Fyrispurningur um bústaðarviðurskifti

100-30 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum 

Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 26. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvørja ætlan hevur landsstýrið til tess at bøta um íbúðartrupulleikan, sum er serliga stórur í Tórshavnar Kommunu?
  2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta nøkur tiltøk í verk til tess at økja um bústaðarmøguleikarnar hjá fólki í Tórshavnar Kommunu?

Viðmerkingar

Seinastu árini hava vit sæð ein vaksandi eftirspurning eftir sethúsum til keyps og íbúðum til leigu. Í Tórshavnar økinum er trupulleikin serliga stórur, har bíðilistin eftir grundstykki hjá kommununi er oman fyri 600. Hetta merkist so eisini í sethúsa- og leiguprísum, har útboð og eftirspurningur eru tey einastu amboðini, sum stýra prísinum. Tá soleiðis er, sigur tað seg sjálvt, hvør tað er, sum verður við sviðusoð. Tað eru fyrst og fremst tey, sum hava tey ringastu ráðini, og sum tí ikki hava møguleika fyri at fáa líkinda tak yvir høvdið. Harafturat eru tað eisini tey, sum hava eina hampuliga løn, men sum kortini sita í lutfalsliga trongum korum, tí at leigan er so ótrúliga høg.

Vit hava sum so eingi hagtøl, sum lýsa bústaðarstøðuna, og vita vit tí ikki neyvt, hvør leiguprísirin er í Havn, men tøl sum 7, 8, 9 og 10 túsund eru ikki óvanligar leiguútreiðslur hjá fólki, sum í dag "velja" at búgva til leigu.

Landsstýrismaðurin hevur fleiri møguleikar at bøta um bústaðarneyðina bæði hjá teimum, sum skulu leiga, og hjá teimum, sum skulu keypa. Tað er bara sera týdningarmikið, at vit gera okkum greitt, hvørja loysn vit vilja hava, so vit ikki soleiðis hissini velja eina lappaloysn fyri og aðra eftir.

Trupulleikar, sum landsstýrið átti at hugt at, eru m.a.:

Hvussu framtíðin hjá tí føroyska samfelagnum fer at síggja út, vita vit ikki. Men tað er av týdningi, at vit gera okkum greitt, at tað er neyðugt frá almennari síðu at gera nakað við bústaðartrupulleikan. Vit noyðast at gera okkum greitt, hvat vit vilja:

ella hvørja loysn velja vit. Vit noyðast at greinað tey serføroysku viðurskiftini og hyggja at, hvat vit gera her og nú, og hvørjar langtíðarætlanir vit velja.

Lata vit marknaðarkreftirnar einsamallar gera av prís og støði á bústøðum uttan krøv og uttan karmar, so økja vit eisini skjótt um stættarmunin í samfelagnum. Tað er tí umráðandi, at vit fáa burðardyggar loysnir, sum eru varandi loysnir: Loysnir, sum taka hædd fyri trivnaðinum hjá fólki, taka hædd fyri teimum samfelagsbúskaparligu atlitunum, og sum soleiðis taka hædd fyri teimum samlaðu arkitektonisku virðunum.

Gamalt var, at hvør syrgdi fyri sínum egna taki. Tú bygdi tær tíni egnu sethús, har tú búði frá tí tú giftist til tú bleivst borin út. Hetta mynstrið er ikki longur ein sjálvfylgja, og spurningurin er eisini, um tað er samfelagsliga skilagott longur bara at basera heimini upp á egin hús við egnum grundstykki rundan um. Hesin byggiháttur er ikki bara dýrur fyri tann einstaka, men er eisini serliga krevjandi fyri náttúruna, tí tað skal rættiliga nógv byggilendi til slíkan byggihátt, og spurningurin er, hvussu nógv ár afturat hesin byggiháttur er møguligur fyri t.d. Tórshavnar kommunu, harafturat er hann rættiliga kostnaðarmikil fyri skattgjaldaran, tí jú størri byggilendi bústaðirnir fevna um:

og alt hetta kostar sera nógv at gera og leggja og at viðlíkahalda.

At fáa ein vælorðaðan bústaðarpolitikk tekur tíð, og meðan tímaglasið rennur, so økist trupulleikin. Og er tað tí av alstórum týdningi, at landsstýrismaðurin í íbúðarmálum fær gongd á hetta málið sum skjótast. Hava vit ongan politikk á økinum men lata marknaðarkreftirnar ráða einsamallar, so eri eg stórliga bangin fyri,

Á tingfundi 2. november 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. desember 2001 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar: 

  1. Í samgonguskjalinum er avtalað millum partarnar í samgonguni, at:
  2. "...Ein greiður íbúðarpolitikkur verður raðfestur. Alternativir íbúðarmøguleikar skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum kommunalar/privatar leiguíbúðir, lutafelagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o.a....".

    Tað einasta amboð, landsstýrismaðurin í íbúðarmálum hevur á íbúðarøkinum, er Húsalánsgrunnurin. Landsstýrið hevur við hesum amboði, og gjøgnum játtanir á fíggjarlógini, roynt at skapt íbúðarmøguleikar kring landið í tann mun, fíggjarligar játtanir v.m. hava verið til tess. Við teimum játtanum, sum Løgtingið hevur sett av til slík endamál, hevur landsstýrismaðurin prioriterað á tann hátt, at íbúðartrupulleikarnir hjá teimum veikastu eru raðfestir ovast, av tí at ikki nóg mikið av peningi er til at loysa allar íbúðartrupulleikar í landinum. Staðfestast kann, at nakað er nátt á hesum øki. Nøkur sambýli og ein stovnur eru sett á stovn innan serforsorgarøkið.

