Fyrispurningur um lóggávu fyri brek og brekað

100-40 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, viðvíkjandi serligari lóggávu fyri brek og brekað

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 27. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Spurningarnir eru:

  1. Nær varð avgerðin tikin um at tilevna serliga lóggávu um brek, og hvør tók avgerðina?
  2. Hvør hugburður liggur til grund fyri avgerðini?
  3. Er talan um lóg við serstøkum heimildum ella lóg, sum fyrst og fremst skal tryggja grundleggjandi rættindi?
  4. Hvørjar avleiðingar fer lóggávan at fáa fyri arbeiðið og annað virksemi innan økið?
  5. Ber tað ikki til at laga viðurskiftini soleiðis, at dagstovnurin í Øksnagerði kann fáa serloyvi at fara undir virksemi sítt. Eitt serloyvi sambært andanum og reglunum í serlógini, sum væntandi kemur skjótt?

Viðmerkingar
Undirritaði hevur umvegis frætt tíðindi um, at landsstýrismaður hevur sett í verk arbeiði við at tilevna eina serliga lóg um viðurskiftini hjá brekaðum. Hetta eru av sonnum tíðindi, sum koma óvart á, og fari eg tí at nýta høvi at spyrja landsstýrismannin, nær avgerðin er tikin um, at slík lóggáva skal tilevnast. Og hvør hevur tikið avgerðina um hetta. Málið hevur ongantíð verið umrøtt og tíansheldur viðgjørt í samgonguni.

Ein hevur fingið varhugan av, at lógarsmíðið er eitt - nógv seinkað - framhald av Dagstovnalógini, serliga í mun til grein 5, sum er orðað soleiðis: Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóg.

Hendan lógin er ongantíð smíðað, hóast táverandi landsstýrismaður setti dagstovnalógina í gildi 1. juli 2000. Nú hevur verandi landsstýrismaður eftir øllum at døma sett skjøtil á lógarsmíðið. Hóast talan er um lóggávu, ein ikki hevði væntað og enn minni veit nakað sum helst av ella um.

Av tí at serliga lóggávan, sum víst verður til í grein 5 í dagstovnalógini, ikki er til sambært Almanna og Heilsumálastýrinum, ber tað ikki til at aktivera somu lógargrein. Hetta er komið undan kavi í sambandi við, at Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta hølir av til námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi í nýggjum dagstovni í kommununi. Tað ber bara ikki til at seta virksemi í verk í nevndu hølum, tí Almanna- og Heilsumálastýrið sýtir fyri at vera við í fíggingini. Orsøkin til, at Almanna- og Heilsumálastýrið sýtir fyri at vera við, er einfalt tann, at stýrið ikki enn hevur megnað at gera tað arbeiði, sum átti at verið gjørt fyri langari tíð síðan. Tað eru ikki bara gingnir 17 mánaðir, síðan dagstovnalógin varð lýst. tí Almanna- og Heilsumálastýrið mundi arbeiða minst líka so leingi við lógaruppskotinum. Tvs at stýrið hevur havt 30 mánaðir til at tilevna hesa serligu lóggávuna, sum kann aktivera grein 5 í dagstovnalógini. Tá saman um kemur, so kunnu vit helst ikki annað enn semjast um, at talan er um eitt sindur meira enn vanligt førsømilsi.

Fari at heita á landsstýrismannin um at seta seg inn í málið og royna at skilja støðuna, sum Almanna- og Heilsumálastýrið hevur sett - í hesum føri - Tórshavnar kommunu í. Tá lóggávan hóast alt er ávegis, hví so ikki laga tað soleiðis, at tað ber til hjá kommununi at virka sambært reglum og anda í lógini, sum kemur. Tað er hóast alt Almanna- og Heilsumálastýrið, sum hevur drálað, og eigur tað tí at áliggja teimum at fáa sum frægast burturúr. Heiti á landsstýrismannin um at geva kommununi møguleikan at gera ætlaðu nyttuna av serrúmunum heldur enn at fylla tey við eins nógvum stuðlum, sum tað eru børn við serligum tørvi. Loyvi mær at minna á, at landsstýrismaðurin fyri stuttum hevur broytt lógina um almannapensjónir fyri at útvega møguleikar fyri ávísum virksemi, sum heimildir annars ikki vóru fyri. Her verður sipað til innsetingina av grein 12 a. Samsvarandi kann ein nýggj grein 22 a setast inn í Barnaverndarlógina, inntil lógin, sum nú er undir tilevning, er liðug og lýst. Grein 22 a skal heimila, at dagstovnur rekur námsfrøðiligt og viðgerðarligt virksemi við børnum við serligum tørvi, og at stovnurin fær játtað ávíst tímatal til endamálið, heldur enn at hvørt barnið fær sín persónliga stuðul játtaðan.

Á tingfundi 28. november varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 18. desember 2001 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Fyrst skal verða sagt frá, at landsstýrismaðurin í ávísan mun svarar spurningunum undir einum.

Viðvíkjandi spurningi 1 og 2, um nær avgerð er tikin um at tilevna serliga lóggávu um brek, hvør tók avgerðina, og hvør hugburður liggur til grund fyri avgerðini, gevur spyrjarin í viðmerkingum sínum til fyrispurningin sjálvur svarið. Sum upplýst í viðmerkingunum til fyrispurningin, varð ein dagstovnalóg samtykt á Føroya Løgtingi mitt í 2000. Henda lóg ásetti, at til børn við serligum tørvi skuldu verða veitt nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð. Somuleiðis var í dagstovnalógini ásett, at hesi tilboð o.a. skuldu ásetast í serligari lóggávu.

Tað er hetta lógararbeiðið, sum nú er byrjað. Tað er møguligt, at long tíð er gingin, men havast skal í huga, at talan er um at lóggeva á einum øki, ið ikki er lóggivið um fyrr. Tá arbeitt verður við slíkum lógaruppskotum á nýggjum økjum, tekur tað oftani longri tíð enn ætlað. Nógvir ivaspurningar koma fyri, sum taka tíð at greiða, áðrenn støða kann takast til teir.

Um talan verður um eina serstaka lóg ella um broytingar í verandi lóggávu, sum spurt verður um í spurningi 3, er ov tíðliga at siga nakað um. Somuleiðis er ov tíðliga at siga nakað um, hvat lógin nágreiniliga fer at innihalda, og um møguligar avleiðingar fyri annað virksemi innan økið. Ætlanin er, at lógin í høvuðsheitum skal taka støðu til uppgávu- og ábyrgdabýtið millum land og kommunu viðvíkjandi børnum við serligum tørvi.

Spyrjarin spyr til seinast, um tað ikki ber til at geva dagstovninum í Øksnagerði serloyvi at fara undir virksemi sítt sambært andanum og reglunum í serlógini, sum er í ger. Til henda spurning er at siga, at landsstýrismaðurin hevur sjálvandi ikki loyvi og heimild til at handla út frá einum uppskoti, sum er í ger, men bert við heimild í teimum lógum, sum viðtiknar eru av Føroya Løgtingi. Sostatt hevur landsstýrismaðurin í løtuni ikki heimild at geva slíkt serloyvi.

Málið avgreitt.