Fyrispurningur um sáttmálabrot

100-32 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, um sáttmálabrot

Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 2. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at støðga dálkingini av geislavirknum evnum í føroyskum sjógvi?
  2. Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at krevja, at OSPAR-sáttmálin verður hildin?
  3. Hvørjar tilbúgvingarskipanir hava føroyingar í sambandi við vanlukkur av geislavirknum evnum?

Viðmerkingar
23. oktober 1998 samtykti Løgtingið, at landsstýrið skuldi mæla ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar Millumlandasáttmálan um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav.

(Convention for the Marine Environment of the North-East Atlantic) - í vanligari talu nevndur OSPAR sáttmálin.

Sáttmálin hevur til endamáls at fremja allar fyriskipanir, sum eru møguligar til tess at fyribyrgja og vinna á dálking av havinum. Fyri at varðveita heilsu hjá fólki og vistskipanirnar í havinum, hevur sáttmálin harafturat til endamáls at fremja neyðugar fyriskipanir til tess at verja havøkið móti skaðaárinum, sum kunnu standast av mannaávum.

Sáttmálin inniheldur eitt forboð í móti at brenna ella søkkja burturkast í havið. Harumframt bannar sáttmálin søkking av kloakkevju í havið umframt søkking av geislavirknum burturkasti í minsta lagi 15 ár frá 1 januar 1993 at rokna.

Í einum tilmæli um at seta OSPAR sáttmálan í gildi fyri Føroyar segði Heilsufrøðiliga Starvsstovan:

"Tað hevur týdning fyri alla okkara umhvørvisvernd, at Føroyar luttaka positivt og aktivt í arbeiðnum við at menna altjóða konventiónir, sum eru galdandi á okkara leiðum, og sum fyrst og fremst hava til endamáls at verja okkara felags havumhvørvi, so tað í minst møguligan mun verður dálkað av menniskjans ávum."

Harafturat er beinleiðis ásett í sáttmálanum, at tað er bannað at søkkja lág- og millumgeislavirkin evni í sáttmálaøkinum í minst 15 ár frá 1. januar 1993 at rokna.

Umhvørvisstovnurin Wiese í Paris hevur gjørt eina ES-frágreiðing og har staðfest, at eitt óhapp á Sellafield kann fáa álvarsamari avleiðingar enn tær, ið stóðust av spreingingini í Tjernobyl fyri 15 árum síðan.

Upplýst verður, at geislavirkna dálkingin frá Sellafield-verkinum liggur oman fyri ástingarnar í OSPAR-samtyktini um vernd av vistfrøðini í havinum, og gerast avleiðingarnar av einum leka sjálvsagt munandi meira álvarsligar.

Umframt OSPAR-samtyktina, sum Føroyar hava samtykt, hava fleiri umhvørvisfelagsskapir og fleiri viðtøkur aðrastaðni frá til brestsku stjórnina kravt, at verkið verður niðurlagt.

Tríggjar frágreiðingar frá bretska kjarnorkueftirlitinum hava ávíst ítøkilig mistøk á Sellafield- verkinum, har trupulleikar eru av eftirlitinum við serligum plutonríkum atombrennievni, sum verður vunnið burtur úr brúktum brennievni frá øðrum kjarnorkuverkum.

Stjórin og ein røð av starvsfólki hansara á Sellafield eru søgd úr starvi, og onnur sett við. Hóast hetta, so er álitið til, at trygg viðurskifti kunna valdað, lítið.

Dálkingin frá Sellafield lekur út í havið og guvar upp í luftina, og stórar nøgdir av geislavirknum evnum verða máldar í Norðsjónum, framvið norsku strondini og í føroyskum og grønlendskum sjógvi. Størsti parturin av geislavirknum evnum í arktiskum øki stavar frá evnum, ið leka út frá Sellafield.

Danski umhvørvismálaráðharrin hevur sagt, at føroyskur sjógvur verður dálkaður av geislavirknum evnum frá Sellafield-verkinum, og vit føroyingar kunna so bara gita um nøgdirnar av hesum evnum í fiski, hvali, kópi, skeljadjórum o.ø. vøkstri í føroyskum sjógvi.

