Fyrispurningur um gjald fyri skślabarnaflutning

100-38 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi gjaldi fyri skślabarnaflutning

Oršaskifti

Įr 2001, frķggjadagin 16. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Signar į Brśnni, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

Kann landsstżrismašurin ķ vinnumįlum, Bjarni Djurholm taka spurningin um gjald fyri skślabųrn –skślabarnaflutning upp til višgeršar, nś taš er hent, at gjaldiš er fariš munandi upp, og bera so ķ bandi, at gjaldiš veršur sett til taš, sum taš var tķšina įšrenn 14. august 2001?

Višmerkingar:
Fyri stuttun reisti undirritaši munnligan fyrispurning um gjald fyri skślabųrn – skślabarnaflutning. Orsųkin til fyrispurningin var, at avslįtturin av feršasešlum var munandi lękkašur tann 14.august 2001.

Landsstżrismašurin ķ vinnumįlum Bjarni Djurholm svaraši , at hann skuldi taka mįliš upp til višgeršar og kanna eftir, um taš ikki vóru mųguleikar at broyta ta avgerš, iš Strandferšslan hevši tikiš.

Einki er frętt sķšani, tķ hevur undirritaši avrįtt, at spurningurin veršur reistur skrivliga, so landsstżrismašurin tżšuliga og greitt fęr mįliš lżst, eins og hann tį hevur mųguleika at fįa at vita, hvat tingmenn halda um avgeršina hjį Strandferšsluni.

Ķ bręvi til skip og bussar, dagfest 15. mai 1995, bošar strandferšslan frį, at nęmingar 14 įr og eldri skulu gjalda helvtina av vaksnamannaprķsinum.Sķšani eru nųkur krųv sett upp, iš lęrarar skulu lśka, fyri at fįa nevndu sųmdir.

Bręviš frį Strandferšsluni, dagfest 14. august 2001, bošar frį, at nęmingar 14 įr og eldri skulu rinda fullan feršasešil. Og Strandferšslan sigur til seinast, at SL fer at siga upp allar inntil nś galdandi seravtalur fyri skślar og skślabarnaflutning.

Óneyšugt er at siga, at broytingin kenst sum ein smeitur fyri fólkaskślanęmingar og kann ķ ringasta fųri bera ķ sęr, at fleiri feršir, iš skślar skipa fyri, fara at detta nišurfyri. Tķ heitir undirritaši inniliga į Bjarna Djurholm landsstżrismann, um taka taka mįliš upp til višgeršar av nżggjum, so broytingar verša framdar, iš fųra viš sęr, at skślanęmingar ikki fįa verri sųmdir enn tęr, iš veittar vóru įšrenn 14. august 2001.

Į tingfundi 22. november 2001 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 19. desember 2001 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

Tį iš ein munnligur fyrispurningur varš stillašur landsstżrismanninum ķ vinnumįlum fyri umleiš tveimum mįnašum sķšani um feršasešlaavslįttur hjį Strandferšsluni varš upplżst, at Strandfaraskip Landsins hava giviš skślaflokkum avslįttur fyri feršing viš Strandfaraskipum Landsins. Ikki allir skślar hava havt kunnleika til hetta, tķ taš snżr seg um eitt innanhżsis skriv frį Standfaraskipum Landsins, sum varš sent śt til bilettųrarnar ķ 1996. Mešan vanligi, góškendi avslįtturin fyri bólkaferšir hevur veriš 15%, hava įvķsir fólkaskślar fingiš eyka avslįttur.

Hesin serligi eyka avslįttur er ikki góškendur av landsstżrismanninum, og heldur ikki av verandi leišslu į SL. Landsstżrismašurin varš tķ ikki spurdur, tį SL fyri nųkrum mįnašum sķšani avgjųrdi at strika henda serliga avslįttur, so allir bólkar nś fįa sama avslįttur fyri bólkaferšir: 15 %.

Sum greitt frį ķ svarinum til munnliga fyrispurningin hevur Strandfaraskip Landsins havt kunnandi fund viš Fólkaskśladeildina ķ Mentamįlastżrinum um skślabarnaflutning. Um eyka stušul skal veitast til feršing hjį fólkaskślanęmingum, eigur ynski at koma frį Mentamįlastżrinum, og er taš tį eitt mįl, sum landsstżrismašurin ķ mentamįlum skal taka upp. Ein mųgulig loysn kann vera at gera avtalur, har Strandfaraskip Landsins fįa mistu inntųkurnar ašrastašni frį. Um ynski kemur frį Mentamįlastżrinum um hetta, skal undirritaši arbeiša fyri, at mįliš fęr eina positiva višgerš.

Mįliš avgreitt.