Fyrispurningur um rúsevnisnýtslu

100-39 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 27. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrið møguleikar fyri at fylgja við, hvussu munandi rúsevnisnýtslan er her á landi?
  2. Hevur landsstýrið fingið ábendingar um ella staðfest, at nýtslan av hørðum rúsevnum er vaksandi í Føroyum?
  3. Um landsstýrið hevur fingið slíkar ábendingar ella staðfestingar, hevur landsstýrið so ítøkiligar ætlanir um átøk í mun til:
  1. Ella sær landsstýrið rúsevnistrupulleikar sum ein av nógvum, ið koma henda vegin fyrr ella seinni?

Viðmerkingar
Vit fáa mest sum dagliga ábendingar um, at rúsevnisnýtslan í Føroyum er stór í mun til í grannalondum okkara, og at nýtslan er vaksandi. Serliga millum ung. Vit fáa ábendingar um, at sløgini av rúsevnum økjast, og at talan í nógvum førum er um rættiliga vandamikil evni, ið ein verður meira bundin av enn gott er. Hesar ábendingar fáast frá sosialu myndugleikunum, løgregluni, fjølmiðlunum og tosi manna millum. Nógv er, sum bendir á, at Føroyar eru við at gerast eitt rúsevnismisnýtara samfelag, og at foreldur, skúlar o.o. eru um at missa ávirkan og tamarhald á teimum ungu, sum eru við í (mis)nýtsluni. Mesta nýtslan fer fram í Havnini, men hon kemur meira enn so fyri kring landið. Á forsíðuni í Sosialinum frá týsdegnum 27.11.01 stóð at lesa, at nógv rúsevni eru í Eysturoynni.

Vit hava altíð fingið somu fyribrygdi og trupulleikar at dragsast við, sum okkara grannalond hava havt. Bert umleið tíggju ár seinni. Í nógvum førum er talan um slíkt, sum kemur, líka mikið hvat vit gera ella ikki gera. Hví skal okkara samfelag vera øðrvísi enn øll onnur. Tó eiga myndugleikar at taka ávís viðurskifti í størri álvara enn onnur. T.d. vera meira á varðhaldi mótvegis AIDS enn t.d. lærstuttum. Og soleiðis eiga myndugleikar okkara eisini at taka ábendingarnar í størsta álvara um, at speed, ekstasy, kokain o.a.t. kemur inn í landið í so mikið stórum nøgdum, at tað ikki longur er óvanligt, at okkara ungu nýta "hørð" evnir. Ábendingar eru um, at eitt alt ov stórt tal av ungum føroyingum eru ávegis til at gerast narkomanar.

Ein hevur tí hug at spyrja landsstýrið ella avvarðandi landsstýrismann, um landsstýrið hevur ætlanir um átøk í mun til rúsevnistrupulleikan, sum eftir øllum at døma er komin henda veg, og sum er vaksandi. Hetta í mun til eftirlit við innflutningi, í mun til arbeiðsumstøður og -møguleikar hjá rúsevnisløgregluni. Í mun til lóggávu annars. Í mun til revsing, upplýsing, fyribyrging. Í mun til avvenjingarmøguleikar og ditto førleikar. Sum er, eru so at siga ikki umstøður her á landi at avvenja fólk fyri misnýtslu av hørðum rúsevnum. Okkara avvenjingarstovnar eru í løtuni mest sum bert útbúgvin og brynjað til at avvenja rúsdrekkamisnýtarar. Umframt tað, eru somu stovnar meira ætlaðir tilkomnum og als ikki blaðungum.

Loyvi mær at seta sama landsstýrismanninum allar spurningarnar, heldur enn at seta fleiri spurningar. Kanska landsstýrismaðurin í lógarmálum setir seg í samband við landsstýrismannin í almannamálum, tá hann svarar spurningunum.

Á tingfundi 28. november 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 19. februar 2002 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis 

S v a r

Fyrispurningurin frá Finni Helmsdal varð settur fyri jól. Og tað kann beinanvegin staðfestast, at fyrispurningurin var enn meira aktuellur og neyðugur, enn undirritaði hevði roknað við, tá hann varð settur.

