Fyrispurningur um blaðlýsingar

100-36 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi hvussu ólíka ymsu føroysku bløðini verða stuðlað

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 13. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Spurningur mín er:
Heldur landsstýrismaðurin tað er rætt, at bert ávís føroysk bløð fáa almennar lýsingar? Serliga tá hugsað verður um, at somu bløð, ið fáa almennu lýsingarnar, hava tætt tilknýti til politiskar flokkar, og tí eisini fáa ella hava møguleika fyri at fáa part í studninginum til politiskt virksemi?

Viðmerkingar
Á síðu 373 í uppskotinum til fíggjarlóg 2002 stendur undir 10.14.1.02, ið snýr seg um studning til politiskt virksemi og upplýsing, at upphæddin verður býtt millum flokkarnar og uttanflokka tingmenn eftir atkvøðutalinum seinasta løgtingsval. Peningurin kann nýtast til………og útgávu av bløðum.

Eg skilji tekstin soleiðis, at flokkar og tingmenn kunnu nýta sín lut av studninginum til politiskt virksemi til blaðútgávu, og at tað tí er legalt hjá einum flokki at nýta so nógv honum lystir til slíkt virksemi. Hetta kann eisini tulkast soleiðis, at bert bløð við tilknýti til politiskar flokkar hava møguleika fyri almennum studningi.

Hóast meiri enn ein landsstýrismaður hjá Tjóðveldisflokkinum hava boðað frá, at studningsmynstrið til blaðútgávu eigur at verða broytt, so er einki gjørt við hetta enn. Heldur hava landsstýrismenn hjá Tjóðveldisflokkinum eins og aðrir bert gjørt sítt til, at gjógvin verður størri. Skilt soleiðis, at teir í dagliga virksemi sínum hava økt um almenna stuðulin til floksbløðini, meðan onnur so at siga einki hava fingið. Her hugsi eg sjálvsagt um almennar lýsingar. Sosialurin og Dimmalætting eru so at siga í hvørjari útgávu á tremur við almennum lýsingum. Dagblaðið, sum er landsins minsta landsblað, somuleiðis. Landsins minsta landsblað verðuir sostatt stuðlað alment bæði á ein og annan hátt. Meðan ein almenn lýsing í Oyggjatíðindum er sum lundi á jólanátt, og fær tað blaðið tí als ongan almennan stuðul.

Um grundgevingin fyri at fylla Sosialin og Dimmu við almennum lýsingum er tann, at hesi bløð vera mest lisin, hví fær landsins minst lisnað blað so hópin av almennum lýsingum? Ella er tað soleiðis, at treytin fyri at fáa almenna lýsing er, at blaðið er politiskt heft? Hevur landsstýrið nakra ætlan um at fremja broytingar í lýsingarpolitikki sínum, ella verður kravið um politiskan lit framhaldandi heft at møguleikanum at fáa almenna lýsing. Hevði tað ikki verið meira virðiligt og rættvíst, um føroysk bløð gingu undir somu treytum. Soleiðis at skilja, at antin fáa øll ella eingin.

Um løgtings- og landsstýrismonnum ikki dáma Oyggjatíðindi, hví skriva teir so í blaðið?

Á tingfundi 14. november 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. desember 2001 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Spurningurin er settur til mín sum landsstýrismaður í lógarmálum. Beinanvegin kann sláast fast, at neyvar lógir ella reglur finnast ikki um øll tey viðurskifti, ið spyrjarin reisir í fyrispurninginum. Tí er svarið í stóran mun bygt á metingar hjá undirritaða.

Svarið verður býtt sundir í 4 partar:

  1. Lógir og reglur á økinum
  2. Meting um góðan fyrisitingarsið
  3. Meting um ítøkiligu støðuna og spurningarnar, ið verða reistir í viðmerkingunum til fyrispurningin
  4. Samanumtøka og kærumøguleikar

1. Lógir og reglur á økinum

Lógargrundarlagið um almennar kunngerðir er lógin um alment kunngerðarblað, sum fekk gildi 1. oktober í 1988. Lógin sigur, at landsstýrið gevur út alment kunngerðarblað og hon ásetur m.a. at:

"Í Kunngerðablaðið skulu allar løgtingslógir og kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur givnar av landsstýrinum lýsast.
Í kunngerðablaðið kunnu eisini upptakast:

  1. Lýsingar, fráboðanir o.t. frá tí almenna.
  2. Kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur frá øðrum almennum stovnum enn landsstýrinum og fráboðanir frá privatum í rættarviðurskiftum."

Henda lógin avloysti gomlu skipanina, har alt varð lýst í Færø Amts Tidende (Dimmalætting).