Hildið verður, at føroyskir myndugleikar og føroysk fiskivinna ikki kunna liva við, at ivi tekur seg upp um dygdina á føroyskum fiski, sum føroysk skip leggja upp úr føroyskum sjógvi. Føroyskur sjógvur, sum annars er skrásettur sum heimsins reinasti, er sostatt í stórum vanda fyri skaðiligari og vandamiklari dálking.

Norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir hava nú fleiri ferðir gjørt bretsku stjórnina varuga við, at teir óttast viðurskiftini á Sellafield, og at neyðugt er við víðfevndum átøkum beinanvegin fyri at bøta um trygdina.

Løgtingið samtykti annars í 1988:
at virka ímóti Dounrey-ætlanini,
at taka málið upp í Norðurlanda Ráðnum,
at taka málið upp mótvegis donsku stjórnini,
at taka málið upp mótvegis bretsku stjórnini,
at kanna sjógvin og luftina kring Føroyar fyri geislavirkni við jøvnum millumbili,
at gera uppskot til eina tilbúgvingar- og bjargingarætlan í sambandi við kjarnorkuvanlukkur í seinasta lagi 1. januar 1991, og
at skipa eina sínámillum ávaringarskipan, um so varð, at ein kjarnorkuvanlukka skuldi hent við vanda fyri føroyska samfelagið.

Løgtingið samtykti í 1990:
at mótmæla goymslu av kjarnorkubrennievni í Dounrey,
at taka málið upp saman við donsku, norsku, svensku, íslendsku stjórnunum og grønlendska landsstýrinum,
at løgtingið við serligari nevnd skuldi samskipa bardagan og mótmælini móti goymsluni,

Áhugavert er at vita, hvørji stig løgmaður hevur tikið í hesum máli

Og áhugavert er at vita, um landsstýrismaðurin í umhvørvismálum hevur sagt sína hugsan um hesi mál á røttum stað, og hvørji stig hann møguliga hevur tikið fyri at ganga í móti áganginum frá bretskum myndugleikum í sambandi við geislavirksemi á Sellafield.

Á tingfundi 6. november 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. desember 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til nr. 1.
Sum nevnt í viðmerkingunum til fyrispurningin hava norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir viðgjørt Sellafield málið fleiri ferðir. Síðani málið tók seg upp av álvara í 1998, hava teir tríggjar ferðir í felag heitt á ensku myndugleikarnar um at tálma útlátinum.

Løgmaður hevur fleiri ferðir á norðurlendskum fundum reist málið um týdningin av einum reinum havumhvørvi. Seinast løgmaður tók hetta málið upp var á fundi millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og stjórnarleiðararnar úr Føroyum, Grønlandi og Álandi í Keypmannahavn 29. okt. 2001 í sambandi við ársfund Norðurlandaráðsins.

Á hesum fundi greiddi løgmaður m. a. frá føroysku sjónarmiðunum um reint havumhvørvi, og nevndi, við týðiligari ábending á Sellafield, at tað, ið dálkar og sum hóttir okkara hav, kemur uttanífrá inn á okkum. Í orðaskiftinum, ið varð um talu løgmanns, fekk Sellafield drúgva umrøðu, og fundurin varð sera atfinningarsamur at hesum verki. Semja fekst um, at allir stjórnarleiðarar skulu tryggja, at umhvørvisráðharrarnir í Norðurlondum taku tey neyðugu stigini í hesum sambandi.

Geislavirkin evni frá Sellafield ferðast við havstreymunum frá Írlandshavinum inn í Norðsjógvin og norður fram við norsku strondini. Nakað fer víðari norður móti Svalbarð og bendir vesturá móti Grønlandi. Síðan ferðast evnini suðureftir við Eysturgrønlandsstreyminum og nærkast aftur okkara leiðum. Hetta tekur tó langa tíð, og á vegnum tynnast tey geislavirknu evnini nógv við at verða blandað við annan sjógv.

Føroyskt sjóøki er sostatt lítið merkt av geislavirkni frá endurvinningarverkum samanborið við nógv øki í nánd av okkum. Hetta hevur okkara fremsti havfrøðingur, Bogi Hansen, lýst í bókini Havið.
Á fundinum, sum umhvørvismálaráðharrarnir høvdu á várið 2000 í Keypmannahavn, gjørdi Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, kortini vart við, at føroysku myndugleikarnir stúra fyri framhaldandi virkseminum og útleiðingunum frá Sellafield verkinum, og at vit eru við í norðurlenskum átøkum fyri at fáa bretar at basa trupulleikanum.