Tað hevur í fyrsta lagi verið sera trupult at fáa savnað neyðugar upplýsingar og vitan, so fyrispurningurin kundi svarast nøktandi – og tað vísir longu tørvin á politiskum tiltøkum og samskipan. Og í øðrum lagi hava átøkini hjá Løgregluni mótvegis narkokriminaliteti í januar mánaði, varpað ljós á trupulleikarnar og hava elvt til eitt víðfevnt alment orðaskifti.

Fyrispurningurin varð settur landsstýrismanninum í lógarmálum, og tað hevði verið skjótt at svarað tí partinum, ið beinleiðis snýr seg um løgliga partin. Til vit hava fingið løgreglu, revsirætt og rættarskipan á føroyskar hendur, hevur leikluturin hjá løgdeildini verið at viðgera, um lógarbroytingar í donskum lógum, skulu leggjast fyri tingið. Landsstýrið hevur ikki innlit í arbeiðið og upplýsingar hjá løgregluni.

Fyribyrging, upplýsing, viðgerð og tolleftirlit eru spjadd á onnur málsøki í landsstýrinum.

Til tess at svara spurninginum so fullfíggjað, sum gjørligt, við upplýsingum og politiskum málsetingum, hava vit á Løgdeildini vent okkum til teir ymsu myndugleikarnar, ið varða av og arbeiða við málinum.

Sjálvur spurningurin um viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu er ikki beinleiðis umfataður av fyrispurninginum og tí verður hann heldur ikki viðgjørdur í hesum svari – hóast hann sjálvsagt er ein av týdningarmiklu liðunum í einum miðvísum politikki. Helst hevði verið skilabest at viðgjørt teir ymsu tættirnar tá tað ræður um viðgerð og eftirviðgerð í einum serligum fyrispurningi til avvarðandi landsstýrismann.

Grundarlagið fyri hesum svari, eru upplýsingar frá ráðgevanum hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum, Fíggjarmálastýrinum (viðvíkjandi Tollvaldinum), Almanna- og Heilsumálastýrinum og Føroya Landfúta.

Fundir hava verið við Løgregluna og Toll- og Skattstovuna, og skrivligar frágreiðingar eru fingnar frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum og Føroya Landfúta. (Hesar frágreiðingar eru hjálagdar svarinum).

Svarið er býtt sundur í 7 partar:

  1. Samandráttur
  2. Støðan viðvíkjandi rúsevnisútbreiðslu sambært tøkum upplýsingum
  3. Tilfeingi og arbeiðsorka á økinum.
  4. Um løglig og onnur formlig viðurskifti.
  5. Um samfelagslig viðurskifti og upplýsing.
  6. Fyribyrgjandi arbeiði og samstarv millum myndugleikar
  7. Niðurstøða

1. Samandráttur
Eg skal beinanvegin taka samanum, og svara teimum 4 spurningunum frá spyrjaranum..

  1. Møguleikarnir hjá landsstýrinum at fylgja við rúsevnismisnýtsluni eru ikki nóg góðir og hava ikki fingið nóg stóran politiskan ans. Og samskipanin í landsstýrinum og millum myndugleikar av hesum týdningarmikla máli, er ikki nøktandi. Tí krevst beinanvegin ein samskipan til tess at gera ítøkiligar broytingar og betringar á økinum. Ymisk uppskot um hetta verða sett fram í svarinum.
  2. Ábendingar eru um, at nýtslan av hørðum rúsevnum er vaksandi í Føroyum, men tó so at tað ikki snýr seg um stóran vøkstur – enn ið hvussu so er.
  3. Sum spyrjarin nevnir, verða bæði tørvurin á og møguleikarnir fyri at hava ein miðvísan føroyskan politikk mótvegis rúsevnisútbreiðslu, munandi størri, nú løgregla, revsirættur og rættarskipan gerast føroysk ábyrgd. Undirritaði hevur biðið Løgdeildina kanna, um tørvur beinanvegin er á lógarbroyting til tess at betra møguleikarnar at leggja hald á pening frá narkotikasølu. Eg veit ikki um aðrar ítøkiligar politiskar ætlanir á økinum. Í svarinum verða tó nevnd møgulig átøk.
  4. Beinleiðis samskiftið hjá Føroyingum við onnur lond fer at økjast komandi árini. Ein byrjandi oljuvinna fer at hava nógva ferðing við sær og nýggjar sosialar og mentanarligar avbjóðingar. Tí er ongin ivi um, at landsstýrið eigur at raðfesta tiltøk mótvegis rúsevnismisnýtslu munandi hægri enn higartil.

