Fyrispurningur um skúlabarnaflutning

100-34 Fyrispurningur til Óla Holm, landsstýrismann, viðvíkjandi skúlabarnaflutningi

Orðaskifti

Ár 2001, mikudagin 7. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu leingi hevur skipanin við ferðastuðli til fólkaskúlaflokkar verið galdandi, og hvussu hevur hon virkað?
  2. Er tað rætt, at hesin stuðulin er skorin burtur?
  3. Um so er, hvør er grundgevingin, og hvør ger tað av?
  4. Fer landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at fólkaskúlanum verður tryggjað góðar umstøður at ferðast við skúlaflokkum?
  5. Hvørjar stuðulsskipanir eru galdandi fyri miðnámsflokkar?

Viðmerkingar:
Í fleiri ár hevur Strandferðslan havt eina frálíka skipan fyri skúlabarnaflutning. Ein skipan, sum sera lætt og ómaksleyst hevur tryggjað skúlum møguleikan at lata skúlaflokkar ferðast um alt landið fyri ein rímiligan kostnað. Fólkaskúlanæmingar hava kunnað ferðast yvir bæði land og sjógv og bara goldið annan vegin. Ynskiligt hevði sjálvsagt verið, at skúlaflokkar ferðaðust ókeypis, tá ferðin er liður í undirvísingini.

Nú frættist, at farið verður øvugta vegin. Heldur enn at birta uppundir, at børnini lættliga kunnu ferðast í sínum egna landi, er hesin stuðulin nú so mikið skerdur, at vandi er fyri, at lærarin heldur setist aftur við flokkinum. Heldur tað, enn at krevja pening frá foreldrum ella skúla, sum kanska bæði hava lítið at lata av.

Fólkaskúlalógin leggur heldur ikki upp til, at skúlarnir skulu vera bundnir á staðnum. Tvørturímóti letur hon upp fyri, at undirvísing kann fara fram uttan fyri skúlan. Setursskúli er ein møguleiki, sum helst fer fram í aðrari bygd ella býi. Næmingum í 8-10. flokk eiga at standa í boði verkætlanararbeiði, evniskunnandi undirvísing og undirvísingartilboð, har verkligt og ástøðiligt innihald er samskipað í eina undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan. Fólkaskúlalógin leggur sjálvsagt eisini dent á upplivingar, og at børnini menna sín kunnleika um heimligu mentanina og kenna sítt egna land. At skerja møguleikan at ferðast við næmingum er tí beint í móti fólkaskúlalógini.

Harafturat er tað sera mennandi fyri samanhaldið í einum flokki at sleppa útferðir, sum tey sjálvi hava lagt til rættis, og vera saman, leys av skúlanum. Men illa ber til at fáa hetta í lag, um so verður, at næstan fullur ferðaseðil verður lagdur oman á gjald fyri innivist. Og tað er spell.

Á tingfundi 8. november varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. desember 2001 svaraði Óli Holm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Ad. 1. Tað er torført hjá Mentamálastýrinum at siga, hvussu leingi skipanin við ferðastuðli til fólkaskúlaflokkar hevur verið galdandi, tí útreiðslur í sambandi við ferðing hjá næmingum í sambandi við seturskúlar o.a. skúlaferðir er ein kommunal uppgáva sambært galdandi fólkaskúlalóg og hevur ongantíð verið umsitin ella endurgoldin av Mentamálastýrinum. Mentamálastýrið hevur frá Strandferðsluni fingið upplýst, at tað finst eingin sáttmáli við Strandferðsluna hesum viðvíkjandi, men tað er tó onkur skúli, sum hevur fingið nakrar sømdir, sum hava verið nýttar í sambandi við ferðir hjá skúlanæmingunum á tí skúlanum. Harumframt hevur Strandferðslan í skrivi, dagfest 15. mai 1995, heitt á bussførarar og skiparar hjá stovninum um at lata skúlabørnum, ið ferðast í flokki, har lærari er við, til skúlaítróttardag, ekskursiónir og líknandi, ferðaseðilin fyri hálvan prís.

Mentamálastýrið er ikki vitandi um annað enn, at hetta hevur virkað væl.

Ad. 2 og 3. Tá Mentamálastýrið gjørdist varugt við, at skúlarnir ikki fingu somu sømdir longur frá Strandferðsluni til slíkar ferðir, setti stýrið seg í samband við Strandferðsluna um spurningin. Fundur var í Mentamálastýrinum 9. oktober 2001, har Strandferðslan upplýsti, at gjøgnum árini eru fleiri munnligar og skrivligar avtalur gjørdar, sum ikki longur eru í tráð við galdandi lógir.  

Tí hevur SSL sagt upp allar gamlar avtalur og vísir til galdandi avsláttarskipanir og lógir, sum t.d. § 33 í fólkaskúlalógini og til nýggju lógina um Fólka- og farmaflutning frá 15. mai 2001.

Her verður greitt víst á ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. 

Niðurstøða hjá SSL var:

Um skúlanæmingar ynskja størri avsláttur enn tann, sum er ásettur til 10 túra-kort og mánaðarkort, so er hetta ábyrgdin hjá t.d. kommunum at útvega fígging til henda avsláttur.

Ad. 4. Heimildin og ábyrgdin til at útvega næmingunum í fólkaskúlanum flutning liggur ikki hjá landsstýrismanninum í mentamálum, men hjá teimum einstøku kommununum, tískil hevur landsstýrismaðurin í mentamálum ikki ætlanir um at leggja seg út í hetta málið, sum er kommunalt.

Ad. 5. Sambært kunngerð nr. 103 frá 26. juli 2000 um útbúgvingarstuðul kann ískoytisstuðul til ferðing verða latin øllum næmingum, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla. Stuðulsstovnurin hevur í hesum sambandi gjørt eina avtalu við Strandfaraskip Landsins.

Meginreglan í skipanini er, at allir næmingar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðuna frá skúlanum. Ásett er, at 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin ella útbúgvingarbústaðin og skúlan, tvs. 40 túrar, kosta næminginum kr. 100.

Málið avgreitt.