Tað, sum skal lýsast í Kunngerðarblaðnum, eru rættarliga bindandi kunngerðir. Og hóast lógin heimilar øðrum lýsingum, so hevur Kunngerðarblaðið ikki verið brúkt til eitt nú starvslýsingar og annað kunningartilfar frá almennum stýrum og stovnum.

Tá tað almenna lýsir aðrastaðni enn í kunngerðarblaðnum – og tað er hetta, sum spyrjarin vísir til – so er talan um fyrisitingarligar avgerðir.

2. Meting um góðan fyrisitingarsið

Endamálið við eini lýsing er at kunna almenningin ella partar av almenninginum um eitthvørt, og tá ein almennur myndugleiki skal lýsa alment við onkrum, skal hann gera hetta – eins og alt annað sum hann ger – á fullgóðan hátt.

Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi landsstýrismanninum og hansara fyrisiting, at tær neyðugu grundgevingarnar eru til staðar og hóskandi atlitini eru tikin, tá almennar lýsingar verða gjørdar á teirra ábyrgdarøki.

Metingin, tá lýsast skal, eigur at byggja á kunningarsjónarmið og ábyrgd fyri umsiting av almennum peningi. Hvussu verður lýst best til almenningin, og hvussu fæst mest fyri peningin? Hvussu ofta og nær skal lýsast?

Tá tað snýr seg um eitt nú starvslýsingar kunnu vit siga, at tá ein almennur myndugleiki lýsir eitt starv leyst, skal hann lýsa soleiðis við tí, at rímilig orsøk og saklig grundgeving er fyri at meta, at tey flestu sum hugsa um at søkja júst hetta slagið av starvi, frætta, at nú er møguleikin har og kunnu fáa allar neyðugar upplýsingar.

Lýsir eitt stýri ella ein stovnur somikið illa við leysa starvinum, at bert fá fáa frænir av tí, røkir hann ikki sína uppgávu á fullgóðan hátt, tí at so hava øll ikki eins góðan møguleika at søkja. Og lýsir hann meira enn sakliga kann grundgevast fyri, so er hann ikki nóg tilsíggin við almennum peningi.

3. Meting um ítøkiligu støðuna og spurningarnar, ið verða reistir í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Tað er ein sannroynd, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv hitt almenna lýsir í føroysku bløðunum.

Ein leyslig kanning bendir á, at tað almenna lýsir nógv mest í teimum báðum bløðunum við størstu uppløgum og útgávutíttleika. Og somuleiðis tykist spyrjarin at hava rætt í, at tað er ymiskt, hvussu lýst verður í øðrum bløðum.

Mær vitandi eru ongar samanberandi kanningar gjørdar av lesarafjøldini hjá føroysku bløðunum. Tá so er, hevur einstaki lýsarin ikki annað at halda seg til, enn egnar metingar, tá hann velur, hvar hann skal lýsa.

Avgerandi er sostatt, at avgerðin um at lýsa í ávísum miðlum er bygd á sakligar og haldgóðar grundgevingar – t.e. á góðan fyrisitingarsið.

Undirritaði skal ikki gera úrskurð um ávís dømi. Men eg skal eftir førimuni svara teimum ítøkiligu spurningum, ið spyrjarin setur fram – eisini í viðmerkingunum.

a) "Heldur landsstýrismaðurin tað er rætt, at bert ávís føroysk bløð fáa almennar lýsingar? Serliga tá hugsað verður um, at somu bløð, ið fáa almennu lýsingarnar, hava tætt tilknýti til politiskar flokkar, og tí eisini fáa ella hava møguleika fyri at fáa part í studninginum til politiskt virksemi?"

Nei, eg haldi tað ikki vera rætt at bert ávís bløð fáa almennar lýsingar. Tað avgerandi er, sum áður nevnt, at tað almenna kunnar best møguligt fyri pengarnar og at avgerðin um at lýsa, er bygd á haldgóðar grundgevingar hjá fyrisitingini.

Almennar lýsingar mugu ikki gerast eitt nú ein huldur studningur, sum bløðini eiga at fáa, men ein marknaður, sum tey eiga at vinna sær lut í.

Eg kann geva spyrjaranum rætt í, at søguliga hava summi bløð helst vunnið sær ein marknaðarligan fyrimun, eisini við stuðli frá politiskum flokkum – og sum alment lýsingarblað. Men tað eigur ikki av hesi grund at verða eitt politiskt mál í dag at taka dagar ímillum bløðini.

Eg haldi heldur ikki, tað er rætt at tengja spurningin um almennar lýsingar saman við stuðlinum, sum politisku flokkarnir fáa til upplýsing. Ætlanin við tí studninginum er, at flokkarnir eftir egnari avgerð kunnu nýta hann til eitthvørt slag av vanligum politiskum virksemi. Og landsstýrið leggur seg ikki út í, hvussu teir brúka peningin.