2. Støðan viðvíkjandi rúsevnisútbreiðslu sambært tøkum upplýsingum
Øll hagtøl benda á, at narkotikanýtslan í Føroyum er munandi lægri enn í grannalondum okkara.

Til dømis kann nevnast, at talið á politimálum viðvíkjandi narkotika her er ein tíggjundapartur av tølunum í Grønlandi, og hetta lutfallið hevur verið stútt seinastu árini. Løgreglan er eisini sannførd um, at nýtslan her eisini er munandi minni enn eitt nú í smærru keypstøðunum í Jútlandi. (Sí annars hjáløgdu hagtølini).

Allir myndugleikar eru tó samdir um, at meira er komið av „harðaru" evnunum í Føroyum seinastu árini, men tølini eru so smá, at ikki ber til at siga nakað við vissu. Tølini hjá tollvaldinum eru eitt nú ikki vaksin nevnivert, hóast tey hava tikið eins nógvar stakroyndir seinnu árini.

Løgreglan heldur seg hava eina rættiliga greiða ábending á, at "harðari" evnini eru fyrst og fremst hjá teimum, sum longu frammanundan hava misnýtt eitt nú hasj í mong ár.

Men allir myndugleikar halda, at roynt verður at breiða misnýtsluna til aðrar bólkar eisini, og løgreglan metir, at tey, sum selja, hava serliga lagt seg eftir at fáa fatur í blaðungum gentum – 14-16 ára gomlum.

"Gomlu, hørðu evnunum", so sum heroin og morfin-evnum, tykist ongin broyting vera hend við seinnu árini.

Hóast tølini eru smá, og heldur ikki tykjast at vaksa í stórum, hava vit tó kortini alla orsøk til at taka hetta málið í størsta álvara.

Umframt hesi narkotisku evnini, er eitt annað stórt misnýtsluøki, har tað eftir øllum at døma versnar í Føroyum. Tað er misnýtsla av heilivági, ofta saman við alkoholi. Hetta er ein misnýtsla, sum er ómetaliga torfør at siga nakað um, tí talan er um ólógliga nýtslu av annars lógligum evnum, so ringt er hjá løgreglu og tollvaldi at gera nakað við hetta.

3. Tilfeingi og arbeiðsorka á økinum
Fíggjarmálastýrið (Tollvaldið) sigur ikki, at teimum beinleiðis tørvar manning í løtuni, men vísir hinvegin á, at meðan ferðafólkatalið hevur verið støðugt vaksandi nú í fleiri ár, er talið á starvsfólki, sum er tøkt til uppgávuna, fallið.

Fíggjarmálastýrið metir somuleiðis, at nóg mikið er við einum narkotikahundi.

Nakrar tøkniligar ábøtur eru á veg, sum kunnu bøta væl um arbeiðsviðurskiftini hjá tollvaldinum.

Fíggjarmálastýrið og Fútin siga, at hølisviðurskiftini í Vágum og í Tórshavnar Havn, eiga at betrast munandi til tess at fremja nøktandi eftirlit.

Fútin sigur, at starvsfólkastøðan er nøktandi, og samstarvið við tollmyndugleikarnar somuleiðis. – Hinvegin metir narkotikabólkurin hjá løgregluni (sambært Útvarpi Føroya 30.01.02) at teimum tørvar væl størri starvsfólkaorku.