Málið var seinast á skránni á ráðharrafundi í Keypmannahavn tann 30. oktober í ár. Norski umhvørvismálaráðharrin boðaði tá frá, at norsku umhvørvismyndugleikarnir kanna løgfrøðiligu síðuna av málinum. Hvørt eitt rættarmál hevur nakran møguleika, vóru lond ikki á einum máli um. Men øll norðurlond vóru tó samd um, at eitt framhaldandi politiskt trýst á ensku myndugleikarnar er neyðugt og týdningarmikið.

Eisini á ársfundinum í NEAFC í november í ár gjørdi Noreg vart við spurningin um Sellafield og hevur síðan sent øllum NEAFC limalondum eitt kunningarrit um sína støðu í málinum. Sellafield málið verður væntandi framvegis á dagsskránni á fleiri millumlanda fundum í framtíðini, m.a. á næstu Norðsjóvarráðstevnuni í Bergen í mars 2002.

Føroyar hava sostatt høvi at gera vart við síni sjónarmið í slíkum høpi. Landsstýrið hevur tikið undir við teimum felags átøkunum, sum norðurlond hava skipað fyri. Umráðandi er, at Føroyar gerast sjónligari sum land, ið er við til at verja havumhvørvið.

Ikki minst eiga vit at kunna tryggja keyparunum, at okkara fiskavørur framvegis stava frá heilsugóðum tilfeingi úr reinum sjógvi. Ráðharraráðstevnan um Norðuratlantshavið, sum Landsstýrið skipaði fyri í juni í ár í Føroyum saman við Norðurlendska Ráðharraráðnum, var eitt ítøkiligt stig á hesari leið, og verður næsta Norðuratlantsráðstevnan hildin í Hetlandi í 2003.

Tá málsøkið havumhvørvið verður yvirtikið, sum ætlanin er, fáa Føroyar helst eisini betri høvi enn higartil - sum fiskivinnutjóð - at gera okkara sjónarmið um vernd av havumhvørvinum galdandi í millumlandahøpi.

Til nr. 2.
Fyrispurningurin hevur heiti "Sáttmálabrot", og víst verður til ásetingina í OSPAR sáttmálanum um, at søkking av geislavirknum burturkasti er bannað. OPSAR sáttmálin bannar søkking av m.ø. geislavirknum burturkasti, men henda áseting er ikki avgerandi, tá ið talan er um Sellafield. Dálking við geislavirknum evnum av virkseminum frá Sellafield verkinum snýr seg nevniliga ikki um søkking av geislavirknum burturkasti, men um frárensl frá verkinum út í Írska havið.

Markvirðini fyri geislavirkin evni í útlátinum frá Sellafield ætlar bretska umhvørvismálastýrið at halda á núverandi støði fram til 2006. Hetta hevur elvt til rumbul, tí OSPAR londini samdust í 1998 um at hava sum málsetning, at minka útleiðingarnar av geislavirknum evnum soleiðis, at geislavirknið í havinum var á einum nátúrligum støði um eitt ættarlið ella um 20 ár. At bretar ætla at halda núverandi markvirðir til 2006, er tó neyvan nakað beinleiðis brot á sáttmálan.

Til nr. 3.
Í 1996 byrjaði ein granskingarverkætlan á Náttúruvísindadeildini, sum hevði við sær, at mátitól fyri geislavirkni vórðu sett upp í Føroyum. Mátitólini vóru knýtt at eini telefon soleiðis, at um nakað var á vási, so vóru boð send løgregluni. Ætlanin var helst, at ein rættilig tilbúgvingarskipan skuldi fáast at virka, men óvist er, hvussu hetta hilnaðist. Mátingar verða enn gjørdar við ávísum millumbili, men upprunaliga "early warning" skipanin er ikki til longur. Tilbúgvingarbólkurin undir Fiskimálastýrinum, sum arbeiðir í løtuni, fer at viðgera henda spurningin.

Málið avgreitt.