Eyðvitað hava bløð við floksstuðli ein peningaligan fyrimun, men afturfyri fáa tey eisini tann vansan, at almenningurin kann ivast í, hvussu óheftur tíðindaflutningurin hjá teimum er.

b) "Um grundgevingin fyri at fylla Sosialin og Dimmu við almennum lýsingum er tann, at hesi bløð vera mest lisin, hví fær landsins minst lisna blað so hópin av almennum lýsingum? Ella er tað soleiðis, at treytin fyri at fáa almenna lýsing er, at blaðið er politiskt heft?"

Eg kann ikki taka dagar ímillum ella gera niðurstøður um ítøkilig dømi. Eru ítøkiligar kærur kann eg vísa til pkt. 4 í hesum svari.

c) "Hevur landsstýrið nakra ætlan um at fremja broytingar í lýsingarpolitikki sínum, ella verður kravið um politiskan lit framhaldandi heft at møguleikanum at fáa almenna lýsing."

Landsstýrið hevur ongan lýsingarpolitikk, og soleiðis skal tað eftir mínum tykki eisini vera. Hetta at lýsa alment er ein partur av vanliga virkseminum og fyristingini hjá tí almenna, og tað er eftir mínum tykki ikki eitt øki sum eigur at verða fevnt av einum politikki. Stovnarnir skulu lýsa so sum teir meta bíligast og best.

Annað mál er so, at landsstýrið sum heild eigur at hava ein kunningarpolitikk ella nakrar leiðreglur fyri, hvussu almenningurin verður best kunnaður um tað, sum hendir í fyrisitingini. Hetta haldi eg, eigur at gerast sum skjótast.

d) "Hevði tað ikki verið meira virðiligt og rættvíst, um føroysk bløð gingu undir somu treytum. Soleiðis at skilja, at antin fáa øll ella eingin."

Sum eg havi ført fram, so haldi eg ikki at tað hevði verið betri ella meira rættvíst, um tað var soleiðis at annaðhvørt lýsir hitt almenna í øllum bløðum ella ongum.
Varð lýst í øllum bløðum, hevði tað verið ein óbeinleiðis studningur til øll bløðini, uttan mun til dygd og útbreiðslu. Tað hevði verið ein fjaldur almennur stuðul, sum neyvan hevði gagnað endamálunum um eina frælsa og óhefta pressu, sum skapar sær sín leiklut í almenninginum.

Varð hinvegin valt ikki at lýsa í nøkrum blaði – um hitt almenna til dømis einans lýsti í Kunngerðablaðnum - høvdu krøvini um fullgóða kunning neyvan verið fylgd.

Vit eiga eftir mínum tykki ongantíð at sleppa krøvunum um ábyrgd hjá almennum myndugleikum fyri, at tær avgerðir, ið verða tiknar, eru sakligar og væl grundgivnar eftir góðum fyrisitingarsiði. Tað er tað týdningarmesta í at skapa rættartrygd og álit á almennar myndugleikar. Tað er eins týdningarmikið og sjálvar lógirnar og reglurnar, sum eru karmar, ið fáa sítt veruliga innihald við góðari fyrisiting.

Eftir míni meting er tað skeivt at lata bløðunum nakað slag av almennum stuðli, tí hann kemur altíð so ella so at virka avlagandi. Bløðini eiga at fáa betri umstøður og eins góðar karmar, tí vit skulu tryggja eitt frítt og frælst orðaskifti og tað er umráðandi at vit hava fleiri bløð.

Men tað eigur eftir mínum tykki at gerast við at betra útbreiðslumøguleikarnar hjá bløðunum, so allir føroyingar fáa eins góðar møguleikar at lesa bløðini – uttan mun til, hvar teir búgva í landinum.

Eg haldi, at tað er rættast, at Postverkið fær stuðul til at gera útberingina ódýrari og javnsetta fyri øll.

4. Samanumtøka og kærumøguleikar

Eg eigi ikki sum landsstýrismaður í lógaralum at svara ella taka dagar ímillum ítøkilig dømi um lýsingar frá ymsum myndugleikum í hesum fyrispurningi. Havi ístaðin lagt dent á, hvørji krøv almennir myndugleikar ganga undir, tá teir lýsa í bløðum og fjølmiðlum.

Samanumtikið kann sigast, at tað er í stríð við góðan fyrisitingarsið um so er, at partapolitisk atlit verða tikin til, hvussu tað almenna lýsir. Tað skal ikki koma fyri.

Eru ítøkilig kærumál um slíkar avgerðir, eiga tey at verða beind til eftirlitsmyndugleikarnar sum eru ávíkavist løgmaður, landsstýrismálanevnd ella Løgtingsins umboðsmaður. 

Málið avgreitt.