Ráðgevin hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum vísir á tað óhepna í, at nú Fyribyrgingarráðið er sett á stovn, er minni starvsfólkaorka sett av til stríðið móti rúsevnum. Hetta vendi eg aftur til.

4. Um lóggávu og onnur formlig viðurskifti
Fíggjarmálastýrið og Fútin siga, at løgligar ella aðrar formligar ábøtur ikki eru neyðugar í sambandi við framhaldandi stríðið móti narkotikaútbreiðslu.

Heldur ikki verður nakrastaðni víst á tørv á strangari revsireglum.

Tó havi eg biðið Løgdeildina kanna, um tørvur er á lógarbroytingum, sum gera tað lættari at leggja hald á pening, har grundaður illgruni er um, at hann er vunnin við narkotikahandli.

5. Samfelagslig viðurskifti og upplýsing
Serliga løgreglan ger vart við, at smáu og tøttu samfelagsviðurskiftini í Føroyum gera, at løgreglan tykist hava truplari kor at virka undir enn aðrastaðni: "Øll" fylgja við í, hvat løgreglan hevst at, og spekulera uppá, hví so man vera. Men tað sær út til at skula óvanliga nógv til, áðrenn fólk siga løgregluni frá tí, tey vita.

Tað kunnu vera ymsar orsøkir til hetta. Eitt nú ótti fyri avleiðingum, ella ótti fyri at bera ein illgruna víðari til "øvrigheitina", sum kanska ikki er nóg væl grundaður ella rakar ósek.

Fútin metir, at hesi viðurskifti gera, at vit kanska áttu at lagt lutfalsliga størri orku í fyribyrgjandi upplýsingararbeiðið her, enn aðrastaðni.

Hesum taki eg undir við. Vit eiga at seta gongd á kunningarátøk, ið umframt at vísa á vandarnar, eisini leggja dent á ábyrgdina hjá hvørjum einstøkum at forða fyri útbreiðslu av narkotika og at hjálpa løgregluni at støðga útbreiðsluni.

Av tí at vit eru ein samrunnin partur av heimssamfelagnum, er altíð væntandi, at allir teir trupulleikar, sum eru vanligir aðrastaðni, taka seg upp her eisini. Ongin ivi er um, at ein komandi oljuvinna og aðrar samfelagsbroytingar, ið økja um innferð og útferð í Føroyum, fara at hava øktar møguleikar fyri útbreiðslu av rúsevnum.

Men eg haldi, at vit – serliga um vit hugsa um, hvussu fá støðini eru, har til ber at koma inn í landið, og um hvussu lítið og tætt samansjóðað samfelagið er – hava heilt serligar møguleikar at forða hesum evnunum í at fáa fastatøkur á ungdómi okkara.

Vit mugu harumframt virka miðvíst fyri at venda teimum samfelagsmekanismum, sum í dag tykjast virka til at verja narkotikabrotsmenninar og forða løgregluni í at virka fullvæl, soleiðis at tær beint tvørtur ímóti virka til at forða narkotikahandlinum.

6. Fyribyrgjandi arbeiðið og samstarv millum myndugleikar
Allarstørsta uppgávan liggur í fyribyrging og upplýsing. Ikki minst má setningurin vera at læra ungdómin at koma saman og koma hvørjum øðrum við, uttan at skula verða doyvd fyri tað og at styrkja sjálvsálitið hjá hvørjum einstøkum og harvið styrkina til at siga nei.

Her eru bæði smærru kunningartiltøkini í skúlunum, og stóra "Lions Quest"-undirvísingartiltakið, sum Rúsdrekka- og Narkotikaráðið stóð fyri, tiltøk, sum benda á rætta vegin. Hetta eru tiltøk, sum ikki mugu detta burtur, hóast ráðini eru samanløgd. Tað eru eisini allir myndugleikarnir samdir um.

