið koma fyri á fundi umframt úrrit úr gerðabókini frá seinasta fundi almannakunngerðast. Sambært almennu viðmerkingunum eru hesar nýggju reglurnar ein liður í kunningini av borgarunum.

Nýggju reglurnar um almannakunngerðing av ársfundarætlanini er á sama hátt sum yvirlit yvir mál og úrrit úr gerðabókini ein liður í kunningini av borgarunum. Sambært viðmerkingunum til lógina skal kommunustýrið árliga áseta, nær kommunustýrisfundir skulu verða, og tað eigur at verða gjørt við atliti at møguleika borgaranna til hjáveru. Tað er tí hóskiligt at halda kommunustýrisfundir uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tekur eitt kommunustýri t.d. avgerð um at leggja vanligu fundirnir soleiðis, at møguleiki borgaranna til hjáveru verður skerdur ella heilt útihýstur, vil ein tílík avgerð vera ein framferðarháttur, sum setur ætlaninar við lógini til viks. Tað kann tí hugsast, at ein tílík avgerð fer soleiðis út um karmarnar á ásetingunum í §§ 13, stk. 1 og § 27, stk. 2, so hon má metast at vera ólóglig.

Á sama hátt hevði verið við einari avgerð, har kommunustýrið samtykkir ikki at almannakunngerða ársfundarætlanina ella yvirlit yvir mál, ið koma fyri á fundi umframt úrrit úr gerðabókini frá seinasta fundi.

Heimildir landsstýrismansins eftir § 55 í kommunustýrislógini snúgva seg um tær avgerðir, sum eru ímóti lóggávuni. Er tað greitt, at ein avgerð, um t.d. ikki at almannakunngerða fundir o.l, ikki er í samsvari vi𠧧 13 og 27, og eru treytirnar eftir § 55 annars loknar, verður mett, at landsstýrismaðurin eftir umstøðunum hevði havt skyldu til at nýtt heimildirnar í § 55, herundir at ógilda eina ólógliga avgerð, ella at borið so í bandi, at kommunustýrið tók lógliga avgerð um viðurskiftini.

Sambært almennu viðmerkingunum til kommunustýrislógina verða meginreglurnar og grundleggjandi bygnaðurin í galdandi lóggávu um kommunustýrið varðveitt, og sum nevnt omanfyri eru nýggju reglurnar um almannakunngerðing av ársfundarætlanini, yvirliti yvir mál og úrriti úr gerðabókini ein liður í kunningini av borgarunum.

Til seinna spurningin er tí at viðmerkja, at Løgmansskrivstovan er av teirri fatan, at um kommunustýrið er viðtøkuført, verður fundurin ikki ólógligur orsakað av, at hann ikki er almannakunngjørdur sum partur av ársfundarætlanina, ikki er lýstur ítøkiliga ella um yvirlit yvir mál, ið koma fyri á fundinum ikki eru lýst frammanundan.

Ein tikin avgerð, har kommunustýrið annars er rættur myndugleiki, eigur tí í útgangsstøðinum ikki at verða ógildað, hóast reglurnar um kunning av borgarunum ikki eru fylgdar.

Á sama hátt verður ikki mett, at avgerðir á einum annars lógligum fundi skulu ógildast, um úrrit úr gerðabókini frá seinasta fundi ikki er ella verður almannakunngjørt. Her skal tó beinanvegin verða lagt aftrat, at hóast nýggju reglurnar um almenni/kunning av borgarunum ikki av sær sjálvum hava við sær, at tiknar avgerðir eru ógildigar ella skulu ógildast, eru viðkomandi reglur ikki hildnar, so hevur kommunustýrið til eina og hvørja tíð skyldu til at halda hesar reglur.

Er ein avgerð sostatt ikki almannakunngjørd til ta tíð og á tann hátt, sum lógin ásetir, eigur mistakið skjótast gjørligt at verða rættað eftirfylgjandi, og heldur eitt kommunustýri ikki reglurnar í § 13, stk. 1 og § 27, stk. 2, kann landsstýrismaðurin í seinna enda við heimild í § 55 í kommunustýrislógini áleggja einstøku kommunustýrislimunum, sum hava ábyrgdina av, at kommunustýrið ikki heldur skyldur sínar sambært nevndu greinum, tvingsilsbøtur til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

Í hesum sambandi kann eisini verða nevnt, at sambært § 13, stk. 2 kann kommunustýrið hava eykafund, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað.

Avgerð um eykafund skal verða almannakunngjørd, um høvi er til tess. Er høvi ikki til at lýsa avgerðina um eykafund, og eru treytirnar fyri at halda eykafund annars loknar, má fyrilitið til kunning av borgarunum sostatt eftir umstøðunum víkja. Eykafundurin er sostatt ikki ólógligur orsakað av væntanti almannakunngerðing, eins og avgerðirnar, tiknar á tílíkum eykafundum, sum útgangsstøði eru fult lógligar.

Til nr. 3.
Í sambandi við fyrispurning frá kommunustýrinum og kæru frá foreldrum á Trøllanesi, dagfest ávikavist 14. august og 11. september 2001, varð spurningurinum um viðgerðina av málinum um bygdarskúlan viðgjørdur. Við tað at fólkaskúlalógin hoyrir til málsøkið hjá Mentamálastýrinum, bað Løgmansskrivstovan Mentamálastýrið um ummæli til henda partin av kæruni.

Viðmerkjast kann, at niðurstøðan hjá Mentamálastýrinum sum kunnugt er, at § 29, stk. 5 í fólkaskúlalógini er ætlað sum trygd hjá foreldrum, soleiðis at skilja, at foreldur at børnum í skúlaøkinum hava lógarásettan rætt til at krevja fólkaatkvøðu, um niðurlegging av einum virkandi kommunuskúla, um børn teirra ganga í hesum skúlanum.

Skúlin á Trøllanesi var ikki ein virkandi skúli í januar 2001, og kommunustýrið kundi tí broyta fyrru samtyktina eftir vanligu reglunum. Viðvíkjandi hesum partinum av fyrispurninginum verður tí sum heild víst til hjálagda avrit av skrivinum frá Mentamálastýrinum, dagfest 3. oktober 2001.

Til nr. 4.
Tá niðurstøðan hjá Mentamálastýrinum sum nevnt er, at kommunustýrið kundi avgreiða málið um bygdarskúlan eftir vanligum reglum, verður ikki mett, at avgerðin á fundinum tann 9. januar 2001 kann sigast at vera brot á eina sonevnda "garantiforskrift", hóast fundurin ikki varð lýstur og avgerðin ikki kunngjørd eftir reglunum, sum ásettar eru í kommunustýrislógini. 

Málið avgreitt.