    Hinvegin kann eisini staðfestast, at á øðrum økjum – t.d. leiguíbúðir – hava samgongan og landsstýrið ikki tikið ítøkilig stig til at økja um slíkar bústaðarmøguleikar.

    Tá komið verður til spurningin, sum snýr seg beinleiðis um íbúðartrupulleikarnar í Tórshavnar Kommunu, er at siga, at hesin trupulleikin í júst Tórshavn sum so ikki er tikin til viðgerðar av landsstýrinum. Landsstýrismaðurin metir, at tað ber ikki til at hyggja at hesum trupulleika einsamøllum, uttan eisini samstundis at hyggja at høvuðsorsøkunum til støðuna í Tórshavnar Kommunu. Sum tað framgongur av útrokningini í Økismenningarálitinum, so eru útveganarkostnaðurin og útreiðslurnar pr. mánað fyri hús í Tórhavn nærum dupult so høg sum í størri føroyskum bygdum. Hóast at fólk við at búseta seg bert ½-1 tíma koyring burtur frá Tórshavn, og á tann hátt høvdu kunna fingið munandi bíligari búsetingarmøguleikar, er eftirspurningurin eftir bústaði í Tórshavn sera høgur. Hetta hevur so aftur ført til ein ógvusligan vøkstur í sethúsabygging í Tórshavn seinastu árini, sum aftur hevur ført til eina nógv hægri príslegu í Tórshavn enn uttan fyri høvuðsstaðin.

    Landsstýrismaðurin metir tí, at tað í sambandi við henda spurning eisini er umráðandi at hava fyri eyga samgonguskjalið, sum snýr seg um menning av útjaðaranum, tí tað er nógv, sum týðir uppá, at um landsstýrið beinleiðis fer inn at stimbra eini øktari íbúðarbygging og harvið fólkaflyting til Tórshavn, virkar hetta beint í móti allari útjaðaramenning. Landsstýrismaðurin í íbúðarmálum tekur tí fult undir við teimum framstigum, sum gjørd eru og gerast skulu á samferðsluøkinum, sosum Vágatunnilin, nýtt skip til Suðuroyðarleiðina, undirsjóvartunnil til Norðoyggjar o.l. Slík stig hava alstóran týdning fyri at minka um bústaðartrýstið í Tórshavn.

  3. Uppá spurningin, um landsstýrið fer at seta tiltøk í verk til at økja um bústaðarmøguleikarnar í Tórshavnar Kommunu, er at siga, at landsstýrið metir, at um landið skuldu farið aktivt inn í íbúðarbygging ella óbeinleiðis verið við til at økt enn meira um byggivirksemið í Tórshavn, kemur hetta, sum nevnt í svarinum til spurning 1, at vera í andsøgn við økismenningarpolitikk landsstýrisins, umframt at hetta vil føra til eina yvirupphiting av búskapinum sum heild, av tí at byggivirksemið í Suðurstreymoy frammanundan er sera stórt, og hetta vil aftur føra til eina munandi hækking í prísleguni, sum á ongan hátt vil tæna teimum við lítlum inntøkumøguleikum. Slík stig vilja sostatt eisini vera í andsøgn við skynsaman fíggjarpolitikk, sum sitandi samgonga hevur lagt stóran dent á.

Landsstýrismaðurin skal tí svara, at landsstýrið hevur ikki ítøkiligar ætlanir til tess at bøta um íbúðartrupulleikan júst í Tórshavnar Kommunu við tiltøkum, ið beinleiðis stuðla upp undir økt byggivirksemi. Av tí at hesin trupulleiki er beinleiðis tengdur at miðsavningini av privatum og serliga almennum arbeiðsplássum í Tórshavn í gjøgnum nógv ár, má hesin trupulleiki partvíst loysast gjøgnum eina aktiva økismenning, sum tó eisini vil taka tíð at fremja. Tað er týðiligt, at tað serliga eru ungar familjur, ið hava eina hægri útbúgving, og oftast við børnum, sum eftir lokna útbúgving ikki venda aftur til sína heimbygd, men til Tórshavn, har nógv tey flestu arbeiðsplássini, ið hóska til hægri útbúgvingar finnast. Hetta sæst m.a. eisini aftur í tí sera stóra eftirspurninginum eftir barnaansingarplássum í Tórshavn. Júst henda staðfesting vísir, hvussu umráðandi tað er, at økini uttan fyri Tórshavn fáa møguleika at bjóða slíkum familjum bæði hóskandi arbeiðsmøguleikar og ansingartilboð v.m., og má hetta fyrst og fremst skapast gjøgnum eina skipaða økismenning.

Ein komandi oljuvinna, við tí nógv økta bústaðareftirspurningi, hon vil viðføra, ger tað uppaftur meira átrokandi, at økismenning og bústaðarmøguleikar verða tilrættaløgd og stýrd gjøgnum eina yvirskipaða ætlan, sum eisini umfatar oljuvirksemi, og sum fær breiða politiska undirtøku.

Bústaðartrupulleikarnir í Tórshavnar Kommunu eru fyrst og fremst eitt mál fyri Tórshavnar Kommununa at loysa, og ikki ein landsuppgáva, meðan uppgáva landsstýrisins, gjøgnum eina langtíðar økismenning og á annan hátt, er at skapa karmar fyri, at íbúðartrýstið í Tórshavnar Kommunu kann minkast.

Annars skal verða upplýst, at landsstýrið arbeiðir við at gera leiguinntøku hjá fólkapensjónistum skattafría. Vónandi fer hetta at bøta um íbúðartrupulleikan, sum er serliga stórur í Tórshavnar Kommunu.

Málið avgreitt.