Viðvíkjandi vaksandi misnýtsluni av heilivági, tykist einasti møguleikin at støðga hesum at vera fyribyrgjandi upplýsingin, herundir ikki minst áhaldandi stríðið móti alkoholmisnýtslu. Tað er ein royndur lutur, at fólk fara ikki beint frá ongari misnýtslu og til at misnýta narkotika ella tablettir. Líka mikið hvat slag av misnýtslu talan er um, so er byrjanin nærum altíð alkoholmisnýtsla. Hon er saman við roykingini – umframt tað hon er í sjálvari sær – eisini "portrið" sum fólk ganga ígjøgnum, út í alla aðra misnýtslu.

Harfturat er sjálvandi neyðugt, at samstarvið millum landsmyndugleikarnar og viðgerðarstovnarnar verður betrað, og neyðug fíggjarlig orka sett av soleiðis, at avrúsing og avvenjing verður fylgd av eftirviðgerð og veruligum møguleikum at koma burturúr misnýtslumynstrinum

Ráðgevin hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum vísir í svari sínum á tað óhepna í, at nú Fyribyrgingarráðið er sett á stovn, og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið og Tubbaksráðið hvørva, er minni starvsfólkaorka tøk til stríðið móti rúsevnum. Og løgreglan ger vart við tað óhepna í, at tað ikki hevur nakran leiklut í nýggja fyribyrgingarráðnum.

At løgreglan ikki hevur nakran lim í nýggja ráðnum, havi eg satt at siga ikki verið greiður um, og eg fari at skjóta upp fyri landsstýrismanninum í heilsumálum, at lógin verður broytt, so vit fáa hetta uppá pláss sum skjótast.

Harafturat kann tað neyvan vera tilætlað, at arbeiðsorkan er skerd, nú ráðini eru løgd saman í eitt. Tvørtur ímóti var grundgevingin fyri samanleggingini, at tað skuldi bera til at nýta meira orku til fyribyrgingina, so vónandi er her bert talan um byrjanartrupulleikar.

Vit eiga ið hvussu so er at tryggja okkum, at ráðið hevur passaligar fíggjarkarmar at virka undir, og at rúsevnisparturin av arbeiðinum ikki verður køvdur undir arbeiðinum fyri vanligari heilsuligari fyribyrging.

Ikki minst er tað umráðandi, at væl virkandi kunningararbeiðið í skúlunum verður útbygt, so tað veruliga munar, heldur enn at verða skert.

Og somuleiðis átti tað at verið eyðvitað, at Løgreglan við allari síni vitan á økinum hevur ein sjálvsagdan stóran leiklut í øllum, sum hevur við fyribyrging av rúsevnismisnýtslu at gera.

7. Høvuðsniðurstøða
Hetta undirstrikar aftur høvuðsniðurstøðuna, at alt ov lítil samskipan er millum nógvu økini, sum varða av rúsevnismisnýtsluni. Sum er, er hetta eitt mál, sum náttúrliga kemur inn á málsøkini hjá landsstýrismonnunum í lógarmálum, almanna- og heilsumálum, mentamálum og vinnumálum – umframt hjá løgregluni, sum enn er donsk.

Men hóast fitt av kunningarvirksemi er á økinum, fer ikki nøkur miðvís samskipan fram.

Ein møguleiki hevði verið at lagt Fyribyrgingarráðnum uppgávuna, miðvíst at framleiða upplýsingar at leggja fyri landsstýrismenninar, til dømis á felags fundi um evnið eina ferð um árið, og at skipa fyri árligum eftirmetingarfundum hesum viðvíkjandi 6 mánaðir seinni.

Henda frágreiðing ella partar av henni, kundu so verið lagdir fyri Løgtingið til orðaskiftis saman við uppskotum um møguligar lógarbroytingar ella fíggjarligar raðfestingar.

Hetta kundi havt stóran týdning, bæði fyri áhaldandi fyribyrgingararbeiðið og fyri at tryggja eitt javnt politiskt medvit og neyðug tiltøk í stríðnum móti rúsevnismisnýtslu.

Skjøl:
1.
Rúsdrekka og Narkotikaráðið
2. Talvur
3. Upplivdir trupulleikar vegna rúsdrekka ESPAD 1999
4. Talva 9. floks næmingar
5. Viðmerkingar Løgmansskrivstovan
6. Skriv frá fútanum

Málið avgreitt.